Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 24. apríl 2002 15 LØGTINGSVAL Orð: Heri á Rógvi Myndir: Finnur Justinussen og Álvur Haraldsen Á listanum yvir valevni hjá Fólkaflokkinum til løg- tingsvalið í Suðurstreymoy er eisini Heðin D. Poulsen. Hesin 26 ára gamli havnar- maðurin roynir seg fyri fyr- stu ferð sum valevni til hetta løgtingsvalið Hann spennir seg víða, nú hann stillar upp. Stór sum lítið mál ætlar hann alt um eina leið at fáa gjørt betri komandi fýra árini. Sjúkrahúsverkið, íbúðar- viðurskiftini og traðarfólki eru bert nøkur av evnunum, ið Heðin fer at leggja dent á. 26 ára gamli havnar- maðurin hevur verið limur í Fólkaflokkinum í nógv ár, eins og hann hevur verið limur í Conservative Party í Skotlandi. Hesaferð gjørdi hann so av at royna seg, tá áheitanir byrjaðu at koma, og hugurin var eisini til staðar. Skuldi nakar ivast, so skal tað eisini við, at for- eldur hansara eru Daniel Johan Poulsen og Amalia Maria W. Poulsen, og tey bæði eru búsitandi í Havn. Heðin varð liðugur við tann hægra Handilsskúlan í 1994, og hann legði mest- sum beinanvegin leiðina til Skotlands. Fyrsta árið varð nýtt til arbeiði, men lesturin lá ikki langt vekk. Frá at selja hospitals vørur og annað gott, fór hann undir lesnað. Løgfrøðingur vildi hann vera, og hetta er hann eisini í dag. Eftir lokna løgfrøðinga- útbúgving arbeiddi hann sum skrivari hjá nevndini, ið varð sett í sambandi við yvirtøku av Skipaeftirliti- num, so fekk hann tillutað sokallað scholorship, ið gav honum fría skúlagongd á lærdum háskúla í South- hampton. Áðrenn hann fór til Southhampton hitti hann Biritu, og tey fylgdust bæði til Southampton og allan vegin í Vesturkirkjuna, har tey góvu játtandi boð til hvørt annað. Nú arbeiðir Heðin í Fiskimálastýrinum. –Eg vil vera við til at gera mun í samfelagnum og taka avgerðir, ið hava týd- ning, sigur Heðin D. P. Lagna Heðin D. Poulsen hoyrir uppií tí partinum, ið kalla hetta komandi valið fyri eitt lagnuval. –Løgtingsvalið komandi verður eitt lagnuval. Úrslit- ið av valinum fer helst meira enn nakað annað løg- tingsval at geva sigrandi flokkunum heimild at skapa framtíð Føroya, sigur Heðin D. Poulsen. Heðin valdi at stilla upp fyri Fólkaflokkin, tí hann heldur, at Fólkaflokkurin umboðar tey sjónarmið, ið hann kennir seg tryggan við. Hann heldur samstund- is, at flokkurin hevur eina rúmliga breidd, har pláss er fyri nógvum fólki. Í spurninginum um fram- tíðarstøðu Føroya innanfyri ella uttanfyri ríkisfelags- skapi – spurningurin um loysing ella samband – hev- ur Heðin ikki tað mesta traditonella sjónarmiðið. –Eg eri hvørki samband ella loysing. Eg seti mítt álit á eina trygga og hóvliga gongd á sjálvstýrisleið, men eg trúgvi ikki uppá ríkisfeagsskapin. Eg havi ongar undirluta- kenslur og kenni meg sum føroying, og eg haldi, at vit skulu arbeiða framímóti at gera sjálvstøðug. Vit eiga at kunna gera, hvat vit sjálvi vilja, sigur Heðin D. Poul- sen. Hann leggur afturat, at hann metir løgtingssam- tyktina um Sjálvstýri Før- oya Fólks og felagssam- tyktini millum løgmann og danska forsætisráðharran sum grundarlag. Heðin vil fegin hava tað soleiðis, at Føroyar fáa egna grundlóg, men hetta heldur hann ikki vera eins- tíðandi við, at vit siga far- væl til hina donsku grund- lógina. Sjálvur sigur Heðin seg hava lagt stóran dent á út- búgva