Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2000 VIRÐISBRÆVAMARKNAÐURIN Amerikanski tjóðbankin hækkaði rentuna í seinastu viku Sum væntað, hækkaði amerikanski tjóðbankin leiðandi rentuna 0,25% til 6,00% seinasta hósdag. Tjóðbankin hevur sein- asta hálva árið fyrireikað marknaðin uppá rentu- hækkingar, og tí skapti rentuhækkingin ikki stór- vegis kursbroytingar á lánsbrøvum. OPEC-londini hava fund í dag um oljuframleiðsluna, og roknað verður við eini avgerð seinni í dag. Útlit eru fyri, at londini semjast um eina hækking í fram- leiðsluni á 1,2 til 1,7 mill- iónir tunnur um dagin. Verður hækkingin 1,7 mill- iónir tunnur, kunnu vit rokna við, at oljuprísurin kann falla niður um 25 dollarar fyri tunnuna. IG-Metal, ið er eitt tað størsta einstaka fagfelag í Týsklandi, gjørdi semju við arbeiðsgevararnar í nátt. Semjan gevur limunum eina lønarhækking á 3% í ár. Krøvini vóru annars 5,5%, so nýggja semjan hevur havt positiva ávirkan á lánsbrøvini. Gongdin hesa seinastu vikuna á danska lánsbræv- amarknaðinum hevur havt við sær, at 10-ára danska statslánsbrævið - 6% st. lån 2009 - kl. 11 í morgun kostaði 102,74 móti 103,27 fyri viku síðan. 2- ára statslánsbrævið - 4% Stgb 2001 - kostaði 99,38 móti 99,43 fyri viku síðan. Tað føroyska lánsbrævið - 4,125% FRL 2000 - kostaði 99,55, sum svarar til eina effektiva rentu á 4,76%. GJALDOYRAMARKNAÐURIN Norska krónan Norska krónan er styrknað nakað seinastu vikuna. Fundurin millum OPEC- londini, sum í dag er í Wi- en, kann fáa týdning fyri norsku krónuna. Væntandi fer OPEC at økja fram- leiðsluna. Full semja er tó ikki millum limalondini um, hvussu nógv fram- leiðslan skal økjast. Tey londini, sum eru ímóti hækkingum av framleiðsl- uni, siga tað verða skeivt at økja framleiðsluna móti vári, tá væntast kann, at eftirspurningurin kortini fellur. Norra er ikki limur í OPEC, men ein avgerð um økta framleiðslu fer helst at hava við sær lækkandi oljuprísir. Virðið á norsku krónuni fylgir vanliga rætt- iliga væl við gongdini í olj- uprísinum, og tí kann væntast, at norska krónan lækkar, um oljuframleiðsl- an økist. Norska krónan kundi í dag á middegi keypast fyri 91,65 móti 91,11 fyri viku síðani. Japanski yennurin Japanski yennurin hevur seinastu vikuna svingað rættiliga fitt. Hetta kemur helst av, at japanska fíggj- arárið endar 31. mars, og japonsku fyritøkurnar royna at fáa sum mest burt- ur úr sínum ágóða í fremm- andum gjaldoyra, áðrenn fíggjarárið endar. Eisini verður bíðað eftir Tankan- frágreiðingini, sum verður almannakunngjørd í næstu viku. Frágreiðingin sigur, hvussu vinnan metir um framtíðarútlitini, og kann verða avgerandi fyri gongdina hjá yenninum í framtíðini. Japanski yennurin kundi í dag á middegi keypast fyri 7,2588 móti 7,1869 fyri viku síðani. Brigada Nordica Um 10.-30. juli verður skipað fyri Brigada Nord- ica í Kuba. Føroyar hava lukið síðani 1989, tey flestu árini bæði summar og vetur. Øll, ið hava verið við – summi fleiri ferðir – munnu vera á einum máli, at hetta er ein uppliving fyri lívið. Fyrst og fremst vinsemið við kubanar og mong onnur fólaksløg, gleðin um at stuðla einum stríðandi sosialistiskum landi. Men so sanniliga eisini bara tað at uppliva hetta land og fólk, at uppliva Havanna og aðrar býir, strendurnar og mangt mangt annað. Vit hava sett okkum fyri, at einans limir í Felagnum Føroyar-Kuba sleppa við. Ferðaseðlaprísurin plag- ar at liggja um 5-6000 kr. Keypmannahavn-Havanna retur. Harafturat kemur so ein apex-ferðaseðil millum Føroyar og Keypmanna- havn. Uppihaldið við mati, útferðum og at kalla øllum øðrum, kostar 300 US $. 