mikudagur 29. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 62 - 29. mars 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og ment-
amálum hevur verið heitasta evnið í fjølmiðl-
unum seinastu vikuna, og eftir middag ígjár
frættist, at landsstýrismaðurin fór frá fyribils,
meðan málið um embætisførslu hansara í
samband við gjaldføristrupulleikarnar hjá
Sjónvarpi Føroya verður kannað.
Alt fleiri tíðindi seinastum samdøgurini benda
á, at tað eru tær yngru kreftirnar í Tjóðveldis-
flokkinum, sum vildu hava Signar á Brúnni
frá sum landsstýrismann. Og so kunnu vit
spyrja hví? Vilja tær yngru kreftirnar hava alt
valdið, ella vilja tey hava ein fullkomiliga ó-
plettaðan Tjóðveldisflokk, nú fullveldið er fyri
framman?
Tíðindi ígjár og fyrradagin vildu vera við, at
landsstýrið sum so vildi ikki, at Signar á Brúnni
legði frá sær sum landsstýrismaður, hóast
einstakir landsstýrismenn einki høvdu ímóti,
at Sigar á Brúnni fór niðan á Hoyvíksvegin at
pakka skjøl og pappír niður í kassar.
Tað kann hugsast, at orsøkin til, at landsstýr-
ismenn ikki vilja hava, at Signar á Brúnni
verður koyrdur frá ella fer frá sjálvboðin er
hon, at fleiri landsstýrismenn hava lík í lastini.
Tann nýggja frágreiðingin hjá landsgrannskoð-
aranum er jú rættiliga avdúkandi fyri fleiri
landsstýrismenn.
M. a. verður staðfest í frágreiðingini, at til
almannamál vórðu 30 milliónir krónur brúktar
meiri enn játtan var til. Talan var eisini um
lógarbundnar útreiðslur, men landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum vildi, sambært frágreið-
ingini ikki seta peningin á eina eykajáttanarlóg.
Hvussu meirnýtslan síðani er legaliserað er
enn ógreitt.
Somuleiðis visti neyvan nakar av, at Lands-
verkfrøðingurin brúkti átta milliónir meiri enn
heimild var fyri í 1998, men hinvegin var kent,
at Strandferðslan hevði eina stóra meirnýtslu
í 1998, og fekk pening úr gjaldføri landskass-
ans.
Tað var taða sama sum hendi viðvíkjandi
sjónvarpinum. Landsstýrismaðurin útvegaði
SVF pening úr gjaldørinum hjá landskassa-
num eftir leiðbeing frá embætismonnum í
Fíggjarmálastýrinum og Undirvísingar- og
mentamálastýrinum. Hetta var kortini eftir, at
fíggjarnevndin hevði noktað fyri at viðgjørt
eina umsókn um eykajáttan.
Ein grundgeving hjá Tjóðveldisflokkinum at
fáa landsstýrismannin settan frá var, at lands-
grannskoðarin sigur, at stýrisskipanarlógin er
brotin.
So er spurningurin, um hinar atfinningarnar
og viðmerkingarnar hjá landsgrannskoðara-
num eisini benda á, at stýrisskipnarlógin er
brotin í teimum førunum? Ella um ein stovnur
og landsstýrismaður bara kunnu lata standa
til og lata stovn yvirtrekka og ikki halda játt-
anina. Tí eftir støðuni ígjár at døma, er spurn-
ingurin um tað fær avleiðingar.
Signar og hini
Oddagrein
Viðmerking:
Føroya Landsstýri
Stílað: Signari á Brúnni,
landsstýrismanni í undirvís-
ingar- og mentamálum.
Undirritaðu skúlaleiðarar í
Eysturoynni, sum umboða
1700-1800 næmingar, hava
viðgjørt støðuna, nú sátt-
málasettu lærararnir hava
verið í verkfalli síðan 8.
mars.
