Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 24. apríl 2002 21 Fótbóltur Fótbóltur Alt um liðini í 1. deild: – leikarahópir – samrøður – bakgrund – hagtøl Fleiri ungir føroyingar leita sær uttanlands Landsliðsárið 2002 Serblað 60 síður Kostnaður 30 kr. 2002 Fæst í sølubúðum kring landið 21 20 Nr. 77 - 24. apríl 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Vildu keypa rotnan fisk Sum vit hava umrøtt fyrr í hesum teigi, er tað fleiri ferðir hent í seinastuni, at keyparar í ES hava sent norskan fisk aftur til Noregs, tí keypararnir hava ikki verið nøgdir við góð- skuna. Stutt sagt hava keypararnir sagt, at fiskurin var rotin. Men tað er kanska ikki allur sanleikin. Blaðið Aftenposten skrivaði í gjár um ein fiskaútflytara í Norður- noregi, sum hevði sent 18 tons av toski til Dan- markar. Tá tann danski keyparin fekk fiskin, boðaði hann útflytara- num frá, at fiskurin var ikki nóg góður, og at hann tí ikki vildi rinda tann avtalaða prísin fyri hann. Hinvegin var keyparin sinnaður at keypa fiskin fyri ein minni prís. Tað vildi útflytarin Finnmarksfisk ikki góðtaka og bað um at fáa fiksin aftur. Tá fisk- urin so kom aftur til Norðurnoregs, lat Finn- marksfisk ein vrakara kanna fiskin í bingju- num. Niðurstøðan hjá honum var, at fiskurin var ikki fyrsta floks, men at hann væl kundi seljast sum matvøra. Rune Holmen í Finn- marksfisk sigur við Aftenposten, at teir nú hava gjørt av at salta fiskin og at senda hann til Portugals. Sjálvt um portugisar hava rætti- liga strong góðskukrøv, ivast hann ikki í, at teir fara at rinda vanligan prís fyri hendan fiskin. Rune Holmen sigur, at teir hava ofta trupul- leikar við keyparunum á ES-marknaðinum hesa tíðina á árinum, tí keypararnir vita, at nógvur fiskur er á nor- ska marknaðinum. Tí nýta keypararnir høvi at royna at trýsta nor- sku útflytararnar til at seta prísin niður, og tað verður m. a. gjørt við at siga, at fiskurin er rotin ella vánaligur, sigur stjórin í Finnmarksfisk. Í Fiskivinnustýrinum vátta tey, at tey eru vit- andi um, at ES-keypar- ar leggja trýst á norsku útflytararnar, tá nógvur fiskur er á norska marknaðinum. Úr Norðurlondum: Nei til ásatrúgv Eftir at hava umhugsað málið í trý ár hevur danska kirkjumálaráðið óvæntað boðað frá, at tað viðurkennir ikki ta gomlu ásatrúnna sum ein almennan átrúnað. Í Íslandi og í Noregi er ásatrúgvin alment viðurkend sum átrún- aður. Danski felags- skapurin hjá teimum, sum halda seg til ása- trúnna, søkti fyri trim- um árum síðani mynd- ugleikarnar um at fáa trúnna viðurkenda, men nú hevur ein fýra manna nevnd í kirkju- málaráðnum samtykt at havna umsóknini. 170 fólk eru í ása- trúarfelagsskapinum í Danmark. Avdúkað pedofilt kervi Danska løgreglan hev- ur avdúkað eitt altjóða pedofilt kervi, sum fek- st við at senda barna- pornografiskar myndir sínamillum ígjøgnum internetið. Higartil eru 25 fólk handtikin í elli- vu ymsum londum. At tað júst er danska løgreglan, sum hevur avdúkað kervið, kemst av, at tað hevði sín upp- runa í lítla vesturjútska býnum Tarm. Har kom løgreglan eftir, at eitt par hevði misnýtt eina ellivu ára gamla gentu til pornografiskar mynd- ir og videoupptøkur. Maðurin varð tikin longu í november í fjør, men løgreglan hevur hildið málið loyniligt fyri ikki at órógva rann- sóknararbeiðið. Donsku løgreglu- menninir, sum hava ar- beitt við málinum, siga, at talan er um sera óhugnaligar