hósdagur 25. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 25. apríl 2002
15
Sambandsflokkurin
er næstan altíð størst-
ur í Eysturoy, og hinir
stóru flokkarnir eiga
sum oftast hvør sín
umdømisvaldan ting-
mann. Stóra fólkatal-
ið ger, at sannlíkið
fyri eykamonnum til
smærru flokkarnar er
rættuliga stórt
EYSTUROY
Jóannes Hansen
Tað er eingin slingur í
valsinum. Sambandsflokk-
urin er størsti flokkur í
Eysturoy. Síðani 1978 hava
tað verið fimm umdømis-
valdir tingmenn í valdømi-
num, og Sambandsflokkur-
in hevur hvørja ferð átt
tveir umdømisvaldar. Fram-
manundan 1978 vóru fýra
umdømisvaldir tingmenn.
Tá átti Sambandsflokkurin
umframt ein umdømisvald-
an so at siga á øllum val-
unum ein eykavaldan í
Eysturoy.
Á tveimum valum síðani
floksbýtið í 1906 hevur
Sambandsflokkurin
ikki
verið størsti flokkur í Eyst-
uroy. Fyrra ferðin var í
1945, tá Fólkaflokkurin,
sum hevði ógvuliga stóra
undirtøku undir krígnum,
var tólv atkvøður framman-
fyri Sambandsflokkin. Og
seinna ferðin var í 1954.
Eftir sera turbolentu árini
við fiskimannaverkføllum
og stórum trupulleikum við
Sjóvinnubankanum,
var
Tjóðveldisflokkurin, sum
var so mikið feskur, at hann
stillaði upp fyri aðru ferð,
størstur. Hann hevði tá 941
atkvøður og 104 fleiri enn
Sambandsflokkurin.
Síðani floksbýtið í 1906
er tað bara eina ferð komið
fyri, at Sambandsflokkurin
ikki hevur átt í minsta lagið
tveir tingmenn í Eysturoy.
Tað var í 1966. Tá varð bara
Johan Poulsen á Strondum
valdur. Á valinum í 1962
varð umframt Johan Poul-
sen eisini Jens Chr. Olsen á
Toftum valdur. Hann doyði
tíðliga í valskeiðnum. Í
staðin fyri hann kom Hil-
mar Petersen í Fuglafirði á
ting í 1963, men hann
doyði í 1965. Tá kom Rein-
hold Thomsen í Gøtu inn.
Sambandsflokkurin átti á
øllum valunum fram til og
við valinum í 1943 trý um-
boð í Eysturoy, fleiri ferðir
áttu teir fýra umboð, og á
valinum í 1924 komu fimm
sambandsmenn úr Eystur-
oyar valdømi á ting.
Høvuðsmenninir
í Eysturoy
Tað hevur verið eyðkent
fyri Sambandsflokkin í
Eysturoy, at hann oftast
hevur verið umboðaður í
løgtinginum av fremstu
persónunum í flokkinum,
og at hesir hava verið í
langt áramál í politikki.
Andrass Samuelsen, sýslu-
maður í Fuglafirði, sat á
tingi í 44 ár. Hann var
floksformaður og fyrsti
løgmaður í nýggjari tíð.
Johan Poulsen hevði, tá
hann legði frá sær í 1970,
verið í tinginum í 50 ár –
tað er met – og hann var
floksformaður aftaná And-
rass Samuelsen.
Jógvan Ingvard Olsen á
Toftum
var
tingmaður
1970–1998. Hann var son-
ur Jens Christian Olsen,
sum fram til 1963 í fleiri
skiftum hevði verið ting-
maður í 20 ár tilsaman.
Beiggi
Jógvan
Ingvard
Olsen, Alfred Olsen, varð
valdur í tingið, tá Jógvan
Ingvard ikki stillaði upp-
aftur.
Jóhannes Martin Olsen á
Strondum tók í 1970 við
eftir Johan Poulsen. Jóhan-
nes Martin Olsen fall í
1988. Tá varð Edmund
Joensen á Oyrabakka vald-
ur. Hann gjørdist skjótt for-
maður í flokkinum og var
løgmaður 1994–1998.
