Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-04-23, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1960síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI JAVNADUR Fiskimenn vunnu stórábetur MINSTALONIN HÆKKAÐ TIL KR. 900. PRÍSVIÐBÓTIN 9 OYRU KG TIL ALLAR ÚTRÓÐRABÁTAR, 6 OYRU TIL DEKKSFOR Landsstýrisflokkarnir høvdu upp- skot å tingi um hækkan av minstu- lønini frå kr. 700 til kr. 900. Eisini høvdu Jandsstyrisffokkar- nir uppskot um at hækka prísvið- bótina til útróðramenninar frá 2 oyru kg (á høvudsplåssunum) og 5 oyru kg (á plåssum, ið liggja | 10 km frå høvudsplåssunum) til 9 oyru kg til allar opnar útróðrabát- ar. Hesi uppskot vórðu samtykt tann 21. apríl. TÁ IÐ VIT HUGSA UM TA SERLIGU STÓRU HÆKKAN AY STUDN- INGINUM TIL ÚTRÓÐRARBÁTAR, ER MÁLIÐ NÁAÐ AT HÆKKA MINSTULONINA HJÁ FISKIMANNINUM Sands havn og folkaflokkurin Tað er órongiligur veruleiki, at at meðan fólkaflokkurin sat í lands- stýrinum — 8 ár sýtti hann í landsstýrinum Sandingum at nýta ta játtaðu milliónina. Tá ið nýggja landsstýrið kom til. setti tað uppskot fram, um at vedhalda — Sands kommunu fyri 500.000 kr. at byrja havnararbeidi nu beinavegin. Nýggj lærara- skúlaskipan Eftir hesi skipan verður: Fýra ára læraraskúli við 18 mán- aðar fyrireikingarskeiði. Tvær linjur verða, ein matema- tisk og ein málslig. Ein venjingarskúli. Ein forstandari burturav og ið hvussu er 2 lærarar við fullari ar- beiðstíð á skúlanum. Lærdómurin verður at svara til tann, ið verður givin í hinum norð- anlondunum. Miðað er ímóti at byggja serlig hús til læraraskúlan. Tunnelgerðin mill um Hvalba og Tveroyri Uppskot um at útbjóða hetta ar- beiði varð samtykt við 19 atkvød- um. Samstundis varð samtykt at lata Højgaard & Schultz í hendi at gera skitsu- og detailprojekt til tunnel í Norðoyum millum Strond og Depli. Sands sóknarstýri og landsstýrið | hava samráðst um at leggja málið tekniskt og fíggjarliga til rættis og útlit er til, at arbeiðið verður byr | jað. Nú kemur fólkaflokkurin — ið sum sagt, áður var við at leggja | bann móti at gera havnararbeiðið, |- við uppskoti, at tingið skal átaka sær at rinda ein part av 14 sínum Hetta bara at taka Sands komm- unu burturúr til lættanar kann ve- ra gjørt bara fyri at skaða havnar- arbeiði, ið nú við sitandi landsstýris hjálp kann koma í gerð, er einki at ivast í. Tí sjálvandi kann íkki takast stóða til bara Sands kommunu. Skal gjaldið hjá kommununum uttan fyri høvudshavnirnar lættast, má tað gerast fyri allar undir ein- um. Men fólkaflokkurin skal ikki náa tí, at forða havnargerðini á Sandi, við at koma við floktum uppskot- um. Moguleikan fyri at lætta smá- kommununum við havnargerðini, vilja stjórnarflokkarnir taka til vid- gerðar við størsta áhuga. Flaggdagur mánadagin Mánadagin 25. apríl eru 20 ár síðan Føroya flagg varð viðurkent. Henda dag verður sum so mangan áður skrúðgonga við hornblástri og útifundi í Havn. Havnar Hornor- kestur blæsur og allir skótarair lut- taka í skrúðgonguni, ið byrjar í Vágsbotni kl. 4. Gingið verður nið- an gjøgnum Tråndargøtu og oman á Vaglið, har fundur verður settur. Sverri Egholm og býráðsformaðurin flyta fram réðu. OSIALURIN BRØDRALAG Tingsetan komin at enda Aldri á ævini er so nógv avrikað í einari tingsetu sum í hesi, sum nú er komin at enda. Eitt av høvudsmålum javnaðar- flokksins hevur verið at skapa ar- beiðslíkindi til allar