Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 78 - 25. apríl 2002 Nr. 78 - 25. apríl 2002 13 Malan Helgadóttir vísir á ætlanina at leggja fleiri øki út til kommunurnar at umsita, tá ið hon verður spurd, um nakað verður øðrvísi í samfelagnum, um kynsbýtið varð javnari. - Í hesum valskeiðnum hevur verið tosað um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Bara menn sita í lands- stýrinum og spurningurin, teir viðgera í hesum sam- bandi, er, hvør gjaldsskipan skal vera. Kjakið er als ikki merkt av teimum spurning- um, sum kvinnur vanliga seta, hóast tað fyri tað mesta er tær, sum arbeiða í økinum. Eingin setir spurn- artekin við, um borgararnir verða tryggjaðir eina nóg góða tænastu, hvussu økið fer at virka, hvør skal hava ábyrgdina av teimum gomlu, og teimum, sum starvast á økinum. Og hvat um kommunurnar hava hug at privatisera alt? Nógvir ósvaraðir spurningar eru. Eg eri sannførd um, at um fleiri kvinnur sótu við valdið og skuldu taka av- gerðina, um tað er skilagott at leggja økið út, høvdu nógv fleiri og viðkomandi spurningar verðið settir. Viðgerðin hevði tá verið merkt av tí neyva innliti, kvinnur hava í eldraøkið, sigur Malan Helgadóttir, sum leggur afturat, eldra- økið er so nær borgarunum sum til ber. Kvinnur taka í nógv størri mun uppgávur á seg sum ikki løna seg peninga- liga, sigur Malan Helga- dóttir. - Nógv dømi eru um kvinnur, sum fara úr arbeiði, fyri at taka sær av einari gamlari mammu, sum ikki sleppur inn á ellisheim. Fyri lítla ans- ingarløn verða tær útkoyrd- ar eftir stuttari tíð, men halda kortini á. Veit ikki um nakað mannfólk, sum hevur gjørt tað sama. Slík dømi gera, at vit kvinnur eiga at gera okkara ávirkan galdandi, í hesum førinum at hækka ansingarlønina soleiðis, at hon í minsta lagi verður á støði við tað, eitt røktarstarvsfólk fær. Samgongan provokerað Hjá nógvum kvinnum er kommunalpolitikkur lop- fjøl at fara víðari uppí landspolitikk. So er eisini hjá Maluni Helgadóttir. Politiski áhugi hennara varð av álvara vaktur, tá ið hon fyri tveimum árum síð- ani varð vald í bygdarráðið í Miðvági. - Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki og havi altíð fylgt við í politiskum og samfelagsligum orðaskifti yvirhøvur. Heima hava vit tosað nógv um politikk, men tað er ikki fyrr enn, at eg kom upp í kommunal- politikk, at eg havi fingið eitt skump at fara víðari. Kommunupolitikkur og landspolitikkur hanga á ein hátt saman. Nógvar uppgávur í sam- felagnum liggja á láni, og aðrar verða raðfestar ov lágt, heldur Malan. - Nógv mál verða ikki viðgjørd rætt eftir mínum tykki, og nógv kundi verðið gjørt øðrvísi, so vit kunnu á ein hátt siga, at sitandi sam- gonga hevur provokerað meg at stilla upp, sigur Malan Helgadóttir. Frá arbeiðnum í komm- ununi veit hon, at tað krevur nógv av einum at fara upp í politikk. Tískil hugsaði hon seg væl um, áðrenn hon játtaði at stilla upp. - Ofta eru vit so bráð, vilja hava tingini at henda nógv skjótari, men alt tekur tíð og tú skalt verða ógvuliga tolin í politikki. Eg valdi at stilla upp, eisini tí, at brúk er fyri