Tá Edmund spleysaði
Jóhannes Martin av, og
sessurin flutti av Strondum
og í Sundalagið, var tað
fyrsta ferðin, at eingin á
Strondum var í tinginum
fyri Sambandsflokkin, og
tað var eisini fyrsta ferðin,
at ein sambandsmaður í
Eysturoy vann tingsessin
frá einum øðrum sam-
bandsmanni.
Í 1990 fekk Edmund
Joensen 501 persónligar at-
kvøður. Hetta er hægsta tal-
ið, sum nakar umdømis-
valdur tingmaður í val-
døminum nakrantíð hevur
fingið.
Fáar skiftingar
Burtursæð frá Sambands-
flokkinum hava hinir stóru
flokkarnir síðstu hálvu øld-
ina so at siga átt støðuga
tingumboðan í valdømi-
num. Frá 1954 og inntil
1966 átti Tjóðveldisflokk-
urin tveir tingmenn í val-
døminum. Í 1962 vóru teir
valdir á tveimum listum.
Hans Jákup Ellingsgaard á
Eiði varð umdømisvaldur á
øðrum, og Fredrik Hansen
(pápi
núverandi
lands-
stýrismannin í fíggjarmál-
um), sum frammanundan
hevði verið tingmaður í átta
ár, var eykavaldur á hinum.
Frammanundan
hevði
Frederik verið tingmaður í
eitt skeið saman við Olafi
Ellingsgaard á Eiði og í eitt
skeið saman við Jógvani
Høgnesen í Fuglafirði.
Frederik var í tinginum
inntil 1970. Tá fall hann
fyri Signari Hansen úr
Fuglafirði, sum tá var lær-
ari á Strondum. Signar hev-
ur verið valdur hvørja ferð
– uttan í 1980. Tá lá Petur
Reinert á honum. Kapping-
in millum teir báðar var
ofta tøtt.
Javnaðarflokkurin
var
næststørstur í Eysturoy í
1966 (tá fekk Petur Eli
Mikkelsen,
sáli,
dygga
undirtøku á Toftum, har
hann var lærari) og aftur í
1990. Seinnu árini hevur
hann fyri tað mesta verið
tann minsti í valdøminum
av størru flokkunum.
Fyrsti javnaðartingmaður-
in í Eysturoy var eiðis-
maður. Hans Jacob Poulsen
varð valdur í 1936. Hann
doyði longu 24. januar í
1937, og tá kom Joen
Simon Heinesen í Leirvík
inn. Á valinum í 1940 varð
J. Fr. Øregaarad valdur, og
hann var tingmaður inntil
1978. Hann var ættaður úr
Leirvík og búði í Gøtu.
Tá Øregaard legði frá
sær, var stór kapping um
javnaðarsessin.
Jørgen
Thomsen, sum var ættaður
úr Gøtu og búði á Skála,
vann hann við 139 persón-
ligum atkvøðum. Tað er
lægsta talið, sum umdømis-
valdur tingmaður í Eystur-
oy hevur verið valdur á ting
við. Jørgen Thomsen var
tann fyrsti og higartil tann
einasti skálamaðurin, sum
síðani floksbýtið í 1906
hevur verið valdur á ting.
Tá Jørgen Thomsen ikki
stillaði uppaftur í 1994,
misti
Javnaðarflokkurin
mannin í Eysturoy. Í staðin
vunnu Óli Jacobsen og
Verkamannafylkingin sess-
in. Í 1998 varð Dan R.
Petersen, sum er ættaður úr
Saltnesi og búsitandi í
Fuglafirði, valdur á javnað-
arlistanum. Tað var hann í
harðari kapping við And-
reas Petersen og Sylverius
Jacobsen ávikavíst úr Gøtu
og av Skála. Teir búgva alt-
so í bygdunum, har Øre-
gaard og Jørgen Thomsen
búðu, tá teir umboðaðu
Javnaðarflokkin í tinginum.
Vildu ikki hava
havnarmann
Fólkaflokkurin misti nógv í
Eysturoy fyrstu árini eftir
kríggið, og fram í sjeyti ár-
ini var hann minstur av
stóru flokkunum. Í 1988 og
í 1994 var hann næststørst-
ur, og í 1998 var hann á
tryggum triðja plássi.
Poul Petersen, sum var
ættaður úr Funningi, og
sum starvaðist í umsitingini
í Havn, umboðaði Fólka-
flokkin í Eysturoy frá 1940
og inntil valið í 1970. Á
valinum í 1943 og í 1945
varð Rasmus Rasmussen,
Víka Rasmus í Fuglafirði,
eisini valdur.
