mikudagur 24. apríl 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 77 - 24. apríl 2002
Nr. 77 - 24. apríl 2002
29
VALGREINAR
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
"Miðað verður eftir at linka
skatta- og avgjaldstrýstið á
húsarhald… Málið er ein
so høg skattafrí grundar-
upphædd sum møguligt og
so lágt skattatrýst sum
møguligt. Lagt skal vera
upp fyri, at láginntøkur og
barnaríkar familjur verða
ikki fyri vanbýti. Hjún, har
annað hevur alla inntøkuna,
verða at javnstilla við hjún,
har bæði hava inntøku.
Grundarupphæddin í fólka-
pensjónini verður skatta-
frí."
Hetta stendur í sam-
gonguskjalinum hjá brátt
farnu samgongu. Onki av
hesum er vorðið veruleiki.
Onki.
Eftir valið tann 30. apríl
verður vónandi ein nýggj
samgonga skipað, sum
hevur lægri skattatrýst sum
mál, ikki bert sum føgur
orð.
Skattafría
grundupp-
hæddin skal hækka mun-
andi.
Hjún við einari inntøku
skulu javnstillast við hjún
við tveimum inntøkum.
Avgjøld,
ið
raka
láginntøkur harðast, verða
avtikin, serliga útvarps-og
sjónvarpsgjald, punktgjald,
ferðaavgjald og oljuav-
gjald.
Fyri almennu kassarnar
merkir hetta í fyrstu atløgu
lægri inntøkur. Tí má henda
lækkingin mótsvarast við
skilagóðum tiltøkum.
Almenni bygnaðurin skal
skipast betri, so hann verð-
ur ódýrari.
Varligar privatiseringar
skulu nýtast at gjalda
almenna skuld við.
Mvg-inntøkurnar hækka,
tá fólk fáa fleiri pengar um
hendi.
Almennar íløgur í ellis-
heim
og
barnagarðar
merkja, at nógv fleiri
sleppa til arbeiðis og harvið
framleiða og gjalda skatt.
Skatta-og avgjaldslækk-
ingar merkja eisini, at
búskapurin veksur og har-
við veksa eisini inntøkur-
nar hjá tí almenna. Vit
mugu bara tryggja okkum,
at pengarnir ikki hesuferð
fara til at spara upp til full-
veldið og onnur luftkastell.
Eyðgunn Samuelsen
Valevni hjá Javnaðar-
flokkinum í Norðoyggjum
Fyri 4 árum síðani kom
fullveldi á skránna, og tá ið
henda ætlan miseydnaðist,
var ístaðin samtykt ein lóg,
ið skuldi minka blokkin og
yvirtaka málsøkir til vit í
2012 eru klár at loysa.
Men hvat er fulveldi? Jú
tað er, at Føroyar sum land
er sjálvstøðugt, men hvat
við fólkinum og teirra
frælsið? Vit í Javnaðar-
flokkinum siga fólkið fyrst
og meina tað!! Vit skulu øll
hava lívsfrælsi, ið vil siga,
at vit skulu hava javnbjóðis
møguleikar
til
arbeiði,
útbúgving, búseting, pen-
sión, røkt og ein tryggan
aldurdóm.Vit
siga,
tað
nyttar onki at hava eitt
sjálvstøðugt land uttan at
fólkið hevur eitt gott lív.
Vit hava onki ímóti, at vit
tá ið fólkið ynskir tað fara
úr ríkisfelagsskapinum og
hetta skal gerast á ein
tryggan hátt. Støðan í dag
er tann, at fólkið vil ikki
loysing nú og tað er í mín-
um hugaheimið natúrligt tí
vit hava liva 50 ár í
ríkisfelagsskapinum og tí
kann ein ikki noyða eina
loysing ígjøgnum eftir 2
ella 4 árum, sum ætlanin
var hjá sitandi samgongu.
