Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 Felags ráðlegging og fyrireiking Tá ið tosið millum fólk fellur á skúla og arbeiðið hjá lærarum, fæst ofta tann fat- an, at lærarin hevur nógva frítið, og veit ein ikki betur, kann tað eisini tykjast so Í upplegginum til sáttmála- samráðingirnar millum figgjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag er eitt av krøv- unum, at av teimum 27 skyldigu tímunum skulu 2 nýtast til samstarv, tí at nýggja lógin hevur álagt læraranum fleiri og broyttar uppgávur. Tá ið tosið mill- um fólk fellur á skúla og arbeiðið hjá lærarum, fæst ofta tann fatan, at lærarin hevur nógva frítið, og at ar- beiðið er einans teir 27 tím- arnir, hann undirvísir, og veit ein ikki betur, kann tað eisini tykjast so. Til tess at gera arbeiðið hjá læraranum meira sjón- ligt, eru nýggir tankar komnir inn í fólkaskúlan. Samfelagið er í støðugari broyting, og hevur hetta eina sjálvsagda ávirkan á skúlan. Høvuðstankarnir eru opinleiki, samstarv og at taka støðið í einstaka næminginum. Sereyðkenni fyri lærara- yrkið hevur verið ,at lærarin sjálvur kundi avgera nær, hvar og hvussu hann fyri- reikaði sína undirvísing. Til ber at siga , at við teirri nýggju lógini er hetta "frælsið" tikið frá lærara- num. Samarbeiði eitt lógarkrav Í grein 14 í nýggju fólka- skúlalógini stendur m.a., at úrtøka næminganna skal javnan verða eftirmett. Henda eftirmeting, ið er sameindur partur av undir- vísingini, skal vera støðið undir teirri leiðbeiningini, tann einstaki næmingurin fær, og undir ráðlegging av komandi undirvísing. Í grein 21 í lógini stendur m. a., at álagt verður leiðslu- num at tryggja, at lærarar skúlans ráðleggja og fyri- reika undirvísingina í ein- støku flokkunum, so at allir næmingar kunnu fáa sínar avbjóðingar, og at undir- vísingin verður lagað til tann tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Víð- ari verður sagt, at á hvørjum floksstigi og í hvørjari lær- ugrein samarbeiða lærarar og næmingur javnan um at áseta tey mál, roynt verður at náa. Arbeiði næm- ingsins verður lagt til rættis við atliti at hesum málum. Nú ber til at spyrja, hvat nýtt er í hesi lógini? Hava lær- arar ikki altíð ráðlagt og eft- irmett? Jú, sjálvandi hava teir tað. Tað nýggja í lógini er, at samarbeiði er vorðið eitt lógarkrav. Nú skal lær- arin ráðleggja og fyrireika undirvísingina saman við øðrum lærarum, næming- um og heimunum. Fyrr var hann í mestan mun einsa- mallur um henda part av yrkinum og ráddi sær sjálv- um. Til ber at siga, at við hesi lógini verður tann priv- atpraktiserandi einalærarin avtikin við lóg, sjálvt um hann nógva staðni longu var avtikin í praksis. Læraratoymi Nýggja lógin leggur upp til, at skúlarnir skipa lærara- toymi (team), har lærarar í felag ráðleggja og fyrireika undirvísingina og arbeiðið, sum annars er í og rundan um ein skúlaflokk. Vanliga eru millum 3 og 6 lærarar í einum toymi. Týdningar- miklasta arbeiðið hjá einum læraratoymi er at gera eina árs- ætlan fyri undirvísingina í tí ávísa flokkinum og at fylgja henni upp. Ársætlanin