Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Minningarorð um Súsonnu Hansen Tað kennist løgið at skriva minningarorð um teg, góða Súsanna. Hví tú skuldi doyggja, bert 19 ára gomul, er torført at skilja. Fyri okkum tykist tað meiningarleyst, men tín tími var komin. Tað er ógvuliga torført at byrja aftur í skúlanum, nú tú ikki longur er millum okk um. Tá hurðin gongur, hyggur man fyri at vita, um tú ikki kemur gangandi inn í floks stovuna. Tað kann ikki passa, at tú ikki kem- ur aftur. Av okkum øllum í flokkinum var tú tann, sum hevði studentarhúgvuna mest upp- iborna. Tín hugur var til bøkurnar, og tú kláraði teg eisini sera væl. Tú visti akkurát, hvat tú skuldi gera, tá tú í summar bleiv liðug við skúlan. Einasta troyst, ein hevur í hesu sváru tíð, er at tú er komin heim til Jesus. Eg gleði meg at síggja teg aftur í himli – tú, sum altíð var so smílandi og glað. Eg vil takka tær fyri trý góð vinaár. Eg fari at sakna teg ógvuliga nógv, men eg veit, at tú er komin til eitt betri stað. Friður verið yvir minninum um vinkonu mína, Súsonnu. Crista Leygardagin 1. apríl kl. 16.00 hevur Mpiri konsert á Foyerscenen í mentanar- stovninum Huset í Mag- stræde. Kórið Mpiri er eitt før- oyskt kamarkór, ið hoyrir heima í Keypmannahavn og er samansett av 14 útisetum. Kórleiðari er Bogi Mourit- sen. Mpiri varð stovnað á vetri 97-98, tá nakrir sang- arar úr Húsakórinum tóku seg saman um at gera eitt minni kór, ið skuldi leggja seg eftir at syngja nýggjan kórtónleik. Hvat hugtakið 'nýggjur kórtónleikur' umfatar er eitt sindur torført at siga, og tað sæst eisini aftur á sera fjøl- broyttu sangskránni hjá kór- inum: Mpiri hevur sungið jazzútsetingar, klassiskan tónleik, norðurlendskt tilfar, rokk, og á komandi konsert- ini á Foyersenuni strekkir skráin seg frá Strawinsky um føroyskan kingosang í modernaðari útseting og vokalpopp til kórverk, sum eru skrivað serliga til Mpiri. Í viðtøkum kórsins stend- ur m.a., at: Kórið ynskir at eggja teim føroyingum, sum fáast við tónasmið, at skriva og leggja til rættis tónleik fyri kóri. Fyri at røkka hes- um aðalmáli hevur kórið bí- lagt fimm verk eftir unga føroyska tónaskaldinum Tróndi Bogasyni, sum í løt- uni gongur á komponista- deildini á Københavns Kon- servatorium, og sum hevur serligt tilknýti til kórið. Á vári í fjør skipaði Mpiri fyri árligu Norðatlantisku Kórstevnuni fyri útisetar úr Føroyum, Íslandi og Grøn- landi, ið kórleiðararnir John Høybye, Sunleif Rasmus- sen og Marianne Clausen stjórnaðu. Á stevnuni lut- tóku 150 sangarar, og hon var sera væleydnað. Tá framførdu vit tað fyrsta av verkum Tróndar, kórútset- ingina av rokklagnum Apo- kalypsa hjá Terja og Føstu- fressum, sum síðani er vorðið eitt slag av eyðkennislagi hjá Mpiri. Kórið hevur tilknýti til føroysku kirkjuna í Keyp- mannahavn (Samuelskirkj- una) og hevur haft fleiri konsertir har, í Føroyahúsi- num og aðrastaðni, men hesaferð vildu vit gera nak- að heilt serligt burturúr. 