hósdagur 25. apríl 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÍÐINDASKRIV
Løgmansskrivstovan
Landsstýrið, íslendska stjór-
nin, grønlendska landsstýr-
ið og Útnorðurráðið hava
gjørt samstarvsyvirlýsing.
Yvirlýsingin varð undir-
skrivað í sambandi við ráð-
stevnuna hjá Norðurlanda-
ráðnum um demokrati, sum
í hesum døgum er í Reykja-
vík.
Samstarvsyvirlýsingin er
eitt týdningarmikið stig
fram móti at fáa samstarvið
millum ráðið og myndug-
leikarnar í teimum trimum
londunum í tryggar form-
ligar karmar.
Tað vóru norðurlendsku
samstarvsráðharrarnir, sum
skrivaðu undir yvirlýsing-
ina,
Siv
Friðleifsdóttir
vegna Ísland, Lise Lennert
vegna Grønland, og Høgni
Hoydal vegna Føroyar,
meðan Hjálmar Árnason,
sum er formaður í Útnorð-
urráðnum,
skrivaðiundir
vegna Útnorðurráðið. Næst-
formaðurin í Útnorðurráð-
num, Jógvan Durhuus, tók
somuleiðis lut í hátíðar-
haldinum.
Samstarvsyvirlýsingin
staðfestir millum annað, at
samstarvið millum íslend-
sku stjórnina, føroyska og
grønlendska landsstýrið og
Útnorðurráðið skal verða
framt við at partanir skifta
upplýsingar sínámillum á
árligum fundi í sambandi
við tingsetu Norðurlanda-
ráðsins.
Eisini skulu norðurlend-
sku samstarvsráðharrarnir,
í tann mun tað ber til, taka
lut í ársfundinum hjá Út-
norðurráðnum, og avvarð-
andi ráðharrar og lands-
stýrismenn skulu somuleið-
is taka lut í evnisráðstevnu-
num hjá Ráðnum.
Harumframt skulu norð-
urlendsku
samstarvsráð-
harrarnir hvørt ár lata Ráð-
num frágreiðing um, hvat
londini hava gjørt í mun til
tilmælini hjá Ráðnum, og
um samstarvið landanna
millum.
Tingmannaráð Útnorðurs
er samstarvsráðið hjá Før-
oya Løgtingi, grønlendska
Landstinginum, og íslend-
ska Altinginum. Tað varð
stovnað í Nuuk í Grønlandi
í 1985.
Á aðalfundi í 1997
broytti ráðið navn til Út-
norðurráðið.
Átjan tingmenn, 6 úr
hvørjum landi, sita í ráð-
num.
Útnorðurráðið
hevur
gjørt samtyktir um ymisk
mál, so sum umhvørvis- og
tilfeingismál, styrkt mentan-
narligt samstarv landanna
millum, skúla- og ítróttar-
samvinnu og mangt annað.
Samtyktir Útnorðurráð-
sins verða lagdar fram sum
uppskot til samtyktar á
Løgtingi, sigur Løgmans-
skrivstovan í tíðindaskrivi.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Adolf Olsen
andaðist og varð jarðaður.
Hjartans tøkk til heimahjálpir og til tykkum
á B5 á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hann
tað seinastu tíðina.
Tøkk til prest og tykkum sum hjálptu til
við jarðarferðini.
Takk fyri blómur og kransar, og tøkk til øll sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
So kann eg trygt til hvíldar fara nú
og vita,tú ert vinur mín tann besti;
og aldri,aldri skiljast eg og tú,
tín hond so væl um mínar hendur festi.
Vegna familjuna
Marjun
Útnorðursamstarvið útbygt
2
Nr. 78 - 25. apríl 2002
Nr. 78 - 25. apríl 2002
3
C
M
Y
K
3
2
Marjus Dam
Marjus Dam
Vága Valdømi
Tryggja v
Tryggja vælfer
lferðina,
ina,
útbyggja flogv
tbyggja flogvøllin
llin
og skattal
og skattalætta
tta