seg og læra av royndum hjá øðrum enn bara dønum. Traðarpolitikkur Tað er annað enn bert full- veldi á skránni hjá Heðin, nú hann stillar upp, sigur hann. Eitt nú íbúðarviðurskift- ini er Heðin skjótur at nevna, tá hann verður biðin um at nevna, hvat hann hevur sett á dagsskránni. Heðin og Fólkaflokkurin haldi lítið um skattaviður- skiftini hjá teimum, ið leiga út. Heðin kundi ynskt sær, at leiguinntøkurnar hjá fólki, ið leiga út vóru skatt- aðar lægri. Sum nú er verð- ur hetta skattað sum vanlig inntøka, men Heðin heldur, at var hetta gjørt um til at verða skattað fyri seg við lægri skattaprosentið, so kundi hetta skapt nógv fleiri íbúðarmøguleikar. Eitt annað evni, ið upp- tekur Heðin, er traðar- politikkur. Sjálvur er Heðin íðin á trøðni, og hann hevur eisini hugsað sær at framt broytingar á hesum øki- num. Heðin heldur, at sølan av heilum gyllin uttangarðs verður loyvd uttan avmark- ingar.Hinvegin skal sølan innangarðs avmarkast til hóskandi støddir. Eg eri ættaður frá traðar- fólki og óðalsfólki í Svínoy, Sandvík, eins og í Havnini og aðra staðni. Vit hava nú kjansin at virka fyri meiri óðalsjørð, fleiri traðum, smærri brúkum og betri trivnaði. Smáu brúkini, ser- liga nærhendis Havnini, tryggja trivna og mentan, sigur Heðin. Ikki nokk við tí, at Heðin ætlar at sláa eitt slag fyri traðarmonnunum, men hann ætlar eisini at fáa skil á vegakervið. Heðini dámar einki skipanina við mestuferðini í Føroyum. –Tað er bara fastløgd ein skipan, har markið er 80 ella 50 km/t, og hetta hósk- ar seg ikki altíð líka væl. Eg kundi hugsað mær, at loyvt varð at koyra skjótari onkrastaðni og koyrast skal seinni aðrastaðni. Við skelt- um kundi verið greitt frá, hvør mest loyvda ferðin er. Hetta vildi skapt eitt nógv meira fleksibult system, sigur Heðin. Øl og vín Heðin hevur eisini tikið rúsdrekkapolitikkin við í sína politiskaætlan. –Lægri gjald á øli og víni og søla í handlunum kunnu broyta nýtslumynstrið í Føroyum. Rúsdrekka og Narkotikaráðið hevur mælt til at eggja fólki til at drekka øl og vín, heldur enn sterkari løg, við at lækka avgjaldið á øli og víni. Slík broyting hevði allarhelst broytt nýtslu- mynstrið, men eisini nakað annað kann gerast fyri at fólk skulu fara at drekka øl og vín, heldur enn annað rúsdrekka. Fingu handlar loyvi til at selja øl og vín, var tað mangur, ið sjálvdan hevði sett sín fót sín í Rúsuna, sigur Heðin. Heðin heldur, at rús- drekkalógin átti at verið endurskoðað, nú hon er vorðin tíggju ára gomul. Hann sigur seg ikki ynskja at fáa føroyingar at drekka meira, men vil heldur gera tað frælsari. Heðin og øll hini standa sína roynd 30. apríl, tá velj- arin fær síðsta orðið. Heðin Danielsson Poulsen: Hvørki loysing ella samband Heðin D. Poulsen hevur altíð átt ein politikara í búkinum, og til hetta valið, so slapp hesin at royna seg. Heðin stillar upp fyri Fólkaflokkin, og hann sigur seg hava greiðar og ítøkiligar ætlanir í skjáttuni til komandi árini Fakta Navn: Heðin Danielsson Poulsen Aldur: 26 Starv: Fulltrúi í Fiskimálastýrinum Hjúnastøða: Giftur við Biritu, og tey eiga eingi børn Uppstillaðuráður: Nei Útbúgving: Løgfrøðingur, LLM. Frítíðarítriv: Traðarbrúk og seyðahald –Løgtingsvalið komandi verður eitt lagnuval. Úrslitið av valinum fer helst meira enn nakað annað løgtingsval at geva sigrandi flokkunum heimild at skapa framtíð Føroya, sigur Heðin D. Poulsen. 