Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 Glyvraberg fer at fiska háv Tað er pláss fyri allari manningin samstundis við borði í lygarinum á Glyvrabergi Mynd: Edvard Joensen Fimm ungir mans ætla sær at fiska háv við 50 tonsaranum Glyvrabergi úr Hvalba. Teir hava roynt tað við øðrum skipum fyrr vóru ov nógvir mans við Fuglfirðingi til, at tað gav nakað í manspart. Við Glyv- rabergi ætla teir tí ikki at vera fleiri enn fimm mans. Í Grundini er tað ein meira, enn upprunaliga ætlað. Tað er ein serlig veiða, teir fara undir. Hávurin verður veiddur á rættiliga djúpum vatni, og krevur tí serligan reiðskap. Ikki tí. Hann verður veiddur á van- ligari botnlínu, sum tó er væl tjykri, enn línan er á landgrunninum. Hendan línan er níggju mm. Eisini er neyðugt við peiliboyum fyri at finna aftur. Tað kemst av, sigur Andrias Johanne- sen, at tá roynt verður á so djúpum vatni, sum teir fara at gera, verða standararnir so langir, at boyan kann reka upp til einar tveir fjórðingar. Og tað kann vera í allar ættir, at hon liggur og melur. Tá kann tað skjótt gerast rættiliga umstendiligt at finna hana aftur. Hesin reiðskapurin er ikki nakað, ein bara liggur inni við. So Andrias sigur, at teir hava gjørt íløgu í nýggjan reiðskap. Tann íløgan fer at liggja upp móti teimum 300.000 krónunum, sigur Andrias Johannesen, skipari á Glyvrabergi. Sløgini, fyrr hevur verið fiskað eftir, eru glíggjhávur og skrubbhávur, og Glyvra- berg fer at leggja seg eftir hesum somu sløgunum,siga teir í lugarinum. Teir ætla at leggja alt upp í Føroyum, skrædla og senda av landi- num á franska marknaðin. Soleiðis fæst helst besti prísurin, siga teir. Livurin er stórur partur av hávinum, og hana ætla teir at selja til livravirkið í Leirvík, sigur Andrias Johannesen. Einki frystari er umborð, og tí krevja túrarnir at vera stuttir. Glyvraberg fer nú at rigga til, og teir vænta at fara fyrsta túrin einaferð seinast í vikuni. aftur á dekkið. Lugarið er lítið. Einar seks koyggjur, har onkur er full av óruddi, sum vanligt er. »Tóm koyggja er altíð full«, sigur orðatakið. Beint sum komið verður niður í gongina framman fyri lugarið, er kokkahúsið. Har standa nakrar grýtur og onkur panna. Í lugarinum er borð at skaffa á, og ein olju- kabúss at halda hitanum í rúminum. Andrias Johannesen, sum er skipari á Glyvrabergi, sigur, at teir fara undir hesa veiðuna, tí teir halda, at tað skal bera til, hóast okkurt bendir á, at stovnurin er í minking. Sum er, er tað bara Fugl- firðingur, sum roynir eftir hávi undir Føroyum. Men okkurt er, sum bendir á, at hann fer at gevast við hesi veiðuni og helst leggja um til meira tradiotionellan fiskiskap. Andrias Johannesen sig- ur, at hann heldur, at teir EDVARD JOENSEN Meðalaldurin er eini 25 ár hjá teimum fimm monnun- um, sum fara við Glyvra- bergi at fiska háv vestan fyri Føroyar. Hetta eru menn, sum summir hava verið við Fuglfirðingi, og onkur áð- renn ta tíð eisini við Skútu- nesi, og tí kenna eitt sindur til hesa veiðuna. Og veiðan er av slíkum slag, at tú skalt vera eitt sindur av einum »cowboy« fyri at fara undir hetta, sigur skiparin á Glyvrabergi. Vit sita í lítla lugarinum á 50 tonsaranum úr Hvalba, sum júst er komin av beding í Vági, har hann er málaður og hevur fingið onkrar smá- vegis ábøtur omandeks. Reiðarin tekur eitt krúss, sum hann stoytir eitt sindur av heitum vatni í, turkar inn- an úr við eini uppvaskibust og býður blaðmanninum kaffi. Vit sessast – hesir fimm ungu menninir – meðan reiðarin sleppur sær Frá Yrkisfelag Studenta- og HF- lærara Yrkisfelag Studenta- skúla- og HF-lærara ger vart við, at avleiðingarnar av arbeiðsósemjuni mill- um Føroya Landsstýri og Føroya Lærarafelag ger- ast alsamt álvarsligari. Yrkisfelagið harmast um, at landsstýrið á øllum økjum skerjir so nógv av játtanunum, at stovnarnir ikki fáa virkað eftir lóg- um, ið hóska í einum framkomnum samfelagi. Bert at samtykkja slíkar lógir uttan at játtanir fylgja við er ábyrgdar- leyst. Ásannast má, at skjótari er ofta at bróta niður enn at byggja upp og í hesum føri, gongur sjón fyri søgn: besta og mest