Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 23 Heilsøla, smásøla & umbo - Tel. 315600 - Fax 318008 Hoyggjturkari · Turkar 20' kontainara við vátum grasi uppá uml. 6-8 tímar · Bíligur í rakstri uml. kr. 20,- um tíman írokna streym og dieselolju · Tú kanst turka gras í oysandi regni fyri umleið kr. 20,- um tíman · Kvalitetur og long livitíð · Royndir í Føroyum við sera góðum úrsliti Seinasta freist at bíleggja fyri at náa levering til slátturin í ár er innan 01.05.02 AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 VIÐMERKINGAR Á summarmála helt Kvinnufelagið í Havn 50 ára føðingardag við mót- tøku í Mettustovu, har limir og fyrrverðandi limir stukku inn á gólvið. Forkvinnan Bergtóra Hanusardóttir segði frá virksesmi felagsins hálvu øldina. Nevndi m.a. fyrstu 25 árini, har avrik og virk- semi einamest snúu seg um at taka tættir upp, ið tørvur var á. Fyrst lands- innsavningina til røntken- tólið til Landssjúkrahýsið, har tað eyðnaðist teimum at útvega 46.ooo.,- kr. Okk- um kunnugt er hetta tól framvegis í nýtslu. Sama árið (1956) var farið undir at virka fyri at fáa Mettustovu setta í stand. Hetta arbeiði vardi til 1961. Malla Samuelsen fór undir at gera húsarhaldsskúla heima hjá sær sjálvum, og Bergljót av Skarði fór undir vevskúla. LEIKUR OG SPØL Fyrst í 60-unum var skipað fyri innsavning av gomlum leikum 100 ár aftur í tíðina - einki yngri enn frá 1940. Henda framsýning var hildin á Ólavsøku, har 2200 fólk vitjaðu. Fongur var í Kvinnufelagnum. Mong onnur feløg bjóðaðu teim- um at verða við hjá sær, so tær kundu útinna nakað, - eitt nú peningagáva til Havnar Bjargingarfelag til tess at keypa froskmanna- útgerð til Tórshavnar Havn. Kvinnufelagið gjørdi eisini frá byrjan sítt til, at heimahjálpin var sett á stovn. Tá Kvinnufelagið var 25 ár nevnitr táverandi for- kvinna Inga Mortensen (1977), at hon vónar , at felagið nú fer at vera ført fyri "at hjálpa konufólkun- um fram og upp javnbjóðis mannfólkunum." Eftir øllu at døma byrjar javnstøðu- stríðið um hetta mundið. KVINNUFYLKINGIN Hetta var eisini árið, tá Kvinnufylkingin fór til verka. Í 1978-79 virkaðu tær saman við Kvinnufe- lagnum í stríðnum at fáa kvinnuligan kommunu- lækna í Havn. Nakrar av hesum kvinnum fóru seinni uppí Kvinnufelagið og mynda hetta felag í dag. Virkað hevur verið fyri javnstøðulóg, kvinnulistum til kommunuval - eins og tað eisini var roynt í 50- unum. Kampanjur hava eisiini verið til løgtigsval, at fáa kvinnur at velja kvinnur. Stórt tak var tað at skipa fyri Smyrlaferðini til Oslo í 1988, tá 160 før- oyskar kvinnur fóru á norðurlendska kvinnu- ráðstevnu. Limir úr Kvinnufelagnum hava verið á flestøllum kvinnu- ráðstevnum bæði hjá ST og Norðurlandaráðnum Tað er eisini Kvinnufelagið, ið tók stig til at stovna Kvinnu- húsfelagið við kreppumið- støðini (kvinnuhúsinum) fyri eyga. Eins og Kvinnu- felagið alt frá byurjanini í 1979 hevur strongt á at fáa eina javnstøðulóg og eina javnstøðu nevnd, sum í dag m.a. virkar fyri at fáa fleri kvinnur