Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 Nu rúka pláturnar Bileigarar, sum enn ikki hava goldið trygging fyri seinasta ársfjórðing, mugu nú gera heilt skjótt av, tí um nakrar fá- ar dagar fer løgreglan út við saksinum. Ikki færri enn 182 bileigarar hava »gloymt« at gjalda trygging. Góð ráð til teirra, sum nú fara at gjalda, eru, at leggja kvittanina í forrútin á bilinum SVEINUR TRÓNDARSON Tað hendir so javnan, men kortini er tað líka irriterandi hvørja ferð - hjá teimum, sum koma út fyri tí, væl at merkja ... Vit tosa um bilar, sum brádliga missa pláturnar, antin tí tryggingin ikki er goldin ella av aðrari orsøk. Tá vit tosaðu við løgregl- una fyrrapartin mánadagin segði Tormóður Mouritsen, vakthavandi, at teir júst høvdu fingið eina áheitan frá Tryggingarfelagnum Føroy- ar, um at klippa pláturnar av 182 bilum. Áheitanirnar koma javn- an til løgregluna, sum tí ikki skal út við einum stórum lista at klippa plátur. Skipanin millum trygg- ingina og løgregluna virkar soleiðis, at boðini um at klippa pláturnar ikki verða send løgregluni fyrr enn ársfjórðingurin gjaldast skal fyri, er næstan farin. – Bileigarin fær fyrst tvær áminningar um, at trygging- in ikki er goldin, har hann samstundis verður biðin um at gjalda, alt fyri eitt. Ger hann ikki tað fær hann enn eina áheitan, sum eisini sig- ur, at rindar hann ikki trygg- ingina, verður løgreglan biðin um, at klippa pláturn- ar av bilinum, greiðir Tor- móður frá. Men hvussu langa freist hava bileigararnir at gjalda í frá tí at tit hava fingið á- heitanina, til kliprt verður. – Í veruleikanum eru allar freistir farnar, tí vit eru í tí ársfjórðinginum, sum kravt verður fyri, og tí eru allar freistir farnar fyri langari tíð síðani, men eru tey skjót, so er ikki óhugsandi, at tey klára at gjalda tryggingina áðrenn løgreglan kemur á vitjan, sigur Tormóður Mouritsen. Hann gevur annars bileig- arunum, sum gjalda trygg- ingina nú, at leggja sær kvittanina í forrútin á bil- inum, soleiðis at hon sæst klárt og týðuliga. – Gera tey tað, so er ikki óhugsandi, at vit lata vera við at klippa, sigur Tormóð- ur, Mouritsen. Hann vísir annars á, at tey, sum hava møguleikan, kunnu støkka inn á gólvið á nærmastu løgreglustøð, fyri at vísa fram kvittanina og soleiðis tryggja sær, at løg- reglan hevur fingið boðini. Sum nevnt er økið kring løgreglustøðina í Havnini tað, sum hevur flest bileig- arar, sum hava »gloymt« at gjalda trygging. Listin sær annars soleiðis út: Havnin 77, Runavík, 48, Klaksvík, 25, Tvøroyri 21, Vestmanna 5, Sandur 4 og Miðvágur 2. Bygda- og bý- arnøvnini vísa til løgreglu- støðirnar og ikki at tað t.d. eru 25 klaksvíkingar, sum ikki hava goldið trygging. Børnini eru framtíðin – Tað hevur stóran týdning, at seta ljóskastaran á spurningin um kynslig- an ágang, tí Føroyar eru einki øðrvísi enn londini kring okkum, men sam- stundis mugu vit eisini vera varin, at ósek fólk ikki vera ákærd, sigur for- maðurin í Barnabata, Marna Olsen, í sambandi við ráðstevnuna um kyns- ligan ágang móti børnum SVEINUR TRÓNDARSON Vit vita, at tað hendir. Tað hoyra vit um í tíðindunum og lesa um tað í bløðunum. Men tað er tá málið hevur verið í rættinum og er av- gjørt. Men tað eru í veruleikan- um tey fægstu málini, sum koma so langt, tí nógv teirra síggja ongantíð dagsins ljós. So væl verða tey goymd. Vit tosa um kynsligan á- gang móti børnum. Um dagarnar setti felagið Barnabati Føroyar ljóskast- aran á trupulleikan við at halda eina stóra ráðstevnu um evni uppi á Hotel Før- oyum. Ein veruligur trupulleiki Seinastu árini hava víst, at tað í alt ov stóran mun verð- ur framdur kynsligur ágang- ur móti