Okkara loysn er ein
sjálvstýrislóg ið endur-
nýggjar og dagførir tað
samstarv sum er í ríkis-
felagsskapinum, lógin skal
eisini áseta hvussu vit fara
úr ríkisfelagsskapinum um
vit ynskja tað. Vit halda tað
er skeivt at vit ið nú eru í
politikki taka hesa avgerð
fyri føroyska fólkið, tað eru
tey ið hava valrætt til tað tíð
ið skulu avgerða hetta.
Fyri
Javnaðarflokkin
koma livikorini hjá vanliga
fólkinum altíð at koma
framum loysing frá Dan-
mark, tí loysing er ein
formligur spurningur með-
an fólkið og teirra lívskorð
er ein ítøkiligur spurningur.
Ynskir tú tíni lívskorð
ovast á skránna, so velur
eisini tú Javnaðarflokkin
tann 30 apríl.
Eydgunn @post.olivant.fo
Vilhelm Johannesen
valevni javnaðarfloksins í
Norðoya valdømi
Tá
samgongan
millum
fólkaflokkin,
tjóðveldis-
flokkin
og
sjálvstýris-
flokkin varð skipað eftir
valið 30. apríl 1998, fingu
tit veljarar lyfti um tvær
fólkaatkvøður. Á hesum
fólkaatkvøðum skuldu tit
sleppa at siga tykkara
hugsan í spurninginum um
ríkisrættarligu viðurskift-
ini.
Men tá tølini í veljara-
kanningunum bendu á, at
tit ikki fóru at taka undir
við samgonguni í ríkis-
rættarliga spurninginum,
vórðu báðar fólkaatkvøð-
urnar avlýstar. Samgongan
tordi ikki at geva tykkum
veljarum orðið, tí vandi var
fyri, at tit høvdu aðra
áskoðan enn teir, men nú
týsdagin 30. apríl hava tit
orðið. Nú sleppa teir ikki
undan.
Nú siga samgonguflokk-
arnir, at teir skulu loysa øll
tey mál, sum hava ligið á
láni seinastu fýra árini. Nú
skulu teir loysa ellis- og
røktarheimsspurningin,
sum teir onki gjørdu við
hesi fýra árini, og nú skulu
teir eisini loysa eftirlønar-
spurningin, ið teir heldur
onki gjørdu við í hesum
valskeiðnum. Nú vilja teir
gera nakað við øll tey mál
teir onki gjørdu við í fýra
ár.
Nú fáa tit aftur gylt lyfti
um, at teir skulu loysa øll
møgulig mál á almanna- og
heilsuøkinum, á útbúgving-
arøkinum, á samferðslu-
økinum,
íbúðarøkinum,
skatta- og avgjaldsøkinum,
á barnaansingarøkinum o.
s. fr. og o. s. fr. Men trúgva
tit teimum hesa ferð. Í
spurninginum um fólkaat-
kvøðurnar sviku teir tykk-
um vejarar. Teir tordu og
vildu ikki geva tykkum
orðið.
Teir lupu frá givnum
lyftum í hesum valskeið-
num. Kunnu tit vænta
nakað annað í komandi
valskeiði? Nei og aftur nei!
Javnaðarflokkurin er og
verður einasta greiða al-
ternativið til sitandi sam-
gongu. Javnaðarflokkurin
hevur loysnina í spurning-
inum um ríkisrættarligu
viðurskiftini. Hann hevur
eisini loysnirnar í øllum
hinum málunum.
Farið tí mannsterk á val
og seti ein sterkan javn-
aðarflokk inn á Føroya
Løgting. Seti X við lista C
ella eitt av valevnunum á
lista javnaðarfloksins í
tykkara valdømi. Gott val.
Fullveldi ella lívsfrælsi
Samgongan helt ikki givin lyfti
Skatturin
Ábyrgdaloysi út um
alt sømiligt mark
Jóannes Eidesgaard
Lat meg leggja fyri við
at siga, at hetta verður
skrivað við fullari virð-
ing fyri verkfaldsrætt-
inum.
