Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 25 VALGREINAR Óli Jacobsen hevur rætt Tordur J. Niclasen Valevni hjá Miðflokk- inum í Eysturoynni Lurtaði eftir Ùtvarps- endingini í gjár, tá umboð tjóðveldisflok- sins var í ankletti. Út- varpsmaðurin spurdi um leiklut tjóðveldisflok- sins til fullveldisspurn- ingin um tað vísti seg at úrslitið av løgtingsval- inum gjørdist, at tjóð- veldis-fólka-og sjálv- stýrisflokkurin fingu 51% og hinvegin, um úrslitið gjørdist at javnaðar- og sambands- flokkurin fingu 51% . Tað sum fall mær og helst mongum fyri bróstið, var, at MIÐ- FLOKKURIN, als ikki varð nevndur!! Hví skal tað vera soleiðis? Hetta er ikkki fyrstu ferð, at at teir almennu fjølmiðlarnir lata vera við, at nevna MIÐFLOKKIN. Hugsi bert um tær mongu ferðir, tá, almennu fjøl- miðlarnir hava umtalað teir tríggjar samgongu flokkarnar, fyri síðan at tosað um teir stóru andstøðuflokkarnar. 5 flokkar nevndir, meðan tann 6. ikki tikin uppá tungu!! Er hetta objektivitet- ur? Ber hetta okkum boð um politikst óheftar fjøl- miðlar? Hvat hevur Miðflokkurin gjørt fjølmiðlinum? Mangan hava vit upp- livað, at formenn í and- støðuflokkunum eru komnir til oðranna í Út- varpinum, t.v.s. tveir av teim trimum formonn- unum. Ikki formaður Miðfloksins! Ve l j a r a k a n n i n g áðrenn fólkatingsvalið varð gjørd. Hetta áðrenn MIÐFLOKKURIN sum tann einasti ikki hevði havt framløgusending sína. Tá SVF almanna- kunngjørdið úrslitið, halda tit so, at teir viðmerktu, at kanningin varð gjørd, áðrenn tann eini flokkurin, MIÐ- FLOKKURIN, hevði havt sína framløgusend- ing. NEI! Tað gjørdu teir ikki! Hevði tað ikki verið uppá pláss og í samljóð við góðan jour- nalistikk at gjørt tað? Miðflokkuirn stríddist fyri at fáa avtikið fjølmiðlamonopolið og tað eydnaðis. Tí kunnu teir flestu føroyingar í dag hoyra bæði Lindina og Rás 2. Er tað hetta sum er orsøkin til, at Miðflokkuirn far tað viðferð hann fær. Aftur til Óla. Òli Jacobsen hevur sum fáur víst á vandan, tá fjølmiðlarnir (teir almennu) fjala yvir sannleikan, tiga mál burtur, geva ávísum persónum ella flokkum sersømdir ella ganga partapolitisk ørindi. Hann hevur víst á hetta sum eina beinleiðis hóttan móti demokrat- inum. Sjálvur fekk hann viðhald frá Umboðs- manninum í kæru um ÚF, men minnist meg rætt, so gjørdi ÚF lítið fyri ikki at siga einki burturúr niðurstøðu Umboðsmansins. Herfyri setti eitt val- evni sambandsfloksins spurningin, hvørt ávísur floksleiðari sponsorerar fjølmiðlarnar ella ikki ? Hvat fekk sambands- mannin at seta slíkan spurning? Alment Skal talan framvegis verða um sokallaðar almennar fjølmiðlar, so er tað umráðandi at hesir kenna sína ábyrgd og á ongan hátt lata seg tøla, hvørki av politiskum ella øðrum ráki í sam- felagnum. Um tann kósin ikki verður hildin, ja, so eiga hesir stovnar at verða avtiknir sum almennir og borgarin frítikin fyri at gjalda útvarps-og sjónvarpsgjaldið. Hetta kundi so opnað fyri, at teir frælsu fjølmiðlarnir kundu fingið betri fíggjarligu førleikar at húsast undir. Roar Heini Olsen Valevni fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymoy Á fundi um føroyskan granskingarstuðul í januar í fjør varð gjørt vart við, at Føroyska tjóðin seinast í 90´árunum skuldi brúkt millum 130 og knappar 300 mill. kr. árliga uppá gransk- ing og menning, skuldu vit í mun til fólkatalið brúkt líka nógv sum okkara grannalond. Um somu tíð var samlaða nýtslan til gransking og menning í Føroyum um 40 mill. kr., harav ein stórur partur fer til hølir, umsiting hjá stovnum og mangt annað enn sjálva granskingina. Ein partur av teim uml. 40 mill. verður goldin og brúktur av vinnuni og ein fjórðingur til ein triðingur kemur uttaneftir. Summar granskingarætlanir eru so at siga bert fíggjaðar uttan- eftir. Í