26. juli er kubanski tjóð- ardagurin, og tá verður kanska høvi at vera við til hátíðarhaldið, har Fidel Castro heldur røðu. Seinasta freist at tekna seg er 1. mai. Ringjast kann miku- kvøldið kl. 19.15-20.15 á tlf. 313016, annars á 312098. Eisini kann fax- ast 313016 ella senda teld- upost til: far_cuba@hotmail.com Ísland hevur rós uppiborið Av tí at grein sum eg herfyri hevði í Dimmalætting og Sosialinum var stytt (av mær sjálvum), hevði tað við sær, at greinin vísti ein negativan hugburð mótveg- is Íslandi. Tað var als ikki ætlanin, tí neyvan nakað samfelag í framkomna heiminum hev- ur sum Ísland klára at ment seg soleiðis at tað bæði bú- skaparliga og ikki minst mentunarliga er á hædd við teirra grannatjóðir. Í áratíggir hava teir barst við eina methøga inflatión við einum búskapi, sum í stóran mun hevur verið ávirkaður av, at Ísland hevur verið ein fiskivinnutjóð eins og Føroyar. Neyvan nakað fólk í Vest- urheiminum hevur lagt so nógv fyri, sum tann ís- lendski løntakarin, bæði á sjógvi og landi við einum tímatali hvørja arbeiðsviku, sum einki annað samfelag kemur í nánd av. Sum tað einasta sam- starvsland innan fiskivinnu, hevur Ísland harafturat latið Føroyum part av sínum fiskiríkidømi, eisini um fell- isár hava verið, uttan at kravt nakað afturfyri. Tað sum undirritaði vildi vísa í fyrru grein míni, var at Fólkaflokkurin ella stórur partur av sitandi samgongu kunna ikki skrúva okkara samfelag aftur til 1918 og 1944 har ávikavist 92% og 97% atkvøddu ja. Og Fólka- flokshugsjónin um at bara ein lækkar lønirnar, so hev- ur lántakarin meira pening eftir aftaná skatt, tað er at kosta torvmold í eyguni á veljarafjøldini. Og hvør veit um ikki ein orsøk til aftur- gongdina hjá FF er at velj- arin endiliga hevur gjøgn- umskoða teirra politikk, har ímillum annað kvota barón- ar komandi árini koma at spæla bingo og matador við tí føroyska fiskigrunninum, væl stuðlaðir av Tjóðveldis og Sjálvstýrisflokkinum. Frank Davidsen Viðmerking: Oceanic days framsýning Tjakfundur á Café Nátúr Tjakfundur um fullveldið á Café Natúr mikukvøldið 30.3. kl. 20.00 Í sambandi við frumfram- førsluna av symfoniini Oce- anic days eftir Sunleif Ras- mussen, skipar Landsbóka- savnið fyri lítlari framsýn- ing í Norðurlandahúsinum. Tónaksaldið Sunleif Ras- mussen hevur av sínum ein- tingum síðan 1990 latið Landsbókasavninum í varð- veitslu frumritini til umleið 30 tónleikaverk. Millum hesi verkini er eisini frum- ritið til symfoniina, ið verð- ur at síggja á framsýningini. Framsýningin verður at síggja í døgunum 28. mars til 3. apríl. Í hesum fullveldisdøgum, har kasta verður við Nato, tølum, blokkstuðli ella skal tað vera 3-4 ár, sum danir leggja út við ella skal tað vera 50 ár til vit fáa veruliga loysing, ja, hettar og mangt annað loysa vit upp fyri á Café Natúr mikukvøldið kl. 20.00 Vit hava tikið hædd fyri at tey, sum ung eru í dag og skulu bera fedranna arv víð- ari, enn ikki hava tala. Hett- ar fáa tey høvi til í einum panelfundi sum verður á Café Natúr. Í panelinum sita umboð fyri politisku ung- dómsflokkar, sum eru virk- nir. Umboðini fáa 5 min. til sítt innlegg og síðan kunnu áhoyrarnir seta teimum spurningar hesum viðvíkj- andi. Øll, ung sum eldri eru vælkomin at vera við til fullveldiskvøld, sum verður mikukvøldið 30.3. kl. 20. 