uppí landspolitikk . SKEIÐVIRKSEMI Skeiðvirksemi og fundir hava eyðkent Kvinnufe- lagið, sum ofta hevur sett ljóskastaran á týðningar- miklar samfelagsspurning- ar og kvinnupolitiskar spurningar, áðrenn onnur varnaðist teir. Aftaná forkvinnuna hevði Helma Frýdal av Velbastað orðið. Hon hevði verið við, tá felagið var stovnað í Havnar Klubba. Hon segði frá, at hølið, ið umbiðið varð (Kongasal- urin) var ov lítil, og tí máttu tær hava eitt rúm aftrat. Hugaligt og hugfarsligt var at hitta hesar konur, onkur hevur verið við øll 50 árini. Og áðrenn farið var til hús var kunngjørt, at yngru kreftirnar í Mettu- stovu fara at skipa fyri: GRØNARI Mettu í Mettustovu. Eina ferð um mánaðin fyribils í 3 mánaðar verður gjørligt at eta grønt ( vistfrøðiligt) í Mettustovu. Fyrstu ferð komandi fríggjakvøld. Kostnaður er 50 kr. Karin Kjølbro Argir, hin 15. apríl 2002 Ingeborg Vinther Tórshavn, tann 22. apríl 2002 Í grein tíni í bløðunum tann 13. apríl, roynir tú sum vant at trongja tað sum sagt ella skriva verður. Føroyingar standa á egnum beinum, tað vísti eg tær á, tað eru tey sum skapa virðini í okkara samfelag sum byggja landi upp. Tí skilji eg ikki hví tú blívur við at meyla um hesa donsku olmussuna vit føroyingar liva av - tí tú veist tað er ósatt. Tjóðveldisflokkurin hev- ur ikki gingið undan at tryggja verkafólki sínum rættindi, tey rættindi vit hava fingið eru ikki tryggj- aði saman við borgarligu flokkunum og allarminst saman við fólkaflokkinum. Minst til rokið ið var fyri at fáa karnsdagarnar burtur og hvørki Ingeborg Vinther ella Føroya Arbeiðarafelag hava trutta niður í verka- fjøldina at danskir pengar og hjálp skulu bjarga verkamannafjøldini, har sigur tú sum ikki einaferð ósatt. Men vit mugu ásanna, at í tínum hugaheimi eru øll tey ið ikki eru samd við tær ella tínum flokki ósaklig, siga ósatt, leggja eftir tær og tínum flokki o.s.fr. Men Høgni, tú skalt ikki leggja mær orð í munn ella pennin. Eg havi mínar privatu politisku meining ið hvørki tú ella nakar annar kann broyta. Viðv. teimum spurnigum ið tú setir mær, kann eg enn einaferð siga tær: 1.At okkara verkafólk ikki livir av danskari hjálp og pengum. 2. Jú, Høgni, tað hava verið onkur onnur valskeið har limir í Føroya Arbeið- arafelag hava fingið líka nógv og meiri burtur úr enn seinastu fýra árini. Annars skal eg minna teg á tað vit fleiri ferðir hava víst á í felag okkara. Nevnliga at hvørt einasta oyra ið er komið uppá lønina síðan 1999 er eti uppaftur av skatti, av- gjøldum og príshækk- ingum, so okkara verka- fólk er í somu støðu sum áðrenn 1999 hóast lønar- hækkingar. 