fundarupplegginum varð skotið upp líðandi at hæðka verandi játtan til Granskingarráðið/grunnin úr 4-5 upp í einar 14 mill. í 2003 og síðan lata hetta vaksa við 10% um árið komandi 20 árini. Hetta hevði verið munandi bati. Undirritaði vísi tó á, at avmarkaði vøksturin ikki fær okkum upp á støðið í grannalondunum og tryggjar okkum, at vit í norðurlendskum høpi verða eftirbátar næstu 20 árini, tí eisini í grannalondunum er allatíðina tørvur á munandi vøkstur í játtanum og nýtslu av peningi til gransking og menning. Mentamálastýrið fryktaði tó fyri, at varð ein ætlan løgd fyri tingið um at fáa játtað tær upphæddir, sum veruligur tørvur er á, fyri at føroyska samfelagið kann gerast fíggjarliga sjálvber- andi við at satsa uppá hægri vitan, so fekst ivaleyst als eingin meirjáttan. Tað vísti seg, at sjálvt varna upp- skotið varð ov víðgongt fyri politisku skipanina, so endin var júst, at als eingin meirjáttan fekst. Mongdar- mentaliteturin tykist fram- vegis sita djúpt í okkum, og vit tora ikki at taka av- gerðir, sum kunnu gera vinnulívið meira lønandi, so tað kann gjalda fyri nøktandi samfelagsútbygg- ingar og gera samfelagið alt fíggjarliga sjálvberandi. Í grannalondunum er vanligt, at staturin letur úr 1/3 upp í 2/3 av samlaðu upphæddini til gransking & menning. Ofta verður al- menni parturin latin á ein hátt, sum stimbrar vinnu- lívið til at brúka meira uppá menning og sami háttur eigur at vera meginregla hjá okkum. Tað kann ljóða ógvusligt, at føroyingar skulu brúka væl yvir 100 mill. kr árliga uppá gransking/menning, harav ein til tveir triðingar skulu fíggjast av fíggjar- lógini ella á annan hátt enn frá vinnulívinum. Okkum nýtist tó ikki at fara heilt so langt upp beinanvegin, tí til heilt so stórar upphæddir hava vit ikki enn nóg nógv fólk við neyðugum før- leika, tey skulu so at siga "dyrkast" frá áðrenn tey fara undir hægri lesnað. Undir lesnaðinum skulu tey stimbrast til at millum annað at spesialisera seg á økjum, har Føroyar hava fyritreytir at gera seg galdandi. Ein granskingar- førleiki og -umhvørvi skulu byggjast upp í Føroyum, eins og luturin hjá vinnu- lívinum gjarna má økjast, so hvørt tað verður ført fyri at gjalda ein størri part. Eitt avgerandi amboð, sum farast má undir beinan- vegin, er ein felags gransk- ingardepil við starvsstovu og útgerð til biotøkniligar kanningar, sjúkuansing innan djórahald og ali- vinnu, gentøkni o.a.. Vit eiga at gera okkum greitt, at vit ikki áhaldandi kunnu liva av tí mongdar- mentaliteti og kilostudn- ingi, sum gjøgnum 80´ini og fyrst í 90´unum koyrdi landið á heysin. Vit hava nógv hægri lønarstig og kostnaðarstøði enn tey lond, sum vit í framtíðini koma at kappast við um arbeiðsplássini. Tí eiga vit at leggja okkum eftir at framleiða annað og ørvísi, vinna hægri virði burtur úr rávøruni og at unna teimum londum, sum hava bíligari arbeiðsmegi og helst eisini minst líka stóran tørv á arbeiðsplássum, sum vit, at tey fáa lut í okkara rávøru- grundarlagi og ríkidømi, um tað er bíligari og betri at leggja tann partin av til- virkanini, sum kastar minst av sær, í teirra londum. Stóri vandin kann vera, at økja vit ikki vitanarvirðið í framleiðsluni, fara onnur lond avstað við bæði rávøru og við tíðini eisini virðis- økingini, sum vit her høvdu kunna vunnið okkum. Karmar til gransking og menning alneyðugir Sigfríður Dam Olsen valevni Javnaðarfloksins í Vágum Við spurninginum: "Hvussu forða vit, at aðrir flokkar tøma landskassan", er Tjóðveldisflokkurin far- in í herferð kring oyggj- arnar. Ein sera, sera áhuga- verdur spurningur, um tú gloymir veruleikan. Tann kalda, nakna veruleika, sum bert fólkaforførarar, tá teir eru ringast, lata vera við at greiða tí føroyska fólkinum frá. Vit vita, at teir hava skert