Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 17 –Tað er nú, at mann følir trýstið, sigur Bartal. –Hesar seinastu tvær vikurnar hava eg lært ótrú- liga nógv. Tú lærir veruliga nakað um tað politiska spælið og hvussu tú skalt handfara tínar feilir, sigur Finnur Jensen. –Tú mást kenna tínar av- markingar. Tú hevur ikki svørini uppá allar spurning- ar, og har krevur, at tú kennir tínar avmarkingar, sigur Bartal, og Finnur er skjótur at taka undir við honum. –Tú verður allatíðina vigaður. Sjóneykan er alla- tíðina á tær, siga teir báðir við ein munn. Teir eru samstundis samdir um, at eitt av aðal- málunum má vera, at tú ongantíð gongur uppá kompromis við teg sjálv- um. Tú mást berjast fyri tínum málum. Henda fyri- mun hava teir báðir serliga, tá teir báðir ikki hava verið við til eitt nú samgongu- samráðingar, har semjur skulu gerast tvørtur um floksmørk. Í nógvar mátar er tað ein pláta, sum spælir, tá luttek- ur í politiskum kjaki. Val- evnini eru so mikið vand av flokkunum, at tey leggja seg eftir valskráunum hjá hesum, sigur teir báðir. Ættarlið Hóast teir báðir enn ikki hava klatrað uppum høgu tinggáttina, so myndar teir eitt nýtt ella kanska kom- andi ættarlið í føroyskum politikki. Hesa støðu vilja teir báðir eisini ávirkað sum best. –Eg vóni at fáa onnur perspektivir inn, har vit fara at merkja, at málini verða viðgjørd meira heilt í framtíðini og pláss verður fyri endurnýggjan, sigur Bartal. –Tað kemur eitt nýtt ættarlið, og hetta ættarliðið velur samband, sigur Finn- ur. –Hesum eri eg ósamdur við. Eg haldi heldur, at loysnin verður øðrvísi hjá nýggja ættarliðnum. Eg haldi, at spurningurin um tjóð og nationalitet fer burt- ur. Málini verða meira merkt av høgra-vinstra enn loysing og samband. Eg vil hava onnur ting á skránna. Ein ungur persón- ur kennir ikki til annað enn loysing og samband, sigur Bartal. Finnur sigur, at hann heldur ikki, at sambands- fólk eru ein doyggjandi rasa, men hesi rópa ikki upp og eru harðast, tí hetta liggur ikki til sambands- lyndi. Bartal heldur talan heldur vera um ein serfør- oyskt lyndi, meira enn eitt sambandslyndi. Umhvørvi og ríkisfelagsskapur Sum eitthvørt annað val- evni, so hava Finnur og Bartal eisini sett sær nøkur mál á dagskránni til hetta valið. Á visit-kortinum, ið vit fáa útleverað frá Bartal standa trý mál: Umhvørvi, útbúgving og mentan, og tað er hesi somu øki, ið Bartal ynskir at raðfesta ovarliga til hetta valstríðið og tey komandi árini. Umhvørvi er vanliga ikki tað, ið vit hoyra mest til í føroyskum valstríðið, men Bartal hevur kortini valt at taka hetta við, tí hann sigur, at hetta liggur honum sera nær at sinni. –Til valið stendur Javn- aðarflokkurin saman sum ein maður, og eg kann leggja mitt álit á flokkin, samstundis sum eg komi við mínum, sigur Bartal. Fært tú hinvegin eitt kort frá Finni, so stendur skriv- að við stórum: Samband ynskist. Tað er eisini hetta sama sambandið og ríkis- felagsskapurin, ið Finnur hevur sett ovast á sína per- sónligu valskrá. –Eg havi frælsið. Eg hal- di ikki, at føroyingar eru vánaligari enn onnur. Eri eisini føroyingur, og mær tørvar einki fullveldispapp- ír fyri at kunna prógva tað, sigur Finnur. Finnur heldur, at okkara støðu sum lítil tjóð og okk- ara støða í Norðuratlants- havi eru millum fremstu orsøkirnar til, at hann ikki heldur tað vera nøkur onnur loysn enn at vera í ríkinum. Hjá Finni er svarið í full- veldisspurninginum, at fullveldi er nakað, ið hann ongantíð vil hava. Svarið um støðuna hjá Bartali í fullveldisspurn- inginum er ikki nakað, ið kemur bóltandi frá honum, og hann vil heldur sleppa undan at svara, tí raðfestir ikki við hesum spurningi- num ovast, sigur hann. –Eg droymi ikki um full- veldi. Tað kann vera, at vit fáa fullveldi ella ikki. Eg leggi dentin á tað persón- liga frælsið, og eg haldi, at Føroyar eru frælsar. Vit í Javnaðarflokkinum hava