15 14 Nr. 77 - 24. apríl 2002 LØGTINGSVAL Orð:Heri á Rógvi Myndir: Solby Eliasen Á valevnalistanum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Norðoyggjum stendur navnið Frida Christiansen. Talan er um eina 21 ára gamla gentu, sum fyri aðru ferð roynir seg sum valevni til eitt politiskt val. Fyrstu ferð var til býráðsvalið seinast. Frida Christiansen ella Frida J. Christainsen, sum hon eisini kallast, hevur leingi havt áhuga fyri sam- felagsviðurskiftum, og úr- slitið gjørdist, at hon still- aði upp fyri Sjálvstýris- flokkin. Familjan er ættað úr Fugloynni, og har hevur eisini røtur í Sjálvstýris- flokkinum. Tá røtur, áhugi og undirtøka fyri stevnu- skránni finna saman, so er leyst og liðugt og klárt at stilla upp. Frida hevur gingið á HF í Klaksvík, og hon er í dag í arbeiði hjá East Salmon í Klaksvík. Henni hevur altíð dáma væl føroyskt, og hon ætlar møguliga at fara undir at lesa føroyskt eftir summarfrítíðina. Hon er í teirri hepnu støðu, at hon rakar tveir minnilutabólkar Aðru ferð Tað var á býráðsvalinum í 2000, at Frida fyri fyrstu- ferð royndi seg sum valevni fyri Sjálvstrisflokkin. Tað bleiv 23 atkvøður tá, og hon setir nøsina uppímóti enn og fleiri hesaferð. –Eg varð spurd, um eg hevði hugt til at stilla upp, og eg havi altíð havt áhuga fyri politikki, so eg segði ja til áheitanina, sigur Frida Christiansen. Sum áður nevnt liggur Sjálvstýrisflokkurin longu í familjuni, so tað var líkatil at velja hendan flokkin. Eisini byrjaði ein áhugi fyri hesum at spretta, tá hon enn gekk í skúla. Hon skrivaði ein stíl við atlit at javnrætti, og hetta setti hana líkasum ígongd. Tað var eisini við hetta sama býráðsvalið, at hon byrjaði at gerast virkin í Sjálvstýrisflokkin. Síðani tá hevur hon odað seg fram í fremstu leiðslu floksins. Hon sigur, at tey ungu í Sjálvstýrisflokkinum ikki eru nakað stórvegis aktiv, og virksemið mest gongur fyri seg hjá einstaklingum. Henda dagin vit eru á gátt hjá Fridu einastaðni langt niðan í krókutu gøturnar í Klaksvík, so er tað mest tíkin hjá Fridu og familjuni, sum hevur áhuga fyri práti- num, og endin er, at hon fær at vita, hvar skápið skal standa. Íbúðarviðurskifti Frida ætlar sær í valstríð- num at leggja dent á at bet- ra íbúðarviðurskiftini hjá teimum ungu, ið hon heldur eru í trongum skóm. Aftur- at hesum ætlar hon sær at taka mentanina í breiðasta týdningi við. Eitt annað, ið liggur henni rættiliga nær, er ferðasambandið um Leirvíksfjørð. Hon heldur, at tað er alt ov vánaligt samband um fjørðin, og hetta kundi hon hugsað sær, at gjørt nakað við. Næstu fýra árini kundi hon eisini hugsað sær at fingið gongdina á heilsuøkinum at gerast betri. –Tað er óneyðugt at hava tað sama á øllum sjúkra- húsunum. Vit skulu heldur royna at spesialisera, sigur Frida. Tá vit spyrja hana eftir, um hon heldur, at ung velja ung valevni, so heldur hon ikki, at so er. Sama er svar- ið, tá spurt verður, um hon serliga leggur seg eftir tí yngra ættarliðnum í sínum valstríðið. –Sjálvandi hava tey ungu ein serligan áhuga, men eg havi sjálvandi áhuga fyri øllum øðrum eisini, sigur Frida Christiansen. Hon heldur ikki, at tey ungu valevnini verða tikin nóg nógv í álvara. –Nei, eg haldi ikki, at fólk taka okkum nakað ser- liga nógv í álvara. Tað eru fólk, ið venda sær til okk- um, men eg