1. Partur Við eitt borð sótu tvey fólk, A og B. A biður um ein høsnar- unga, men orkar ikki at eta meir enn helmingin av honum blakaði restirnar burtur, goymdi tær ella gav hundinum tær. B, var svangt, men tá tað ongar pengar átti, fekk tað ongan høsnarunga. Hagfrøðisliga var væl- ferðin við borðið góð, tí borðið hevði fingið ein høsnarunga til tvey fólk. Við borðið var hagfrøðis- liga etið ein hálvur høsn- arungi í part. 2. Partur Tá ið A var eitt føroyskt samríkisfólk tókti tað synd í B, og bað tí B fara til C, sum hvønn dag gav A pengar fyri ein høsnar- unga. Hóast B var svangt vildi tað fyrst vita, hvat tað skuldi gera fyri C afturfyri. A fór nú undir at greiða B frá, men hvussu A enn spílaði seg út, fekk tað ikki B at skilja, hví C var so gávumilt. »Nakað fyri nakað« og »Einki kemur av ongum«, mutlaði B fyri seg sjálvan og vildi heldur brúka tíð og orku tilat fáa sær nakað fyri hendurnar at gera. 3. Partur Hálvsvangt men við góð- um treysti fór nú B til verka, meðan tað tosaði fyri seg sjálvan: »Maturin liggur undir manningini«, »Tolin trívst og treiskni vinnur« og »Hann, ið rør, fiskar umsíður«. Endin var, at eisini B kundi sess- ast við eitt borð og biðja um ein hálvan høsnarunga. Tað var ikki byrjað at eta, nú sessast eitt annað fólk, D, við borðið. B var bara eitt vanligt hjartagott fólk og ætlaði tí at bjóða D ein bita. Tað var heldur ikki gott at eta seg ovmettan. Tað mintist, hvussu svangt tað hevði verið, men so kom tað at hugsa um, hvussu deiligt tað nú var at seta seg við borðið. »Søtur er sjálvgivin biti« læt í tí, og tað fór at siga D sína søgu. 4. Partur Haltandi men við góðum treysti fór eisini D til verka. Dið haltaði, tí tað hevði eitt sjúkt bein. Hvussu var og ikki, so kundi eisini Dið sessast við eitt borð, tó tað bert átti fyri ein kvart høsnar- unga. B fegnaðist um at síggja D sita og eta. Hesin kvarturin helt hungurin frá durunum og var størri biti, enn B ætlaði at geva D. » – Eg havi í so nógv og tú í so lítði, um vit nú løgdu saman og so deildu í tvey, tá hevði tú meir enn ein kvart og eg minni enn ein hálvan, men báðir vóru hampuliga mettir«. Meðan B og D sita og eta og tosa um eitt hálvt, ein kvart og tríggjar áttanda partar, kemur A til teirra. 5. Partur A hevur bæði hoyrt og sæð alt, men skilur púrt einki, hví tey eru so treisk og býtt, tó minnir tað enn ein- aferð B og D á C. B og D skilja heldur ikki, tað sum A sigur. Tey siga tí frá, hvussu væl tey kenna seg. Tá ið D spyr A, hvat tað vil gera, um C ein penan dag einki vil lata tí, og um tað ikki kennir seg í so heftan at C, stendur A mest sum bara og svølgir, men tá ið D skýtur upp, at A kann royna at vinna fyri ein hálvan, ein kvartan ja kanska ein heilsan høsnar unga, og at tey so øll trý deila tað sína millum, rým- ur A í øðini. Moralur Fyrst skulu tit fiskin fiska, síðani fiskin býta. Fært tú onkuntíð fisk fyri einki, má eisini hann býtast, og gevarin dugnast fyrr ella seinri. Steinbjørn B. Jacobsen Ein lítil søga 2000 Nr. 12 Einsamallur hani í eini konufólkaverð sí›a 16 og 17 sí›a 16 og 17 Vísdómsorð og brævbumban American Beauty vann sí›a 15 sí›a 15 sí›a 18 sí›a 18 fløguumæli baksí›an baksí›an Hitlistar og svara so! sí›a 19 sí›a 19