konufólki í politikki, men eg rokni ikki við, at eg hevði tikið av, um eg ikki hevði royndir úr kommunalpolitikki, sigur Malan Helgadóttir. Samskipan og samskifti Hjartamálini hjá Maluni eru litað av umhvørvinum, hon ferðast í hvønn dag. Millum tey elstu í økinum, hon býr í. Og sjálvsagt eisini av arbeiðinum í bygdaráðnum. - Javnaðarflokkurin hev- ur sett sum mál at gera 160 røktarheimspláss næstu fýra árini, um flokkurin sleppur til valdið. At so nógv røktarheimspláss vanta, ger, at alt annað, sum verður gjørt uttan mun til, um talan er um sjúkrahús ella heimarøkt, aldri verður nóg gott. Fólk liggja í mánaðir á sjúkrahúsi eftir lokna viðgerð, men kunnu ikki fara heim, tí eingin er at taka sær av teimum har. Ikki fyrr enn vit megna at nøkta røktarheimstørvin, kunnu vit loysa stóru trupulleikarnar. Heimarøkt- in er ovbyrjað, bæði í mun til fíggjarliga orku, upp- gávur og útbúgvið starvs- fólk, sum mugu taka sær av ógvuliga røktarkrevjandi fólkum, ið av røttum áttu at verið á røktarheimi. Økið verður ov illa sam- skipað og samskiftið er eisini ov vánaligt millum stovnarnar, heldur Malan. - Leiðslurnar á sjúkra- húsunum, ellis- og røktar- heimum, sambýlum og heimarøktini áttu at sam- skipað betur innleggingar og útskrivingar av sjúkra- húsunum. Í kreppuárunum var vanligt, at fólk vórðu send heim av sjúkrahúsi nærum uttan mun til, hvussu røktarkrevjandi fólkini vóru, uttan at heimarøktin og Hjálpitólar- miðstøðin vóru fyrireikaðar uppá uppgávuna. Eisini skúlin liggur frammalaga í hugaheimi Malunar. - Vit eiga avgjørt at taka í álvara ábendingarnar, sum eru um, at lærarar ikki støðast í føroyska fólka- skúlanum. Skúlarnir hava fingið so ómetaliga stórar og nógvar uppgávur sam- bært nýggju fólkaskúla- lógini, uttan at pengar fylgja við. Neyðugt er at seta nógv meiri pengar av. Vit hava eina góða fólka- skúlalóg, men vit mugu ásanna, at meiri pengar skulu til, um hon skal virka eftir endamálinum. Ar- beiðsumhvørvið á skúlun- um verður ikki gott, um umstøðurnar ikki eru nøktandi og frustrasjón- irnar stórar sum nú. Lær- arar taka avgjørt sína upp- gávu í álvara, eisini fólka- skúlalógina, og tí er spell, at skúlin er so spardur niður. Í síðsta enda gongur tað eisini út yvir børnini, sigur Malan, sum eisini eru limur í skúlastýrinum fyri Miðvágs-Sandavágsskúla. Malan hevur eisini hug at varpa ljós á stóra tørvin á íbúðum og bústøðum, sum er kring landið. - Havnin verður mangan tikið fram, tá ið tosað verður um íbúðartrot, men veruleikin er, at stórt trot er eisini á bústøðum úti um landið. Tørvur er avgjørt á einum nýggjum bústaðar- mynstri úti á bygd. Hava ungfólk hug at flyta heim- anifrá, er nærum ómøguligt at finna eina lítla íbúð nógva staðni. Í øllum før- um í Vágunum. Tá ið undirsjóvartunnilin er tikin í nýtslu, rokni eg við, at nógv ung velja at búgva í oynni fyri seg sjálvi meðan tey ganga í skúla í Havn til dømis. Íbúðarpolitikkurin, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram, er ætlaður at eggja kommunurnar at byggja íbúðir til ung lesandi og ungar familjur, bæði til keyps og leigu. Landið