hendur bæði á landi og sjógvi. Eitt annað mál okkara hevur ver- ið at veita teim gomlu sorgleys ellis ár og gera korini so góð sum gjørlig hjá øllum landsins íbúgvarum ser- stakliga er hugsað um einkjur og faðirleys og avlamisfólk. At skaffa arbeið her í Føroyum gerst frægast á tann hátt at skip verða bygd og keypt. Hetta málið eru nú góðar vónir um at fáa framt. Nógv meir kundi verið at sagt um hetta mál og um frystivirkir, ið gera møguleika at skera flok — filét — sum er ein vora, ið nógv verður spurt eftir. Menn siga at Vegir og NR. 17. LEYGARDAGIN 23. APRÍL 1960 33. ÁRG. marknaður fyri fløkum er so stórur t. d. í Amerika at einki mark er fyri hvussu mikið, ið har kann verða selt. Flakavirkir geva nógv arbeið og góða vinnu. Eingin vera eigur at fara óvirkað av landinum. Enn eru vit ikki komin á mál í so máta, men ein byrjan er tó komin í lag og vón- andi ganga vit nú ta rættu leið og koma á mál áðrenn mong ár eru umliðin. So er aftur at nevna tey sosialu málini, fyrst er tað fólkapensiónin, sum øll eru glad yvir, og avlamis- rentan hækkað, hjálp til einkjur og faðirleys. Havna- og vegabygging má eisini verða nevnd. Endiliga fingu vit nú viðtikið mál ið um gerð av tunnel millum Tvør- oyri og Hvalba. Vónir eru um at fáa ein nýggjan »Smiril« og mangt annað gott, sum eg seinri skal skriva um. J. H. Danbjørg. lendingar ÁLIT OG UPPSKOT FRÁ HAVNA- OG VEGANEYNDINI Havna- og veganevndin hevur við gjørt tær 0. u. 60 umsóknirnar við- víkjandi vega- og lendingamálum, sum innkomnar eru. Eisini eru løgtingsmålini: Berghol norður um Fjall á Borð- oynni og brúgv um Hvannasund, Lendingar, Greint uppskot til samtyktar við- víkjandi lendingum og vegum, Uppskot til samtyktar um studning til lendingar, sum beind eru í nevndina, vidgjørd saman við umsóknunum. I. Vegir: Á fíggjarløgtingslógini — 1960/61 eru settar av 1.200.000 kr. til nýggj ar vegir og brýr. Heldur ikki i ár hevur nevndin hildið seg kunna seta fram uppskot um nakra játtan til aðrar vegir enn samferðsluvegirnar, tí 1,2 mill. kr. fyri árið verður hildið ikki at vera ov nógv — heldur nóg so lítið — til útbyggingina av samferðsluveg- unum. Nevndin skal tí loyva sær at seta fram soljóðandi uppskot: A. Til tær í 1954 og seinri sam- tyktu størru vegabyggingar kr. 1.085 túsund. B. Til nidannevndu vegir verður veittur hesin studningur: 3; av kr. Vegin Hvannasund-Vidar- €lOIS — eet Veg i Norðdepli ............ 8.000 Brúðarlok sunnanfyri Oyri = 3.000 Tjørnuvikarvegin ............ 25.000 Skælingvegin — 200 10.000 Vegin Húsavík-Dals......... 20.000 Sandvíkarvegin + 20.000 Breidkan av vegnum í Skål- um, Hvalba .......... 10.000 Vegin Hvalba-Tvøroyri (breidkingar) ...-...... 10.000 Tilsamans 34 av kr. 156.000 II. Lendingar Sambært yvirlit frá landsverkfroð- inginum, sum liggur í málinum, er stødan viðvíkjandi játtanum og tok um peningi til lendingar henda: Gjaldkomnar játtanir eru tilsam- ans umleið 34 av kr. 600.000— o. u kr. 450.000, og harafturat koma játtanir fyri 1960/61, sum samtykt- ar eru áður, nevniliga Svínoyar Til leinging av lendibrúgv á Víkini (á. ársgjald av 3 ára jåttan) ............. 15.000 Kunoyar Til leinging av lendibrúgv í Haraldsundi (2 ársgjald av 2 ára jåttan) ......... 10.000 Leirvíkar Leinging av pierinum (5 ársgjald av 7 ára jattan 20.000 Sjóar Umvæling av lendibrúnni á Selatræ (2. ársgjald av 4 (Framhald á 3. síðu)