Hóast verkføll hava
verið næstan dagligur
gestur
seinastu
fýra
árini, og hóast Suður-
oyggin fram um aðrar
oyggjar
altíð
verður
harðast rakt av hesum
verkføllum, tí Smyril
konsekvent verður lagd-
ur, so haldi eg støðan
beint nú er farin út um
alt sømuligt mark.
Leiðslan á Strand-
faraskipum tók einvegis
ta avgerð, at Smyril ikki
skuldi fara suður, hóast
verkfallið ikki tá var
lýst. Upplýst varð, at tað
skuldu vera tí, at Smyril
lá tryggari í Havn. Løgin
niðurstøða,
tá
hann
annars liggur á Tvøroyri
hvørja einastu nátt á
árinum. Liggur hann tá
ótryggur
allar
hinar
næturnar av árinum?
Men hetta er sam-
stundis ein sera grunn
og lítið umhugsað av-
gerð. Suðuroyarfjørður
er okkara einasta sam-
band til meginøkið og til
útlandið. Hetta er okk-
ara landsvegur til meg-
inøkið, soleiðis sum
landsveganetið norðan-
fjørðs er tað fyri hini
økini. Men teir vegirnir
eru opnir, og gerandis-
lívið fyri ein stóran part
av landinum er als ikki
nervað av verkfallinum.
Men suðuroyarsiglingin
er
vorðin
"prügel-
knabend," hvørja einasta
ferð
verkfall
hevur
verið..
Skipara- og naviga-
tørfelagið og myndug-
leikarnir
hava
gjørt
semju um, at Teistin og
Ternan liggja klárir til
sjúkraflutning. Og sam-
bært Ellindi eru teir til
reiðar at víðka hetta til
eisini
at
fevna
um
Smyril, um myndugleik-
arnir ynskja tað. Men
tað
ynskja
myndug-
leikarnir so ikki. Teir
vilja hava Smyril liggj-
andi í Havn.
Sjálvandi skulu Sand-
oyggin, Vágarnar, Norð-
oyggjar og útoyggjarnar
hava skip, sum liggja
klár at sigla, um okkurt
skuldi borist á, og tyrlan
ikki fær flogið. Hetta er
ein mannarættur. Men
hvussu er støðan hjá
Suðuroynni undir hesum
verkfallinum? Tyrlan er
tíbetur tøk, tá á stendur,
men hon hevur nakrar
rættiliga stórar avmark-
ingar, umframt at hon
eisini skal røkja síni
egnu rutu. Er veðrið
verri enn eitt ávíst, t.d.
vánaligt sýnið, so flýgur
hon ikki. Og tað vita vit
av royndum, at tað kem-
ur ofta fyri.
Hvat nú um neyðugt
verður við sjúkraflutn-
ingi, og eingin tyrla
kann flúgva? Í skrivandi
løtu er øll tryluflúgving
avlýst orsakað av vána-
ligum flúgvilíkindum,
og Smyril liggur svína-
bundin í Havn. Hvat nú
um neyðugt verður við
einum akuttum sjúkra-
flutningi? Hvør hevur tá
eina
trygga
støðu?
Smyril, tí hann liggur
tryggur
á
Havnini?
Leiðslan á SL? Ella
sjúklingurin ella avvarð-
andi?
Sjálvandi skal Smyril
liggja her á Drelsnesi og
við fullari manning so-
leiðis, at um tað gjørdist
neyðug við sjúkraflutn-
ingi, so skal hann kunna
loysa beinanvegin.
Hetta er ein sera
grunn, sera óbúgvin og
beinleiðis hættislig av-
gerð, sum leiðslan á SL
hevur tikið, og eg kann
vissa tykkum um, at
seinasta orðið er ikki
sagt í hesum málinum.
