Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 27 Nú er ikki meir enn vika eftir til valið, og mangir valstríðshug- aðir føroyingar leggja árar í sjógv at vinna spurtin móti politiska málinum. Kári á Rógvi heldur á Tinghelluni í dag fram við hugleið- ingum sínum um, hvat bíðar vinnar- unum, tá ið valið tað er av. Vit nevndu í gjár, at upp- gávan hjá nývalda tinginum í fyrstu atløgu er at velja løgmann eftir eini manna- gongd, ið fekst í lag við yngru stýrisskipanarlógini. Ert tú nývaldur limur í einum av tingflokkunum, ert tú við at gera av, hvønn tín floksformaður skal vísa á sum samráðingarleiðara í samgonguroyndunum. Allarhelst hevur hann tó avtalað tað við tveir av hinum formonnunum (og teir eldru í tingbólkinum) longu valkvøldið, men hann spyr tykkum helst eftir, og í teirri løtu hava tit tykkara størstu ávirkan, nakað sum tá vit veljarar seta krossin valdagin. Tann tilnevndir samráð- ingarleiðarin verður helst eisini løgmaður. Men, hann skal tó tryggja sær, at hann ikki hevur ein meiriluta av tykkum 32 ímóti sær. Tí fer hann undir samgongusam- ráðingar. Gongan sum gekk saman Samgonga er hjá okkum, ið fáast við seyð, tað at geva grannahaganum boð, tá vit fara á fjall. Seyðamaðurin úr grannahaganum kemur so við at reka og hjálpa okkum at skilja seyðin, alt eftir hvør hagi eigur. Sam- gonga hjá óðalsfólkinum er sostatt ein skipan at tryggja samstarv og virðing fyri rættindunum hjá hvørjum øðrum. Politiska samgongan tryggjar sum frálíður hvørki samstarv ella virð- ing. At skipa politiska samgongu minnir meir um eitt arvaskifti við ónøgdum arvingum. Til tess at tryggja at tingmenninir ikki skulu blanda seg uppí politikk, er tað so vísiliga innrættað, at tit hava bert 10 + 4 dagar at skipa hesa samgonguna. Eydnast tað ikki, skulu tit aftur at vitja tann gamla formannin og kunnu so fáa tríggjar ferðir fýra dagar at býta búgvið. Skjalið og sessirnir Samráðingarnar um sam- gongu hava tvey endamál. Tað fyrra at býta lands- stýrisessir. Tað seinna at skriva eitt skjal, samgongu- skjalið. Tíðin er alt ov stutt til at kunna gera nakað sum bara líkist eini veruligari ætlan fyri at stýra hesum landinum við 47.000 sálum, átta aðalstýrum, 100-tals stýrum, stovnum og deildum, og 1.000-tals reglum, lógum og fyriskip- anum. Tað tit áttu at gjørt var at siga: ‘vit vita ikki enn, hvat vit fara at gera; lat okkum tosa um tað sum hesi fýra árini líða, og lat okkum royna at semjast við andstøðuna um so nógv sum til ber’. Men, í staðin, siga og skriva tit eitt sam- gonguskjal, ið stjelur orðingar frá teimum und- anfarnu. Vanliga er ein síða nýtt tilfar, meðan restin er sovorðið sum: ‘miðvíst verður arbeitt fyri einum greiðum útjaðarapolitikki’, ‘ítøkilig stig verða tikin at veita útinnandi listini betri umstøður’, ella ‘landbún- aðurin skal skipast betri til tess at veita alsamt størri íkast til samfelagsbúskap- in’. Samgonguskjalið líkist rættiliga nógv valskráunum hjá flokkunum. Skatta- trýstið skal lættast, útreiðsl- urnar hækkast, tann al- menna fyrisitingin skal gerast greiðari, og fleiri samfelagsbólkar skulu hava eina serliga umsiting at hjálpa júst teimum. Men fyrst og fremst líkist sam- gonguskjalið valskráunum á tann hátt, at roknistykkið gongur ikki upp. Tað ber ikki til at fáa kabalina at ganga upp, og teir ymsu landstýrismenninir fara helst at leggja dent á tann partin av skjalinum, sum teimum sjálvum dámar best. Landsstýrið er mønan Tá samgonguskjalið er liðugt og lisið (tað ljóðar oftast nakað sum ein norsk ynskikonsert: ymiskt løgið kemur ‘frem fra glemslen’) og undirskrivað býta tit landstýrisessinar á skinn- inum. Annar