Av tí at sáttmálasettu lær-
ararnir undirvísa í miðal
umleið ein triðing av pults-
tímunum, verður undirvís-
ingin skerd so munandi, at
skúlin als ikki virkar sum
undirvísingarstovnur. Fleiri
flokkar hava lítla og onga
undirvísing fingið, síðan
verkfallið byrjaði.
Heldur hetta lagið fram í
langa tíð afturat, verður
drúgt at byggja tað uppaftur,
sum nú verður brotið niður.
Í løtuni er støðan í skúl-
anum ótolandi, og tí verður
inniliga heitt á tygum sum
landsstýrismann í skúlamál-
um og ábyrgdarhavandi at
taka stig til, at málið verður
loyst beinanvegin.
Ein dagur av jørð ella ein rakstur aftrat
Hann ætlaði bert at keypa
ein jarðarteig aftrat soleiðis,
at livi líkindini gjørdust
heldur betur. Eingin ivi var
um tað, men nú ráddi um at
finna rætta vinin, ið vildi
selja ella geva ein líkinda
teig.
Sanniliga kemur hann
fram á ein mann, ið býður
honum tað av jørð, ið hann
megnar at ganga um, áðrenn
dagsett er. Hetta var ikki eiti
á tilboð.
Monnum líkt, dróg hann
andan djúpt og helt avstað.
Her var fongur at fáa.
Sum tey flestu munnu
vita, og onnur gita, gekst
honum ikki so væl. Hann
kom sær sjálvum undir
sprongdargongu. Væntaði
miklan fong, men fall deyð-
ur á vali áðrenn sólin setti.
Hetta lokkandi til - boðið
kostaði honum lívið. Ein
dýrur blokkur.
Sorgarsøgur eru eisini her
á landi um fiskimenn, ið
ætlaðu sær at landi á kvøldi
við nærum fullsettum báti.
Men tá ið siglast skuldi helt
onkur, at nakað mundi
kunna dragast aftrat, ein
rakstur kunnu vit leggja
aftrat. Hetta leggið kostaði
teimum lívið. Teir ovfyltu
bátin. Tá er lítið vunnið. Tá
royndist betur at verið
nøgdur við eitt sindur
minni.
Føroyingar standa nú á
fríum vølli ella flóta á opn-
um havi, og skulu til at
velja. Eitt týdningarmikið
val.
Úti í havsbrúnni ella heilt
úti undir vaðingini hongur
ein posi. Tað frættist, at
hann er fullur av gloypibit-
um ella á tremur av milli-
ónum av krónum í donskum
peningi. Men ð ljóðar, at
summir av hesum gloypi-
bitum eru fyltir innan við
húkum soleiðis, at um tú
svølgir ein tílíkan, gerst tú
fastur, tí teymur er á hvørj-
um húki. Tú sleppur ikki
leysur aftur.
Hinvegin sigast millión-
irnar hava tann eginleika, at
velur tú tær, vil tú bara hava
meira, og sleppur ikki úr
stað; tú kemur ikki longur
fram á vegin, og stendur
eftir við tí tómu tægu. Eitt
torført val.
Nei. Nu er tað so, at før-
oyingar og danir eru farnir
í samráðingar um framtíð
okkara. Teir byrjaðu ein
fríggjadag. Hvat skuldi ein
vænta?
Men líkamikið. Nú er
fyrri ella fyrsti hálvleikur
spældur. Danir løgdu í vað-
ið við snarálopum og hørð-
um taklingum, men sum
vera man, Anfinnur fylti væl
uppí málið, so bólturin kom
ongantíð í netið.
Fyrri hálvleikur endaði
sostatt við, at danir fingu
gula kortið fyri ovhart spæl,
og føroyingarnir byrja tískil
annan hálvleik við horna-
sparki. Hetta verður 6. apríl.
Sjúrður Poulsen
Fuglafjørður, tann 23.
mars 2000.