VALGREINAR
Ungdómurin í
Norðoyggjum
Karl Olgar Joensen
valevni Sambands-
floksins í Norðoyggjum
Vit fegnast um, at nú
røkist fyri, at undir-
sjóvartunnilin
gerst
veruleiki. Eingin ivi er
um, at fyrimunirnir við
slíkum tunnli eru stórir.
Men tá ið tosað verður
um undirsjóartunnilin,
verður
spurningurin
mangan reistur, um hetta
er so gott fyri ungdómin.
Vit hava nógv tilboð
til tey ungu í Norð-
oyggjum. Nevnast kann
ítróttur av ymiskum
slag,
andalig
møtir
o.s.fr. Men vit vita
eisini, at tað eru ung
sum vilja hava nakað
annað, til dømis dans.
Tá ið tosað verður um
dans, so koma vit inn á
náttarlívið hjá teimum
ungu, og her er tað, at
foreldur og avvarandi av
ungdóminum síggja ein
vanda við undirsjóar-
tunnlinum.
Fara
tey
ungu at koyra út í
Eysturoynna
ella
til
Havnar í dans, ja so
verða nógvar svøvnleys-
ar nætur hjá foreldrum,
tí náttarkoyringin hjá
ungdóminum er ógvu-
liga vandamikil.
Eg veit væl, at tað ikki
er ein landsuppgáva at
fáa til vega dansihølir í
Klaksvík. Tó kemur
landið inn í myndina, tá
stuðul skal latast til
ungdómshús o.tl.
Eg haldi, at vit í felag
eiga at loysa hetta málið.
Vit skulu geva ung-
dóminum møguleikar at
verða her hjá okkum, so
sleppast kann undan
náttarkoyringini,
sum
tíverri mangan hevur
havt syndarligar avleið-
ingar við sær.
Jónfinn Olsen
Form. í UfM & valevni
Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Miðflokkurin vil arbeiða
fyri at frálæran á skúlum
og lærustovnum skal
verða Kristni Í Kristni-
tímunum, tí í einum
"Kristnum landi" eigur
so at verða. Og tað skal
verða Kristni, ið verður
undirvíst í Kristnitím-
unum á skúlunum, hetta
stendur millum annað í
fólkaskúlalógini.
VEL MIÐFLOKKIN
TÍN
FRAMTÍÐAR
TRYGGLEIKI Í POLI-
TIKKI,
TÍ
VIT
BYGGJA Á EIN ØÐR-
VÍSI GRUNDVØLL, Ið
ER BÍBLIAN.
MIÐFLOKKURIN
TÍN RØDD Á LØG-
TINGI.
Miðflokkurin
byggir á ein øðrvísi
grundvøll –
BÍBLIAN
Kári Petersen
valevni javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Um ein hyggur at kon-
sentratiónstendensunum í
føroyska vinnulívinum, so
tekur tað bert 5-10 ár, so
eiga 8-10 persónar næstan
alt føroyskt vinnulív. Or-
søkin er, at hesir persónar
hava fingið ein framíhjá-
rætt at troyta føroyska
fiskiríkidømið. Tað,
at
nakrir fáir einstaklingar fáa
hendan framíhjárætt fyri
einki, ger, at teir eftir fáum
árum koma at eiga næstan
alt føroyskt vinnulív.
Landsstýrið gevur nøkr-
um fáum persónum gávu
við milliónavirði hvørt ár.
Seinastu árini hava verið
dømi verið frammi í bløð-
unum um, at persónar fáa
veiðiloyvi frá landsstýr-
inum fyri einki, sum teir
selja fyri milliónir nakrar
fáar dagar seinni. Ofta eru
eisini dømi um, at skip eru
seld fyri fleiri tíggjutals
milliónir, sjálvt um skipið í
sær sjálvum bert er vert
nakrar fáar milliónir.
