Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 77 - 24. apríl 2002 Nr. 77 - 24. apríl 2002 13 – At kvinnur ikki sita við valdið, sæst væl aftur í samfelagnum. Hygg bara at, hvørja raðfesting eldraøkið og barnaansingin fáa. Í grundini eru flestu starvsøki, har mest sum bara kvinnur arbeiða, illa umboðað í tinginum, sigur Ása Olsen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymoy, hvørs hjartamál er eldra- politikkur KVINNUVAL Turið Kjølbro – Menn síggja bara menn mangan. Er valið millum eina kvinnu og ein mann til eitt leiðandi starv, verður maðurin valdur sum oftast, hóast rættiliga nógvar kvinnur í dag hava høgar útbúgvingar. Henda sið- venja er avgjørt ein forðing hjá kvinnum, sum ynskja at koma sær fram, sigur Ása Olsen. Lógin um almenna fyri- siting ásetir, at tann best skikkaði umsøkjarin fær starvið, uttan mun til kyn. – Um lógin verður hildin alla staðni veit eg ikki, men vit vita, at væl skikkaðar kvinnur eru fyri vanbýti. Um tað er tí, at tær eru í barnsburðaraldri ella annað talar fyri, at tær ikki fáa starvið, er ilt hjá mær at meta um. Kanska átti at verðið kannað, hvussu lóg- in um almenna fyrisiting verður umsitin – um ikki fyri annað, so fyri at varpa ljós á hendan problemat- ikkin. Hinvegin rokni eg við, at almenni starvsfólka- politikkurin, sum kemur av løgmansskrivstovuni, har ein kvinna er stjóri, fer at gera sítt til, at reglur fyri starvssetan verða hildnar betur í framtíðini. Broyt- ingin til tað betra er byrjað. – Sum kvinna skalt tú arbeiða tvær ferðir so nógv sum ein maður fyri at verða hoyrd og viðurkend. Hetta kann ikki vera rætt. Tær kvinnur, sum eru komnar fram, hava sanniliga stríðst fyri tí og nógv meiri enn menn eru noyddir. Ikki so sjáldan síggja vit, at menn koma beint av skúlabonki í eitt høgt leiðandi starv, sig- ur Ása Olsen, og leggur aft- urat. – Møguliga halda teir seg meiri framat enn kvinn- ur. Kvinnur vilja ikki Sjálv onnur bjóðar hon seg fram á Sjálvstýrislistanum í Suðurstreymoy sum kvinn- uligt valevni. – Tað er ógvuliga ringt at fáa kvinnur at stilla upp. Á listanum hjá Sjálvstýris- flokkinum í Suðurstreymoy áttu vit at verið nógv fleiri. Haldi ikki, at órógvin í flokkinum er orsøkin til, at fleiri ikki vilja, tí eisini til tey undanfarnu valini hava fáar kvinnur stillað upp. Og millum valini er nógv virk- semi í flokkinum, sigur Ása Olsen. Men hóast hon og flokk- ur hennara annars av øllum alvi hava roynt at fingið fleiri kvinnur at stilla upp til løgtingsvalið, heldur hon avgjørt ikki, at kynskvoter- ing er vegurin at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. – Verður ásett við lóg, hvussu nógvar kvinnur skulu á ting, taka vit rættin frá kvinnum at velja. Áhug- in hjá kvinnuni má vera tað, sum er avgerandi fyri, um hon fer upp í politikk ella ikki. – Nógv verður tosað um kvinnur í politikki, men siga allar nei, kemur eingin inn á ting. Sjálv ivaðist eg, um eg skuldi stilla upp, men kom ásamt við meg sjálva um, at tað nyttar ikki at tosa og tosa um kvinnur í politikki, um allar sýta fyri at gera seg galdandi. – Kvinnur umbera seg við, at tær hava ikki tíð, og tað skilji eg væl. Sjálv rokni eg ikki við, at eg hevði stillað upp, um eg hevði smábørn. Í mínum ættarliði er tað eisini meiri vanligt, at maðurin hevur eina karrieru og konan tekur sær av børnum og heimi. Um hon fer at seta kvinnuspurningar á polit- isku dagsskránna, verður hon vald, sigur Ása Olsen, at á so nógvum økjum í samfelagnum og í politisk- um orðaskifti kann ljós- kastarin setast á kvinnuna. – Innlitið, kvinnur hava, vantar í føroyskum polit- ikki. Tað sæst væl aftur í samfelagnum, at kvinnur ikki sita við valdinum, hygg