3.Dagpeningalógin er bliv- in betri, tað er rætt men har vantar nakað enn, áðrenn komið er á mál. Viðv. barsilsskipanini hava vit víst á ymisk brek og at henda lóg bleiv smoygd yvir høvdi á fakfeløgunum tí onki umboð frá fakfeløgunum var við í nevndararbeið- inum, tí fíggjarmálastýri vildi ikki gjalda sam- sýning til fakfelagsum- boð. Viðv. Arbeiðsumhvørvis- lógini - fyri tað fyrsta var hon forelda tá hon kom í Løgtingið og bleiv sam- tykt og fyri tað næsta hevur arbeiðseftirlitið alt ov lítið av pengum at arbeiða við so lógin verður ikki umsitin sum hon átti, tað nyttar lítið at gera nýggjar lógir og ikki játta neyðuga peningin ið skal til, tað kostar bæði tíð og pening og arbeiðs- orku fyri at fáa lógina at virka, tað manglar arbeiðseftirliti – hugsa um tað ! Einaferð enn Høgni Hoydal, reypa ikki av at karensdagarnir eru tiknir av, hugsa heldur um skommina áðrenn tað kom so langt, tá tit vóru í stríð við fakfeløgini um at fáa karnsdagarnar fyri tey tímaløntu avtiknar, tað var onki stríð at fáa karensdagarnar avtiknar fyri tey almentløntu. Hvar eru skattalættarnir fyri tey tímaløntu, tey gjalda okursskatt fyri hvørja krónu omanfyri 150.000 kr., hví hava tit ikki broytt tað hesu fýra árini. 4.Hvussu nógvir batar hendi fyri tey tímaløntu meðan eg var í Løg- tinginum? allarfyrst kann eg siga tær at ein per- sónur fær ikki nógv broytt einsamallur. Verkamannafylkingin legði fleiri góð uppskot verkafólkið til frama fyri Løgtingið eg kann nevna: lóg um prísansing, prís- talsregulering av lønum, lóg um hópuppsagnir, lóg um setanarviðurskifti á arbeiðsplássum, lóg um tá virkið skiftir eigara o.s.fr. Frítíðarlógina fingu vit upp aftur á 5 vikur í 1996 og frítíðar- prosenti upp aftur á 12 % frá 10,25%. Annars kann eg upplýsa tær, Høgni, at øll uppskot- ini eg nevndi, burtur sæð frá frítíðarlógini, var tín flokkur saman við øðrum, við til at fella í Løgting- inum, og kann eg eisini upplýsa tær, um tú hevur gloymt tað, at hesu somu uppskot eru, meðan tú hevur verið í samgongu, løgd fyri Løgtingið av Hans Paula Strøm fyri Javnaðar- flokkin. Men gakk, sam- gongan feldi uppskotini, hann royndi aftur at leggja hesu uppskot fyri Løg- tingið, tí eg skal siga tær, Høgni, hetta eru tíðandi lógaruppskot fyri verka- fólk, men ikki eitt av upp- skotinum tók tín flokkur undir við. So góður vóru tit við verkamannafjøldina, so eg haldi tú skuldi tagt og hugsa teg um áðrenn tú skal stilla onnur skúlarætt. Hugsa um øll verkføllini ið hava verið, eg má nevna tað aftur nú, tú reypar av øllum tí góða tit hava gjørt. Og nú aftur beint undan valinum endaði so aftur ein samráðing í verkfalli, ja eitt hava tit met í, tað er ósemjur og aftur ósemjur við fakfeløgini. Eg havi ikki sum tú sigur, Høgni, bert lagt eftir tjóðveldisflokkinum, eg havi víst á hvat samgongan hevur gjørt í verki – summi føla seg meira raktan enn onnur ! Óansæð hvør samgonga situr, fari eg altíð at tala at um ikki verkafólksins áhugamál verða vard. Høgni Hoydal og sannleiki Samfelagsligt samhaldsfesti uttan partapolitikk C M Y K 23 22 Bústevnan Hús & Innbúgv 7. - 9. juni verður Ítróttarhøllin í størstu messu nakrantíð byggimarknaðin og innbúgv. Skalt tú byggja nýtt ella umvæla leggja leigina framvi í Rúnavík o hugskot og tilboð heim við til hú Allar førandi fyritø Føroyska byggimarknaðin ella in verða umboðarar. Opið er allar dagarnar frá k Ókeypis atgon Børn bert atgongd sama