leygardagur 10. september 1960síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
Eingin uppsegn
enn frá
landsverkfrødinginum i
JAVNADUR
4
arbeiðinum við Oyggjarvegin
Landsverkfrødingurin upplýsir, at tíð-
indini um, at hann hevur uppsagt veg-
arbeiðararnar vid Oyggjarvegin til 1.
oktober — um talan var um uppsøgn,
skuldi tað verið hann, ið gjørdi tað —
hava einki við veruleikan at gera. Hann
hevur ongan uppsagt, uttan teir, sum
neyðugir vóru at verða uppsagdir, fyri
at byggientreprengrurin kundi fáa 2 ba-
rakkir, sum avtalað var.
Annað er, at veturin er ring arbeiðs-
tíð til vegagerð á fjøllunum. Hann hev-
ur tí hugsað sær (eins og seinasta vetur)
kanska at steðga arbeidinum um hávet-
urin. Men avgerð um tað er eingin tikin
enn.
At menn, ið hava við NATO-arbeiðið
at gera, hava hildið fram, at tað t. d.
1. oktober var ynskiligt fyribils at leggja
niður vegarbeiðið til frama fyri húsa-
byggingararbeiðið og spreingingina inn
í fjallið, ásannar verkfrødingurin. Men
endalig avgerð og enn og minni góð-
kenning av hesum er ikki hend.
Uppá spurningin um tað, sum okkurt
blað vil vera við, fyriliggur nakað nýtt
í radarstødarmålinum herútgerð viðvíkj-
andi, sigur landsverkfroðingurin seg
einki vita.
Vit taka uppaftur:
Einki nýtt liggur fyri í NATO-oyggj-
arvegarmálinum líka so lítið sum í
NATO-radarstødarmålinum — einki
annað enn, at >14. September« og »Dag
bladid« royna at gera eitthvørt gølu-
nummar at fléta å, nå teir eru vid at
drukna politiskt, drukna og sodnast i
einki.
Osannleiki sum grundarlag
14. SEPTEMBER, sum herfyri steðgaði vegna peningaligar trupulleikar,
skal nú endurreisast. Við grovum ósannindum royna
fólk at seta pening í blaðið.
Um hesar royndir eru eins um alt
landið er okkum ókunnugt; men í
Klakksvík er skriv sent ymiskum monn
um, ið fáa at vita, at um 2—3 dagar
fáa teir eitt uppkrav uppá 100.00 kr.
Í skrivinum verður sagt um føroyska
bladmannaheimin, at tað eru ríkmenni-
nir, ið gjalda Dagblaðið. Dimmalætting
livir av almennu lýsingunum.
Í sambandi við Sosialin skriva teir
hesi grovu ósannindi.
»Og Sosialurin er heldur ikki einsa-
mallur. Hann hevur hina donsku fak-
felagsrørslu sær til hjálpar.
Hevur 14. sept. farið lættliga um sann
leikan, eru hesir menn, ið nú skulu
endurreisa blaðið lítið mætari.
Og so tóla teir fólk við at siga, at
tjóðveldið er einasta sanna umboð hjá
arbeidararørsluni; men her koma teir
stutt. tí oll toluliga hugsandi fólk vita
fullvæl
at síðan tjóðveldismenn fingu leiðsluna
í Fiskimannafelagnum, eru foroy-
skir fiskimenn vorðnir lægst løntu
av ollum fiskimonnum í Norðan-
londum,
at tjóðveldismenn vóru ímóti at veita
fiskimonnum 6 pst. fritidarvidbot,
at tjóðveldismenn vóru ímóti 900
kr. minstulønini og vildu einans
lata fiskimenn fáa 864 kr. um mán-
aðin,
kt tióðveldismenn sendu Íslendingum
takkarkvødu og ynsktu teimum til
lukku, tá teir høvdu rikið føroysk-
ar fiskimenn burtur av Suðurland-
inum,
at oddamenn
ímóti at veita
minstu timansløn,
at tjodveldismenn vóru ímóti at veita
gomlum og avlamnum fiski- og ar-
følkapensjon, men
verstu
tjóðveldisflokksins vóru
arbeiðarunum eina
beiðsmonnum
vildu einans bóta um tey
brekini í sosiallóggúvuni,
menn at lumpa
at tjóðveldismenn vóru ímóti at veita
arbeiðs- og fiskimannaeinkjum
einkjupensjón eins og at veita for-
eldraleysum arbeiðs- og fiskimanna-
børnum og ødrum treingjandi stuð-
ul; men noyddust at atkvoða fyri
lógini, tå teir ikki TORDU annað,
at teir royndu at forkoma ollum vinnu-
ligum og sosialum framstigum við
royndum sínum at forða javnaðar-
monnum at koma til ræðið og settu
sum treyt fyri at koma uppí lands-
stýrið, at Kr. Djurhuus gjørdist løg-
núður.