gev- andi undirvísingartíðin undan próvtøku fer fyri skeyti, og arbeiðslagið hjá næmingunum fer av lagi. Próvtøka og próvtøku- úrslit verða meira hótt fyri hvønn dag, og møguleik- in at lúka treytirnar og at standa seg væl á mið- námsskúla minka í hvørj- um, tí næmingarnir skuu í fyrsta lagi hava lokið frá- faringarroynd fólkaskúl- ans og í øðrum lagi við nóg góðum úrsliti fyri at verða tikin upp á mið- námsskúla. Yrkisfelagið heitir stað- iliga á landsstýrið um at halda landsins lógir og at virða arbeiðið, ið lærarar og næmingar gera. Programnevndir eru nú settar Ráðgevandi programnevndirnar hjá Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya Landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, hevur sett ráðgev- andi programnevndirnar hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya. Nevnd- irnar, ið hava felags for- mann eru settar sambært løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kring- varp v. m. Uppgávurnar hjá nevndunum eru m.a.: • tvær ferðir árliga at um- røða skráirnar hjá ávik- avist Útvarpi og Sjón- varpi Føroya, • at viðgera programvirk- semið hjá almennu loft- miðlunum, • at ráðgeva stjóranum við programvirksemi- num. Eisini kunnu nevndirnar koma við viðmerkingum til sendingar, ið hava verið í Útvarpi ella Sjónvarpi Føroya. Ráðgevandi program- nevndir hjá Útvarpi Føroya: Jonhard Mikkel- sen, Vestmanna, er for- maður í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru: Marna Jacobsen, Sandur, Óluvá Klettskarð, Klaks- vík, Marita Rasmussen, Tórshavn, Jógvan Fríð- riksson, Innan Glyvur. Ingi Rasmussen, Tórs- havn og Magni Joensen, Fuglafjørður. Ráðgevandi program- nevndin hjá Sjónvarpi Føroya: Jonhard Mikkel- sen, Vestmanna, er for- maður í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru: Marjun Bæk, Kvívík, Annlis Bjarkhamar, Vág- ur, Kristianna Rein, Tórs- havn, Bergur Poulsen, Fuglafjørður, Georg F. Hansen, Miðvágur og Rói Patursson, Tórshavn Eg vil verða reinsaður DAGFINN OLSEN - Lat meg undirstrika, at eg meti meg einki skeivt hava gjørt. Hetta var fyrsta viðmerk- ingin hjá Signari á Brúnni, eftir at hann í gjár fór frá sum landsstýrismaður, or- sakað av fíggjarligu viður- skiftunum í Sjónvarpinum. - Eg kann leggja afturat, at embætisverkið hjá mær og í Fíggjarmálastýrinum hava gjørt sær stóran ómak í hesum málinum og tað er væl lýst í tilfarinum, ið fór til Landsgrannskoðaran, sigur Signar á Brúnni. Eg vil verða reinsaður Um tað, at hann nú fer úr starvinum sum landsstýris- maður, sigur Signar á Brúnni, at málið er blást upp. - Tá eg havi tikið hetta stig, so er tað tí, at málið av onkrari orsøk er blást meira upp, enn onnur mál. Eg veit ikki hví. Men við tað, at skuldsetingar hanga í luftini um ymiskt, so sigur tað, at hesum kann eg ikki liva við ella finna meg í. Tí vil eg hava eina kanning gjørda um viðurskiftini, so tey verða lýst út í æsir, so at hesar skuldsetingar ímóti Løgmaður loysti í gjár Signar á Brúnni út starvinum sum landsstýrismaður. Signar á Brúnni hevur heitt á løgmann um at seta kanningarstjóra at kanna viðurskiftini, tí Signar á Brúnni metir seg einki skeivt hava gjørt landsstýrinum í nærum øll- um málum, ið koma frá landsgrannskoðaranum, halda uppat, sigur Signar á Brúnni. - Eg vil verða reinsaður. Hetta má roynast einaferð, so hetta óskil, ið ofta er á økinum, kann steðgast. Hetta við at tingmenn skuldseta hvønn annan fyri líkt og ólíkt, sum so fer í fjølmiðlarnar, har eg meti hetta mál er sera einsíðugt lýst, sigur Signar á Brúnni. Ikki martyrur Spurdur, um hann er samdur við teimum, ið meta hann sum martyr í hesum málium, sigur Signar á Brúnni, at so er ikki. - Um nakar heldur, at eg hugsi um at gera meg til martyr í hesum málinum, so er tað ikki so. Eg vil fyri einhvønn prís, at tað eg og embætisfólk gera, er reiði- liga gjørt. Og tað er tað eis- ini. Og so vil eg hava kann- ingarstjóran at seta fordømi, at siga,at so og so er tað. Hetta er ikki fyri at gera meg til martyr, leggur Sign- ar á Brúnni dent á. Sannførdur Tú hevur sagt teg úr lands- stýrissessinum fyribils. Tað Roknistykkið var