børnum. Uttan úr heimi hoyra vit javnan um mál av hesum slagi og tíverri er støðan ikki stórt betri her heima. Vit eru ikki øðrvísi enn onn- ur fólkasløg á hasum økin- um heldur. Tí er tað ein veruligur trupulleiki, sum Barnabati hevur tikið upp á ráðstevn- uni og sigast má, at und- irtøkan til ráðstevnuna vísir, at tað var tørvur á henni. Marna Olsen, formaður í Barnabata Føroyar, sigur, at tey í byrjanini høvdu vónað, at eini 40 fólk fóru at tekna luttøku, men at tað skjótt vísti seg, at áhugin var nógv størri enn so. – Nú ráðstevnan byrjaði var luttakaratalið komið upp á 170 og tað stóðu eini 40 fólk á bíðilista. Tíverri fyri tey, slapp eingin teirra við á ráðstevnuna, so vit hava tikið eitt evni upp, sum hevur havt stóran áhuga, sigur hon. Men hvussu ber tað til, at tit valdu at taka júst hetta evni upp? – Felagið hevur 20 ár á baki í ár, og tað, ætlaðu vit, skuldi haldast við eini ráðstevnu og vit hildu, at hetta var eitt skilagott val, greiðir Marna Olsen frá. Breiður málbólkur Luttakaralistin á ráðstevn- uni er sum sagt langur, men tað, sum sermerkir luttak- aralistan er, at tað í felstu førum er talan um fakfólk. Barnaverndir, pedagogar, lærarar og onnur, sum dagl- iga eru um børn eru við, og tey hava hoyrt fyrilestrar- haldarar tosa um m. a. rætt- indi hjá børnum í ljósinum av ágangi, kynsligan ágang móti børnum í Føroyum og um mangt annað. Tey hava hoyrt um hvat eyðkennir misnýtt børn, og tað er nakað, sum tey í framtíðini kunnu gera gagn av, tá tey í framtíðini skulu »lesa « børnini av, og tað er nakað, sum er sera torført, tí tað er so ymiskt, sum signalini verða send út og hvussu tey vera móttikin. Marna Olsen viðgongur, at tað er eitt sera viðkvæmt mál, tí samstundis, sum tað er í teirra áhuga, at hjálpa børnunum, so má tað vera á ein tílíkan hátt, at ósek fólk ikki koma at liggja í buktini í slíkum málum, tí tað er teimum til eins stóran skaða, sum tað er hjá teim- um børnum, sum vera mis- nýtt. Vitan og kjak Endamálið hjá felagsskap- inum við rástevnuni er, at seta fokus á seksuelt mis- nýtt bøn, at skifta vitan og royndir, at fáa eitt fakligt kjak um, hvussu kynsligur ágangur ímóti børnum kann fyribyrgjast. Eitt breitt evni, sum for- maðurin, Marna Olsen, heldur, at tey eru komin í gjøgnum. – Vit halda, at vit hava rokkið teimum málum, sum vit settu okkum áðrenn ráð- stevnan byrjaði, sigur Marna. – Henda ráðstevna sigur okkum ikki alt, men nú hava vit sett hol á hetta mál- ið og tað, sum nú umræður er, at vit framyvir hava eitt vakið eygað við tí, sum fer fram, leggur hon afturat. Barnabati Føroyar hevur tikið í eitt mál, sum er sera viðkvæmt og sera torført at hava við at gera, men áhugin fyri tí er sera stórur. Ikki færri enn 170 luttakarar eru á ráðstevnuni og kortini stóðu 40 fólk á bíðilista tá ráðstevnan byrjaði Mynd: Álvur Haraldsen Gormur tikið franskan bát Vaktarskipið Gorm hevur tikið ein franskan bát, ið fiskaði ólagiliga á føroyskum øki. Í gjár væntaðu teir at verða á Havnini við bátinum klokkan 20 í gjárkvøldið Vaktarskipið Gormur var í gjár á veg inn við einum fronskum báti, ið hevði fisk- að ólógligt á føroyskum øki. Talan er um franska bátin Bruix, ið er til garnafiski- skap. Bruix royndi á Uttara Bailey Banka. Í gjár á miðdegi væntaði skiparin á Gormi, at teir komu á Havnina við Bruix klokkan 19:30 í gjárkvøldið og skuldi málið tá latast løg- regluni. -do - Blokeraðu Undirvísingar- og Mentamálastýrið Fyrrapartin í gjár var tómt hús við Hoyvíksvegin, har Undirvísingar- og mentamálastýrið heldur til. Næmingar úr framhaldsdeildnum máotmæltu arbeiðssteðginum hjá sáttmálasettum lærarum og høvdu frá morgunstundini