Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 78 - 25. apríl 2002 Nr. 78 - 25. apríl 2002 7 Flaggdagur, FREE FØROYAR, vár og Roskilde dámur á Vaglinum í Havn. TÍÐINDASKRIV Eftir vanliga flaggdags- haldið hósdagin 25. Apríl, skipar Unga Tjóðveldi fyri stórari FREE FØROYAR konsert á Vaglinum í Havn, har nakrir av fremstu bólk- unum í landinum fara at vísa sín stuðul til at Føroyar verða skipaðar sum fræls tjóð, á jøvnum føti við allar aðrar. Og at okkara tjóð og okkara merki kann verða viðurkent fyri altjóða sam- felagnum í Sameindu Tjóð- um, soleiðis at okkara merki kann veitra frítt sam- an merkjunum hjá øllum heimsins frælsu tjóðum. Millum luttakandi bólk- arnar eru m.a. Clickhaze, sum í summar eitt nú fara út at umboða Føroyar á stóra Roskilde Festivali- num. Unga Tjóðveldi fer umframt at hátíðarhalda Merkið at gera vart við, at tað várar í Føroyum. Tað grør um gangandi fót. Tónleikabólkarnir, sum vera við, eru hesir: CLICKHAZE 200 SIDE EFFECT FLUX HVØRVISJÓN Umframt tónleik vera eisini styttri røður á skránni. T.d. verður skiparin, reiðarin, hugsjónar- og fólkatings- maðurin av Glyvrum, Tor- bjørn Jacobsen umboðaður bæði sum røðari og sum tónleikari saman við Sámali Ravnsfjall í bólki- num Hvørvisjón. Eisini verða aðrir loysingarhugað- ir røðarar á pallinum ímill- um at bólkarnar spæla. Frásøgumaður verður Tróndur Vatnhamar. FREE FØROYAR tiltak- ið er ókeypis, og verður beint eftir at vanliga Flagg- dagshaldið, ið byrjar Kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin, sambands og loysingarhugað, ung sum gomul. Free Føroyar á flaggdegnum Rætting Tað kemur fyri, at vit klára at skriva skeivt, soleiðis at veruleikin verður vendur á høvdið. Í greinini um Jón- finn Olsen, valevni fyri Miðflokkin, kundi lesaran iv- ast í einum navnið. Sum tað eisini stendur í greinini, so eitur kona hansara Bjarta, og saman eiga tey bæði ein seks mánaðir gamlan son. Tá hann nevnir, at samgongan skal fordøma øllum yvirgangi, so verður sipað til, at tað verða gjørdar – sambært Miðflokkinum – alt ov nógvar fosturtøkur í Føroyum. Vónandi skuldi alt verið komið upp á pláss. Vit biðja lesararnar umbera okkum mistakið. –HR Støðan hjá Føroya Tele og støðan á fjar- skiftismarknaðinum er heilt serlig í Føroy- um í mun til onnur lond. Frælsisgerðing- in er komin langt áleiðis, men Føroya Tele er framvegis al- menn ogn. Hetta er fylgir ikki manna- gongdini í øðrum londum. Andras Róin helt fyrilestur um evnið á KT-messuni í síðstu viku FJARSKIFTI Heri á Rógvi –Frælsisgerð og privatiser- ing plaga at fylgjast at í øðrum londum, men í Føroyum verður hetta hild- ið hvør sær, sigur Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele. Á stóru KT-messuni í síðstu viku var Andras Róin millum fyrilestrarhaldarar- nar. Fyrilesturin hevði heitið Telesamskiftið í Føroyum – nú og í framtíðini. Tað var eitt rættiliga frítttalandi og opin Andras Róin, ið tosaði mestsum frítt frá livruni. Støðan Andras Róin greiddi í sín- um fyrilestri frá, hvør støð- an hjá Føroya Tele var. Hann lýsti, at Føroya Tele framvegis var eitt parta- felag, ið tað almennaeigur. Hinvegin so er ein frælsis- gerðing farin fram innan fjarskifti í Føroyum. Hetta sæst aftur í, at kapping nú er á økinum, har aðrir veit- arar enn bert Føroya Tele bjóða seg fram sum veitarar av fjarskifti. Andras Róin vísti á, at gongdin uttan úr heimi er tann, at fjarskifti verður liberaliserað, og hetta hava vit eisini fyri ein stóran part sæð í Føroyum. Munurin er bert tann í Føroyum í mun til aðrastaðni, at frælsis- gerðingin sett ígongd, meðan tað ikki er sett ein privatisering ella einskilj- ing av fyrrverandi einkar- veitaranum – Føroya Tele í Føroyum. Andras Róin nevndi, at Norðurlond – okkara grannalond – eru framúr væl fyri, tá tað umræður fjarskifti. Tey eru at meta sum undangongulond í so máta, og hesi eru aloftast frammanfyri sína tíð. Støðan hjá Føroya Tele er soleiðis, at Føroya Tele skal rekast sum ein og hvør onnur fyritøka, men hon hevur nakrar serligar treytir at ganga eftir. Eitt nú hevur Føroya Tele jú eina