eigur uppgávuna at gera ein politikk, sum eggjar kommununum at fara undir at gera ymiskar bústaðarhættir. Hetta er sera umráðandi, um ung fólk kunnu vera verandi í heimbygdini. Verða slíkar bústaðarloysnir gjørdar í Havn og einki úti um landið, fara tey ungu av bygdini. Eisini er tørvur á eini nýggjari leigulóg, sum betur tryggjar tey, ið leiga, sigur Malan Helgadóttir. Í øllum prátinum og kjakinum um framtíðar bústaðarmynstur í Føroy- um, eigur eisini at verða hugsað um einligar for- syrgjarar, sigur Malan Helgadóttir. - Einligar mammur hava ikki ein livandi møguleika at vera við í kappingini um keypa hús ella byggja. Tað er nærum av olmussu, at tær fáa nakað at búgva í, og sjálvt um ein kommuna hevur skyldu til at útvega øllum borgarum sínum tak yvir høvdið, sum ikki megna tað sjálvi, eru eingir bústaðir tøkur. Heldur ikki til fólk, sum knappliga gerast heimleys, sigur Malan Helgadóttir at enda í viðtali. - Kvinnur finna seg í ov nógvum. Vit eiga í nógv størri mun at siga okkara meining, hóast tað er lættari at tiga. Nú mugu vit handla og fara upp í politikk, sigur Malan Helgadóttir, valevni hjá Javnaðarflokk- inum í Vágunum, hvørs hjartamál eru eldraøkið og bústaðarpolitikkur KVINNUVAL Turið Kjølbro - Nógvar kvinnur halda seg aftur við at gera vart við seg í kvinnuspurningum og viðvíkjandi javnstøðu, tí tær rokna við, at tað fær eina negativa ávirkan á tær sjálvar, og tí, at tær hugsa sum so, at so nógvir aðrir spurningar eru meiri um- ráðandi. Spurningurin um javnstøðu er eftir øllum at døma framvegis ógvuliga viðkvæmur, eisini hjá kvinnum. Hann nemur við kenslur hjá fólki, sigur Malan Helgadóttir, valevni hjá Javnaðarflokkinum í Vágunum. Verður hon vald inn á ting, sær hon tað sum sína uppgávu at gera vart við viðurskifti viðvíkjandi ójavnstøðu í samfelagnum. - Heilt avgjørt. Hóast sagt verður upp í saman, at líkaløn er, er munur á, hvat menn og kvinnur kunnu forvinna, heldur Malan Helgadóttir. - Á flestu arbeiðsplássum eru tað menninir, ið tjena mest, og tað eru eisini teir, sum fáa viðbøtur og ískoyti, um slík eru, og sum fara á skeið ferð eftir ferð. Og eru serligar avbjóðingar, verða menninir bidnir. Ein grund er heilt sikkurt, at kvinn- urnar finna seg í ov nógv- um og muta ikki ímóti. Vit gera ikki uppreistur, men hóast tað er nógv lættari at tiga, eiga vit í nógv størri mun at siga okkara mein- ing. Tíðin er komin til, at vit kvinnur skulu gevast at tosa í krókunum. Nú mugu vit handla og fara upp í politikk. Tørv á endurnýgging Kvinnurørslan eigur fram- haldandi at hava eitt vakið eyga við, hvussu støðan viðvíkjandi javnstøðu er, men kvinnurørslan eigur at verða endurnýggjað og lagað til tíðina, heldur Malan. - So leingi ójavnar eru í samfelagnum hevur kvinnurørslan eina upp- gávu. Tað er ikki uttan grund, at vit hava brúk fyri eini javnstøðulóg. Ótrúliga nógv positivt er hent, síðani kvinnurørslan fór til verka, men nústani nú síggja vit veruliga fruktirnar av stríðnum. Ungar gentur í dag hvørki vita ella kenna nakað til tað stríðið, kvinnur hava verið í, og fría valið, vit