eina loysn á hesum spurninginum, sum merkir fult sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin, sigur Bartal at enda. Teir báðir hava nú svarað spurningum, og tað tykist ikki sum um, at teir eru stórliga bilsnir um svørini hjá hvørjum øðrum, og stevið verður ikki verri av at vera í hvør sínum flokki. Nú eigur veljarin tørn at velja flokk hin 30. apríl. LØGTINGSVAL Orð:Heri á Rógvi Myndir: Finnur Justinussen Fyri einum lítlum ári síðani sótu teir báðir, Bartal Nols- øe Poulsen og Finnur Jen- sen, saman og skrivaðu pisurøðuna í sambandi við, at teir skuldu á pisufund, eftir at húgvan er komin á høvdið. Síðani er húgvan komin og farin, og eitt sind- ur av vatni er runnið í ánni. Teir standa nú aftur við sama vegamót. Hesaferð eitur slagið løgtingsvalið, men teir eru ikki longur á sama liðið. Bartal stillar upp fyri Javnaðarflokkin, og Finnur stillar upp fyri Sambands- flokkin. Teir hava báðir greiðar meiningar, og teir duga meira enn so at vera samdir, men munur er á. Stilla upp Bæði Bartal og Finnur hava verið virknir í ungdóms- politikki. Teir hava savnað sær royndir í ávíkavíst Sosialistiskt Ungmanna- felag og Ungmannafelag- num Samband. Finnur hevur mestsum fingið sambandsboðskapin inn við móðirmjólkini. Bert fá ættarlið undan honum er sjálvur Andras Samuelsen, fyrrverandi løgmaður. Finnur arbeiðir til dagligt sum marknaðarfólk, men droymir um ein sess í løg- tinginum. Tað gjørdist rættiliga skjótt greitt fyri Finn, at hann hevði tokkað til Sambandsflokkin, og hann hevur nú verið limur í eini fýra ár. Finnur er í dag tjúgu ára gamal. Bartal hevur eisini leing- ið verið javnaðarmaður. Bartal er ættaður úr Froðba. Í Suðuroynni er góð gróð- rarlíkindi hjá javnaðar- monnum, men hann legði eftir loknan fólkaskúla leið- ina til Havnar fyri at ganga á studentaskúla. Hann gjørdist liðugur saman við Finni í fjør, og hann hevur fingið játtað pláss á kend- um skúla yviri í USA. Bar- tal royndi seg eisini á val- evnalistanum hjá Javnaðar- flokkinum til fólkatingsval- ið, sum varð hildið 30. apríl síðsta ár. Bartal er í dag 21 ára gamal. Um orsøkirnar til, hví teir stilla upp sigur Finnur fyrst: –Tí, eg kenni, at eg sum ungur sambandsmaður kann viðvirka positivt til sambandshugsjónina. Hvør løgtingslimur hevur síni hjartamál, og ert tú ungur, so vendir tú teir nógv til tey ungu. Teir snýr seg í síðsta enda um at hava so góða umboð- an sum gjørligt. Eg haldi, at sambandshugsjónin skal venda sær til alt fólkið, og tað er eisini ein stórur part- ur av orsøkini til, at eg stilli upp, sigur Finnur Jensen. Hann leggur afturat, at hann ikki ætlar sær at dylja útyvir, at flestu sambands- fólk kanska eru í tí eldra endanum. Hann heldur ikki nakra orsøk vera til læsa seg fastan í hesum og ein ungur hevði kunnað gjørt stóran mun. Bartal er somuleiðis av teirri áskoðan, at Javnaðar- flokkurin í umboðani á tingi er ov smælur. –Eg haldi ikki, at tann breiddin er umboð, sum hevði verið ynskilig. Ser- liga tá hugsað verður um, at flokkurin jú umboðar breið sjónarmið sum Javnaðar- flokkurin, sigur Bartal Nolsøe Poulsen. Hann vísir á, at ungdóm- urin hevur stóra ávirkan í Javnaðarflokkinum. Tað eru tó ikki nógv, ið tora at taka lopið frá ungdóms- politikki til at stilla upp og vera eitt andlit úteftir fyri flokkin. –Eg havi nøkur sjónar- mið, ið eg haldi skulu meira fram. Tey eru nøkur ting og nøkur viðurskifti, ið eg kundi hugsað mær fingið eina øðrvísi viðferð, sigur Bartal í sambandi við spurningin, hvør orsøkin var, at hann stillaði upp. Ungir, men tó Hesir báðir Finnur og Bar- tal kennast. Hetta skilst á øllum brøgdum, og teir duga eisini at vera samdir. Teir hava roynt at arbeitt saman áður, og teir trívast í leiklutunum yvirav hvørj- um øðrum. Teir hava nú roynt at dystast politiskt, men vinalagið er ikki farið at bila av hesari orsøk. Vit spyrja, hvussu tað er at vera ungt