Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 1960síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr, 5 SCSIALURIN Tilafturskomnar bygdir Slikar bygdir eru uttan iva fleiri i Føroyum; men at siggja eina bygd sum Miðvágur, har fleiri trolarar fyri uttan sluppur hoyrdu heima, liggja farleysa í dag, er hugstoytt og gevur einum og hvørjum nokk at hugsa um. Turkihúsini liggja oll still, líka sum alt annað lív ikki trívist. Husabygging Jer eingin. Er tað ein, ið er noyddur at byggja, má hann sjálvur strevast uttan tekniska hjálp ella ráðgeving. Har verður spart ikki bert uppá arbeiðs- kraft: men tilfarið og sement má brúkast so lítið sum gjørligt. Hús- ini verða hareftir — syndarligt, so skal vera. Spurt verður ofta, hvussu tað ber til, at vit, sum hava verið saman við Danmark so leingi, ikki kunnu fáa somu treytir sum teir hava. — Vit kunnu ikki skylda uppá heima- stýrið — tað er jú so nýtt; men vón andi kemur nú ein betri skipan í lag — tað er harðliga tiltrongt. At Miðvágs bygd soleiðis glapp afturút, má helst góðskrivast eftir- krígstíðini: førini keypt gomul, dýrt viðlíkahald — og tað, sum oftast var ovlítil til at dríva alt rationelt verður lítið vurderað — peningur við neyðugum goymslurúmum o. 9. á landi. Sjálvt um fólk her ferð eftir ferð settu síðsta oyra til, vildi ikki bera til, og alt mátti latast av hond- um — eftir sat eitt mergsoðið fólk. Teir pengarnar, ið fleiri høvdu spart upp til at seta búgv fyri, slúktu hes ar fyritøkur. Kortini hevur verið roynt nú at savna pening til nýggjan trolara; men kommunan, ið ikki var fram- skygd nokk til at konsolidera seg í peningatíðini, var ikki sterk nokk til at vera við, og so datt tað niðurfyri. Nú verður roynt eftir línubáti ístað- in, men um so verður, at tað kann lukkast, so er tað alt ov lítið til so stóra bygd. Línubátar geva eisini nógvar ferðir minni arbeiði á landi enn ein trolari, og tað er nú eina- ferð so, at ikki oll kunnu fara á sjógvin — sjálvt um førini vóru til- steðar. Hvussu skulu hesar bygdir bjarg- ast frá at fara heilt niðurfyri? Var havnin gjørd fullfíggjað, so at man kundi goymt útróðrabátar alt árið, var møguleiki til stóran útróður og flakavirki; men komandi havnar- ætlan miðar bert ímóti, at størri før kunnu leggja at og útróðrahavn Mítt uppskot er hetta: Landið letur byggja fabrikkstrol- ara við einum kapasiteti, sum ger tað møguligt at fiska (við Afrika- strendur um neyðugt. Hesin trolari verður latin tilafturs komnari bygd at dríva, lat okkum siga Miðvági, sum man vera ein tann bygd, ið ringast er fyri í løtuni. Treytirnur: Landið letur båtin til feigu við tí fyri eyga, at felagið einaferð kann keypa bátin. Tá tað kemur hartil. skal inngoldin leiga ganga uppí prísin.. Tvey key fyrstu árini átti leiga ikki at verið goldin. við tað at landið luttekur í at gera hesar royndir og hevur serkønan mann umborð. Felagið skal. áðrenn báturin verður latin ti, framskaffa so stóran partapening, at tað. ið krevst á landi til at dríva slíkan bát. er til- steðar: goymslurum, handil. ið tekur sær av útgerð til skip og manning o. s. fr. Við hesum tiltaki, ið hevur allar møguleikar til at forrenta tann kapi- tal, ið krevst, verður heil bygd lyft úr vinnuloysi og vénloysi, og kundi gjørt neyðugar kanningar og brotið slóð fyri hesum tåtti í fiskivinnuni. Vjt eiga at vera við nú, og hetta til- tak má koma undir útviklingsplán- in, Jríkið hevur fyri slík pláss, ið liggja í vinnuloysi og góð líkindi at skaffa kapitalin. Eg ivist ikki í, at um dansku myndugleikarnir settu seg inn í, hvussu illa er statt og funnu fram alt, sum talar fyri, at her kann ger- ast nakað plássið er vælegnað, fólkið av tí besta, ið bert hungrar eftir at taka fatt — vildi ikki staðið á frá teirra síðu. Tí vil eg biðja okkara menn gera alt, sum gerast kann av okkum. Tann dagur, hvør maður, ið vil arbeiða, sleppur til tað, vil verða merkisdagur í Føroya søgu. Eg vóni nusitandi landsstýri íkki skuffar okkara álit. Vit hava alt at takka fyri, um tað nú virkuliga fer at ske nakað við vinnulivi