Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 19 LØGTINGSVAL Orð:Heri á Rógvi Myndir: Edvard Joensen Yngsta valevni í Vága val- dømi til løgtingsval er Tony L. Davidsen. Hann er at finna á valevnalistanum hjá Tjóðveldisflokkinum. Ein flokkur, har Tony gjørdist limur í hesum í árinum, men hann heldur seg kort- ini ikki aftur, tí hugurin er til staðar at stilla upp. Tony er úr Sandavági, og hann hevur sítt dagliga yrki sum snikkaralærlingur í bygdini. Hann hevur áður roynt seg á sjónum, men hann hevur nú funnið seg til rættis sum snikkaralærling- ur í Sandavági. Hann er forlavaður og eigur eina døttur, og nú ætlar hann sær eisin í poli- tikk. Brádliga áhugaður Sum sagt gjørdist Tony aktivur í Tjóðveldisflokki- num í ár. Áhugin hevur ver- ið til staðar leingi, og tað er serliga ríkisrættarligu broyt- ingarnar, ið Tjóðveldis- flokkurin stendur fyri, sum vekja áhugin hjá Tony. –Eg brenni veruliga fyri, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugar, sigur Tony L. Davidsen. Hann gjørdi ikki mætari enn at stilla upp. –Tað bleiv bara soleiðis. Teir vildu hava meg at stilla upp, og eg var áhugaður, sigur Tony L. Davidsen. Higartil heldur Tony, at tað hevur bara verið spenn- andi at royna seg sum val- evni. Hann sigur, at hann er bara væl móttikin av vága- fólki, og hann kennir seg als ikki illa viðfarnan. –Tað er ein avbjóðing at stilla upp. Eg haldi, at val- evnini sum heild eru rætti- liga ung hjá okkum. Tað fer rættiliga orka til at stilla upp og valstríðið. Tú hevur illa tíð til at gera annað hes- ar dagarnar, tá tað leikar harðast á, Eg eri allastaðni vorðin móttikin positivt, og hetta eri eg eisini fegin um, sigur Tony. Ungi vágamaðurin held- ur fyri, at hann hevur roynt at tosa til tey ungu, men hann vendir sær til øll. Um orsøkina til, at ein nýggjur ungur vágamaður skal á ting, sigur Tony, at hann heldur, at nýhugsan skal til og at fáa fleiri bólk- ar umboðar á tingi. Almennan stovn Eins og allir aðrir hevur Tony eisini sett sær nøkur mál Tað er mestsum sjálv- sagt, at hann leggur stóran dentin á fullveldi, men tað er eisini annað enn fullveldi á skránni hjá unga vága- manninum til hetta kom- andi løgtingsvalið. –Eg ætli mær at leggja dent á mál sum prísir í sam- bandi við undirsjóvartunn- ilin. Tess fleiri fólk koyra ígjøgnum tunnilin, tess fleiri pengar koma burturúr, so tað burdi kunna forsvara seg, at fingið prísirnar nið- ur, sigur Tony. Orsakað av verkfallinum náddu vit ikki yvirum Vest- mannasund, hóast bátar bjóða seg til, men ikki bar til. Vit fingu tí ikki uppliv- að Tony í hansara heimliga vága umhvørvi. Hann kun- di ynskt sær, at størst dent- ur varð lagdur á lokalmál. –Eg haldi, at mann eigur at royna lokalmál. Tjóð- veldisflokkurin hevur ikki átt umboð í Vágoynni í langa tíð, og skulu vit til, so mugu vit til at røkja lokal- málini her, sigur Tony. Tony er alt annað enn nøgdur við tað viðferð, ið Vágoyggin hevur fingið frá myndugleikunum í mið- staðarøkinum. –Tað má eisini koma okkurt hendanvegin, hugsar Tony. Við hesum sipar hann til allar teir almennu stovnar, ið eru og vera liggjandi í miðstaðarøkinum. Hann kundi hugsað sær, at fingið onkran sovorðnan til Vág- oynni. Hann dugir kortini ikki at siga, hvør tað skuldi verið – fyriuttan Skipaeftir- litið – og nær tað skuldi verið. Hann heldur, at tá ein nýggjur stovnur skal gerast at setast á stovn, so kundi hesin tað sama ligið í Vág- oynni. Hetta heldur hann eitt nú kundi verið ein nýggjur skúli. –Vit hava ikki hesar somu trupulleikararnar her. Her er eingin trupulleiki at fáa barnaansing ella fáa hendur á grundstykkum, um tað skal vera, sigur Tony. Fullveldi – lagna Tann bólkurin av fólki, ið kalla hetta valið 30. apríl fyri eitt