valevni? –Tað er bæði gott og ringt. Tú fær tað stemplið, at tú er tað valevni, ið royn- ir seg. Tað kennist oftani soleiðis, at tú ikki verður tikin fyri fult, sigur Finnur Jensen. Bartak hinumegin er als ikki ósamdur við Finni í hesari útsagnini. –Oftani virkar hetta, vit gera, meira sum lobbyar- beiði. Tað er sum um, at fólk eru av teirri sannfør- ing, at tingarbeiði er fyri fólk yvir 40 ár, sigur Bartal. Báðir siga teir seg hava fingið respons frá fólki, nú teir eru vorðnir kendir sum valevni. Bæði fólk í flokk- unum og eisini uttanfyri- standandi fólk hava vent seg til teirra, og tað hevur eisini verið nógv positivt at hoyra. Báðir siga teir seg eisini fegnast um, at eldri fólk í flokkunum báðum hava stuðlað teimum í teirra roynduma at koma á ting. Málið hjá teimum báðum er nevniliga at koma á ting, men teir taka hetta ikki fyri givið júst enn. Somuleiðs eru teir samd- ir um, at tað er eitt stórt stig at stilla upp. Teir halda, at tað krevur nógv av einum, tí nógv arbeiði er knýtt at valstríðnum. Nú valið av álvara er far- ið at nærkast, so kenna teir báðir veruliga, hvat tað er, ið teir hava sagt ja til gera. Vilja takast fyri fult Fakta Navn: Bartal Nolsøe Poulsen Aldur: 20 Starv: Politikari Hjúnastøða: Single Uppstillaður áður: Ja (fólkatingsval) Útbúgving: Støddfrøðiligur studentur Frítíðarítriv: Tónleikur Fakta Navn: Finnur Jensen Aldur: 20 Starv: Marknaðarfólk Hjúnastøða: Single Uppstillaður áður: Nei Útbúgving: Málsligur studentur Frítíðarítriv: Tónleikur og Fótbóltur Bartal er við sínum róliga vinarliga og eitt sindur smædna lyndi væl umtóktur millum ungfólk í Havn- ini. Hóast tú ikki hoyrdi serliga nógv frá honum, tá hann sat sum okkara næmingaráðsformaður á Studentaskúlanum í Hoydølum í 3. g, hann røkti sítt álitisstarv væl – til stóra fragd fyri bæði studentar og lærarar. Kanska serliga í endanum av 3. g, tá vit báðir vóru í pisurøðubólkinum saman, fekk eg hansara vinarligu persónligheit og eggjandi drívmegi at kenna. Bartal er ein, sum fer eftir bóltinum og ikki eftir manninum. Hann er góður í sær av natúr og tykist ikki vera so gronutur, sum javnaðarmenn plaga at vera. Sum eg havi skilt á lagnum, er Bartal, sum nú er, ein góð drívmegi hjá sínum flokki aftanfyri kolissur- nar, og reint persónliga haldi eg, at hann óivað hevði verið eitt gott løgtingsumboð. Finnur um Bartal Fyrstu ferð eg møtti Finni var í 1998, á Studenta- skúlanum í Hoydølum. Tá var hann málslingurin við hegni til leiklist og tónleik. Seinni komu vit at arbeiða í tøttum samstarvi, tá ið Pisurøðan anno 2001 skuldi skrivast. Í hesum sambandi lærdi eg, at Finnur bæði var hugaríkur og sjálvsatfinnandi, og at hann ofta hevði ein annað sjónarhorn enn vit onnur. Á politiska pallinum plaga vit báðir at sita hvør sínumegin borð- ið, men eisini her roynir hann at vera objektivur og uppmerksamur. Hóast hann hevur sínar støðuføstu hugsanir, og er førur fyri at argumentera fyri teimum, hevur hann altíð tíð til at hoyra, hvat vit onnur hava uppá hjarta, og er hetta ein ógvuliga góður og týðandi eginleiki hjá einum politikara. Fyri Sambandsflokkin er hann ein sannur fongur – hóast tað allarhelst ikki var ov trupult at fanga hann. Hann er ágrýtin í sínum arbeiði fyri hugsjónir floksins, og hansara nýhugsan kemur uttan iva væl við. Fram um alt er Finnur tó ein álítandi vinur, sum eg vóni at fáa møguleika til at samstarva við í Løgtinginum komandi tíðina. Bartal um Finn Finnur Jensen og Bartal Nolsøe Poulsen samstarvaðu, meðan teir gingu í skúla, men nú stilla teir upp fyri hvør sín flokk til løgtingsval. Teir vóna kortini at skipa líkinda samstarv. Teir eru samdir um, at yngru valevnini ikki altíð hava bestu møguleikararnar og ikki heilt verða tikin fyri fult Finnur Jensen v.m. og Bartal Nolsøe Poulsen hava stundum samstarv í øðrum høpi. Ì politikki sita teir báðir hvør sínum megin borðið. C M Y K 17 16