sig- ur frá tankum og ætlanum av námsfrøðiligum og und- irvísingarligum slag. Hon skal skapa eina heild í und- irvísingina. Sum skilst er ársætlanin grundarlagið undir allari fyrireikingini í flokkinum, og er hon ein fyritreyt fyri, at til ber at undirvísa í tvørfakligum evnum og spurdómum og at til ber at gera verkætlana- rarbeiði, sum eisini er eitt krav. Fyrireikingararbeiði til ársætlanina byrjar millum næmingarnar í flokkinum, áðrenn arbeitt verður víðari við henni í toyminum. Tað hevur eisini týdning, at for- eldrini fáa møguleika at á- virka ársætlanina. Hetta kann so aftur opna fyri ein- um dialogi millum heim og skúla. At enda skal ársætl- anin leggjast fyri leiðsluna í skúlanum. Til tess at fylgja upp tí, sum er sett út í kortið í ársætlanini, er neyðugt at læraratoymið javnan kemur saman. Tað er ymist frá ein- um toymi til annað, hvussu nógvir fundir eru í ein- Viðmerking frá Føroya Lærarafelag: um skúlaári. Flokslærarin Hvat kann so verða at ráð- leggja um? Tvørfaklig ev- ni,verkætlanararbeiði, evn- isvikur, seturskúli, foreldr- asamarbeiði, felags reglur, ábyrgdarøki og tíðarætlan. Afturat sjálvari undirvísing- ini skal flokslærarin taka sær av trivnaðinum í flokk- inum. Her er eisini neyðugt at samarbeiða við hinar lær- ararnar í flokkinum. Floks- lærarin skal hava samrøður við hvønn einstakan næm- ing, hesar skulu so aftur verða grundarlag fyri for- eldraviðtalurnar. Minst eina ferð árliga skal flokslærarin, saman við hinum læraru- num, sum hava ein flokk, hava fund við skúlans leiðslu, har ársætlanin verð- ur eftirmett, úrtøka næm- inganna verður viðgjørd, hvat er viðgjørt á toymis- fundum, hvussu samarbeið- ið hevur gingið og um soc- iala trivnaðin í flokkinum. Sum sæst, skal lærarin nýta nógva tíð og orku út- yvir tíðina, hann undirvísir og fyrireikar sína egnu und- irvísing. Tveir skemalagdir tímar til hetta má verða eitt minsta krav. Eftir áheitan frá Føroya Lærara- felag endurprenta vit greinar, sum hava staðið í Skúlablaðnum, sum herfyri varð sent í hvørt hús í landinum Veraldarteatur- dagurin 27. mars 2000 Fyri meira enn tveytúsund árum síðani læt Euripides í leiki sínum Elektru siga: »Hvussu skal eg byrja mína ákæru? Hvussu skal eg enda hana? Hvat skal eg siga miðskeiðis í henni?« Í hesi tíð við kávalæti og innantómari talu, hvar hildið verður rættast at tosa uttanum, heldur enn at siga nakað bart út, hev- ur rópið frá dóttir Aga- memmnon ikki mist sín týdning. Er tað ikki júst hetta, ið er uppgávan hjá leiklist- ini: At ákæra, døma, pro- vokera, órógva? Rákið, ið vit alla tíðina leita eftir – tað univer- sella, tað til eina hvørja tíð algilduga, globaliser- ingin, ið hóttir við at skerja heimin, so hann at enda verður ein lítil bygd, har alt líkist – lættir sann- iliga ikki um uppgávuna hjá leiklistini í okkara samfelag, undirgivið og kúgað av tveimum-trim- um veldugum mentunar- skrímslum, ið vilja leggja alt undir seg við sínum einaráðandi veldi. Verður ómettandi strembað eftir, at alt skal líkjast, líkist alt at enda ongum. Nei, frískleikin