Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-08-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1960síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33. | SOSIALURIN | | Útgevari : | FØROYA JAVNADARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sorensen. Box 76. Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 Lønstrid At menn og stattir berjast fyri betri lønarkorum, er náttúrligt. So hevur verið til allar tíðir. Men skilamenn hava altíð roynt at stríðast á lógligum grundarlagi. Tað gagnar øllum best. Er nógv sterkasta stødan. Ábyrgdarfullir leiðarar hava ið hvussu er verið ógvuliga umhugsnir og varnir fyri ikki at eggja felagslimum, ið handla og líta á orð og støðu leið- aranna, til stig og tiltøk, ið eru ólóg- lig. — Men so hendir kortini, at stór og sterk feløg fara út í ólóglig verkføll, ið ber við sær tungar figgjarligar byrdir fyri hin einstaka felagslimin. Hetta er ikki bara harmiligt fyri hin einstaka limin, sum handladi í góðari trågv, men tad verdur altid at vikna um felagsskapin, ti hin rakti limurin verdur vanliga so skakkur av snertinum — kanska fyri ævi sina — hann fær, at hann vendir sær frå ti felagsskapi, sum av sonnum åtti at verid hitt trygga fótafestið og grundarlag í stríðnum fyri betri lønar- og lívskorum. Nú leikar verkfall á hjá tænastu- og starvsmonnum. Løgfrødingar siga, at tað er ólógligt. Aðrir kanska ivast. Her er altso talan um stóran fíggjar- ligan vanda fyri teir einstaku limirnar, tí verkfallið er so háttað. at tað av tí longu er staðið mikið tap fyri hitt al- menna og kanska eisini fyri hitt pr.- vata. Og hvat formál hevur so verkfallið? Tað undirstrikar sjálvandi, eins og oll verkføll gera, lønarkrøv teirra streik- andi. Men annars liggur landid so, at tann stovnur — her landsstýrið — sum tað er vent ímóti, kann einki gera viðvíkj- andi javnan av lénum tænasta- og starvsmanna. Hetta viðganga sjálvir teir streikandi. Lenarmálið er nevniliga beint til viðgerðar í eini serligari 5-manna millumtinganevnd við teirri bundnu uppgávu til komandi vetrartingsetu at koma fram við einum uppskoti til løn- arlóg fyri tænastumenn og starvsmenn. Hitt uppskotið, ið lá fyr: á tingborð- ið, gav teimum hægstløntu mesta lønar- vøksturin, meðan teir lægstløntu fingu lítið og i summum førum einki. Frá mongum síðum í tinginum varð hildið fram, at hetta var órættur. Hinir minst- løntu áttu at verða tiknir meiri mun- andi við i lønarbatanum, og í viðmerk- ingunum til uppskot., ið samtykt varð, varð hetta stríkað undir. Teir lægst- og medalløntu skuldu so verið nteresserad í. at annað uppskot enn tað, ið streikað verður uppá. verð- ur samtykt. FRACIS POWERS, amerikanski flúgvarin, ;ð varð skotin niður av russum, fekk 10 ára fongsul fyri at hava verið á njósnaraferð fyri Amer.ka. LUNAR BOW er seldur sum gamalt jarn til Sveríkis. SOSIALURIN Niels Mørk, skipari, Sandvik, 65 år Mangar góðar og matar sjómenn ha- va vit átt og eiga. Hetta er okkum mikið frægd, tí fátt land tørvar meiri at hava góða mann- ing á sjónum enn vit føroyingar. Vit liva at kalla bara av havinum. Ein hørð, men kortini mergjandi lagna, ið vit ikki skulu leiðast við. Ein av okkara bestu sjómonnum, til- / tikin fyri skil og raskleika, er Niels Mørk skipari í Sandvík. Frá tí hann fekk prestahondina á høvdid hevur hann, til hann fyri nøkr- um fåum årum sidan: legdist heima at rógva út og vera bygd síni ein ålitis- madur sum fyristødumadur fyri bygdar- innar arbeiði, hevur Niels Mørk balst å havinum. Mangan beiskan hevur hann haft. Mangt ælið kølt. Manga ódnina stríðst við, verið millum lív og deyða. Niels Merk er frægur skipari, var millum teir fremstu, tá snørisf.skiskap- urin var álitið og Suðurlandið í Ís- | landi gav okkum mesta og besta fiskin. Skilamaður, sum Niels Mørk er, smoygdist hann ikki burtur millum. Mál og tala hansara lurtaðu menn eftir. Útvarpslurtarnir minnast hann í útvarp- inum, tá ið hann segði frá eitt sindur av lívi og brøgdum sínum. 