haldi, at nógv taka okkum ikki í álvara, sigur Frida. Hon heldur eisini, at áhugin millum ung er rætti- liga lítil fyri valinum. Hon sigur, at hon hoyrir at kalla ongan tosa um valið. Hon kundi hugsað sær, at áhugin var størri millum ung fyri valinum. Somu- leiðis kundi hon hugsað sær, at fleiri kvinnur nærk- aðust tinggáttini. Samband og loysing Tá Frida kemur í samband við fólk, so er tað mest samband og loysing, ið prátað verður um. Sjálv vísir Frida á stig fyri stig politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hon heldur, at tað hevur gingið í so skjótt, og tað er als ikki neyðugt at tað skal ganga skjótari á sjálvstýrisleið. –Eg taki undir við, at vit skulu hava fullveldi, tá vit eru klár til tað, sigur Frida. Hon vil ikki seta nakað ára- mál á, hvussu leingi hon fyristillar sær at hetta tekur. Frida setir sína vón á, at hon og flokkurin gera eitt gott hál á løgtinsvalinum. Hon kundi hugsað sær, at tað komu fleiri ung inn á ting. Hetta fer tíðin at vísa. Áhugin hjá ungum at stilla til løgtingsvalið hesaferð er einki serligur, men nøkur halda seg tó framat. Sosialurin hevur leitað framvið hjá nøkrum teirra HUGLEIÐINGAR Heri á Rógvi Á hesari og teimum næstu fimm síðunum kunnu tit lesa samrøður við valevni. Eitt úr hvørjum flokki. Hesi eru øll valevni í tí yngra endanum. Tað verður altíð tosað nógv um minnilutar í sambandi við val, og ein av hesum er væl at merkja tey yngru valevnini. Áhugin hjá tí yngra ættar- liðnum fyri at stilla upp er eftir øllum at døma ikki ser- liga stórur. Tað eru sjálvandi ymsar fatanir av, hvat tað er at vera ungur, og tá tað nærkast flokkast fólk oftani í so nógvar minnilutabólkar sum gjørligt. Sosialurin hevur so valt at hyggja nærri at einum val- evni fyri hvønn av teimum seks flokkunum, ið stilla upp til løgtinsvalið 30. apríl. Tað stundar til valið, og nógv iv- ast kanska, hvar tey skulu seta krossin, meðan onnur longu hava avgjørt. Greinirnar í hesum førinum eru ikki ætlaðar sum ein roynd at skapa størri áhuga fyri at at- kvøða fyri ungum valevnum, men heldur verður roynt at lýsa ein part av valstríðnum og kanska onkri sjónarmið, ið vanliga ikki eru mest at hoyra, kunnu koma fram. Tann, ið leggur í at telja, leggur óivað til merkis, at eins nógv orð eru ikki givin til øll valevnini, og greinirnar eru ikki eins. Hetta er eisini gjørt við vilja fyri at gera grein- irnar meira ítøkligar. Spurningarnir hava verið rættiliga líkir til øll valevnini, og ymiskt er so, hvussu hesi svara. Valevni vóru vald út við teirri fortreyt, at hesi eru ung valevni. Á teimum næstu síðunum fáa tit góðu lesarar so eina síðu at síggja av føroyskum politikki. At velja ungt Fakta Navn: Frida J. Christiansen Aldur: 21 Starv: Arbeiðir á fiskavirki Hjúnastøða: forlovað Uppstillaður áður: Ja (kommunuval) Útbúgving: HF Frítíðarítriv: Skótar Frida J. Christiansen: Heldur seg framat Klaksvíksgentan Frida Christiansen roynir seg fyri aðruferð sum valevni til løgtinsvalið. Hon roynir at halda seg framat, tá boð vóru eftir henni at stilla upp. Ein áhaldandi áhugi fyri politikki fekk hana at stilla upp Frida J. Christiansen stillar upp til løgtingsvalið fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum. Hon er ikki heilt óroynd í politikki, og hon ætlar at leggja dent á íbúðarviðurskiftini, um hon sleppur framat. C M Y K 14