veiting- arskyldu Støðan hjá Føroya Tele er sostatt tvíbýtt. Hinar fyri- tøkurnar á fjarskiftismark- naðinum seta stór krøv til Føroya Tele, ið teir halda, at teir klára væl, men kapp- ingarneytarnir ynskja støð- ugt meira. Ein spurningur, ið hevur frammi, er spurningurin um, hvussu Føroya Tele skal skipast í framtíðini. Eisini í valstríðnum hevur hesin spurningur verið uppi og vent, og Fjarskiftiseftir- litið hevur eisini verið frammi við ynski um, at Føroya Tele verður deilt í tveir partar – ein part, ið umsitur kervi, og ein part, ið verður rikin eins og allar aðrar fyritøkur á marknaði- num. Tað almenna skal eiga kervispartin. Hetta ynskir Andras Róin tó ikki skal gerast veruleiki. Hann vísir á, at í Liktinstein royndu menn eina líknandi loysn, og hetta gav at bíta í tann forstand, at stórt virksemi nú fer fram, soleiðis at hetta kann gerast aftur til eitt felag. Andras Róin: Føroysk serstøða á fjarskiftisøkinum Andras Róin heldur tað vera eina vánaliga loysn at býta Føroya Tele í ein kervispart og ein vinnuligan part. Hann heldur hetta kann lættliga enda við misrøkt. Henrik vil hava Bjarna Djurholm við til at loysa ósemjurnar millum Skip- ara- og navigatørfelagið og Fíggjarmálastýrið Henrik Old, tingmaður, hevur sent eina áheitan til Bjarna Djurholm, lands- stýrismann. Í áheitanini sigur Hendrik Old, at hann hevði ynskt, at landsstýris- maðurin virka fyri, at Skip- ara- og navigatørfelagnum og lønardeildin í Fíggjar- málastýrinum aftur fara til samráðingarborðið. Hetta skal gerast við at heita á semingsmenninar, um at fáa partarnar saman aftur. Hendrik Old heldur, at semjan rakar fáar persónar hart. Harafturat heldur hann, at samráðingarnar áttu at verið fingnar frá hondini. Tá vit tosaðu við Bjarna Djurholm, landsstýris- mann, so hevði hann júst móttikið hetta. Hann var ikki heil greiður yvir, hvørjar heimildir hann hev- ur á økinum, men hann segði, at tú altíð kanst heita á partarnar. Hann sigur seg vera samdan við Henrik Old í tí, at verkfallið rakar nøkur fólk meint, og tað líkist ongum, at teir ikki samráðast, sigur hann. Henrik heitir á Bjarna Lesið -tað loysir seg Arbeiðið upp á undirsjóvatunnilin undir Vestmannsundi gongur eftir ætlan. Leiðslan sigur seg kunna standa inni fyri, at um hálvan februar komandi ár verður koyrandi undir Sundinum. Men arbeitt verður fram í móti, at tað skal verða fyrr SAMFERÐSLA Edvard Joensen Arbeitt verður við eini bummskipan til tess at fáa inn pening frá teimum, sum fara at brúka Vágatunnilin. Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at enn er einki avgjørt, hvør skipan tað skal vera. Men væntandi verður tað ein, sum helst skal vera so sjálvvirkandi, at fólki als ikki nýtist at vera á stað- num. Okkurt sovorðið sum skrásetir bilin, so til ber at koyra fram móti eini auto- mat at gjalda, sigur stjórin fyri Vágatunlinum. Hann roknar við, at av- sláttarskipanir, sum kendar eru aðrastaðni frá, fara at vera at fáa her eisini. – Tað vildi nokk verið órealistiskt at hugsa annað, heldur Dávur Reinert Han- sen. Men hann vil ikki koma inn á, hvat tað kann fara at kosta at koyra ígjøg- num tunnilin. Hinvegin eru varisligar metingar gjørdar av, hvussu nógv ferðslan gjøgnum tunnilin man fara at verða. Roknað hevur verið við, út frá tølum frá ferjunum, at einir 350 bilar fara at koyra undir Vestmannsundi um samdøgurði. Tað verður heilt givið rættiliga nógv fyrstu tíðina, men tann ferðslan man skjótt fara at leggja seg í eina fasta legu, væntar Dávur Reinert Hansen. Tíðarætlanin sigur, at undirsjóvartunnilin skal vera liðugur í seinasta lagi hálvan februar komandi, og tað verður hann eisini. Men miðað verður ímóti, at tað kann verða fyrr. Nær tað er, vil stjórin í partafelagnum Vágatunlinum ikki upp- lýsa. Vegbreytin Dávur Reinert Hansen sigur, at í løtuni verður ar- beitt við at gera vegbreyt- ina inni í tunlinum. Einir hundrað metrar av vegbreytini verða grivnir upp í senn, og so verður nýtt, drenandi tilfar lagt aftur ístaðin. Samstundis verða rennur og brunnar gjørd, so tá tað er liðugt umleið hálvan mai mánaða, er bara