lagnuval er ikki so lítil eftir hondini. Tony tek- ur undir við orðunum hjá formanni Tjóðveldisflok- sins, Høgna Hoydal, at tal- an er um eitt lagnuval. –Tað er eitt lagnuval. Kemur Tjóðveldisflokkurin og ein fullveldissamgonga ikki til, so merkir hetta, at øll uppsparingin hjá okkum verður burtur, sigur Tony. Hann vísir staðiliga á, at Tjóðveldisflokkurin arbeið- ir fyri tey undir útbúgving eins og fyri pensjónist- unum. Um fullveldi sigur Tony: –Tað er einasta gongdin leiðin. Ein tjóðveldismaður ynskir altíð fullveldi skjót- ast gjørligt, men vit mugu lurta eftir fólkinum. Rætti vegurin er at yvir- taka eftir heimastýrislógini. Málið tey næstu fýra árini má vera at yvirtaka so nógv málsøki sum gjørligt, so- leiðis at málið kann fara út til eina fólkaatkvøðu. Verður hetta ikki gjørt, so metir Tony, at alt fer full- komiliga av sporinum við donskum pengum sum fremsta orsøkin. Enn er óvist, um Tony nær at koma til sjálvan val- dagin, tí hann skuldi neyð- synjarørindi til Danmarkar, men hann er framvegis við í valstríðnum. Tony L. Davidsen: Lokalmál í hásæti Tony L. Davidsen roynir seg fyri fyrstu ferð sum valevni til løgtingsvalið hesaferð. Hann heldur ikki, at yngri valevnini fáa øðrvísi viðferð enn onnur. Sjálvur heldur hann, at ov lítið er gjørt fyri Vágoynna Ungi vágamaðurin, Tony L. Davidsen, hevur eina greiða støðu í fullveldismálinum. Hann brennir fyri, at Føroyar gerast fullveldi, og hann roynir nú at gera sítt. Fakta Navn: Tony Lindal Davidsen Aldur: 21 Starv: Snikkaralærlingur Hjúnastøða: Forlovaður. Eigur eitt barn Uppstillaðuráður: Nei Útbúgving: Snikkalærlingur Frítíðarítriv: Politikkur og føroysku dansur LØGTINGSVAL Orð:Heri á Rógvi Myndir: Finnur Justinussen Í Reynstúni nummar átjan á Argjum býr ein sjálvstøð- ugur vinnurekandi mið- vingur. Hesin sami er eisini uppstillaður fyri Miðflokk- in. Hann er við sínum 32 árum at meta sum millum tær absolut yngru kreftirnar í Miðflokkinum – í øllum førum tær. ið stilla upp til løgtingsvalið. Jónfinn Olsen er for- maður fyri UFM (Ung fyri Miðflokkin), og hann hevur í valstríðnum verið at meta sum eitt av teimum mest sæddu valevnunum hjá Miðflokkinum í val- stríðnum. Hjá honum eins og Mið- flokkinum er kristnalívs- støðið grundarlagið fyri politikkinum. Móti ES Jónfinn Olsen er umbiðin fyrr at stilla til løgtingsval. Eisini fyri annan flokk enn Miðflokkin. Hann sigur, at hann altíð hevur havt áhuga fyri politikki, og hann hev- ur eisini ligið framvið at gera sína ávirkan galdandi, men hann hevur ikki hildið tað vera hóskandi fyrr enn nú. –Eg kenni tað sum, at eg nú kann stilla upp, tí eg kenni hetta vera rætt, sigur Jónfinn. Jónfinn kom uppí Mið- flokkin fyri nøkrum árum síðani, tí hann kendi, at hann kundi foreina seg við politikkin hjá flokkinum. Tað var serliga greiða støð- an hjá Miðflokkinum í ES- spurninginum. Hann var við at seta UFM á stovn, og hann gjørdist eisini formaður fyri felagið. Felagið setti nøkur krøv til flokkin, og hesi vórðu eisini eftirlíka teimum, soleiðis at teir fingu ein lim í stjórnina í flokkinum, og flokkurin skuldi eisini koma við ein- ari klárari útmelding um støðu floksins í tí ríkisrætt- arliga spurninginum. Jónfinn varð eisini biðin um at stilla upp seinast, men hann segði nei takk. Sama svar var eisini, tá hann varð biðin um at stilla upp til fólkatingsvalið. –Eg helt, at tá eg var so aktivur í Ungmannafelag- num, so átti eg eisini at stilla upp, sigur Jónfinn. Hann leggur dent á, at tey ungu hava stóra ávirkan í Miðflokkinum. Soleiðis at konan, Bjarta, og seks mánaðir gamli son- urin mugu venja seg við, at Jónfinn nú nýtir at kalla alla sína tíð til valstríðið. Hart valstríð –Valstríðið er nógv øðrvísi nú, enn tað plagdi