Í 1970 fall Poul Petersen
fyri Jógvani Sundstein,
sum tá kom á ting fyri fyr-
stu ferð. Jógvan Sundstein,
sum var búsitandi í Havn-
ini, flutti í 1978 til Suður-
streymoyar valdømi. Hann
helt ikki, at tað hóskaði, at
eitt valdømi var umboðað
av persóni, sum ikki búði í
valdøminum.
Síðani tá hevur fólka-
flokkurin í Eysturoy verið
umboðaður í løgtinginum
av eysturoyingum, sum
hava verið búsitandi í
oynni. Og støðugt vaksandi
atkvøðutølini kundu bent á,
at hetta hevur líkað fólka-
floksmonnum í valdømi-
num. Edmund í Garði varð
valdur í 1978, men hann
fall fyri Olafi Olsen á
Glyvrum í 1980. Hann var
fyrsti umdømisvaldi ting-
maðurin yvirhøvur, sum
var búsitandi á Glyvrum.
Olaf sat inntil í 1994, tá
hann fall fyri Kjartani
Joensen í Leirvík, og Kjar-
tan fall fyri Jógvani á Lak-
juni í Fuglafirði í 1998.
Gongdin hjá fólkaflokki-
num í Eysturoy frá 1978 og
inntil nú er ein staðfesting
av hørðu kappingini, sum
altíð er millum bygdirnar í
oynni.
Teir smáu eykavaldir
Í hesum valskeiðnum hevur
ein eykavaldur tingmaður
verið í Eysturoy. Tað er
Sámal Petur í Grund fyri
Sjálvstýrisflokkin. Merkis-
vert var tað fyri fýra árum
síðani, at Sámal Petur varð
valdur við 533 persónligum
atkvøðum. Hetta er hægsta
persónliga
atkvøðutalið
nakrantíð í Eysturoy.
Síðani 2. heimsbardaga
hava umframt Sámal Petur í
Grund tríggir aðrir verið
eykavaldir í Eysturoy fyri
Sjálvstýrisflokkin: Johan
Kallsoy 1950–1954, Fred-
rik Olsen 1980–1984 og
Lasse Klein 1988–1994.
Í 1994 stillaði Lasse
Klein upp fyri Kristiliga
Fólkaflokkin og varð eyka-
valdur, men hann fall í
1998. Í 1990 varð Tordur
Niclasen eykavaldur fyri
Kristiliga Fólkaflokkin, og
í 1994 varð hann eykavald-
ur fyri Miðflokkin.
Adolf Hansen var ting-
maður
fyri
Eysturoy
1978–1988. Inntil 1984
umboðaði
hann
Fram-
burðs– og Fiskivinnuflokk-
in, og síðsta skeiðið um-
boðaði
hann
Kristiliga
Fólkaflokkin. Persónliga
atkvøðutalið hjá Adolfi
Hansen í 1984 – 117 at-
kvøður – er tað lægsta, sum
nakar higartil er valdur á
ting fyri Eysturoyar val-
dømi við. Tað kunnu tey,
sum nú royna at sleppa á
ting, leggja sær í geyma.
Spenningurin
Veljarakanningarnar hava
bent á stórt sannlíki fyri, at
umdømisvaldu umboðini
fara at koma úr somu flokk-
um, sum hava átt umboðini
síðsta valskeiðið.
Nógv skal broytast, um
sambandsumboðini
og
fólkafloksumboðið
ikki
verða tey somu, sum hava
sitið hetta valskeiðið. Javn-
aðartingmaðurin varð sein-
ast valdur við stuttum
gloppi niður til tveir teir
næstu á listanum. Spurn-
ingurin er, um Dan R.
Petersen fer at staðfesta
sína støðu sum javnaðar-
umboð, ella um Skála ella
Gøta fara at megna at til-
tuska sær javnaðarting-
mannin aftur, sum tey áður
hava havt.