av teimum stóru flokkunum fær løg- mann, hin fær figgjarmál og fiskivinnu. Tann ella teir smáu fáa mentan ella olju, teir stóru býta so restina. Nú er so tann fyri teg mest avgerandi løtan næstu fýra árini komin. Sleppur tú úr aftur tí tinginum, sum tú júst ert valdur í? Hetta kann kanska tykjast løgið, men soleiðis er so mangt so undarligt. Við orðunum hjá einum av sitandi landstýrismonnun- um, so verður tú tann "sum ber avgerðir niðan í tingið", um tú gerst landstýris- maður. Ávirkanin hjá tær á skipanina verður eitt sindur størri, tí meðan tingið er tað lítla høvdið á tí stóra kroppinum, so eru landstýr- ismenninir partur av møn- uni og kunnu ávirka sam- skiftið millum gøgnini og høvdið. Vit skulu í eini seinni grein siga nakað meira um landstýrismenn. Lat tað vera nóg mikið fyri hesuferð at siga, at ert tú partur av samgonguni, men situr eftir á tingi, tá teir stóru fara út í Tinganes, so er best ikki at vænta sær ta heilt stóru ávirkanina á landsins politikk næstu fýra árini. Títt starv verður tá heldur at verja tínar elskaðu leiðarar móti álopum og ágangi frá andstøðuni. Lítla ávirkan og onga tíð Ert tú endað í anstøðu, fært tú heldur meiri ávirkan. Ikki ávirkan at broyta nakað stórvegis til tað betra, uttan heldur ávirkan at steðga ymsum upps- kotum hjá samgonguni. Fjølmiðlunum dámar at vera ‘kritiskir’. Tí sleppur tú vanliga altíð framat at finnast at samgonguupp- skotum, og tá bakka land- stýrismenninir ofta. Annars verða tey næstu fýra árini merkt av tingsins árstíðum. Á ólavsøku er skrúðgongan og løgmans- røðan. Síðani halda ting- menn hvør sína røðu um løgmansrøðuna og annars um alt og onki. Sum tey fýra árini ganga harðnar brikslið alt meira. Eftir júst hetta valið er eisini vænt- andi, at mikið agg frá farna valskeiði og illsemja um gongdina næstu árini flytur við, so beiskleikin verður at merkja longu í ár. Í Heyst skulu tit sam- tykkja fíggjarlógina. Hon er í veruleikanum ikki ein lóg, men ein fíggjarætlan. Nógv tað mesta er tó longu avgjørt frammanundan, tí ymsar lógir og ynskini frá aðalstýrum, stýrum og stovnum tilsamans eru nógv størsti parturin av fíggjarlógini. Tú kanst í mesta lagið rokna við at sleppa at flyta eina millión ella báðar tvær. Móti jólum koma tey lógaruppskotini, sum ‘mugu samtykkjast áðrenn árskiftið’. Tú kemur tær neyvan at innrømma, at tú ikki skilur so nógv av teimum, og undir øllum umstøðum atkvøður sam- gongan fyri og anstøðan ímóti. Tað sama endurtekur seg eftir 5. mars árið eftir, tá tingárið er um at enda. Tá alt hetta er sagt, skal tó eitt innarligt ynski um góða eydnu fylgja tær frá okkum á Tinghelluni. Vónandi fert tú at trívast! Ganga hvør sær ella saman Tinghellan Sambandsflokkurin hevur verið drúgv- astur í Norður- streymi. Men Tummas Arabo eigur persónliga atkvøðu- metið. Tað setti hann í 1984, og seks ár seinni fekk hann aftur sera nógvar atkvøður NORÐSTREYMOYAR VALDØMI Í blaðnum í gjár fóru vit undir greinarøð, sum verð- ur at síggja í øllum bløð- unum inntil valdagin. Tað er Jóannes Hansen, sam- felagsfrøðingur, sum lýsir, hvussu gongdin hevur verið í valdømunum síðani 1966, tá ásetingarnar vóru broytt- ar, so tað bara vóru tey persónligu atkvøðutølini, sum gjørdu av, hvør kom á ting fyri flokkarnar, ið høvdu størstu undirtøkuna. Í gjár varð Norðoya val- dømi umrøtt, og hesa ferð er tað Norðurstreymoy Í valskeiðnum, sum verð- ur liðugt komandi týsdag, hevur Norðstreymoy átt tríggjar tingmenn. Um- framt tey bæði umdømis- valdu umboðini, sum valdømið sambært val- lógini eigur trygd fyri, hevur hetta skeiðið verið ein eykavaldur tingmaður fyri Norðstreym. Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin hava átt umdømisvaldu sessirnar, og Javnaðarflokkurin hevur havt ein eykavaldan. Oftast er tað úr teimum stóru valdømunum, at eykavaldu umboðini koma á ting. Men tað er kortini ikki fyrsta ferðin, at Norð- streymoy eiga tý umboð. Fólkaflokkurin átti eyka- valdan mann í Norðstreymi stutta valskeiðið frá 1978 og til 1980, og tá Tjóð- veldismaðurin aftur kom á ting í 1984, eftir at hann hevði verið uttanfyri í fýra ár, var hann eykavaldur. Sambandið drúgvast Síðani floksbýtið í 1906 hevur Sambandsflokkurin á hvørjum vali átt umdømis- valdan tingmann í Norð- streymoy. Undantakið er valskeiðið, sum nú er um at vera liðugt. Á valinum fyri fýra árum síðani stillaði Maria Hansen, sum hevði verið sambandsumboð í fýra ár, eftir at hon var vorðin kend í politikki sum bygdarráðsformaður í Vestmanna, ikki uppaftur, og tá gjørdist Sambands- flokkurin ov stuttur. Hon- um restaði tredivu atkvøður í at røkka næstfremsta plássinum og harvið um- dømisvaldum tingmanni. Hans Iversen í Kvívík umboðaði sambandsflokk- in í Norðstreymi í 31 ár. Tá hann ikki stillaði uppaftur í 1966 kom Tummas Joensen i Kollafirði inn. Men í 1970 vann Agnar Nielsen, sum hann sat í inntil í 1990. Tá kom Terje Davidsen í Kollafirði inn, og so var tað, at Maria Hansen í Vest- manna fekk flestu sam- bandsatkvøðurnar í 1994. Á valinum fyri fýra árum síðani var Tjóðveldisflokk- urin væl størstur í valdøm- inum. Hetta var aðru ferð, at Tjóðveldisflokkurin var størstur, tá vit rokna frá 1966. Hin ferðin var í 1974. Tjóðveldið fekk fyrstu ferð mann í Norstreymi í 1958. Tá varð Sigurð Joensen, sáli, valdur, og hann varð afturvaldur í 1962 og í 1966. Í 1970 fall hann fyri Jógvani Durhuus, sum hevur verið tjóðveldisum- boðið hjá norðstreymoy- ingum. Í bakkspeglinum kunnu vit siga, at valið í 1966 boðaði frá, at Sigurð Joensen sat eitt sindur leysur. Tá fekk hann 132 persónligar atkvøður, sum er tað lægsta ein um- dømisvaldur í Norðstreymi hevur havt síðani 1966. Tvær ferðir er Jógvan Durhuus ikki komin á ting. Tað var í 1978 og aftur í 1990. Fólkaflokkurin átti í nógv ár so at siga fast pláss í Norðstreymi. Í 1943 varð Óla Jákup Jensen valdur, og á øllum valunum frá 1945 og inntil í í 1954 umboðaði Fríðrikur Bláhamar Fólka- flokkin. Síðani tá hevur flokkurin bara tvær ferðir átt umdømisvaldanmann. Í 1980 og so í hesum val- skeiðnum. Kollfirðingar óstøðugir Fyrstu ferð Javnaðarflokk- urin fekk mann valdan í Norðstreymi var í 1984. Tá gjørdist flokkurin størstur í valdøminum, og Tumas Arabo fekk 456 persónligar atkvøður. So góðan per- sónligan stuðul hevur eingin fingið fyri ella síðani. Javnaðarflokkurin var eisini størstur í 1990. Tað var ta ferðina, at hann hevði eitt sovorðið rimmar val, fekk tíggju tingmenn, m. a. tí tað sat so mikið væl, at hann fekk umboð í øllum teimum trimum smáu valdømunum. Ta ferðina fekk Tummas Arabo 347 atkvøður, sum er næst- hægsta talið, nakar hevur fingið í Norðstreymi. Onkur hevur sagt, at við løgtingsvali hjá kollfirð- ingum er tað sum við yoyo. Tað er aðru hvørja ferð upp og aðru hvørja ferð niður. Eftir rimmarvalið í 1984 fall javnaðarumboðið í 1988, og eftir rimmarvalið í 1990 fall hann aftur í 1994. Fyri fýra árum síðani savnaðu kollfirðingar seg um Jákup Suna Joensen á fólkaflokslistanum, og hann varð umdømisvaldur. Javnaðarflokkurin datt niður á fjórða plássið. Men teir fingu kortini mann. Hans Pauli Strøm var eyka- valdur. Hetta var fyrsta ferðin, at javnaðarmaðurin í Norðstreymi var eyka- valdur. Tað komst m. a. av, at umdømisvaldi maðurin hjá flokkinum í Sandoyar valdømi fall. Spenningurin Tað hevur sera