Sum tekk fyri hesar misgerðir móti
fiskimonnum, arbeiðarum, gomlum, av-
lamnum, einkjum, foreldraleysum bern-
um, blindum deyvum og øðrum treingj-
andi, skulu hesi nú seta nýggjar stuðlar
undir samfelagsskaðiliga afturhalds- og
niðurbrótingarpolguikk tjóðveldisfiokks-
ins.
Trolararnir hava ikki fiskað nógv í
Grønlandi í seinastuni. Jógvan Elias hev
ur um 400 tons — herav hevur hann
landað 70 tons í Føroyingahavnini. —
Ólavur Halgi hevur um 170 tons, og
Fiskanes 350 tons.
Saltfiskaútflutningurin. Í seinri helvt
av hesum mánaði kemur farmaskip at
taka 750 tons av saltfiski, ið seldur er
til Italia.
VERKFALL
Í dag byrjar Havnar Arbeiðskvinnu-
felag verkfall. Felagið hevur ongan sátt-
mála havt, síðan tað fór burtur úr F.A.
GULL ELLA SILVUR
Í kveld verður finaludysturin í fót-
bólti við olympiaduna í Rom. Tað eru
Danmark og Jugoslavia, ið stridast skulu
um gullið. Hesin dystur verður útvarp-
aður um meginpartin av jørdini, og eis-
ini verður hann sjónvarpaður.
OYGGJARVEGURIN
Ikki lukkuligt sum 14. Sept. og
»Dagbl.« leika i um Oyggjarvegin,
sum um hann er í vanda fyri ikki
at verða gjørdur.
Landsstýrið hevur á tingi sagt, af
Oyggjarvegurin verður gjørdur lið-
ugur.
Í hvørjari raðfylgju arbeiðið í
Mijørkadali og restin av Oyggjarveg-
num verður at falla, er ein prakt-
iskur arbeiðsspurningur og gjalding-
arspurningur.
Men eingin skal ivast í, at Oyggj-
arvegurin verður gjørdur liðugur
undir hesum landsstýri.
Val! rópar >Dagblaðið<!
Tora fólkaflokksmenn at taka val?
»So YMIS TÍÐINDI GANGA«
2 dóglingar doyðu í Hvalba mikudag-
in. Teir vóru 20 og 23 skinn til støddar.
Karin K fór mikudagin úr Grønlandi
til Foroya, við eru 120 útróðrarmenn
og 7 bátar.
Í Eysturgrønlandi er nú nógvur fiskur.
Grønlendigar rógva nú sjálvir út og
sagt verður frá sera góðum útróðri. So
nógv hava teir fingið at kongaligi hand-
ilin hevur sent skip og flekjarar at
hjálpa teimum at fáa fiskin til sættis.
Eisini siga teir. at tað er so lítið av ísi
har í ár, sum ikki hevur verið í mong
ár.
Andlát. Johan Joensen í Funningi doyði
í fyrradagin 88 ára gamal. Gravarferðin
verður í morgin.
NR. 37.
LEYGARDAGIN
10. SEPTEMBER 1960
33. ÁRG.
TB vann í kappingini um Ísafjarðar-
steypi. Hetta var sera góður leikur, ið
leikaður varð í Havn síðsta sunnudag.
Menn vóru bilsnir yvir at síggja tað frá-
líka spæl TB's, og teir eldru mintust
aftur á gamlar dagar, tá tað var ein
njóting at síggja hetta lið á velli. Vón-
indi var hetta ikki bert eitt upplop, men
verður at vara við, so vit í framtíðni
kunnu gleða okkum til at fáa góðan
bóltleik at síggja í Føroyum.