kringsett húsið, so starvsfólkið ikki slapp innar og til verka. DAGFINN OLSEN Starvsfólkið í undirvísingar- og Mentamálastýrinum slapp ikki til verka fyrra- partin í gjár. Næmingar úr framhalds- deildunum í skúlunum í Havn kringsettu í gjár bygningin vi Hoyvíksvegin, har stýrið heldur til, frá morgunstundini. Næming- arnir komu úr 8., 9. og 10. flokkunum. Næmingarnir søgdu , at bert um nakar var komin til arbeiðis áðrenn klokkan sjey, vøoru tey sloppin inn- ar. Starvsfólkini, ið komu til verka til vanliga arbeiðstíð, vendu heimaftur og takkaðu næmingunum fyri ein frí- dag, greiddu næmingarnir skemtingarsamir , men kaldir, frá í gjár fyrrapartin. Signar á Brúnni, landsstýr- ismann, søgdu næmingarnir seg ikki hava borið eyga við. Framtíð Føroya Næmingarnirdugdu at síggja tað skemtiliga í, at teir mótmæltu, fyri at sleppa aftur á skúlabomk, men tey ætlaðu at halda fram við blokaduni so longi tey ork- aðu og hildu út í kuldanum. Orsøkin er, at næmingar- nir hava próvtøkur fyri framman og síggja sína framtíð ótrygga, tí eisini framhaldandi skúlagongdin í hægri skúlum er í vanda. Næmingarnir mintu á, at teir eru framtíð Føroya og at teir fegnir vildu aftur í skúla, fyri at hava betri møguleikar í framtíðini. Tinganes og Fíggjarmálastýrið Spurdir, um fleiri tiltøk kunnu væntast frá teirra síðu, søgdu næmingarnir, at á skránni komandi dagarnar stóð Tinganes og Fíggjar- málastýrið. Næmingarnir í fram- haldsdeildunum kring land- ið hava ikki verið í skúla síðani hósdagin, fyri at mót- mæla arbeiðssteðginum hjá sáttmálasettu lærarunum. Seinni í gjár frættist, at starvsfólkini í Undirvísing- ar- og Mentamálastýrinum sluppu tilarbeiðis eftir døg- urða í gjár. Mýkingarstøða Enn er ikki nakað slóðbrótandi hent í støðuni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Semingsmenninir hava tó samband við partarnar DAGFINN OLSEN Enn er einki semingsupp- skot komið á borðið í ó- semjuni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmál- astýrið. men eitt sonevnt notat er, sum semingsmenn- inir hava víst pørtunum, fyri á tann hátt at vita, um hetta er nakað, ið kann fáa part- arnar aftur til samráðingar- borðið. Føroya Lærarafelag hevði í gjár fund við semings- menninar, har teir greiddu nærri frá nøkrum viðurskift- um í ritinum, sum felagið vildi hava lýst nærri. - Vit høvdu eisini nakrað, ið vit vildu hava neyvlýst og vildu hava við. Síðani fóru semingsmenninir út Fíggjarmálastýrið. Vit væn- tað at fáa eitt upprit aftur, ið er lagað eftir tí, ið vit eru komin fram til á fundinum, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærara- felag. Lønardeildin hevði ann- ars góðtikið at fara til sam- ráðingar útfrá skrivinum hjá semingsmonnunum, sigði Útvarpið í vikuskiftinum. Hesi tíðindi hevði Elsa Bir- gitta Petersen eisini hoyrt, men hevði annars onga við- merking. Hon sigur, at Lærarafel- agið ikki hevur góðtikið nakað enn. Heldur ikki er greitt, um uppritið, ið fel- agið fær aftur, verður við teim broytingum, ið felagið hevur ynskt, tí tað skal eisini leggjast fyri hin partin, Fíggjarmálastýrið, ger Elsa Birgitta Petersen vart við. Mýkingarstøða Sostatt er einki slóðbrótandi at frætta í ósemjuni. - Beint nú eru vit í eini støðu, har ein mýkir nøkur ting, segði forkvinnan í Før- oya Lærarafelag seinnapart- in í gjár. Starvsfólkini í Undirvís- ingar- og Mentamálastýri- num sluppu ikki til arbeið- is, tí frá morgunstundini í gjár blokeraðu næmingar úr framhaldsdeildum bygningin, har stýrið heldur til Mynd: Álvur Haraldsen - Beint nú eru vit í eini støðu, har ein mýkir nøkur ting, segði forkvinnan í Føroya Lærarafelag seinnapartin í gjár.