1. apríl hevur kórið Mpiri tí konsert á Foyerscenen, har fleiri av áðurnevndu verk- um verða frumframførd. Konsertina hava vit vant fram ímóti síðani septembur '99. Tað mest krevjandi verkið á komandi konsert verður Asbest, har kvæðastev renn- ur samman við rapp, nýmót- ans harmonium og indian- arasangi. Eisini er eyðkenn- andi fyri hesa konsertina, at bara umleið helvtin av skránni verður sungin av øllum kórinum. Undir kon- sertini verður kórið í heilum býtt upp í smærri bólkar, sum hvør sær syngja smáar kompostitiónir. Til at gera framførsluna enn meira spennandi hevur kórið arbeitt við rørslum og ymsum kóruppstillingum. Úrslitið av hesum royndum sæst á konsertini á Foyer- senuni, tá Mpiri eisini hevur fingið ljóstøkningin Egil Barclay Hansen at skapa huglag við ljósi og klædn- alistafólkini hjá Pau at evna serligar búnar til kórið. Umframt góðu ljóðum- støðurnar á Foyersenuni, so er ein kafé knýtt at staðnum, sum ger tað møguligt hjá kórinum at fáa ein serligan kaféhugna sum karm um framførsluna. Í staðin fyri eyðkendu umstøðurnar til eina kórkonsert, har fólk sita pinnastill á hørðum stólum í samfullan tíma og Konsert hjá útisetakórinum Mpiri lurta, so er meiningin til hesa framførsluna, at áskoð- ararnir skulu kunna hugna sær og njóti sangin afturvið einari øl ella einum kaffi- munni Sum eitt eyka pluss hevur kaféin gjørt licensavtalu við Føroyahúsið um at selja Føroya Bjór, so til ber at fáa bæði føroyskt øl, umframt alt tað, sum kaféin annars hevur at bjóða. Í heyst er ætlanin at fara út at ferðast við verkunum og kórskránni, sum vit hava sett saman til hesa konsert- ina. 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 ÁRSAÐALFUNDUR OG KUNNANDI FUNDUR Í FØROYSKA OLJUFELAGNUM P/F ATLANTIC PETROLEUM Atlantic Petroleum bjóðar øllum partaeigarum felagsins til ársaðalfund og kunnandi fund, um komandi virksemi felagsins, á Hotel Føroyum 31. mars 2000 kl. 1700. Felagið fer, sum partur av samtakinum The Faroes Partnership, at taka lut í fyrsta føroyska útbjóðingarumfarinum. Eftir partapeningshækkingina á heysti 1999, er partapeningurin nú kr. 46.250.000. Talið av partaeigarum er nú gott 2000. Í 1999 hevur Atlantic Petroleum bert havt inntøkur, ið stava frá kapitalavkasti. Úrslitið, áðrenn skatt, gjørdist eina slaka millión. Á kunnandi fundinum fara umboð fyri The Faroes Partnership, at greiða frá útlitunum fyri oljuleiting við Føroyar, og vísa á møguleikar og árin, ið koma at standast av hesum nýggja virksemi. Tað hevur týdning at møta í góðari tíð, soleiðis at fundarluttakararnir kunnu skrásetast. Fundurin er í tveimum: 1. Ársa›alfundur sbrt. vi›tøkunum I Frásøgn nevndarinnar um virksemi felagsins í farna roknskaparári. I Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. I Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkendaroknskapin og ársfrágreiðing. I Val av nevnd. I Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur erlokin. I Uppskot til broyting i §2 stk. 3 nr. 1, í viðtøkum felagsins, soleiðis at persónar, sum í einum samanhangandi tíðarskeiði í minst 1 ár tey seinastu 20 árini, hava uppfylgt treytirnar í nevndu grein, kunnu gerast partaeigarar í felagnum. I Mál, ið nevndin ella partaeigararnir ynskja til viðgerðar. 