Fuglafjarðar skúli, Súni í
Hjøllum
Leirvíkar skúla, Ólavur
Sjúrðarberg
Gøtu skúli, Hans Mourits
Foldbo
Runavíkar kommunuskúli,
Osmund Lamhauge
Tofta skúli, Marita Dals-
gaard
Stranda skúli, Richard Jo-
hansen
Skála skúli, Súni Kristian-
sen
Oyndarfjarðar skúli Hallur
Ellingsgaard
Funningsfjarðar skúli, Emil
Jacobsen
Funnings skúli, Tórhild
Bjarkhamar
Gjáar skúli, Jan Thomsen
Eiðis skúli, Vagn Foldbo
Norðskála/Oyra skúli, Arn-
old Joensen
Felagsskúlin á Oyrarbakka,
Hans Erland í Brekkunum
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæra mamma, vermamma, omma og systur
ALISA HJELM
Klaksvík
doyði og varð jarðað.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri troystarrík orð, blóm-
ur, kransar og uppringingar og til tykkum øll, sum
hjálptu til á mangan og ymiskan hátt.
Ein hjartans tøkk fyri peningagávur til Zarepta.
Familjunnar vegna
børnini
Tøkk
Yvirlýsing frá 7 mannabólkinum
Umboðandi umleið 32 fak-
feløg sigur 7-mannabólkur-
in frá, at meðan Føroya
Lærarafelag er í arbeiðs-
steðgi taka limir í fakfeløg-
unum ikki næmingar frá
fólkaskúlanum í starvsvenj-
ing.
Tórshavn 23.3.00.
Sjúkrasystrafelag Føroya
Starvsmannafelagið
Havnar Handverkarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Føroya Arbeiðarafelag
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu í stóru
sorg okkara, tá kæri sonur, beiggi, svágur, mammu-
beiggi og vinur okkara
TERJI NIELSEN
Sumba
brádliga andaðist og varð jarðaður.
Tøkk tit mongu, ið vóru í kapellinum í Keypmanna-
havn. Tøkk til Elsu Funding, prest, fyri troystarrík
orð í heiminum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar,
sangarar, berarar og tykkum, ið hjálptu til við erv-
inum.
Tøkk fyri telegrammir, tit sum ringdu, sendu blómur
og kransar og fyri gávu til Missiónshúsið. Tøkk øll
tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Harda og Daniel Jacob
Tøkk
Signar farin
úr sessinum
Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum
heitti í gjár á løgmann um at verða loystur úr landsstýris-
sessinum. Høgni Hoydal umsitur nú málsøki hansara
JOHN JOHANNESSEN
Klokkan trý korter til tvey
seinnapartin í gjár - tá ting-
fundurin varð settur - las
tingformaðurin upp skriv
frá Signari á Brúnni, lands-
stýrismanni, har hann heitti
á løgmann um fyribils at
verða loystur úr landsstýr-
issessinum, meðan spurn-
ingurin um embætisførslu
hansara verður kannaður.
Signar á Brúnni skjýtur í
brævi sínum upp, at Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
sjálvstýrismálum, tekur yvir
málsøki síni.
Løgtingsformaðurin las
eisini bræv upp frá løg-
manni. Í brævinum sigur
løgmaður seg ganga um-
bønini á møti, og boðaði
hann frá, at Signar á Brúnni
var loystur úr starvinum
beinan vegin. Somuleiðis
boðaði løgmaður frá, at
Høgni Hoydal nú skal um-
sita undirvísingar- og ment-
amál.
Aftur tingmaður
Signar á Brúnni var á valin-
um í 1998 valdur inn á ting.
Men avgerðin um, at hann
skuldi gerast landsstýris-
maður, gjørdi, at hann aldri
tók við hesum tingsessi.
Men Signar á Brúnni er nú
vanligur tingmaður, eins og
hann var frá 1994 til 1998.
Tingsessin tók hann beinan
vegin, løgtingsformaðurin
hevði boðað frá, at Signar á
Brúnni ikki longur var
landsstýrismaður.