í byrj- anini av okkara triðja ár- túsundi, verður heldur at finna í teimum lágmæltu røddunum, ið nú alla- staðni hevja seg móti ó- rættinum, røddir við sama undirstøði sum sjónleik- urin: At lyfta upp menn- iskjans innaru lyndiseyð- kenni og mynda tey so- leiðis, at tey verða ein fel- agskensla í øllum heim- inum. Hesar lágmæltu røddir hoyrast úr Skot- landi, Írlandi, Suðurafr- ika, Quebec, Noregi og Ný Zeelandi. Allastaðni hoyrast mótmælini. Við- hvørt hava røddirnar ein málburð, ið als ikki at al- heimligur, gamaní, men tónalagið er í hvussu er ekta! Og tær tala til hvønn og ein, tí at tær longu frá byrjan av venda sær til ein ávísan lurtara, ein ávísan áskoðara, ið ávirkar av at kenna sína egnu sinnis- rørslu og líðing aftur, ein áskoðara, ið kann gráta um seg sjálvan og flenna at sær sjálvum. Og á tann hátt kennir allur heimurin seg eisini aftur: myndin líkist frá byrjan. Fyri tað alment gald- andi í einum leiki, er ikki so umráðandi, hvar leik- urin er skrivaður, men týdning hevur tað menn- iskjansliga bráið, tað, hann hevur at siga, tað vakra í bygnaðinum av leikinum. Rithøvundarnir verða ikki meira alheim- ligir, um teir teira í París ella New York heldur enn Chicoutimi ella Port-au- Prince. Alheimligur verður tú, tá tú sigur frá tí, tú sjálvur kennir, fyri einum áskoð- ara, ið er til reiðar at rann- saka og at síggja seg sjálvan upp á gott og ónt, og tá tað við gandamegini í sjónleikinum – ja, og við sannari trúgv í tínum orð- um – eydnast tær at syngja um og lýsa manna- sálina, granska hennara loynidómar og geva henni alt sítt ríkidømi aftur. Tjechov er ikki alheim- ligur, bara tí hann er russi, men tí at hann meistar- liga lýsir tað russisku sál- ina, sum øll heimsins menniskju kenna aftur í sær sjálvum. Hetta er galdandi fyri øll flogvit, eisini teir dramatikarar, ið vanliga verða skýrdir sum »góðir«. Hvør einasta re- plikk, ið verður skrivað av einum rithøvunda onkra- staðni í verðini er al- heimslig, um hon rúmar tað grundleggjandi skríggið frá Elektru: »Hvussu skal eg byrja mína ákæru? Hvussu skal eg enda hana? Hvat skal eg siga miðskeiðis í henni?« Michael Tremblay St-Adolphe d‘Howard, tann 24. juli 1999 Trygdin ikki nóg góð í norskari oljuvinnu Trygdin í norsku oljuvinnuni er ikki nógv betrur, enn hon var tá Alexander Kielland koppaði fyri 20 árum síðani – 27. mars 1980. Tað er ein trygdarkann- ing, sum slær fast, at støð- an ikki er nógv betri í dag, enn í 1980. Kanningin bleiv al- mannakunngjørd nú um dagarnar. Stjóri fyri Olje- direktoratet, Gunnar Ber- ge, fyrrverandi oljuráð- harri, váttar fyri ein part, at støðan ikki er nóg góð. Við norska útvarpið sigur hann, at trygdin var í hásæti í mong ár, men at tað sær út til, at ávís linking er at hóma í dag. jhg Argja Skúli Vel GSM-haldið. ið tær hóskar best Haldini eru tillagaði soleiðis at tey betur nøkta tørvin hjá tí einkulta kundanum. Møg- uleiki verður fyri at velja millum eitt av fylgjandi haldum: • Vinnuhald • Vanligt hald • Frítíðarhald Eyðkennið við vinnuhaldin- um er tað lága samtalu- gjaldið, sum