Tað, sum í veruleikanum
verður selt, eru veiðirætt-
indini, sum fylgja við skip-
inum. Sjálvt um tað stendur
í lógini, at fiskiríkidømið
við Føroyar er ogn Føroya
fólks, so kunnu einstak-
lingar selja hesa ogn og
koyra vinningin í egnan
lumma. Ein stórur órættur
verður
framdur
móti
Føroya fólki hvørt ár. Ogn
Føroya fólks, sum er verd
fleiri tíggjutals milliónir
hvørt ár, kanska hundrað-
tals milliónir, verður latin
nøkrum fáum einstakling-
um fyri einki.
Ungir menn kunnu als
ikki koma inn í fiskivinn-
una. Um teir vilja keypa
skip, noyðast teir sam-
stundis keypa veiðirættindi
frá onkrum reiðara. Veiði-
rættindini kosta munandi
meira enn sjálvt skipið
kostar, og peningastovn-
arnir kunnu ikki veita lán
til samlaða keypið, tí teir
kunnu ikki taka pant í
veiðirættindinunum. Ungir
menn kunnu sostatt ikki
keypa skip, uttan teir gjalda
nógvar milliónir kontant til
verandi reiðarar fyri fiski-
loyvið. So nógvar milliónir
eru sera fáir sum eiga., og
eingin, sum ikki framman-
undan eigur skip, hevur
møguleika at fara inn í
fiskivinnuna. Sostatt eru
fleiri orsøkir til, at verandi
skipan má metast at vera
sera órættvís.
Tilfeingisrentan stavar
frá einkarrætti hjá
nøkrum fáum at troyta
fiskatilfeingið.
Tær
milliónirnar,
sum
veiðirættindini kunnu selj-
ast fyri, verða ofta nevndar
tilfeingisrentan.
Tilfeingisrentan er eitt
eykaavkast, sum stendst av,
at nøkur fá fáa einkarrætt at
troyta náttúrutilfeingið.
Um stórt avkast er í
vanligum vinnum, so eru
nógv, sum stovna virki í
hesum vinnum, og harvið
kunnu øll fáa lut í tí stóra
avkastinum. Tað at onnur
koma aftrat, førir við sær
kapping, og kappingin ger,
avkastið minkar spakuliga
niður móti einum vanligum
avkasti.
Men í fiskivinnuni er
eingin fríur atgongurættur.
Tann, sum stendur uttanfyri
fiskivinnuna, hevur ikki
rætt til frítt(ókeypis) at
koma inn í vinnuna.
Tað óvanliga stóra yvir-
skotið hjá fiskivinnuni
stavar sostatt frá, at nakrir
fáir
einstaklingar
hava
einkarrætt at troyta tað
virðismikla
føroyska
náttúrutilfeingið, og harvið
hava rætt til at halda øll
onnur
úti.
At
eingin
nýggjur kann koma inn í
vinnuna, tryggjar, at teir,
sum frammanundan eru í
fiskivinnuni, framhaldandi
kunnu fáa risastór yvirskot.
Aðrir kunnu ikki fáa part í
hesum stóru yvirskotum, av
tí einfaldu orsøk, at teir
verða forðaðir í at fiska.
Um 5-10 ár eiga 10
persónar alt føroyska
vinnulívið.
Í Íslandi komu nakrir
einstakir reiðarar at eiga
kvoturnar, tá kvotuskipanin
varð gjørd. Kvotueigararnir
hava síðan kunna selt
veiðirættindini til teir, sum
reka og eiga skipini. Hesi
veiðirættindi eru vorðin
sera nógv verd, og teir, sum
selja veiðirættindi (kvota-
barónarnir),
fáa
stórar
milliónainntøkur afturfyri
at selja, tað sum annars
sambært lógini er ogn hjá
íslendska fólkinum. Í tíðini
áðrenn kvotulógirnar var
stórkapitalurin spakuliga
byrjaður at konsentrerast
um nakrar persónar. Í dag
eiga umleið 15 familjur
meginpartin av íslendska
vinnulívinum. Alt hetta er
hent tí politiska valdið í
Íslandi hevur latið nøkrum
fáum fólkum veiðirættind-
ini fyri einki, so tey kunnu
selja tey aftur við stórum
milliónavinningi.