At landsstýrismaðurin í
undirvísingar- og menta-
málum aftur er tingmaður
hevur ikki bert havt avleið-
ingar fyri Signar á Brúnni,
men eisini fyri ein annan av
limum Tjóðveldisfloksins.
Tórbjørn Jacobsen av
Glyvrum, ið higartil hevur
verið varamaður á tingi fyri
Signar á Brúnni, er nú ikki
longur løgtingslimur. Hann
mátti lúta, nú fyrrverandi
landsstýrismaðurin gjørdist
løgtingsmaður.
Sambært grein í Dimma-
lætting í gjár, vildi Tórbjørn
fegin offra tingsessin fyri,
at Signar á Brúnni segði seg
úr landsstýrissessinum.
Tórbjørn Jacobsen metir
tað nevniliga vera ógvuliga
týdningarmikið, at lands-
stýrismaðurin - hóast hann
er floks- og samgongufelagi
hansara - fer frá, tá frágreið-
ing vísir, at hann hevur brot-
ið lógina.
Tórbjørn Jacobsen gjørdi
greitt, at tað ikki ber til at
fáa fullveldi, um tað ikki ber
til at hava álit á embætis-
førsluni hjá landsstýrinum.
Misálit lá í luftini
Var Signar á Brúnni ikki í
gjár áðrenn tingfundin kom-
in við áheitan á løgmann um
at verða loystur úr lands-
stýrissessinum, var vænt-
andi, at hann kortini fór úr
sessi sínum.
Umboð úr fleiri flokkum
søgdu Sosialinum fyrrapart-
in í gjár, at tey ætlaðu at
leggja misálit fyri løgtingið
um Signar á Brúnni, varð
eingin avgerð tikin á lands-
stýrisfundinum, um at hann
fór frá.
Samband var millum
fleiri av flokkunum fyrra-
partin í gjár - eisini við nøk-
ur av umboðum Tjóð-
veldisfloksins, og vóru hesi
vís í, at eitt misálit á lands-
stýrismannin fór at fáa
meiriluta.
Kortini var ikki vist, at tað
fór at verða neyðugt at
leggja misálit fyri løgtingið,
sjált um Signar á Brúnni
ikki sjálvur ynskti at verða
loystur úr landsstýrissessin-
um.
Løgmaður segði nevni-
liga fyrrapartin í gjár, at
málið mátti fáa avleiðingar
áðrenn tað kom so mikið
langt, at misálit varð reist í
tinginum. Tískil gav hann
greiðar ábendingar um, løg-
maður sjálvur fór at taka
neyðugu stigini, tók Signar
á Brúnni seg ikki aftur sjálv-
ur.
Seta kanningarstjóra
Signar á Brúnni metir seg
ikki hava gjørt nakað skeivt,
tá hann seinasta summar
játtaði sjónvapinum pening
uttan um fíggarlógina. Hann
sigur seg hava handlað eftir
ráðum
frá
løg-
og
búskaparfrøðingum bæði í
Undirvísingar- og Menta-
málastýrinum og uttan fyri
húsið.
Tí hevur Signar á Brúnni
kravt at fáa ein óheftan
kanningarstjóra at kannað
málið, so prógv fæst fyri, at
hann ikki hevur framt nakað
brot á lógina um ábyrgd
landsstýrismanna.
Sambært løgmanni og
varaløgmanni, verður kann-
ingin sett í verk. Slík kann-
ing kann væntast at fara at
draga aðrar landsstýrismenn
umframt embætisfólk upp í
leikin. Tískil er neyvan sein-
asta orðið enn sagt í málin-
um.
Kanningin fer eisini at
sýna okkum, hvørt tað eru
løgtingsgrannskoðararnir,
ið hava víst á lógarbrotini
hjá landsstýrismanninum,
ella tað er sjálvur landsstýr-
ismaðurin, ið hevur uppi-
borið misálit.