er galdandi alt samødgrið. Vinnuhaldið vendir sær, sum navnið sig- ur, til vinnufólk, sum serliga brúka telefonina um dagin, og sum til eina og hvørja tíð vilja hava samband við viðskiftafólk og starvsfelag- ar. Eisini er hópurin av eykatænastum knýttur til vinnuhaldið, m.a. dataflutn- ingur. Vanliga haldið er til teira, sum sjálvi ynskja at seta haldið saman av teimum tænastum, sum eru til taks, og har nýtslan er javnt býtt millum dagin og kvøldið. Umframt at brúka fartele- fonina í Føroyum, kann telefonin, um tú hevur vinnuhald ella vanligt hald eisini brúkast hjá øllum teimum kervisveitarum, sum Føroya Tele hevur av- talur við. Frítíðarhaldið er, sum navnið sigur, best egnað til teirra, sum hava tørv á far- telefonini í frítíðini, hetta merkir, at samrøðurnar eftir kl. 18 og sunnudagar eru Vanligt Vinnu- Frítíðar- hald hald hald kr. kr. kr. Stovning 500 kr. 700 kr. 300 Mánaðargjøld 115 kr. 200 kr. 75 Samrøður – dag 2,40 kr. 1,60 kr. 4,00 Samr. – kvøld/nátt 1,40 kr. 1,60 kr. 0,90 Uppringingargjald 0,40 kr. 0,40 kr. 0,40 bíligar, eisini er frítíðarhald- ið bíligt í stovning og mán- aðargjøldum. Niðanfyri er ein talva, sum vísir gjøldini á teimum ymisku haldunum. Stovn- ingin av tí vanliga haldinum kostar tó 647 kr., um man sjálvur velur eitt telefon- nummar. Prísurin á umskifti av haldinum veldst um hvat hald tú hevur og hvat hald tú ynskir, nærri upplýsingar hesum viðvíkjandi sæst á www.tele.fo Føroya Tele fór frá fríggjadegnum at bjóða kundunum nýggj GSM-hald Suni Vinther leggur frá sær Í morgin, hósdagin 30. mars, hevur Súni Vinther sín seinasta arbeiðsdag sum varðapolitiinspektør- ur. Starvið hevur verið lýst leyst, og var freistin úti fyri umleið tveimum vikum síðani - og um ein vika ella so fer at ganga, áðrenn meira verður at frætta um, hvør nýggjur varðapolitiinspektørurin verður. Í sambandi við seinasta arbeiðsdagin hjá Súna Vinther, verður boðið kaffi millum klokkan 15 og 17. Gøtusjónleikur á Ólavsøku Í samband við 1000-ára haldið fyri at Føroyar vórðu kristnaðar, er ætlanin at Meginfelag áhugeleikara Føroya (MáF) og Leikara- felag Føroya (Gríma) skulu skipa fyri gøtusjónleiki á Ólavsøku. Onkur bólkur er longu farin í gongd við at venja. Men annars kunnu øll, bólkar ella einstakling- ar, sum hava hug at vera leikarar, venda sær til MáF ella Grímu innan 10. apríl. Venjingarnar byrja fyrs tí mai mánaða, um nóg nógv tekna seg. Tað er sera um- ráðandi at luttakararnir hava hug at brúka summarfrítíð- ina til hetta burturav. Tvær ferðir áður, í1991 og 1994, hevur verið gøtu- sjónleikur á Ólavsøku og hava bæði tiltøkini eydnast sera væl. Tiltakið í ár verður skipað soleiðis, at feløg ella bólkar venja hvør í sínum lag í heimbygdini ella býnum og 1-2 vikur undan framførsl- uni, verða leikirnir samskip- aðir í Havn. Alt eftir hvussu nógvir bólkar eru við, verð- ur eitt »høvuðs«-leikrit skrivað. Hvør bólkur ger sjálvur av, um spælt verður úr egnum tilfarið, ella um okkurt verður valt út til tey. Gríma og MáF hava vhør sína heimasíðu: www.grima.fo og www.maf.fo FERÐAÆTLAN