65 ár er eingin aldur nú á døgum, hó ast menn í gomlum døgum á hesum aldr. ofta vóru lidnir og útslitnir. Aldurin hevur ikki merkt mann sín. Tað kann av sonnum sigast um Niels Mørk. Hann er líka fúsur og ferdigur sum ein unglingi. Eitt eydkenni fyri Sandvikingar eru avbara talugávur. Tað er ein sannur stuttleik. at lurta eftir teimum, so fynd- uga og målvakurt teir tala. Niels Mørk er óivað ein av teimum allrabestu skor- nu fyri tungubandinum. Tann tid, hann var vid Ørnanypuni, er flestum monnum enn í huga. Tað er ikki sagt ov nógv, at hann bar yvir allar skiparar í at greiða frá ikki bara fiskiskapi. men eis ini teimum »problemum« sum vóru brennandi og leikaðu nógv á hjá menni- skjunum kring knettin. Men sjálvandi lógu okkara heimligu problemir hon- um mest á hjarta. Niels Mørk skipari er ein frælslyntur og sosialt innstilladur madur. Hann er ein av okkara bestu javnaðarmonnum. Men sum tann skilamadur, hann er, er hann eingin fanatikkari og hevur ti lætt við at geva måtstødumonnum við- hald, har ið teir eftir hansara tykki eru á beinari leið. Í bestu árum ert tú, góðu vinurin Niels Mork. í bestu arbeiðsárum, tá ið vit taka tað við. sum lívið hevur lært en. Vit ynskja tær mong, mong år enn at virka í. so livandi og brennandi fyri spurningunum, sum hevur eyðkent teg. lív og leið tína. Hjartaliga tillukku við teimum 65 árunum. Long og arbeiðsrík tíð verði at liggja tær inn í framtíðina. Tórshavn, 15. august 1960. Vinur og partamaður. Hóast Bretar ikki hava størri áhuga fyri at vaksinera seg mót. polio er sjúk- an í afturgongd. Deyðsfollini vóru 226 í 1957, 129 í 1958 og 66 í 1959. Lungnakreftin vindur afturímóti upp á seg og kravdi í fjør 21.063 mannalív. Barnadeyðin = minkaði 23,1 uppá hvørjar 1000 nýfaðingar í 1957 til 22,3 í 1959. ÚTVARPSSTJÓRIN. Tað er í dag, umsóknarfreistin til útvarpsstjóra er út- lopin. | Deildir: >Norðlýsið< hevði í gjár eina grein, sum sera væl lýsir, hverjar avleiðingar standast av verkfallinum. Nú er eingin telefon, so vit fáa ikk. bíðið blaðið um loyvi at endurprenta greinina; men vit loyva okkum undir teim umstødum sum nú eru ráðandi her á landi at gera tað uttan loyvi, tí hon sýnir okkum, hvussu Starvsmannastreikan virkar uttan fyri Havnina, og hvussu hon er umtókt. Greinin er hendan: Bygdirnar lamnar, Havnin klárar seg. Ein maður kemur norð úr Havn, ger seg inn á telefonverkið í Klakksvík, so tað steðgar, og stingur so av aftur! Bert ein limur í Starvsmannafelagnum er í Klaksvík! Og fyri hansara skuld skal alt tínast! Tað er eingin, sum sigur nakað um, at tænastufólk hjá telefonverkinum streykar. tey um tað, men eitt er at streyka, annað er at gera herverk og og harvið leggja alt lamið. Telefonslitið rakar bygdirnar meinast; í Klaksvík, sum er spjadd um ógvuliga stórt eki — og soleiðis er í mongum ðrum bygdum — er bert eitt stað, haðani ringjast kann í neyðsfalli, með- an Havnin hevur eini 25 automatir, hagan ringjast kann — og dúgliga verð- ur ringt í hesum døgum! Telegramm.r til