stóran týdning fyri endaliga val- úrslitið, hvussu tað fer at laga seg í smáum val- dømunum. Ikki minst í Norðstreymi, har gongdin tær síðstu nógvu ferðirnar hevur víst, at tað er stór kapping millum stóru bygdirnar – Vestmanna og Kollafjørð – og at veljar- arnir hava kanska meiri í huga, hvør persónurin er og serliga hvar hann býr, enn teir hugsa um flokkin, sum hann umboðar. Nú er Jákup Suni Joen- sen ikki á fólkafloks- listanum. Einki av valevn- unum hjá Sambands- flokkinum hevur áður verið á tingi. Hans Pauli verið tingmaður í fýra ár. Hann hevur sitið á ytsta man- datinum hjá Javnaðarflokk- inum – einasti eykavaldi tingmaðurin hjá teimum. Á valinum fyri fýra árum síðani var Tummas Arabo 29 atkvøður ov stuttur. Nú er nýtt javnaðarvalevni í Kollafirði. Jógvan Durhuus hevur við onkrum undantaki vart borg fyri Tjóðveldisflokkin síðani 1970. Hann hevur hvørja ferð síðani 1970 verið tann á tjóðveldis- listanum, sum hevur fingið flestu persónligu atkvøð- urnar. Spenningurin er Norð- streymi er stórur. Eitt er, um valdømið aftur hesa ferð fer at megna tríggjar tingmenn. So er tað spenningurin millum bygd- irnar, millum persónarnar, millum flokkarnar og harvið eisini um, hvussu samgonguvánirnar fara at verða eftir valið. Spennandi verður tað undir øllum umstøðum. 1966 Fólkaflokkurin 298 Sambandsflokkurin 370 Tummas Joensen 152 Javnaðarflokkurin 294 Sjálvstýrisflokkurin 42 Tjóðveldisflokkurin 369 Sigurd Joensen 132 Framburðsflokkurin 82 1.403 1970 Fólkaflokkurin 251 Sambandsflokkurin 471 Agnar Nielsen 219 Javnaðarflokkurin 270 Sjálvstýrisflokkurin 22 Tjóðveldisflokkurin 353 Jógvan Durhuus 154 Framburðsflokkurin 28 1.395 1974 Fólkaflokkurin 306 Sambandsflokkurin 375 Agnar Nielsen 205 Javnaðarflokkurin 307 Sjálvstýrisflokkurin 40 Tjóðveldisflokkurin 459 Jógvan Durhuus 292 Framburðsflokkurin 18 1.505 1978 Fólkaflokkurin (eyka) 339 Øssur Dam Jacobsen 210 Sambandsflokkurin 544 Agnar Nielsen 270 Javnaðarflokkurin 250 Sjálvstýrisflokkurin 62 Tjóðveldisflokkurin 443 Jógvan Durhuus 270 Framburðs– og Fiskivinnuflokkurin 74 1.712 1980 Fólkaflokkurin 408 Øssur Dam Jacobsen 281 Sambandsflokkurin 565 Agnar Nielsen 223 Javnaðarflokkurin 246 Sjálvstýrisflokkurin 84 Tjóðveldisflokkurin 398 Framburðs– og Fiskivinnuflokkurin 110 1.811 1984 Fólkaflokkurin 405 Sambandsflokkurin 457 Agnar Nielsen 231 Javnaðarflokkurin 560 Thomas Arabo 456 Sjálvstýrisflokkurin 68 Tjóðveldisflokkurin (eyka) 442 Jógvan Durhuus 315 Kristiligi Fólkaflokkurin 45 1.977 1988 Fólkaflokkurin 491 Sambandsflokkurin 578 Agnar Nielsen 227 Javnaðarflokkurin 477 Sjálvstýrisflokkurin 65 Tjóðveldisflokkurin 546 Jógvan Durhuus 304 Kristiligi Fólkaflokkurin 73 Framsóknarflokkurin 32 2.262 1990 Fólkaflokkurin 419 Sambandsflokkurin 466 Terje Davidsen 166 Javnaðarflokkurin 651 Thomas Arabo 347 Sjálvstýrisflokkurin 81 Tjóðveldisflokkurin 410 Kristiligi Fólkaflokkurin 72 Sosialistiski Loysingarflokkurin 44 2.143 1994 Fólkaflokkurin 248 Sambandsflokkurin 564 Maria Hansen 192 Javnaðarflokkurin 295 Sjálvstýrisflokkurin 83 Tjóðveldisflokkurin 323 Jógvan Durhuus 161 Kristiligi Fólkaflokkurin 60 Miðflokkurin 89 Verkamannafylkingin 165 Føroyski flokkurin 57 Frælsisfylkingin 40 1.924 1998 Fólkaflokkurin 476 Jákup Suni Joensen 144 Sambandsflokkurin 446 Javnaðarflokkurin (eyka) 438 Hans Pauli Strøm 132 Sjálvstýrisflokkurin 92 Tjóðveldisflokkurin 599 Jógvan Durhuus 231 Kristiligi Fólkaflokkurin 11 Miðflokkurin 48 Verkamannafylkingin 14 2.124 NORÐSTREYMOYAR VALDØMI Tríggir tingmenn er undantakið Kollfirðingar hava við seinastu valini skift nógv millum flokkarnar savnsmynd: Jens Kristian Vang C M Y K 27 26