SUMMARIÐ 2000 Tlf. 333410 · Fax 333380 Tlf. 333410 · Fax 3 33380 Mánadag - Fríggjadag kl. 08.00 - 16.00 Sunnudag kl. 12.00 - 16.00 B legging 0 - 6 ár: Ókeypis 7 -13 ár: 50% B¿rn Í mesta lagi 20 kg. Vi f¿ri S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Sunnudag Fr fer Mikudag Fr fer Fr ggjadag Fr fer Tyrlutænastan Ferðaseðlakostnaður við Tyrluni - galdandi 1. apr. - 1.nov. 2000 Vágar Gásadal Mykines Vágar Vágar Koltur Tórshavn Skúvoy Dímun Froðba Froðba Dímun Skúvoy Tórshavn Klaksvík Svínoy Kirkja Hattarvík Klaksvík Klaksvík Tórshavn Koltur Vágar Gásadal Mykines Vágar ............ ........ ........ ............. ........... ........... ...... ......... .......... .......... ......... .......... ......... ...... ........ .......... ............ ....... ........ ........ ...... ............ ............ ........ ....... ............ 09.30 09.36 09.42 09.53 10.30 10.37 10.42 10.54 11.06 11.10 11.13 11.31 12.30 12.42 12.57 13.02 13.11 14.00 14.09 14.14 14.29 14.34 14.41 Vágar Gásadal Mykines Vágar Vágar Koltur Tórshavn Skúvoy Dímun Skúvoy Tórshavn Klaksvík Klaksvík Svínoy Kirkja Hattarvík Klaksvík Tórshavn Koltur Vágar ............ ........ ........ ............. ............. ............ ....... ........... ........... .......... ....... ......... ......... ........... ............. ........ ......... ....... ............. .............. 09.30 09.36 09.42 09.53 10.45 10.52 10.57 11.12 11.17 11.26 12.10 12.19 12.24 12.36 12.48 13.00 13.04 13.07 13.25 14.10 14.22 14.27 14.32 14.38 14.44 14.56 Vágar Gásadal Mykines Vágar Vágar Koltur Tórshavn Klaksvík Svínoy Kirkja Hattarvík Klaksvík Klaksvík Tórshavn Skúvoy Dímun Froðba Froðba Dímun Skúvoy Tórshavn Koltur Vágar ............ ......... ........ ............. .............. ............. ........ .......... ............ .............. ......... .......... .......... ........ ............ ............. ............ ............ ............. ........... ........ .............. .............. 13.30 13.36 13.42 13.53 14.15 14.22 14.27 14.42 14.47 14.52 15.07 15.19 15.55 16.07 16.11 16.14 16.32 16.44 16.49 16.56 Mykines Gásadal Vágar Koltur Tórshavn Skúvoy Dímun Froðba Klaksvík Svínoy Mykines 85,- 145,- 290,- 215,- 335,- 335,- 360,- 360,- 360,- Gásadal 85,- 145,- 290,- 215,- 335,- 335,- 360,- 360,- 360,- Vágar 145,- 145,- 130,- 215,- 335,- 335,- 360,- 360,- Koltur 290,- 290,- 130,- 85,- 215,- 215,- 290,- Tórshavn 215,- 215,- 215,- 85,- 130,- 130,- Skúvoy 335,- 335,- 335,- 215,- 130,- 85,- Dímun 335,- 335,- 335,- 215,- 130,- Froðba 360,- 360,- 360,- 290,- 215,- Klaksvík 360,- 360,- 360,- Svínoy 360,- Prísir Hattarvík Hattarvík Kirkja Kirkja 360,- 360,- 360,- 290,- 290,- 360,- 360,- 360,- 360,- 290,- 290,- 360,- 360,- 360,- 360,- 360,- 360,- 360,- 360,- 360,- 360,- 290,- 290,- 290,- 290,- 360,- 360,- 360,- 360,- 360,- 360,- 215,- 215,- 215,- 215,- 215,- 215,- 215,- 215,- 215,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 335,- 85,- 85,- 85,- 85,- 85,- 85,- 85,- 110,- 110,- 110,- 110,- 110,- 110,- 110,- 110,- 110,- 110,-