útlandið kunnu ikki sendast av bygd, men í Havn ber væl til at senda tey o. s. fr, Krevja skadabøtur Négvir eru teir handilsmenn og virkir á bygd. sum eru komin illa fyri av tí, at tey ikki fáa telegrammir send av landinum og vilja krevja telefonverkið til svars fyri tap. tey hava havt av hes- um órættvísa atburði. Sama er við ved- urtíðindum. sum hesir høgu harrar tað halda sjómenn ikki og nógvir hava mist tjans, tí teir fáa ikk. boð, men í Havn hava teir útvarpið at senda boð eftir skipsfólki!! Ikki fyrstu ferð Herverk hevur áður verið gjørt á tele fonina, so hon hevur ligið lamin í viku- vis; viðkomandi noktaði tå! at gjalda fyr. telefonina í ti tidarskeidi, hon lå lamin vegna herverk, men tå rópti verk stjórin Christiansen hesi harðrendu orð: »Ein rokning, sum er send frá telefon- verkinum skal gjaldasti< Og so mátti verða, tað hevði altso onki at týða, um herverk var framt!! Tað verður spennandi at síggja, um. stjórin Christiansen torir at senda roln ing til herverksmannin hesa ferð, ella hann aftur rópar til tey óseku: Ein rokning, sum er send frá telefrmverk- | SJÓVINNUBANKIN Tað loysir seg altíð at hava konto í bankanum. Vit geva fegin allar upplýsingar um financiering á ollum økjum. Gangið inn á gólvið og tosið við okkum. | munnu halda vera tað reina luksus, men | 20. august 1960 Innlánsrenta: Vanlig bankabók: 3!/29/, p. a. Bankabók við 3 mánaða upp- segn: 4 %', p. a. Tjekkkonto: 2%, p. a. | Aðalskrivstova: TORSHAVN - Tlf, 1150 | NORDOYA BANKI, Klakksvik, Tlf. 296 | SJÓVINNUBANKIN, Servágur, TIf. 19 SJÓVINNUBANKIN, Sandavági TIf. 101 Avgreiðsla: Runavík, Tlf. 7017 inum skal gjaldast líka mikið um tyg- um hava telefon, sum er í stand. ella hon er avbrotin vegna herverk. — Havnarmenn forða Í gjáramorgunin stillaðu tríggir havn- armenn seg upp við stødina í Klaksvík at forða fólki at koma inn hagar, men tá tað eina løtu seinni fór at regna. rýmdu teir! 85 ÁR. Mikudagin 24. august fyllur ein vælkend Havnarkona, Mina Hansen á Skansaveg, 85 ár. „Niels Ebbesen' ið hevur rikið sjóverju við Føroyar, hevur verið í Grønlandi saman við danska kongaskipinum. Um fregattina verður sagt í blaðnum »Aktuelt«: >Tá hon kom í Kattegat stóðu offi- cerarnir og manning og hildu saman hendur og bóðu: Gævi hon hevði hild ið í havn.« Víðari verður sagt: Á veg heim úr Grenlandi skrædnaði fregattin og gekk bara 4—5 míl eingin vildi hugsað sær at skotið við teimum stóru kanón- unum, so fór hon í spenir tveittu teir eina djúpvatnsbumbu, vildi allur afturendin loysna frá hinum partinum av skipinum tað sum heldur skip- inum saman er avmagnetiseringstráð- urin kring um skrokkin...... Fregattin >Holger Danskex varð seld fyri 325 000 kr., tá helt ein officerur: >Bara teir ikki hava forkeypt seg.« ... Tá fregattin einaferð skuldi taka ein trolara, skramb laði maskinan fullkomuliga saman men óivað verður >Niels Ebbesen« eina ferð enn at gera vaktartænastu, áðrenn hann fer til fregattanna ævigu hvíld, endar >Aktuelt. NORDISK RAAD gjørd. av á fundi i Reykjavik at stovna eitt = norðurlendskt fólka-akademi í Kungsálv í Sveríki. ið fyribils skal taka ímóti 40 eg seinri 80 næmingum, ser- stakliga tilikum, ið áður hava verið á háskúla og sum arbeiða í landsumsit- ingini. UM ATLANTSHAVID. Ein eldri Dani, ið annars kennir lítið og einki til navigaton, er í motorbåti sinum ein- samallur á ferð yvir Atlantshavið. Fyrr vórðu tey flestu morðini framd til heiður fyri gudarnar — á okkara døgum til heiðus fyri einræðisharr- arnar. | |