at vera fyrr. Tú verður noyddur at marknaðarføra teg, sigur Jónfinn. Hann heldur ikki, at hann er broyttur, men onkri fólk hava lyndi til at hyggja øðr- vísi at honum, nú hann roynir seg sum valevni. –Eg vil siga, at tú verður skoðaður øðrvísi sum eitt ungt valevni. Eg haldi tó, at tað er týdningarmikið, at tey ungu síggja, hvør Mið- flokkurin er. Soleiðis at tú fært lagt eitt andlit til flokkin úteftir, sigur Jón- finn Olsen. Í valstríðnum fer at leggja dent á tey kristnu virðini. Eisini ungdómurin upptek- ur hann nógv. Jónfinn held- ur tað vera framúr týdning- armikið, at fólk síggja ung- dómin sum eina íløga ístað- infyri eina útreiðslu. Av konkretum málum nevnir Jónfinn m.a. barna- garðin á Landssjúkrahúsi- num, ið hann heldur hava stóran týdning, tá hugsað verður at fáa nøktað tann tørv, ið Landssjúkrahúsið hevur fyri neyðini. Sum heild verður verjan av teimum veiku og gomlu í samfelagnum raðfest ovar- liga í skránni hjá Jónfinni. –Eg haldi, at politisku flokkarnar hugsa ov lítið landsmálini. Tað skal ein øðrvísi hugsan til, sigur Jónfinn Olsen. Í spurninginum um full- veldi sigur Jónfinn, at støð- an hjá teimum er greið, men tað eru fjølmiðlarnir, ið ikki duga heilt at skilja greiða støðu teirra. –Fólkið skal gera av, hvussu verður við framtíð- ini. Vit leggja dent á tjóðar- frælsið, har Føroyar fáa javnbjóðisrætt við aðrar tjóðir. Vit meta eisini, at blokkurin er ogn hjá okkum og ikki nøkur gáva. Eg trúgvi, at vit eiga yvir hundrað milliónir eftir hjá dønum, um vit høvdu kann- að tað rættiliga á botn, sig- ur Jónfinn. Til spurningin, um hann so í síðsta enda vil hava fullveldi, svarar hann, men tað skal byggja á røttu virð- ini. Kristindómur Sum longu nevnt fleiri ferðir áður, so leggur bæði Jónfinn sjálvur og flokkur hansara, Miðflokkurin, stóran dent á kristnulívs- virðini úr bíbliuni. Sjálvur tekst hann nógv við andaligt virksemi. Hann er knýttur at Sam- komuni í Hoyvík, og hann nýtir eisini nógva tíð til at ferðast runt og tala um gleðiboðskapin. Til spurningin, hvussu tú fær tað andaliga og tað pol- itiska at hanga saman, svar- ar Jónfinn: hvussu klárar tú at skilja tey at? –Um tú trýrt á jesus, at hann er guds sonur, so ber ikki til at leggja hetta til síðis, tá tað umræður poli- tikk. Tú kanst ikki lata trúð- na hanga uttanfyri, tá tú skalt inn á ting ella aðra- staðni. Tað kann ikki skilj- ast sundur, sigur Jónfinn. Hann heldur sum heild, at politisku flokkarnir í dag hava lyndi til at gloyma burtur kristnulæruna, sum hann sjálvur heldur vera fullkomiliga óhugsandi. Hann er eisin ónøgdur við, at sitandi samgonga ikki hevur tikið tey neyð- ugu stigini til at fordøma øllum yvirgangi. Miðflokkurin ynskir eis- ini at vælsignað Ísrael, eins og tað stendur í bíbliuni. –Tað verður alt ov lítil dentur lagdur á tað kristi- liga í øðrum flokkum, sigur altso Jónfinn, sum skal standa sína roynd í valinum 30. apríl saman við hinum. Jónfinn Olsen: Átrúnaður og politikkur skyljast ikki at –Um tú trýrt á jesus, at hann er guds sonur, so ber ikki til at leggja hetta til síðis, tá tað umræður politikk, sigur Jónfinn Olsen, sum stillar upp fyri Miðflokkin í Suðurstreymoy. Trúgvin á gud er týdningarmesti liðurin í politikkinum hjá Jónfinni –Um tú trýrt á jesus, at hann er guds sonur, so ber ikki til at leggja hetta til síðis, tá tað umræður politikk. Tú kanst ikki lata trúðna hanga uttanfyri, tá tú skalt inn á ting ella aðrastaðni. Tað kann ikki skiljast sundur, sigur Jónfinn Olsen. Fakta Navn: Jónfinn Olsen Aldur: 32 Starv: Sjálvstøðugur vinnurekandi Hjúnastøða: Giftur við Bjartur. Tey eiga eitt barn Uppstillaður áður: Nei Útbúgving: Komiss (handilssveinur) Frítíðarítriv: Fótbóltsdómari og gongutúrar C M Y K 19 18