hava. Vit eiga ongantíð at gloyma kvinnu- rørsluna og týdningin, hon hevur havt fyri kvinnur. Tað er framvegis brúk fyri henni, men uppá aðrar mátar enn fyrr. Ein sannroynd er, at fáar kvinnur bjóða seg fram í politikki. Ikki so fá umboð fyri flokkar siga, hvussu trupult tað er at fáa kvinnur uppá listarnar. Eisini Malan Helgadóttir hevur slíkar royndir. - Kvinnur skulu í nógv størri mun tora og trúgva uppá seg sjálvar. Rættiliga nógvar kvinnur bera seg undan og siga beinleiðis, at tær ikki duga. Ein trupul- leiki er, at millum valini verður ov lítið gjørt til at eggja kvinnum at gerast virknar í politikki. Ein loysn kann vera at byrja við at fara upp í kommunal- politikk og síðani upp í landspolitikk. Tað er eitt stórt lop at fara óroynd upp í landspolitikk. Mínar royndir í kommunal- politikki gera tað í øllum førum lættari hjá mær at bjóða meg fram. - Hyggja vit at, hvaðani kvinnurnar, sum sita á tingi í dag, koma frá, so eru fýra í Havn og ein í Klaksvík. Ongin er vald á bygd. Spurningurin er so, hví eingin kvinna, sum varð uppstillað á bygd seinast, varð vald. Trúgvi ikki, at tað er tí, at bygdafólk tilvitað ikki velja kvinnur. Heldur haldi eg, at veljarar á bygd velja fólk tey kenna, familju kanska, úr sínari bygd. Eru til dømis fýra valevni á einari oyggj - sum eitt nú í Vágunum, verður roynt at stilla eitt fólk úr hvørjari bygd upp. Og fólk eru so góð við sína bygd og tí velja tey fyrst og fremst ein úr bygdini. Um tað er ein kvinna ella maður, kemur í aðru røð. Umframt spælir tað eisini inn, at býarfólk ikki í sama mun sum bygdafólk hava per- sónligt tilknýti til valevnini, sum fyri ein stóran part koma av bygd. Í býunum eru fleiri kvinnur, sum tilvitað velja kvinnur. Tað skal vera mín vón, at fólk á bygd í størri mun hugsa um alt valøkið, og eisini um at fáa fleiri kvinnur á ting, tí vit eru hóast alt helming- urin av fólkinum. Møguliga er kynskvotering ikki rætti vegurin at ganga, men um líka nógvar kvinnur sum menn stóðu á vallistunum, vóru vit komin væl áleiðis. KVINNUVAL Tíðin komin til, at vit kvinnur gevast at tosa í krókunum Malan Helgadóttir, 45 ár, uppvaksin í Leirvík, búsitandi í Miðvági. Gift og eigur eina 23 ára gamla dóttir. Útbúgvin tannarøktari. Starvast á økisskrivstovuni hjá Heimarøktini fyri Vágar og Norðstreymoy. Situr í bygdaráðnum í Miðvágs kommunu. Stóran part av frítíðini brúkar hon til sítt stóra ítriv, sum er at binda, tøva og sniðgeva. - Í hesum valskeiðnum hevur verið tosað um at leggja eldraøkið út til kommunur- nar at umsita. Bara menn sita í landsstýrinum og spurningurin, teir viðgera í hesum sambandi, er, hvør gjaldsskipan skal vera. Kjakið er als ikki merkt av teimum spurningum, sum kvinnur vanliga seta, hóast tað fyri tað mesta er tær, sum arbeiða í økinum, sigur Malan Helgadóttir. Mynd: Jens Kristian Vang - Nógv mál verða ikki viðgjørd rætt eftir mínum tykki, og nógv kundi verðið gjørt øðrvísi, so vit kunnu á ein hátt siga, at sitandi samgonga hevur provokerað meg at stilla upp, sigur Malan Helgadóttir. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12