bara at, hvørja rað- festing eldraøkið og barna- ansingin fáa. Í grundini eru flestu starvsøki, har mest sum bara kvinnur arbeiða, illa umboðað í tinginum. Nú síggja vit, at flestu flokkar gera vart við seg í valstríðnum júst við bleytu virðunum og teir siga seg vilja raðfesta tey høgt. Hinvegin er ikki rætt at siga, sum hesir flokkar bera Innlitið hjá kvinnum vantar í føroyskum politikki KVINNUVAL – Menningin innan nógv arbeiðsøki fer so skjótt fram, at ert tú burtur av arbeiðsmarknaðinum í eitt ár í barnsburðarfarloyvi, kanst tú verða afturúrsigld. Og tá ið tað oftast eru kvinnur, sum eru í barnsburðarfarloyvi, eru tað kvinnurnar, sum verða afturúrsigldar, sigur Ása Olsen. Mynd: Jens Kristian Vang fram, at als einki er hent á eldraøkinum seinastu árini. Uppskúling av heimahjálp- arum er sett í verk, og ann- að er farið í gongd. Eitt nú er játtan sett av til at fara í gongd við ellis- og røktar- heim í Norðstreymoy, út- bygt verður í Eysturoynni, fleiri sambýli eru komin og eitt sambýli fyri dement verður bygt í Havn. Í mun til tørvin munar hetta ikki nógv, men tað ber ikki til at nøkta tørvin, sum var í 1998, uppá fýra ár, sigur Ása Olsen. Eru viðurskifti hjá kvinn- um á arbeiðsmarknaðinum, ikki í stóran mun ein fakfel- agsspurningur? – Bæði og, men hinvegin hava allir stovnar eina játt- an til rakstur og íløgur, sum teir skulu halda seg innan fyri. Hvar íløgurnar verða gjørdar, hvørji tól verða skift út, ger leiðslan av, men rópar ein bólkur hart, verður hann hoyrdur. Tað er stríðið á B6 herfyri eitt dømi um. Men tað er ógvu- liga trupult at koma úti frá og vísa á, hvat kann gerast øðrvísi á einum stovni. Uppgávan hjá fakfeløgun- um er at arbeiða fyri eini betri løn og góðum arbeiðs- umstøðum til sínar limir. Hinvegin er tað ein bardagi mangan, tí fyri limirnar í Heilsuhjálparfelagnum, sum nógvir eru úti í heim- unum hjá teim eldru, eru umstøðurnar ógvuliga vánaligar og lønin alt ov lítil í mun til uppgávu og ábyrgd. Ongar aðrar um- støður í landinum kunnu samanberast við hesar. Men í mun til fyrr eru tað fólk í dag, sum ikki finna seg í hesum, sigur Ása Olsen. Ansa eftir Fleiri flokkar gera vart við seg í spurninginum um longt barnsburðarfarloyvi. Eisini Ása Olsen tekur undir við, at foreldur kunnu verða longri heima hjá sínum smáu, men hon hev- ur kortini nøkur fyrivarni. – Menningin innan nógv arbeiðsøki fer so skjótt fram, alt verður dagført alla tíðina og nýggjar telduskip- anir verða tiknar í brúk, at ert tú burtur av arbeiðs- marknaðinum í eitt ár til dømis, kanst tú verða aftur- úrsigld. Og tá ið tað oftast eru kvinnur, sum eru í barnsburðarfarloyvi, eru tað kvinnurnar, sum verða afturúrsigldar. Innan onnur øki er tað lættari at verða burtur. Tískil haldi eg, at tað er ógvuliga umráðandi, at longt barnsburðarfar- loyvi verður eitt val og at eftir farloyvið er stovns- pláss tøkt til barnið. Eisini eigur at verða tryggjað for- eldrum, at um tey taka av longdum barnsburðar- farloyvi, skal tað ikki ganga út yvir ansingarmøguleik- an, sigur Ása Olsen. Og ein vanda sær hon aft- urat. – Verður barnsburðarfar- loyvið longt í næstum, kann tað gerast ein sovipúta hjá kommunum. Tað kann hugsast, at tær ikki skunda sær so nógv at nøkta tørvin á stovnsplássum, sigur Ása Olsen, og leggur afturat. – Tað hevði verið gott, um pápar í størri mun enn vit síggja í dag, fara heim at taka sær av sínum børnum, um barnsburðarfarloyvið verður longt. Fóru páparnir heim einar tríggjar mánaðir til dømis, eri eg sannførd um, at tørvurin á stovns- plássum varð skjótari nøktaður. Tað er eftir øllum at døma truplari hjá monnum at fara úr arbeiði heim at ansa børnum – og