Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 78 - 25. apríl 2002 Nr. 78 - 25. apríl 2002 9 Okkara kendasti fimleikari, Helgi Winther Olsen, sum vann fleiri gullmerki á seinastu oyggjaleik- unum, verður við í FM-kappingini í fimleiki í Runavík um vikuskiftið FIMLEIKUR Vilmund Jacobsen Leygardagin verður føroya- meistarakapping í fimleiki í Ítróttarhøllini í Runavík fyri tey, sum eru 14 ár og eldri. Trý feløg fara at lut- taka í hesi kapping; tey eru Ljósið úr Havn, Havnar Fimleikarfelag og Støkk av Glyvrum. Tey, sum eru við í hesi kapping, eru seks tey bestu úr hvørjum bólki, sum hava kvalifiserað seg til FM. Hesi hava luttikið í øllum greinum í reiðskapsfim- leiki. Tann, sum vinnur saman- lagt í øllum greinum, verð- ur føroyameistari í fimleiki. Kendasta navnið í før- oyskum fimleiki í dag, er Helgi Winther Olsen, sum vann fleiri gullmerki á oyggjaleikunum á Isle of Man seinasta summar. Hann kemur heim úr Dan- mark at verða við í FM- kappingini leygardagin. Ilt er at siga, um aðrir fimleikarar eru førir fyri at geva Helga mótstøðu, men tey, sum standa fimleikin- um nær, vænta at síggja fleiri spennandi kappingar. Kappingin leygardagin byrjar kl. 14. Stakgreinir Sum nakað nýtt, verður sunnudagin skipað fyri FM-kapping í stakgreinum. Her kanst tú gerast meistari í eini ávísari grein, t.d. í ringunum, lopum, á gólvin- um ella í bitanum. Hugskotið til hesa kapp- ing er sprottið úr, at tað eru fleiri smá fimleikarfeløg, sum ikki hava møguleika at kvalifisera seg til FM. Hesir leikarar kunnu sunnudagin vísa sínar dygdir í einstøkum grein- um. Tey, sum eru við sunnu- dagin, hava kvalifiserað seg til hesa kapping gjøgnum liðkappingina í fimleiki, sum varð liðug fyrr í hesum mánaðinum. Tey feløg, sum ikki eru við til FM í reiðskapi leyg- ardagin, men sum í staðin hava møguleika at verða við sunnudagin, eru Klaks- víkar Fimleikarfelag, Flog úr Fuglafirði, Fok úr Gøtu/- Leirvík og Tvøroyrar Fim- leikarfelag. Endamálið við stak- greinakappingini sunnu- dagin er eisini at halda hes- um feløgum til, sum ikki megna at kvalifisera seg til FM í reiðskapsfimleiki. Fimleikasambandið vón- ar at síggja meira til hesi feløg komandi vetur og í framtíðini annars. Kappingin sunnudagin byrjar eisini kl. 14. Vikuskiftið, 4. og 5. mai, verður kappast í yngru deildunum í Havn, og tá verða kappingarnar skipað- ar á sama hátt sum í Runa- vík leygardagin og sunnu- dagin. FM í reiðskapi og stakgreinum í Runavík TILTØK Vilmund Jacobsen Hóast vit hava havt og framvegis hava góðar tíðir í Føroyum, er samfelagið kortini fleiri ferðir rakt av verkfalli seinastu árini. Or- søkin er væl saktans, at fak- feløg vænta sær meira í góðum tíðum enn ringum tíðum. Feløgini halda, at í ringu tíðunum fingu tey ov lítið uppá lønina og vilja tískil vinna so mikið meira innaftur, meðan tíðirnar enn eru góðar. Úrslitið er, at mong ósek eru rakt, sum í veruleikan- um einki hava við stríðið millum partarnar at gera. Fólk argast, tí hetta gong- ur út yvir teirra gerandis- dag, men tað loysir ikki trætuna. Hana kunnu bara partarnir, sum eru ósamdir, loysa. Stríðið má taka ta tíð, tað tekur. Sølustevnan á Sandi útsett Ein avleiðing av verkfall- inum hesaferð er, at árliga sølustevnan, sum áhugafel- agið hjá B71skipar fyri í Meginskúlanum á Sandi, er útsett. Ætlandi skuldi stevnan vera komandi vikuskiftið, men tað letur seg ikki gera, nú eingin sigling er um Skopunarfjørð. Áhugafelagið hevur tí boðað luttakarunum frá, at sølustevnan í staðin verður vikuskiftið, 18. og 19. mai, um komandi verður um fjørðin til ta tíð. Seinasta ár var eisini verkfall, tá ið sølustevnan var á Sandi; tá var tað Før- oya Arbeiðarafelag, sum togaðist við Føroya Ar- beiðsgevarafelag um lønar- sáttmála. Torført var hjá framsýn- arum, sum skuldu í Sand- oynna við vørum til stevn- una, at sleppa um vegbyrg- ingarnar í Kollafirði, men tað eydnaðist umsíðir eftir togan við verkfallsvaktirn- ar. Tá