Sama gongdin er nú
byrjað í Føroyum. Nakrir
fáir reiðarar hava nú so
stórar inntøkur, at teir ikki
vita, hvat teir skula gera við
peningin. Peningurin verð-
ur nú settur í øll møgulig
onnur sløg av íløgum,
handilsbygningar, sølufyri-
tøkur, fastar ognir, jørð
osfrv. Um gongdin heldur
fram 5-10 ár aftrat, so fara
10 persónar skjótt at eiga
stórt sæð alt føroyska
vinnulívið.
Javnaðarflokkurin er
einasti flokkur, sum fer
at arbeiða ímóti, at nøkur
fá gera sær dælt av ogn
Føroya fólks.
Tað er við at ganga upp fyri
Føroya fólki, at tey verða
snýtt í hesum máli. Hitt
virðismikla
føroyska
fiskatilfeingið(ogn Føroya
fólks) verður selt fyri
milliónir, men Føroya fólk
fær einki. Tað er torført at
meta neyvt, hvat veiðirætt-
indini eru verd, men Menas
frágreiðingini heldur virðið
liggja millum 200 og 500
milliónir um árið. Sostatt
verða stór almenn virðir
hvørt ár givin nøkrum fáum
reiðarum.
Ætlar Føroya fólk at
forða fyri, at alt føroyska
vinnulívið skal enda í
hondunum hjá 10 einstak-
lingum, og ætlar Føroya
fólk, at yngri menn skulu
hava møguleika at koma
inn í fiskivinnuna, so er
neyðugt at velja Javnaðar-
flokkin. Javnaðarflokkurin
er einasti flokkur, sum
greitt hevur sagt frá, at
kemur hann í samgongu, so
fer hann at arbeiða ímóti, at
nakrir fáir framhaldandi
kunnu gera sær dælt av ogn
Føroya fólks.
www.karipetersen.com
Skulu 10 persónar eiga Føroyar?
Elsa í Garði
valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymi
• Álitið um Heidarpsyki-
atri 2002 verður framt í
verki.
• Kortleggjan av øllum
virkseminum í samlaða
Heilsuverkinum.
• Gera sær greitt hvat man
vil viðgera, og á hvørjum
støði viðgerðirnar skulu
vera.
• Gera sær okkum hvussu
vit skulu náa hesum
málum.
• Tann føroyski borgarin
fær atgongd til arðar
heilsutænastur, - eitt nú
eisini í Skotlandi, USA,
Týsklandi m.m
• Serfrøðingarnir (tvs. ser-
læknarnir og onnur) upp-
lýsa almenningin og po-
litikarar um sítt ar-
beiðisøki.
• Nútímans hølir: At tað
nýggja
sjúkrahúsið
verður liðugt til ætlaðu
tíðina, og at tað gamla
verður
umvælt
sum
skjótast.
• Skrásetingin av Krabba-
meinstilburðunum eigur
at fáast at virka aftur!
Hetta við gransking fyri
eyga. Granskingarmøgu-
leikarnir eru serliga góðir í
føroyska sjúklingabólkin-
um. Her hevur føroyski
læknin Jan Dalberg longu
gjørt eitt megnar retro-
spektivt (afturlítandi) ar-
beiði, men vegna vánaligar
skrásetingarmøguleikar,
fær hann ikki gjørt nakað
við prospektiva (frameftir-
lítandi) partin.
• Barnagarð á Lands-
sjúkrahúsið.
Visiónir í heilsuverkinum
C
M
Y
K
29
28