Føroya, og ser- stakliga við teimum tilafturskomnu bygdunum. Miðvingur. Frakki Ein gráur impregneraður frakki er burturmistur í Tinganesi miku- dagin; eitt reytt D er broderað í neðra í øðrum horninum. Prentsmiðjan vísir á. Vallistar Sambært lóg nr. 92 frå 28. mars 1956 um fålkatingsvallistarnar fyri Tórshavnar kommunu fyri tidar- skeiðið 1. mars 1960— 28. februar 1961 eru til skjals á skrivstovu fólkayvirlitsins, Rektarsgøta 2, frå 1. til 8. februar i ár, báðir dagar íroknaðir. Mótmæli móti gildi vallistanna verðar at senda býráðnum skrivliga í seinasta lagi 12. februar í ár. Tórshavnar býráð, januar 1960. tann 22. SVEINAROYND Sveinaroynd fer í ár fram um mánaðarskiftið marts—apríl. Fyri at sleppa fram til royndina má lær-- lingurin vera tilmeldaður av meist- aranum til læruráðið seinast 22. februar (møbilsnikkaralærlingar tó seinast 15. februar). = Tilmeidingar- blød fáast frá læruráðnum ella teknisku skúlunum. Saman við til- meldingini má verða sendur læru- sáttmáli, navnabræv (dópsváttan), våttan um tekniskan skúlagang og tiimeldingargjald 50 kr. Læruráðið. SALE 2 SE SORTE ME ECS DT EI) Heldur tú ikki Sosialin So bilezg hann hjá | postverkinum * 2. februar 1960 Lýst Sambært lóg frå 12. mars 1923 um kommunala skattaálíkning í Føroyum verða allir persónar, sum eru skyldigir at føra loggildar handilsbøkur, bidnir um annaðhvort sjálvir ella við fulltrúa, tó um so er — við fulltrúargevarans egnu ábyrgd áðrenn 1. februar 1960, at geva upp inntøku sína fyri árið 1959 samsvarandi teim sjálv upp- gåvuskjølum, sum nevndin hevur útflýggjað skattgjaldarunum. Serliga verður víst á, at persónur, sum í yrki sínum nýta annað rakstrarár enn álmanakkaárið, hava rætt til at nýta hetta í sjálvuppgávuni. Hesi utfyllingarblød verða endurflýggjað Tórshavnar Likningarnevnd. Tað verður beinleiðis gjørt kunnigt, at hann, sum íkki í rættari tíð gevur upp inntøku sína samsvarandi ådurnevndu lóg, missir rættin til at mótmæla skattaálíkning síni, um hann ikki kann vísa á, at skatt- aålikningin er meir enn 25 % hægri enn veruliga inntøka hansara. Er munurin meir enn 25 %, skal hann gjalda skatt av veruligu inntøku síni við 25 % í viðbót. Hann, sum einki útfyllingarblað hevur fingið við útbýtanina, eigur sjálvur at snúgva sær til likningarnevndina, tå møgulig mistøk við út- býtanina onga åvirkan hava á undannevndu ásetingar. Persónar, sum eru skyldugir at føra løggildar handilsbøkur og skattskyldug deyðsbúgv, skulu saman við sjálvuppgávuni senda inn rakstrarroknskap og uppgerð yvir figgjarstødu við rakstrarársins byrjan og enda. Sjálvuppgávur, sum ikki eru innkomnar áðrenn ådurnevnda frest i tí fyriskrivaða sniði og rætt undirskrivaðar, kunnu ikki vera kravdar tiknar til umhugsannar. Somuleiðis verður kunngjørt, at hann sum til skaða fyri kommunu miðvíst gevur skeiva sjálvuppgávu ella gevur likningarnevndini skeivar upplýsingar um innøku ella ognar- og førimunarvidurskifti síni verður sektaður vid, at hann til kommununa bøtir upp til 10 ferðir tann skatt, hann hevur svikið. Øl verða biðin um at skriva nøvn og bústað (gøtunavn og húsa- nummar) skilliga á sjálvuppgávuna, so tey verða ikki misskild. TÓRSHAVNAR LIKNINGARNEVND Føroya Bjór ØL- og MINIRALVATNSVIRKI Føroya Citrón sodavatn Pil Appelsin limonada lisnar Hindber limonada Jørdber limonada Ekta Maltøl. FINAR WAAG, Klakksvik — MÅLTRÅDUR 4 Vanillie limonada Åppolinaris GROT OG SKERVUR ØIN, ið viliz keypa skerv ella grét eiga at venda sær til kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA Lutasediar til 19. føroyska happadrått eru nú til sólu úti um landið. Reglurnar eru sum seinast. Lutaseðiarnir eru galdandi fyri allar 3 dråttirnar í hálvárinum. Seinasti søludagur til 1. drátt verður 20. februar 1960. Vinningarnir í øllum dráttinum eru teir somu. frå 20.000 kr.. 15.000 kr. og so nidur í 100 kr. Prisirnir eru fyri: 1/1 SED etern KEE kr. 80,00 1/2 sedil re « 40,00 FR « D20,00 Fyri at hava møguleikar at vinna i øllum 3 dråttum, må lutasedil verða vissaður longu nú til 1. drátt. HAPPADRÁTTURIN