Álaker er komin inn av triðja túri
við 500 tunnum. Samlaða veiðan er nú
góðar 1600 tunnur.
Tjaldrið er tarnað hesaferðina somikið
at tað ikki fór av Havnini fyrrenn
aftaná midnått til Keypmannahavnar.
Teir hava tiki farm inn á Skålafjørd-
inum, um 2000 tons av salt- og klipp-
fiski.
Handverkarasátt-
máli gjørdur
Fram hava farið í hesum døgum sam-
ráðingar millum Føroya Arbeiðarafelag
og arbeiðsgevararnar um handverkara-
lønirnar. Í gjár eydnadist at koma til
semju, og sáttmáli varð gjørdur. Fyri-
varni er kortini tikið yvirfyri byggifel-
øgunum i Mjørkadali.
Handverkaralønin hjå limum Føroya
Arbeidarafelags verdur frå 31. august
1960:
Grundløn: kr. 1,75 (hækkad frå kr.
1,55).
Vanlig timaløn kr. 4,93. Yvirtidarløn
frá kl. 17—21 6,68. Frá kl. 21—24 7.56
kr. 24—7 (8) 8,42 kr. Week-end, sunnu-
og halgidagar kr. 8,43.
Hertil kemur (pr. tima):
Ambodspeningur 20 oyr., skitid-arbeids-
peningur 20 oyr., autogensveising 20 oyr
el-sveising 25 oyr., skering vid autogen
15 oyr., arbeiði aftaná eldsbruna 20 oyr
arbeiði við glasull 20 oyr. — Alt arbeiði
í dampketli kr. 2 pr. tíma
p p
Soleiðis var stødan
TJÓÐVELDIÐ SAMAN VIÐ
SVIKU ARBEIÐARARNAR Á
Tað reingist ikki, men var so, seinast
ið tingið var saman:
at løgmaður P. M. Dam í neyndini
javnaðarflokksins vegna setti fram upp-
skot, ið gav arbeiðarunum fullar sømdir
og
at hann og allir javnaðarmenn á tingi
greiddu atkvødu fyri tí, men at hvorki
Erlendur Patursson ella Hanus við Høga
dalsá ella nakar fólkaflokksmaður ella
sambandsmaður ella Kj. Mohr vildu
vera við til at veita arbeiðsmonnum hes
ar sømdir.
Hetta uppskotið
uppá:
at lata arbeiðarnar fáa eina grundløn-
arhækking uppá ca. 20 oyru um tíman
ella slakar 500 kr. um árið fyri fult ar-
beiði.
at teir framvegis skuldu verða við at
hava teir fyrimunir, ið teir høvdu vunn-
ið við legtingslógini,
at teir fult út skuldu vinna aftur tað,
ið summir arbeiðarar vóru vorðnir skerd
gekk principalt út
ir av legtingslógini,
HINUM BORGARLIGIU
OLAVSØKUTINGINUM
FLOKKUNUM
at handverkaralønin hjá handverkar-
um, ið vóru limir í Føroya Arbeiðara-
felag, skuldi verða tann hægsta hand-
verkaraløn, sum gavst i Føroyum
Erlendur Paturson og Hanus vid Høga
dalá fyri tjóðveldisflokkin høvdu her
greipað seg saman við hinum afturhalds
ella borgarligu flokkunum ímóti arbeið-
arunum — hetta er tann dapri sannleiki.
Teir gjørdu hetta, hóast
fyri Føroya Arbeiðarafelag so átroðk-
tjóðveldis-
formaðurin
andi sum gjørligt heitti á
flokkin um at taka undir við uppskot-
javnaðarflokksins
inum, ið legmaður
vegna hevdi sett fram
At samtykkja uppskot um bara at taka
løgtingslogina av (fólkaflokkurin) ella
bara at hækka grundlønina (tjóðveldið)
og lata arbeiðararnar annars fara út
aftur í stríð fyri ellum hinum, ið var
vunnið i logtingslógini og ti, sum løg-
tinglógin hevði skert teir fyri, vóru ar-
beiðararnir ímóti. sum landið tá lá