Signar á Brúnni er fyri
fyrstu ferð síðani 1966 ikki
á tjóðveldislistanum. Spurn-
ingurin er, hvat nógvu tjóð-
veldisveljararnir í Fugla-
firði fara at atkvøða. Fram-
manundan má roknast við,
at
fólkatingsmaðurin
á
Glyvrum, Tórbjørn Jacob-
Upp undir løgtingsvalið týsdagin hevur Jóannes Hansen,
samfelagsfrøðingur, skrivað um søgulig val og valtøl í
valdømunum. Serliga hevur hann lagt seg eftir at skriva
um valini, sum hava verið síðani 1966. Orsøkin er tann,
at í 1966 var fyrsta valið, tá uppstillingin var persónlig og
ikki í nummarrøð. Frá og við valinum í 1966 hava tað
bara verið persónligu atkvøðurnar, sum hava gjørt av,
hvør er komin í løgtingið. Frammanundan hjálptu
atkvøðurnar til listan tí fyrsta á listanum at koma inn.
Týsdagin var Norðoya valdømi á skránni, og í gjár var
tað Norðstreymoyar valdømi. Hesa ferð eru tað Sandoyar
valdømi og Eysturoyar valdømi. Í morgin verður Suður-
streymoyar valdømi á skránni, og sjálvan valdagin
verður skrivað um Vága og Suðuroyar valdømir.
Býtið líkist sær sjálvum hvørja ferð
Val og valtøl
Veljarakanningarnar hava bent á stórt sannlíki fyri, at umdømisvaldu umboðini úr
Eysturoynni fara at koma úr somu flokkum, sum hava átt umboðini síðsta valskeiðið
15
14
Nr. 78 - 25. apríl 2002
– Men vit fingu eina
semju, tí báðir partar
vóru sinnaðir til tað,
sigur formaðurin í
Maskinmeistarafelag
num
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
– Vit kundu hugsa okkum
hægri løn á summum økj-
um. Men fyrr ella seinni má
ein avgerð takast.
Jógvan Nybo, formaður í
Maskinmeistarafelagnum,
er hampiliga væl nøgdur
við sáttmálan, sum varð
gjørdur mikumorgunin við
Fìggjarmálastýrið
um
maskinmeistarararnar, sum
arbeiða hjá tí almenna, tvs,
teir, sum sigla við Strand-
faraskipunum og Magnus
Heinason og teir, sum ar-
beiða á sjúkrahúsum og
aðrastaðni á landi. Hinveg-
in eru teir, sum sigla við
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni nú blivnir tænastu-
menn, sum teir eru ikki
uppí í í hesum umfari.
Formaðurin í Maskin-
meistarafelagnum sigur, at
tilsamans hava maskin-
meistararnir fingið eitt lítið
sindur hægri lønarhækking,
enn hini feløgini hava fing-
ið.
– Vanliga lønarhækking-
in og tað, sum hongur uppi
í henni, er á sama støði,
sum onnur feløg hava fing-
ið. Men harafturat eru við-
bøtur, flytingar í hægri læn-
arflokk o.a. sum ger, at til-
samans verður talan um eitt
lítið sindur meiri.
Jógvan Nybo ásannar
eins og navigatørarnir, at
samanborið við onnur lond,
eru maskinmeistarar hjá tí
almenna í Føroyum ikki
væl lønt.
– Men vit royna at fáa eitt
sindur uppá hvørja ferð og
tað eydnaðist eisini hesu-
ferð.
– Tað gongur spakiligt,
men tað gongur rætta veg-
in, hvørja ferð.
Hann sigur, at tað var eitt
tógvið stríð at fáa semjuna í
lag, men hann heldur at tað
eydnaðist tí at báðir partar
vístu vilja og vóru sinnaðir
at finna semju.
– Sáttmálin er galdandi í
hálvtannað ár og vit mettu
ikki, at tað metti seg at fara
í verkfall uppá munin í
semingsuppskotinum, sum
vit góðtóku og tað, sum
annars lá á borðinum til
síðst, sigur Jògvan Nybo.
Eisini Karsten Hansen,
landsstýrismaður, fegnast
um semjuna.
– Mín ábyrgd er, at øll
feløg og allir fakbólkar fáa
somu sømdir við atliti til
teirra serligu umstøður. Tí
gleðist eg eisini um, at
batar eru gjørdir í sáttmál-
anum og at semjan er á
sama stigi, sum hinir sátt-
málarnir, sum gjørdir eru
síðsta árið, sigur hann í
einum stuttum tíðinda-
skrivi.
