Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-02-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. februar 1960síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útgevari : FØROYA JAVNAÐARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sørensen. Box 76. Prentsmiðjan á Heygsbreyt | TELF 1820 | Dagblaðið sigur at javnaðarmenn eru sambandskir Síðan 1950 hevur >Dagblaðið“ verið ógviliga spakmælt; men nú er tað við at menna seg aftur og spark ar til ymsar síður. Eisini javnaðar- flokkurin fær eitt esilssparkið nú og annað tá; men tey ráma einans við síðuna av. »DagbladiO« nr. 5 í ár skrivar um loysing frá Danmark og sigur, hvorj ir teir halda, hevur skuld fyri, at ikki er leyst enn. Fyrst nevna teir javnaðarmenn og siga, at nakrir sjálvstýrismenn vóru við at stovna javnaðarflokkin og eru nú sambandskir, ella sum >Dagblað iða sigur tað við hesum orðum: »Javnadarflokkurin i dag er sterk- asti sambandsflokkurin í Føroyum og tann mest aktivi og fyri sjálv- stýri nógv tann vandamiklasti«. Hví »Dagbladid« meinar hetta, siggja vit seinri i somu grein. Men hetta komi eg aftur til. Lat meg fyrst nerta vid rskriting, harí >Dagblaðiðx við- gongur, at fólkaflokkurin sjálvur hevur skuld fyri, at Føroyar enn eru saman við Danmark. Ja, øll minnast folkaatkvøduna í 1946. Tá fingu loysingar atkvødurnar meiri luta, um hann ikki var stórur, so var tað somikið, at teir stýrandi í Danmark tá úttalaðu, at um so er, at Føroyingar ikki ynskja at verða saman við Danmark, so hava teir fullan rætt at fara frá okkum hvønn dag, teir sjálvir vilja — Men hvar vóru fólkaflokksmenninir tá? — Øll vita, at ikki eins tann einasti fólkaflokksmaður tá rørdi somikið sum ein fingur fyri at gera leyst frá Danmark. — Hetta prógvaði tað, sum øll hugsandi fólk longu fram- manundan vistu, neymliliga tað, at fólkaflokkurin aldri hevur meint eitt einasta orð av tí, teir róptu upp um fullveldi og at í Føroyum skulu føroyingar ráða o. s. fr. — Hetta er leyst skrål, ið einans er til at villleiða arbeiðarar og fiski- menn og fáa teir til at stemma á umboðsmenn fyri yvirklassan. Tá id »Dagbladid« sigur, at javn- aðarmenn eru sambandskir og fyri sjálvstýri' nógv teir vandamiklastu, so kann ein kanska spyrja hví, men ikki nýtist at spyrja; tí Dagblaðið sjálvt greiðir frá hugsan síni í so máta. Blaðið sigur. at javnaðar- flokkurin hevur fingið tað so í lag. at hópur av donskum miljónum á hvørjum ári streyma inn yvir Før- oyaland, at onki hugsandi menn- iskja kann rokna víð, at einsamalt kann rinda alt tílíkt. um > ' | Føroyar í vit gera leyst og einki fáa frá Dan- í mark. Hetta seinasta er ikki orðrætt tik ið úr Dagblaðnum; men soleiðis er alt tað uttanum møsnid í blaðnum at skilja. Við ødrum orðum er at siga, at um eingin félkapension og eingin avlamisrenta og eingin tílík studningsveitan hevði verið og eing- ir skúlar og annað tílíkt uttan ein- | | SOSTALURIN 6. ans til nøkur få rikmannabørn, eing in nyggjur »Smiril«, eingi fjallahol hvorki millum Tvøroyr$—Hvalbæ ella tað á Borðoy — og einki nytt sjúkrahús og eingir nýggir línubát ar 0. s. fr., so kundu vit gjørt leyst frá Danmark, meinar <Dagblaðið<, men sigur, at av tí, at javnaðarmenn hava funnið uppá at dýkja landið undir við danskum miljónum til alt, ið her framman fyri er nevnt, og mangt annað, so eru Føroyingar ikki førir fyri at yvirtaka alt hetta og tessvegna eru javnaðarmenn fyri sjálvstýri teir mest vandamiklu. Um hetta er at siga, at kunna vit ikki loysa frá Danmark uttan so, at gomul og sjúk og oll fátæk ongan studning skulu fáa og uttan at um- vera alt tað góða, sum vit hava fingið, og sum vit stevna fram ímóti við hjálp frá okkara frændum í Dan mark, so vilja vit javnaðarmenn ikki loysa frá Danmark. Lat meg skoyta uppí, at vit javnaðarmenn aldri hava verið og heldur aldri fara at verða loysingarmenn. Vit javnaðarmenn eru glaðir fyri ta stýrisskipan, sum vit hava í løt- uni. Um hetta kundi nógv meiri verið at sagt; men latum okkum støgga her. J. H. Danbjørg. „TA g takki ollum teimum, ið mint- sr 8 gleddu meg á sekti ára fød- ingardegnum 15. jan. Serstøk tøkk til tykkum, i O gjørdu mær dagin hugnaligan. Gunhild Waag, p. t. Hvildarheimid Naina. Føroya Fólkaháskúli Skúlin byrjar summarskeið sítt fyri gentur 3. mai. Tær, sum ætla sær at luttaka, verða bidnar um at senda innskrivingarseðil til skúlans áðrenn 16. marts. Umsóknarblað, innskriv- ingarseðlar og skrá skúlans fáast við at venda sær til undirritaða. Marius Johannesen. Foroya Ferðamannafelag hevur årsadalfund á Ferdamanna- stovuni tyskvøldid 23. februar 1960 kl. 20. Furidarevni: 1) Frågreiding frå virki felagsins i farna åri, 2) Framløga av årsroknskapi vid figgjarstødu, 3) Val av nevndarlimum og grann- skodarum, 4) Ymist. Neyndin. —r Heldur tu ikki Sosialin ? So bilegg hann hjå | postverkinum * nevndini um | | | | | | | | | | | | | | | februar 1960 HAFNIA. LIV den sikre havn Biðið um tilboð uppá lívstrygging hjá staðarum boðs- monnum okkara fyri høvudsumbodi í Foroyum TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Kongabrúgvin, Havn, tlf. 1090 inspektor JOHN SIVERTSEN í Havnardali, tlf. 1721 ella hrá | Føroya Brunatrygging.. TRYGGINGARSAMBANDID OROYAR | | Feroya Kríggstrygging telf. 1090 Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1090 | telf. 1093 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721 | Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o. a. Feroyingar eiga at tryggja | í landsins egnu trygging | FÆRØSK MARGARINE Vita No í VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Skipafelagid Føroyar TELEFON 1225 Tórshavn A SA NI GROT DE G SKE (li, ið Vile skery eg gr kommunukantorio, skervur megu verda goldin fyrst, RVUR eiga at venda sær til keypa Grót og iðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar teir ikki kunnu heimta gråt ella vegnevndini ella einum umboðs- verða ámintir, at skerv uttan við einum limi av manni fyri kommununa. FROÐBIAR KOMMUNA SÓKNAR Í Hesssenn—————"W""——————"—Wi