ið komið var í Sand- oynna, vistu fólk ikki, um tey sluppu heimaftur við vørunum. Hesaferð er sølustevnan hjá B71 so aftur rakt av verkfalli. Helgi Winther Olsen verður við í FM-kappingini í fimleiki í Runavík um vikuskiftið Sølustevnan á Sandi útsett Aftur í ár er sølustevnan á Sandi rakt av verkfalli Ansingartrygd, eldra- røkt, undirsjóvar- tunnil og flóttafólk vóru bert nøkur av framløgdu evnunum, tá Áhugabólkur Klaksvíkar Hús- møðrafelags í vikuni skipaði fyri almenn- um politiskum fundi við teim kvinnuligu løgtingsvalevnunum í Norðoyggjum LØGTINGSVAL Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Kaffi og smá- køkur stóðu á borðinum, tá kvinnur í hópatali tustu inn í hølini hjá Klaksvíkar Hús- møðrafelag. Endamálið var at hoyra, hvat tey kvinnu- ligu valevnini í Norðoyggj- um høvdu uppá hjartað. 10 kvinnulig valevni hava í Norðoyggjum stilla upp til komandi løgtings- val, og av teimum luttóku 7 á hesum fundi. Áhugabólkur Klaksvíkar Húsmøðrafelags hevur í fleiri undanfarin ár skipað fyri líknandi fundum áðr- enn býráðs- og løgtingsval, og hevur undirtøkan verið framúr góð hvørja ferð. Og so var eisini hetta kvøldið. Um 100 kvinnur leitaðu sær inn í fjálga hølið saman við teim kvinnuligu valevn- unum, og prátað varð av øllum huga um tey ymsu evnini, sum nú einaferð stinga seg upp, tá eitt val nærkast. Bleyt virði í hásæti Eftir eina lítla løtu varð bjóðað vælkomin við ein- um felagssangi, og síðan fekk hvør flokkur 10 minuttir til at siga frá, hvat júst tey ætla at leggja dent á í komandi valskeiði. Og tað vóru ikki tey stóru búskaparligu orðini, sum her komu fram. Heldur varð dentur lagdur á tey so- kallaðu bleytu virðini, her undir barnaansing, ung- dóms- og familjupolitikk og eldrarøkt. Men eisini undirsjóvar- tunnilin fekk nøkur orð á vegnum. Tosað var um bæði tær góðu og minni góðu avleiðingar, sum kunnu standast av honum, og um hvussu norðoyingar eiga at fyrireika seg upp á hetta. Eisini varð tosað um Klaksvíkar Sjúkrahús, sum flest øll valevnini vóru samd um skuldi fáa betri sømdir, soleiðis at sjúkra- húsið eisini kemur at hava týdning fyri onnur enn bert norðoyingar. Allar vóru eisini samdar um, at tey bleytu virðini hava ligið krógvaði í alt for langa tíð. Tí var tíðin nú komin til at velja kvinnur inn á ting, so at eitt slag av javnvág kundi koma í land- sins stýri, og tey bleytu virðini verða tikin meiri álvarsamt. Framleggingin hjá flokk- unum gekk skjótt og væl, og so varð boðið til kaffi og smákøkur. Drúgt orðaskifti Í stutta steðginum gekk prátið dúgliga millum borð- ini, og tey umrøddu evnini komu øll upp at venda nak- rar ferðir. Og eingin talaði um, at búskapurin og vinn- an høvdu fingið ov lítið av plássi í framleggingunum. Heldur sýntust kvinnurnar at verða fegnar um endiliga at sleppa at tosa um evni, ið kvinnur sum oftast brenna serliga fyri. Eftir steðgin varð skipað fyri einum orðaskifti við orðstýrara, har møguleiki var hjá øllum at seta val- evnunum spurningar av ymsum slag. Long tíð gekk, áðrenn fyrstu spurningur kom fram, men so kom eisini ferð á. Serliga spurningar við- víkjandi barnaansing og flóttafólkapolitikki skaptu kjak millum bæði valevni og áhoyrarar, men eisini spurningar viðvíkjandi før- oyska búskapinum høvdu áhuga millum kvinnuligu áhoyrarnar. Hetta orðaskifti tók drúgva tíð, og ikki fyrr enn klokkan 23.00 endaði fund- urin, sum byrjaði klokkan 19.30. Men tá høvdu flestu áhoyrarnir eisini havt ríkan møguleika fyri at finna út- av, hvør skuldi fara avstað við júst teirra atkvøðu á komandi løgtingsvalinum. Politiskur kvinnufundur í Klaksvík: Mítt føðiland – eisini fyri kvinnur Nógvir spurningar vóru settir kvinnuligu valevnunum á politiska fundinum í Klaksvík Heilt fitt av kvinnum høvdu leitað sær inn í hølini hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag Hóast hetta var ein politiskur fundur, so hugnaðu kvinnuligu áhoyrarnir sær saman C M Y K 9 8