Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 78 - 25. apríl 2002 Nr. 78 - 25. apríl 2002 5 Mikudagin var lýst í útvarpinum, at Skipara- og Navigatørfelagið noktar limum felagsins at taka upp verkfalsrakt arbeiði. Hetta kann tykjast eitt sindur løgið, og tí spurdi Sosialurin Ellind Abrahamsen, um tørvur veruliga var á at fortelja limum felagsins, at teir ikki eiga at vera verkfalsbrótarar VERKFALL Ingrid Bjarnastein – Grundin til, at vit settu lýsingina í útvarpið var, at eg hevði hoyrt, at limir hjá okkum sigldu við ferða- fólki, sigur Ellindur Abra- hamsen, formaður í Skip- ara- og Navigatørfelagnum. – Hetta er sjálvandi hug- stoytt, og eg haldi, at hetta líkist ongum. Tí vórðu vit noyddir at seta lýsingina í. Nú er so bara at vóna, at hon verður fylgd. Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur, at um lýsingin ikki verður fylgd, so verður støða tikin til málið aftaná. Hetta kann í ringasta føri hava við sær, at viðkomandi verður koyrdur úr felagnum. Tað er ikki kravt at vera limur í Skipara- og Navigatørfel- agnum, men felagið kann nokta limum sínum at ar- beiða saman við onkrum, sum ikki er limur. VERKFALL Ingrid Bjarnastein Fyrrapartin mikudagin tá Sosialurin tosaði við Ellind Abrahamsen, formann í Skipara- og Navigatørfel- agnum, gjørdi hann greitt, at sjúkraflutningurin um firðir og sund steðgaði á middegi, um Fíggjarmála- stýrið ikki játtaði at gjalda fulla løn til teirra, ið taka sær av hesum flutningi. Ellindur Abrahamsen hevur fleiri ferðir sagt, at teir, ið hava sjúkraflutning- in í hendi, eiga at fáa løn fyri fulla tíð, tí teir skulu altíð vera til taks, men Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri sigur, at hetta kemur undir tilkallingar- vakt, og tí eiga teir ikki at fáa fulla løn. Tíverri eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á Karsteni Hansen til eina viðmerking. Sagt varð av Fíggjarmálastýrinum, at hann var á fundi við Skipara- og Navigatørfel- agið á Hotel Føroyum. Limir hjá Skipara-og Navigatørfelagnum: Taka upp verkfalsrakt arbeiði Sjúkraflutningurin steðgar Verri enn so allir bát- arnir, sum sigla um Vestmannasund, eru góðkendir at sigla við ferðafólki. Fróði Skúvadal hevur góð- kendan bát, sum hann hevur brúkt nógva tíð og pengar uppá at fáa góðkend- an, og sigur hann, at tað er upp til ferða- fólkini sjálvi at av- gera, hvønn bátin tey velja VERKFALL Ingrid Bjarnastein – Sjálvandi er tað keðiligt fyri okkum, at bátar, sum ikki eru góðkendir, sigla við ferðafólkið, men eg vil siga, at tað er ringast fyri ferðafólkini sjálvi, sigur 27 ára gamli Fróði Skúvadal, sum í 10 ár hevur siglt undir Vestmannabjørgini. – Har er ongin trygd fyri tey. Onkrir bátar hava ongi bjargingarbelti, og kanska ein bjargingarbát til fýra fólk, men tá teir sigla við fleiri enn fýra hjálpir tað ikki nógv. Men tað eru fólk sjálvi, sum eiga at vita, at hetta kann gerast vanda- mikið, og tað er í síðsta enda teirra egna val. Fróði sigur, at teir bátar, ið eru góðkendir at sigla við ferðafólki, melda hóast alt ikki hinar bátarnar. Teir flestu av bátunum kunnu sigla við 12 fólkum um bjargingarútgerðin er í lagi, men tað er hon ikki hjá fleiri av teimum. Bygdur til endamálið Sp/f Skúvadal hevur tveir bátar. Annar er Barbara og hin er Urðardrangur. Bar- bara verður, nú meðan verkfallið er, brúkt til at flyta fólk um sundið. – Barbara er bygd at sigla við ferðafólki, greiðir Fróði Skúvadal frá. Tað kostaði nógv eyka at fáa trygdarút- gerðina upp á pláss. Til dømis er hon bygd í rúm- um, sum eru vatntøtt, so um hol kemur inn í tað eina rúmið, so fyllast hini ikki. Eisini er hon gjørd úr ser- ligum glasfibur, sum eldur ikki lætt kemur í. Bara hetta gjørdi, at báturin gjør- dist eini 25 % dýrari enn vanligt. Umframt alt hetta serliga, so skuldi bjargingarútgerð eisini til. Neyðrakettir, eld- sløkkjarar, bjargingar- bátar/vestar