myndir. Løgregluovastin í Ringkøbing, sum hevur staðið fyri kanning- unum, sigur at hetta er tað ringasta, sum hann hevur havt við at gera tey 30 árini, hann hevur starvast í løgregluni. Sambært løgregluni hava fólkini í kervinum sent myndir av 35 børn- um sínamillum. Alt bendir á, at tann ellivu ára gamla gentan er tað einasta danska barnið, sum hevur verið mis- nýtt á hendan hátt. Yvirgangsleiðarin Osama bin Laden er í pakistanska býnum Peshawar. YVIRGANGUR Árni Joensen Amerikanska blaðið Wash- ington Post skrivaði í gjár frá álítandi keldum í Paki- stan, at tann eftirlýsti yvir- gangsmaðurin Osama bin Laden fjalir seg millum sín- ar viðhaldsmenn í pakistan- ska býnum Peshawar. Sambært keldunum flýd- di bin Laden úr fjallahol- unum í Tora Bora í Afghani- stan í desember, og síðani skal hann hava verið í Paki- stan. Keldurnar vita eisini at siga, at partar av pakistan- sku fregnartænastuni hava játtað at fjala bin Laden, og at fólk, sum eru ímóti stýri- num hjá Pervez Musharaf, forseta stuðla teimum. Washington Post sigur seg eisini hava fingið at vita frá sínum pakistansku keldum, at hermenn hjá Taliban og al-Qaeda, sum eru í Pakistan, hava fingið boð um at fara aftur til Af- ghanistan at beina fyri amerikanskum og øðrum útlendskum hermonnum, sum eru har. Síðani amerikanska stjórnin lovaði 25 milliónir dollarar í finningarløn fyri bin Laden, hevur fleiri ferðir ljóðað, at hann er í Pakistan. Bin Laden er í Pakistan Osama bin Laden. Nú ljóðar, at hann hevur verið í Peshawar í Pakistan síðani í desember. Eftir tann eyðmíkj- andi ósigurin í Sach- sen-Anhalt um viku- skiftið ætlar Gerhard Schrøder at gera týska ríkisdagsvalið í heyst til eitt persónligt val millum seg og kon- servativa kanslara- valevnið Edmund Stoiber. TÝSKLAND Árni Joensen –Vit fara at leggja á annan bógv. Fólka skulu velja, um tey framvegis vilja hava Gerhard Schrøder til sam- veldiskanslara, ella tey vilja hava Edmund Stoiber, segði Gerhard Schrøder við tíðindafólk í gjár, áðrenn hann fór á ein kreppufund í sosialdemokratisku floks- leiðsluni. Schrøder, sum ofta verð- ur róptur "fjølmiðlakanslar- in", var ikki so hugaður at tosa við tíðindafólk eftir fundin. Tvørturímóti sýtti hann fyri at gera nakra við- merking til ósigurin í Sach- sen-Anhalt, sum er størsti ósigur hjá flokkinum sein- astu 50 árini. Mánadagin segði kansl- arin, at eitt ella annað hevði svikið í valstríðnum í tí eysturtýska landslutinum, og tað er einki at ivast í, at hann royndi at geva SPD- leiðaranum í Sachsen-An- halt, Reinhard Høppner, skyldina av tí vánaliga úr- slitinum. Men eygleiðarar siga, at kanslarin kann ikki smoyggja sær undan ábyrgd, tí hann var tann politikarin, sum fremstur av øllum royndi at leggja dent á síni egnu evni í val- stríðnum í landslutinum. Tá sosialdemokratarnir vunnu ríkisdagsvalið í 1998, segði Gerhard Schr- øder, at hansara persónliga valstríð hevði havt avger- andi ávirkan á úrslitið. Men eygleiðarar siga, at ósigurin í Sachsen-Anhalt var ein ávaring til kanslaran um, at í veruleikanum var tað Hel- muth Kohl, sum tapti valið fyri fýra árum síðani. Gerhard Schrøder kann framvegis ugga seg við, at hann hevur munandi størri undirtøku í Týsklandi enn Edmund Stoiber. Tað er tí ikki so løgið, at hann nú roynir at snara valstríðnum frá flokspolitiskum sjónar- miðum til ein spurning um seg ella avbjóðaran. Schrøder fer at stríðast mann móti manni C M Y K 20