Frá fyri at verja stýrisskipanina
Signar á Brúnni og Tjóðveldisflokkurin gjørdu í felag av, at landsstýris-
maðurin skuldi fara frá, fyri at tryggja føroyingum álit á rættartrygdina
JOHN JOHANNESSEN
Fyrrverandi landsstýris-
maðurin, Signar á Brúnni,
og
Tjóðveldisflokkurin
samdust í gjár um, at Sign-
ar á Brúnni skuldi fara úr
landsstýrissessinum, með-
an málið um embætisførslu
hansara verður viðgjørt av
óheftum kanningarstjóra.
Høgni
Hoydal
vísir
vegna flokkin á, at slíkar
atfinningar, sum tær løg-
tingsgrannskoðararnir eru
komnir við, ikki kunnu
fara aftur við borðinum.
– Bert tað, at ivi er reist-
ur umlógarbrot, er nóg
mikið til, at fólk ikki hava
álit á, at stýrisskipanin
verður hildin. Og um slík
mál ikki fáa avleiðingar og
verða viðgjørd til fulnar,
kann hetta fáa sera álvar-
sligar fylgjur fyri samfel-
agið, sigur Høgni Hoydal.
Ganga á odda
Sambært Høgna Hoydal
eru Signar á Brúnni og
Tjóðveldisflokkurin vorðin
samd um, at flokkurin eig-
ur at ganga á odda fyri at
skapa álit og fyridømir
fyri, at slík mál fáa ta við-
gerð, ið setur greiðar linj-
ur, hvat skal bera til hjá
einum landsstýrismanni.
Ábyrgdin skal staðfestast
hjá landsstýrismanninum,
fyrisitingini og øllum øðr-
um pørtum í slíkum mál-
um.
Høgni Hoydal sigur seg
við hesum rokna við, at
gott fordømi er skapt fyri,
hvussu slík mál frameftir
kunnu fáa eina rættar-
trygga viðgerð, ið tryggjar
at alt kemur fram og á-
byrgdin verður staðfest.
Somuleiðs væntar hann at
fordømi er skapt fyri,
hvussu ljós verður kastað
á stýrisskipanarlógina og
ábyrgd landsstýrismanna
og hvussu álit verður skapt
á stýrisskipanina
Tjóveldisflokkurin rokn-
ar eisini við at hava skapt
fordømi fyri, hvussu vit
tryggja, at slík mál ikki
verða avgjørd gjøgnum á-
kærur og dómar í fjølmiðl-
unum, hvussu vit tryggja,
at einstøk mál verða við-
gjørd við grundarlagi í
rættartrygdini á øllum økj-
um frameftir og hussu vit
loysa slík mál í fullum op-
inleika við virðing fyri
fólkaræðinum, løgtingi,
landsstýrismonnum og fyr-
isiting teirra.
Landsstýrismaðurin
ósekur
Tjóðveldisflokkurin stend-
ur, eins og landsstýrismað-
urin sjálvur, fast við, at
Signar á Brúnni er ósekur
í ákærunum frá løgtings-
grannskoðarunum.
Flokkurin
sigur
seg
gjølla hava viðgjørt málið,
og er hann komin til ta
niðurstøðu, at tað er púra
høpisleyst at misteinkja
landsstýrismannin
og
leggja hann undir nakran
persónligan áhuga í mál-
inum.
Tað stendur greitt, at
hetta er eitt mál, ið ikki
eigur at brúkast sum ein
heksajakt eftir landsstýris-
manninum í undirvísingar-
og mentamálum. Málið um
roknskapin hjá sjónvarpi-
num hevur verið viðgjørt
púra opið fyri almenningin
og løgtingi. Somuleiðis
hevur landsstýrismaðurin
grundgivið fyri sínum av-
gerðum um, at hann var
noyddur at gjalda lønir og
skyldur hjá sjónvarpinum,
tí annars hevði landskassin
misrøkt sínar skyldur mót-
vegis triðjaparti, sigur
Høgni Hoydal.