2. Kunning til partaeigarar I Jarðfrøðisliga søgan um føroyska økið. I Gongdin við oljuleitingini vestan fyri Hetland I Leitivánir við Føroyar I Ætlanir hjá ”The Faroes Partnership” I Føroysk luttøka í virkseminum I Leikluturin hjá Atlantic Petroleum A t l a n t i c P e t r o l e u m P.O.Box 1228, Bryggjubakki 4 FO 110 Tórshavn www.petroleum.fo stephanssons hús „Stjala“ 800.000 krónur frá fakfeløgunum um árið Ímóti teirra vilja noyðast føroysk fakfeløg at betala landskassanum yvir 800.000 krónur um árið. Og fyrsta dagin kunnu bæði Løg- ting og landsstýr- ið vænta sær mótmæli ÁKI BERTHOLDSEN Hvørt ár„stjelur“ landskass- in yvir 800.000 krónur frá teimum føroysku fakfeløg- unum. Men nú fara fakfeløgini at royna at fáa peningin aft- ur. Tað var Andrias Djurhuus úr Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini, í Vági, sum reisti hetta málið á aðal- fundinum í Føroya Arbeið- arafelag um vikuskiftið. Og tað vísti seg, at vág- bingurin hevði rakt eitt eymt mál, tí tað stóðst rættiligt kjak burturúr og tað var skilligt, at hetta var eitt nak- að, sum hevði vakt rættiliga øsing í hjá fakfeløgunum. Andrias Djurhuus segði, at Arbeiðsmannafelagið Framtíðin hevði kort síðani fingið eina rokning frá Toll- og Skattstovuni fyri umsit- ing av frítíðargrunninum. Enn hevði Framtíðin ikki goldið rokningini. Hann helt at rokningin var full- komiliga órímilig og hann vildi hava málið umrøtt á aðalfundinum. Ingeborg Vinther segði, at hetta var ein avleiðing av, at politikararnir høvdu tikið umsitingina av frítíðarpeng- unum frá fakfeløgunum. –Fyrr var frítíðarpening- urin settur inn á bundna bók hjá fakfeløgunum. Men í 1997 broytti løg- tingið lógina so, at tað skuldi vera Toll- og Skatt- stovan, sum kom at umsita frítíðargrunnin. Ypplýst varð, at lógin var farin at virka í fjør. – Vit fingu at vita, at pen- ingurin var tryggari í hond- unum á Toll- og Skattstov- uni, tí tá kundi hann ikki rørast til onnur endamál enn tað, hann var ætlaður til, nevniliga frítíðarløn, segði IngeborgVinther. Hesum vísti hon tó avgjørd aftur, tí peningurin varð settur inn á bundna bók hjá feløgunum og kundi heldur ikki rørast tá. frítíðargrunnin fyri tey. Men hon legði afturat, at at talan var um eina lóg og ein lóg mátti haldast. – Tað einasta vit kunnu gera, er at royna at fáa pol- itikararnar at broyta lógina aftur, segði formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag. Aðalfundurin samtykti, at Føroya Arbeiðarafelag skuldi skriva mótmæli til Løgting og Landsstýri ímóti hesum umsitingargjaldinum og skuldi royna at faa lógina broytta aftur, so at feløgini sjálvi fingu frítíðargrunnin aftur at umsita. Og Osmund Berg úr Skopun mælti til at leggja heilt kontant út fyri at fáa gjaldið burtur, sum hann málbar seg. Vóru í øðini Nógv umboð fyri fakfeløg- ini duldi ikki, at tey vóru í øðini inn á hesar rokning- arnar frá Toll- og Skattstov- uni og tað vóru meiri enn ein, ið rætt og slætt saman- bar hetta við stuldur. –Okkurt felag hevði be- talt Toll- og Skatt næstan 40.000 krónur í umsiting- argjaldi í fjør og tað hildu tey líktust „púra etandi ong- um“. Fleiri fakfelagsumboð vísti á, at rentan av Frítíð- arfgrunninum hevði verið eitt ógvuliga kærkomið í- kast í kassan hjá nógvum fakfeløgunum. – Tá íð fakfeløgini mistu frítíðargrunnin, mistu tey eisini rentuinntøkurnar av honum. Og nú,vit eisini skulu betala umsitingar- gjald, er tað eitt álvarsligt fíggjarligt bakkast, ikki minst tey smáu feløgini, segði Karla Einarsson. úr Runavík. Hon helt, at