blokkin við 360-370 mill. Hetta er fakta! Vit vita, at teir hava skuldarbundið eina kom- andi samgongu við eini 520 mill. Hetta er eisini fakta. Hvussu forðar Tjóð- veldisflokkurin so, at aðrir tøma landskassan? Jú, teir tøma hann sjálvir!!!! Súsanna Dam Valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymi Hvat vita vit um heitasta dreymin hjá fullveldinum? Teir skulu tinglýsa matrikkulin Føroyar hjá ST, sum ogn Føroya fólks, og hvat so? Hvussu ætla teir at røkja ognina? Einki er frætt enn! Áðrenn sigursrómurin er av, er portrið helst stongt og lykilin tveittur burtur. Tað hevur einki at týða, tí í hastverkinum hava teir gloymt at byggja veg út í heimin. Nógv er sagt um, hvussu teir ætla vegføring inni á matriklinum, men enn er ikki farið undir at gera nakað stórvegis við hetta arbeiði heldur. Fitt at reypið um ein serføroyskan leist, hvørs skap bert er til í huga- heiminum hjá teim fáu. Hesi somu fáu, sum hava nýtt farandi valskeið til at byggja sær sjálvum eina velduga glæstriborg, og ábyrgdarfullir sum teir eru, at fíggja hana við peningi, sum er tikin burturúr rakstrinum av restini av matriklinum. Metir tú útlitini tykjast heldur illa lýst og ótrygg, og hugsjónirnar meira sjálvsøknar enn væl er, eigur tú nýta tína atkvøðu til at stuðla Sambands- flokkinum til at venda gongdini á matriklinum Føroyar til eina meira veruleikakendan politikk, hvørjum einstøkum okkara at bata. Soleiðis forða teir øðrum flokkum at tøma landskassan Lýðveldið Føroyar Stórur brúktbila- marknaur BERG MOTORS BERG MOTORS BERG MOTORS BERG MOTORS BERG MOTORS BERG MOTORS BERG MOTORS BERG MOTORS BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 Mazda 626 S 1,8i LX grønur, 4 hurðar, 5 gear, árg. 05/96, km 151.000 75.000,- Seat Cordoba gráur, 4 hurðar, 5 gear, árg. 07/96, km 82.000 75.000,- Renault Megane 1,6e reyður, 5 hurðar, 5 gear, árg. 12/96, km 70.000 80.000,- Toyota Hi-Lux Pickup Diesel bláur, 2 hurðar, 5 gear, árg. 12/94, km 122.000 90.000,- Mazda E2200 PanelVan gráur, 5 hurðar, 5 gear, árg. 01/98, km 74.000 74.000,- Mazda E2200 PanelVan Diesel hvítur, 5 hurðar, 5 gear, árg. 1997, km 100.000 88.000,- Mazda E2200 PickUp trælast reyður, 2 hurðar, 5 gear, árg. 05/97, km 79.000 74.000,- Toyota Corolla Sedan 1,3 Galla grønur, 4 hurðar, 5 gear, árg. 07/95, km 69.000 79.000,- Ford Escort 1,8 Diesel Sedan svartur, 4 hurðar, 5 gear, árg. 08/95, km 146.000 76.000,- Ford Escort 1,8 TurboDiesel St.car reyður, 5 hurðar, 5 gear, árg. 08/97, km 50.000 110.000,- Mazda 323 S 1,5i LX gráur, 4 hurðar, 5 gear, árg. 08/97, km 61.000 82.000,- Mazda 323 S 1,5i LX reyður, 4 hurðar, 5 gear, árg. 11/98, km 57.000 96.000,- Mazda 323 C 1,5i LX bláur, 3 hurðar, 5 gear, árg. 03/97, km 72.000 89.000,- Mazda 323 S 1,5i LX reyður, 4 hurðar, 5 gear, árg. 05/97, km 69.000 78.000,- Sýnaður 02/02 Sýnaður 01/02 Sýnaður 03/02 Sýnaður 01/02 Sýnaður 03/02 Sýnaður 07/01 Sýnaður 09/00 Sýnaður 2001 Sýnaður 02/00 VØRUVOGNAR Lýsið við brúktum bilum Hvítvørur til føroyska húsarhaldið Turkitrumla 5 kg av klæðum Tíðarstýrd til lágan og høgan tempereatur prísur fyrr 5.395,- Nú 4.795,- Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 á Yvir- og undirvarma * Heita luft prísur fyrr 7.995,- Nú 6.995,- Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 6 kg turr klæðir 600-1600 snúningar prísur fyrr 6.295,- Nú 5.595,- Hvítvørur til føroyska húsarhaldið Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Vaskimaskina prísur fyrr 9.995,- Nú 8.995,- 6 kg turr klæðir 600-1600 snúningar Tíðarstýring 1-24 tímar Orkuklassi A Vaskievni A Centrifugeringsevni A Hvítvørur til føroyska húsarhaldið Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Vaskimaskina www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 25 24