gomlum foreldrum eisini. Eg kenni eingi dømi um, at synir fara heim at taka sær av óhjálpnum foreldrum. Kanska yngri ættarlið hugsa øðrvísi. Lopfjølin Hjá mongum er fakfelags- arbeiði lopfjøl til at fara uppí politikk. Ása Olsen var limur í Sjálvstýrisflokk- inum, áðrenn hon fór upp í fakfelagsarbeiði, men ikki fyrr enn tá gjørdist hon virkin limur í flokkinum. Hon stillaði upp fyrstu ferð til løgtingsvalið seinast og aftur til býráðsvalið fyri tveimum árum síðani. – Eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsviður- skiftum, tí eisini politikki. Fakfelagsarbeiði og polit- ikkur hava nógv við hvørt annað at gera. Í dag er rættiliga vanligt, at fakfel- øg melda greitt út eitthvørt, sum hevur samband við førda politikkin. At vera virkin í politikki og fakfel- agsarbeiði samstundis gev- ur eftir mín meting báðar vegir. Til dømis kenni eg eldraøkið innanífrá og veit hvør tørvur er og hvar, og tískil er tað lættari hjá mær eitt nú enn øðrum, sum ikki kenna økið, at gera nakað munagott fyri økið. Eldra- økið hevur ongantíð verið raðfest nóg høgt, so annaðhvørt mugu fólk, sum starvast í økinum, upp í politikk at gera nakað fyri økið, ella mugu hesi hoyr- ast betur enn tey verða í dag. Vit kunnu í øllum før- um staðfesta, at tað ikki verður lurtað nóg væl. Ovast á listanum yvir mál, hon ætlar at arbeiða við, verður hon vald inn á ting, er at nøkta tørvin á røktarheims- og sambýlis- plássum umframt at arbeiða fyri, at døgnrøkt verður sett á stovn. – Verður døgnrøkt sett á stovn, fáa nógv fólk eina ella tvær vitjanir um nátt- ina. Hetta hevði verðið ein munandi bati, ikki bara hjá teimum eldru, men eisini ein tryggleiki hjá teirra avvarðandi. Eisini fólk, sum eitt nú hava krabba- mein ella aðra álvarsliga sjúku og sum eru heima, høvdu fingið ágóða av eini døgnrøkt. Og nógv eldri fólk høvdu kunnað búð longri heima, um døgnrøkt var. At gera fortreytirnar betri hjá føroyskari vinnu at kappast mótvegis útlendsk- um fyritøkum, er eisini eitt mál, Ása kundi hugsað sær at arbeitt við. – Dømi eru um, at útl- endskar fyritøkur vinna í kappingini mótvegis før- oyskum fyritøkum í Føroy- um, tí tær fáa útflutnings- stuðul og nógvan frádrátt. Fortreytirnar fyri at bjóða uppá arbeiði í Føroyum eru rættiliga ymiskar, og sjálv haldi eg, at tað er ógvuliga spell, at útlendskar fyritøk- ur vinna á føroyskum fyri- tøkum, tá ið arbeiði í Føroyum skal gerast. Frá- dráttirnir, sum føroyskar fyritøkur fáa í sambandi við ferðing, um tær arbeiða í fleiri bygdum, er nærum einki aftur ímóti tí, sum útl- endskar fáa. Vit skulu ikki gera tað verri hjá útlendsk- um fyritøkum at arbeiða í Føroyum. Ístaðin eiga vit at gera tað líka gott hjá før- oyskum fyritøkum við eitt nú skattafríum frádrátti til ymiskt. Heldur ikki er rætt at minka frádráttin, sum føroyskir handverkarar uttanlands fáa. Tað tvingar fólk heim. Einasta, sum kemur burtur úr, er, at handverkararnir verða skrásettir uttanlands, sigur Ása Olsen at enda í viðtali. – Sum kvinna skalt tú arbeiða tvær ferðir so nógv sum ein maður fyri at verða hoyrd og viðurkend. Hetta kann ikki vera rætt. Tær kvinnur, sum eru komnar fram, hava sanniliga stríðst fyri tí og nógv meiri enn menn eru noyddir, sigur Ása Olsen Mynd: Jens Kristian Vang Ása Olsen, 46 ára gomul, ættað úr Øravík, búsitandi í Havn. Eigur fýra børn í aldrinum 21 til 27 ár, og tvey ársgomul ommubørn. Útbúgvin bókhaldari og innan almenna fyrisiting á merkonomstøði, um- framt tikið prógv í leiðslu og pedagogikk. Starvast hálva tíð sum náttarvakt á eldrasambýli. Varð vald í nevndina hjá Heilsuhjálparfelagnum í 1995 og hevur síðani 1996 verið forkvinna í felagnum. C M Y K 13 12