eftir at asfaltera sjálva vegbreytina. Vegarbeiðið uttan fyri tunnilin er eisini í gongd báðu megin. Í Leynym eru teir komnir væl áleiðis við at stoypa brúnna, og fylt verður eisini út við sjálva brúnna og til rundkoyring- ina, sum gerast skal við tunnilsmunnan. Síðan verð- ur dekkið á brúnni stoypt. Vágamegin eru teir so smátt farnir undir at gera tað stóra svingið oman fyri Fútaklett og tann vegin, sum gerast skal av nýggjum í tí sambandinum. Roknað verður við, at nýggjur vegur skal gerast einar hálvannaðhundrað til tveyhundrað metrar frá svinginum niðan móti Hálsinum. Eisini skal Oyrargjáarvegurin bindast í tann nýggja vegin. Hetta arbeiðið fer rættiliga í gongd nú út á varið, og so verður arbeitt, til liðugt er. Kaðalarbeiðið Inni í sjálvum tunlinum verður farið undir kaðal- arbeiðið nakað skjótt, upp- lýsir Dávur Reinert Han- sen. Arbeiðið er boðið út, og fýra tilboð eru innkomin. Roknað verður við, at byrjast kann upp á tað arbeiðið um hálvan juni mánaða. Tey fýra tilboðini, sum komin eru inn, eru øll frá fyritøkum, sum hava før- oyska løggilding. El-, telefon- og radio- kaðalar skulu leggjast inni í tunlinum. Hetta arbeiðið kann gerast, samstundis, sum arbeitt verður við at tekja tunnilin, upplýsir stjórin. Tá tað er liðugt, eru bara snøklarnir eftir, um sigast kann so. Slíkt sum kant- steinar og merking av veg- breyt. Eisini vegurin til tunnilin skal gerast liðugur út á heystið. Sovorðið sum bil- verja, vegristir og hegn fram við vegbreytini, sigur Dávur Reinert Hansen. Parkeringsviðurskifti Í samband við tosið um tunnilin undir Vestmann- sundi verður ofta komið inn á parkeringsviðurskiftini í Vágum. Víst verður á, at serliga í samband við flog- vøllin eru parkerings- viðurskiftini ov vánalig. Finnbogi Niclasen, flog- vallarovasti, sigur, at arbeitt verður av allari kraft at fáa loyst hendan trupulleikan. Tað verður ikki nøkur separat loysn við parker- ingsplássum, sigur Finn- bogi Niclasen, uttan ein samlað loysn við øllum flogvallarøkinum uppií. – Men vit kunnu altíð hava ein fyribilsloysn klára, tá tunnilin letur upp, so fólk fáa sett bilarnar frá sær, sigur hann. Tveir sandavágs- dreingir funnu týsdagin ein fløsku- post, sum var komin allan vegin úr Kandada FLØSKUPOSTUR Edvard Joensen Sandavági: Týsdagin funnu sandvágsdreingirnir Tummas Albert Thomassen og Jens Erik Nielsen, ein fløskupost, sum komin var allan vegin úr Kanada til Sandavágs. Teir vóru, sum teir so mangan plaga, farnir ein túr oman á sandin at vita, hvat har var at finna. Millum rekarnar, har lógu hendan dagin, var eisini ein klár glasfløska við einum pappíri í. Teir tóku hana upp og funnu eitt bræv, sum ein tíggju ára gomul kanadisk genta hevði skrivað í august mánaða í fjør. Hon gongur í einum skúlaflokki í Halifax á Nova Skotia, sum hevur gjørt eina verkætlan, har tey millum annað hava tveitt 50 fløskupostar á sjógv í teirri vón, at teir verða funnir aftur, og at tey, sum finna teir, seta seg í samband við flokkin. Saman við brævinum fra Samanthu, sum gentan eitur, lá eisini ein teldu- skrivaður seðil við frá- greiðing um verkætlanina og adressum at seta seg í samband við. Einar tvær teldupostadressur vóru, so lætt verður at koma í samband við tey har yviri. Teir báðir, Jens Erik og Tummas Albert, siga, at tað fara teir eisini at gera, og so verður spennandi at vita, hvat fer at spyrjast burtur úr tí. Funnu kanadiskan fløskupost í Sandavági Teir báðir, Tummas Albert Thomassen, v.m. og Jens Erik Nielsen, úr Sandavági funnu ein fløskupost Niðri á Sandi týsdagin. Fløskuposturin var komin allan vegin frá Nova Skotia í Kanada Mynd: Edvard Joensen Gongur væl undir Vestmannsundi C M Y K 7 6 BERG MOTORS Staravegur 1-3, postsmoga 1039, 110 Tórshavn Tlf. 313535 · Fax 317735 Vegna verkfall halda tiboðini við frásorteraðum bilum fram 323 F 323 F 323 Sedan Premacy Premac E2200 E2200 E2200 626 626 B2500 B2500 B2500 626 Stationcar Demio ú 4.700,- r 15 ú 700,- r 187.7 úr 159.700,- r 159 700 úr 189.700,- úr 139.700, r 139 700 - úr 198.700,- r 198 700 - ú , r 159.700,- úr 129.700,- úr 180.700,-,