Eftir at hava samráðst
í 66 tímar út í eitt,
eydnaðist at at fáa
nýggjan sáttmála fyri
maskinmeistararnar,
sum arbeiða hjá tí
almenna
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
Teir togaðust í 66 tímar út í
eitt. Men so glapp.
Tíðliga í gjáramorgunin
skrivaðu Maskinmeistara-
felagið og Fíggjarmálastýr-
ið undir nýggjan sáttmála
fyri
maskinmeistararnar
sum arbeiða hjá tí almenna.
Tað
var
seinnapartin
sunnudagin klokkan 14, at
partarnir settust til samráð-
ingarborðið
saman
við
semingsmonnunum, men
ikki fyrrennn klokkan 6
mikumorgunin hildu sem-
ingsmenninir, at tíðin var
búgvin at leggja semings-
uppskot fyri partarnar. Og
tað eydnaðist, tí báðir part-
ar góðtóku partarnir.
Nýggi sáttmálin umfatar
maskinmeistarar við skip-
unum hjá Strandfaraskip-
um Landsins, maskinmeist-
arar í almennari tænastu á
landi og fyri maskinmeist-
arar við á Magnusi Heina-
syni.
Nýggi sáttmálin er gald-
andi frá 1. mars í ár til 1.
oktoober 2003. Eftir semj-
uni hækkar vanliga lønin
7,3% til samans í sáttmála-
skeiðnum. Tann 1. mars í ár
hækkar hon 3,65% og 1.
mars næsta ár hækkar hon
aftur 3,65%.
Harafturat eru umflokk-
ingar eru gjørdar á Strand-
ferðsluni og hjá almennum
á landi. Somuleiðis eru
ymiskir batar gjørdir í sátt-
málatekstinum.
At enda kann nevnast, at
avtala eisini er gjørd um til-
tøk at styrkja førleikamenn-
ing, eldrapolitikk, familju-
politikk og javnstøðu.
Umframt lønarhækking-
ina, eru eisini aðrir batar
gjørdir í sáttmálanum. Eitt
nú er loksins ásett, at
maskinmeistarar nú skulu
hava yvirtíð av einum full-
um ársverki, tað hava teir
ikki fingið áður.
Somuleiðis skal viðbótin
til maskinmennirnar hækk-
ast.
Umframt hetta, eru rætti-
liga nógvir maskinmeistar-
ar fluttir upp í hægri lønar-
flokkar og lønartalvur.
Trivnaðurin bøttur
Umframt sjálva lønina, eru
eisini ymsar ásetingar í
nýggja sáttmálanum sum
kunnu nevnast trivnaðar-
mál.
Eitt nú eigur konufólk,
ið eru við barn, eigur at
siga stovninum frá í minsta
lagi 3 mánaðir, áðrenn hon
væntar at eiga.
Hinvegin fáa konufólk
fulla løn frá tí hon verður
óarbeiðsfør, tó í minsta lagi
í átta vikur, áðrenn hon
væntar sær at eiga og til-
samans 24 vikur.
Afturat hesum kann hon
fáa frí við ongari løn í 6
vikur. Harafturat kann hon
eftir umsókn fáa frí við
ongum missi í starvsaldri í
fimm mánaðir.
Men umframt hetta, kann
konufólk fáa sjúkrafrí í upp
tilæ seks mánaðir, tá ið hon
við læknaváttan prógvar, at
tað stendst heilsuvandi fyri
hana sjálva, ella fyri fostri,
at vera til arbeiðis. Í serlig-
um føri kann hon fáa frí
enn longri.
Tann, sum ættleiðir børn,
kann fáa tænastufrí í 24
vikur við løn.
Hinvegin kann mannfólk,
ið verður pápi, ella ættleiðir
børn, fáa frí í ein mánað við
ongari løn.
Harafturat er avtala gjørd
um førleikamenning, eldra-
politikk, familjupolitikk.
Tað gekk við tógvið stríð
Fingu 7,3% í lønarhækking
og nakrar snøklar afturat
Maskinmeistararnir hjá
Strandferðsluni og allir hinir,
sum arbeiða hjá tí almenna,
hava fingð nýggjan sáttmála
Mín ábygd er at øll feløg og allir fakbólkar fáa somu sømdir,
sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður
C
M
Y
K
14