hetta var eitt tiltak, sum einans varð sett í verk fyri at máa støðið undan fakfeløgunum. Arbeiðsgevarar misbrúka ALS til at betala fyri teir Í fleiri førum hevur tað gingið strilti at fáa ar- beiðsgevarar at halda sáttmálan og ofta hevur tað verið neyð- ugt at seta hart ímóti hørðum, sigur Føroya Arbeiðsgevara- felag ÁKI BERTHOLDSEN Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um viku- skiftið segði Ingeborg Vinther, at tey hava havt nógvar kvalir av nógvar kvalir av arbeiðsgevarum, sum ikki vilja halda sáttmálan. – Eitt nú kemur tað meiri enn so fyri, at arbeiðsgev- arar royna at skáka sær und- an sáttmálanum og at fáa ALS at betala uppsagnarløn fyri teir. Tá ið arbeiðsfólk verða søgt upp, hava tey uppsagn- arløn, eins og øll onnur og hon kann vera upp í 20 dag- ar, alt eftir, hvussu leingi, tey uppsøgdu fólkini hava arbeitt. Men hesa uppsagnarløn- ina eru tað fleiri arbeiðs- gevarar sum royna at snúgva sær undan. Ístaðin royna teir at vísa fólkinum til ALS, tá ið tey verða søgd upp Ingeborg Vinther sigur, at tað eru ikki meiri enn nakrir heilt fáir dagar síðani, at eitt prógva afturat fekst um hetta Talan var um eitt fiska- virki, sum hevði lagt um til høgligari arbeiðslag ella rat- ionaliserað. – Í tí sambandinum vórðu 17 arbeiðsfólk søgd upp, – Men virkið sýtti fyri at gjalda uppsagnarlønina, tí tað skuldi ALS gjalda. Tvs, at fólkini skuldu beinan- vegin beinast upp í ALS, hóast tey áttu uppsagn- arløn fra virkinum. Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at hetta, at fleiri arbeiðs- gevarar halda, at ALS skal gjalda uppsagnarløn, er ein avleiðing av tí, ið hendi á Fiskavirking í Fuglafirði. – Føroya Arbeiðarafel- ag tapti eitt gerðarrætt- armál í tí sambandi og tí slapp Fiskavirking undan at gjalda hesa løn. Grund- gevingin var, at tey vóru søgd upp, tí trot var á rá- vøru og tá skuldi virkið ikki gjalda uppsagnarløn. Ingeborg Vinther legg- ur stóran dent á, at fak- felagsfólk hava eitt vakið eyga við slíkum. – ALS er ætlað til at gjalda arbeiðsloysi, ikki uppsagnarløn. Men her halda summir arbeiðsgev- arar seg hava ein møgu- leika at skáka sær undan sáttmálanum, men tað má steðgast, sigur Ingeborg Vinther. Hon leggur aftur- at, at eftir at Føroya Ar- beiðarafelag kom uppí málið við áðurnevnda ar- beiðsgevara, er tað komið í rættlag. Andrias Djurhuus í Vági reisti eitt mál á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur leingi hevur elvt til stóra misnøgd. Og nú kunnu bæði Løgting og Landsstýrið vænta sær eitt hvassorðað mótmæli frá Føroya Arbeiðarafelag FA - Andrias FA-Ingeborg/ Elias Rokning uppá 800.000 Men fakfeløgini sleppa ikki so, tí tað stendur eisini í lógini, at tey nú skulu betala Toll- og Skattstovuni fyri at umsita frítíðargrunnin. Ingeborg Vinther segði, at so vítt hon hevði fingið upp- lýst, hevði Toll- og Skatt- stovan sent fakfeløgunum eina rokning uppá góðar 800.000 fyri at hava umsitið Tá ið arbeiðsfólk verða søgd upp, hava tey rætt til uppsagnarløn frá virkinum. Men tað kemur ofta fyri, at arbeiðsgevarar royna at fáa ALS at betala hesa uppsagnarlønina. Her eru tað Elias Hansen, næstformaður, IngeborgVinther, formaður, Tana Kallsoy, fráfarin stjórnarlimur og Marius Clementsen, stjórnarlimur