og annað, sum ger tað nóg trygt at sigla við Barbaru. – Bjargingarbáturin um- borð er gjørdur til 37 fólk, og vit hava loyvi at hava 28 umborð. Vit hava eisini eyka bjargingarvestar, so tað skuldi verið í lagi. – Tað er eitt sindur hug- stoytt at síggja, at ein og hvør bátur sleppur at sigla aftur og fram, serliga tí vit hava lagt so nógva orku, tíð og pengar í, at fáa bátin góðkendan. Fróði vil ikki rættiliga inn á tað neyva talið av peningi, ið brúkt varð fyri at fáa bátin í lagi. Men Barbara er ein P-bátur. Passager-bátur. Tað vil siga, at til hennara, verða somu krøv sett, sum til Norrønu. Maskinpassari skal vera umborð tá siglt verður, og eisini verða heilt onnur krøv sett til, um millum annað stabilitet. Eisini verður kravt, at tann, ið førir bátin, hevur dugna- skapsroynd í sigling. Síðani hann var 16 ára gamal, hevur Fróði Skúva- dal siglt undir Vestmanna- bjørgini, so hann metir, at hann hevur eitt sindur av royndum, og í summar byrjar hann uppá 11. summarið undir Vest- mannabjørgunum. Ringast fyri ferðafólkið Í dag er flaggdagur, 25. apríl, og hetta verður hátíðarhildið við flaggdagshaldum kring alt landið FLAGGDAGUR Ingrid Bjarnastein Flaggdagur verður hátíðar- tíðarhildin mestsum alla- staðni í Føroyum í dag. Í ár hava tvey pláss ognað sær ein tíðindamann frá ávíka- vist Sosialinum og Útvarpi Føroya at flyta fram flagg- dagsrøðuna. Í Funningsfirði verður flaggdagshald hildið uttan- fyri skúlan klokkan 17.00. Har fer Jústinus Leivsson Eidesgaard at flyta fram røðu. Kór í Kollafirði kemur at syngja, og aftaná verður høvi at fáa kaffi og okkurt annað gott í skúlan- um. Runavík hevur hin tíð- indamannin. Flaggdags- haldið verður á økinum sunnan fyri Býráðshúsið. Har fer Hilmar Jan Hansen at halda flaggdagsrøðuna, og eisini fer Nes Sóknar Hornorkestur at spæla. Skótar og ítróttarfólk ganga skúgongu frá ítróttarøkin- um klokkan 14.30. Tíðindamenn halda flaggdagsrøðu Barbara er ein av teimum heilt fáu góðkendu bátunum, ið siglir um Vestmannasund Mynd: Edvard Joensen Jústinus Leivsson Eidesgaard fer at flyta fram røðu til Flaggdagshaldið í Funningsfirði Hilmar Jan Hansen verður í Runavík og flytir fram røðu í sambandi við Flaggdagin C M Y K 5 4 Øll eru hjartaliga vælkomin CAFÉ RÓSAN á Áarvegnum 14 Café Rósan hevur opið soleiðis til valið: Flaggdagin 25. apríl kl. 16-19 verður høvi at hitta Sosialistiskt Ungmannafelag 27., 28. og 29. apríl kl. 16-19. Valdagin 30. apríl verður opið allan dagin Caféin bjóðar kaffi, køkur og politiskt tjak Høvið verður at skifta orð við valevnini Suðurstreymoyar Javnaðarfelag & Sosialistiskt Ungmannafelag SMYRIL LINE Tel 34 59 00 878,- fyri hvønn úr einans ... 1.149,- Gisting á hotelli 2002 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Shetland Cruise Shetland Cruise e-mail: booking@smyril-line.fo summarið Gisting á vallaraheimi Privat gisting 746,- fyri hvønn Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Nógvir handlar hava opið týsdag til kl. 18.30 Á farstøðini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn viðføri til varðveitslu til frá- ferðina hjá Norrönu Hvørt týskvøld frá kl. 18.30 - 24.00 verður skipað fyri útferð til m.a. Central Mainland og Scalloway. Vitjað verður á fleiri áhugaverdum støðum har m.a. verður sýnt fram hetlendskt handverk. Eisini er høvi at njóta eina hetlendska máltíð. fyri hvønn (í lágárstíð) (í lágárstíð) (í lágárstíð) úr einans ... úr einans ... Gisting á hotelli Gisting á hotelli Gisting á vallaraheimi Gisting á vallaraheimi Privat gisting Privat gisting Ring og hoyr nærri ! 878,- 746,- 1.149,- team85 Vel vælferð og framburð Vel Javnaðarflokkin Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi www.karipetersen.com Kári Petersen www.seikospecialist.dk SEIKO THE GREAT BLUE forhandles hos: 3'arin · SMS, postboks 1057 · FR-100 Torshavn · Tlf.: 35 35 35