eitt arbeiðsskjal Danski fíggjarmálaráðharrin, Mogens Lykketoft, vísir í svari til fyrispurning frá Jóannesi Eidesgaard á, at yvirlitið yvir útreiðslur av føroyingum ikki kann lesast sum politisk sjónarmið JOHN JOHANNESSEN Yvirlitið yvir útreiðslur av føroyingum, danska stjórn- in legði fyri landsstýrið á samráðingarfundinum um ríkisrættarligu støðu Føroya 17. mars, var eitt arbeiðs- skjal, sum landsstýrið skuldi gera sínar viðmerk- ingar til. Talan var ikki um eitt krav frá donsku stjórnini um, hvørjar útreiðslur føroying- ar skulu taka yvir, fáa vit fullveldi. Hetta vísir danski forsæt- isráðharrin, Mogens Lykke- toft, á í svari til skrivligan fyrispurning, Jóannes Eidesgaard setti honum, beint eftir, at tølini vóru al- mannakunngjørd. Misskilt Mogens Lykketoft vísir á, at skjalið er misskilt í før- oysku miðlunum. Orsøkin er, at skjalið er almanna- kunngjørt í Føroyum uttan tær viðmerkingar, lands- stýrið gjørdi til skjalið, eftir at tað var komið á samráð- ingarborðið. Skjalið varð bæði í Før- oyum og í Danmark lagt fram sum eitt yvirlit yvir, hvat føroyingar kosta døn- um. Víst var á útreiðslur av donskum pensjónum til før- oyingar í Føroyum, og farið varð eisini so langt, sum at vísa á, hvørjar útreiðslur danir hava av føroyingum, sum hava fastan bústað í Danmark. Í hesum sam- bandi varð millum annað víst á dagpening, arbeiðs- loysisstuðul og annað líkn- andi. Einki varð nevnt um skattainntøkur og annað av føroyingum í Danmark. Tí spyr Jóannes Eides- gaard í fyrispurningi sínum, hvat endamálið er við rokni- stykkinum. Greið viðurskifti Mogens Lykketoft ger í svarinum til Jóannes Eides- gaard greitt, at lisitin er gjørdur fyri at gera greitt, hvussu býtið av útreiðslun- um er í einari støðu, har før- oyskt fullveldi merkir, at ríkisfelagsskapurin og fel- ags ríkisborgararætturin heldur uppat. Danski fíggjarmálaráð- harrin sigur, at føroyskt full- veldi merkir serligan ríkis- borgararætt, og eigur hetta at roknast upp í faktuella grundarlagi fyri skiftistíð. Tó vísir Mogens Lykke- toft á, at stjórnin hevur gjørt lagt sær í geyma, at lands- stýrið ikki ynskir broytingar í hesum viðurskiftum, hóast Føroyar fáa fullveldi. Men samstundis sigur hann, at hetta er ein spurningur, samráðast skal um. Føroyingar hava týdning Mogens Lykketoft sigur í endanum í svarinum til Jó- annes Eidesgaard, at stjórn- in er samd við føroyingum í, at føroyingar búsitandi í Danmark geva nóg, bæði fíggjarliga og menniskjaliga til danska samfelagið. má vera tí, at tú metir, at møguleiki er fyri at venda aftur. - Tá kanningin er gjørd, so eri eg sannførdur um, at einki er at seta fingurin á í samband við mína embæt- isførslu. Tí helt eg, tá eg tosaði við mín flokk og við løgmann um hetta, at eg fór ikki at siga meg úr starvi og gera eina kanning, og kanningin síðani sigur, at eg havi einki skeivt gjørt, men so eri eg farin úr einum starvi orsakað av hesum. Eg meti, at kanningin kann ger- ast innanfyri nakrar fáar vikur, sigur Signar á Brúnni og leggur afturat, at løg- maður hevur sagt honum, at hann er vælkomin aftur í landsstýrið, tá kanningin er avgreidd og hann er reinsaður. Flokkurin ikki samdur Tað tók drúgva tíð at við- gera málið innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum. Er flokkurin samdur í hesum og stuðlar hann tær? - Flokkurin er ikki samd- ur í hesum málinum. Men flokkurin hevur viljað hetta, um enn ikki allir hildu hesa loysn vera neyðuga, sigur Signar á Brúnni, sum nú aft- ur tekur sæti á tingi, har Torbjørn Jacobsen hevur sitið í hansara stað. Signar á Brúnni hevur sagt seg úr landsstýrissess- inum fyribils, so hann kann venda aftur, tá hann er reins- aður og hann tykist avgjørd- ur og ivaleysur í, at hetta verður úrslitið av eini kann- ing av viðurskiftunum. Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal røkir nú málsøkini hjá fráfarna landsstýrismanninum. Mogens Lykketoft vísir á, at roknistykkið um útreiðslur av føroyingum bert var eitt arbeiðsskjal Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismaður, vil verða reinsaður - og so aftur í landsstýrið