hósdagur 25. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 78 - 25. apríl 2002
Men áheitanin úr
Fuglafirði og Runavík
um at hava FM
stevnur í hesum
plássum á hvørjum
ári varð ikki samtykt,
m. a. tí vágamenn
høvdu ynski um
størri lut í FM kapp-
ingunum
FM KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Kappróðrarárið í ár verður,
sum undanfarnu árini hava
verið. Tað vil siga, at tað fer
at verða kappast um FM
stig í seks róðrum.
Á
aðalfundinum
hjá
Róðrarsambandinum leyg-
ardagin vóru uppskot frá
Róðrarfelagnum NSÍ og frá
fuglfirðingum um, at stevn-
urnar í Runavík og í Fugla-
firði skuldu telja við í FM
kappingini í kappróðri á
hvørjum ári. Undanfarin ár
hevur róðurin í nevndu
plássunum verið FM róður
aðru hvørja ferð, meðan tað
hini árini hevur verið róð
kapp, men kortini uttan at
FM stig hava staðið upp á
spæl.
Aðalfundurin hjá RSF
tók undir við, at kappingin
verður víðkað úr seks og
upp í sjey FM róðrar. Men
tað var ikki semja um, at
sjeyndi FM róðurin skuldi
verða í Eysturoy.
Sandavágs Ítróttarfelag
hevði lagt uppskot fyri
aðalfundin um, at avgerðin
um at víðka róðrarárið til at
fevna um sjey FM kapping-
ar skuldi koma Vágunum til
góða. Higartil hevur tað
verið soleiðis, at FM róður
hevur verið í Vágum í trý
ár, og so hevur verið kapp-
ast í Vestmanna eina ferð.
Uppskotið úr Sandavági
gekk út uppá, at tey trý
plássini í Vágum skiftast
um at hava FM kappróður,
og at Vestmanna møguliga
verður
knýtt
afturat
Kollafirði, soleiðis at hesi
bæði plássini skiftast um at
skipa fyri FM kapping í
róðri.
Beint í nevnd
Hannis Joensen, formaður í
RSF sigur, at júst hetta
málið fekk drúgva viðgerð
á aðalfundinum. Sjónar-
miðini vórðu vend og snar-
að, og nevndin í RSF kom
til ta niðurstøðu, at spurn-
ingurin var ikki búgvin at
taka støðu til.
– Tí skutu vit upp, at ein
nevnd varð sett við umboð-
um úr teimum sjey økjun-
um at taka sær av at koma
við uppskoti um, hvussu
spurningurin skuldi loysast.
Tað var semja um at seta
nevndina, men tá nevndin
skuldi mannast, fekst tað
ikki semja um, hvør skuldi
í nevndina. Tí var endin
tann, at tað varð álagt
nevndini í RSF at arbeiða
víðari við spurninginum og
at leggja eitt tilmæli fyri ein
nýggjan fund at taka støðu
til. Málið hevur nógvar
síður, og tí er tað greitt, at
talan verður ikki um sjey
FM róðrar fyrrenn í fyrsta
lagi 2003, sigur formaðurin
í RSF.
Hvart eru tað fyri viður-
skifti, sum skulu lýsast og
greinast?
– Tað er ikki so einfalt
sum bara at taka støðu til,
hvar sjeynda stevnan skal
vera. Við hesi avgerðini
verður kappingarárið hjá
kappróðrinum meiri trongt.
Vit hava havt møguleikar at
útseta, um veðrið ikki er til
vildar, men tann møguleik-
in minkar, tá vit skulu
kappast eitt vikuskiftið aft-
urat. Tí mugu vit skerpa
reglurnar t. d. soleiðis, at
um tað ikki verða líkindi at
rógva í einum staði ein
ávísan dag, so skal bera til
at flyta róðurin til eitt ann-
að øki í grannalagnum, um
líkindini eru betri í hesum
økinum. Vit fara gjølla um
broytingarnar í ásetingun-
um. Tað er týdningarmikið,
at nevndin í RSF og feløg-
ini tosa saman, og at allir
partar verða vitandi um
broytingarnar og góðtaka
tær og verða sinnaðir at
fylgja teimum. Men hetta
tekur tíð, vísir formaðurin í
RSF á.
Men møguleikarnir
eru ikki so góðir hjá
øllum, tí nógvir bátar
eru seinnu árini
farnir av landinum
fyri lítið og lætt
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Nú ætla kappróðrarfólkini
at fáa fatur í teimum
yngstu, tá ið tað eru yngri,
enn tey hava verið higartil.
Í kappingarreglunum verð-
ur í grein tíggju tosað um
kappróður millum tey, sum
eru niður í fjúrtan ára gom-
ul. Nú er hetta broytt.
– Vit hava skoytt uppí
ásetingarnar, at tað kann
skipast fyri kappróðri fyri
børn niður til tíggju ár. Vit
hava leingi hildið, at hetta
hetta fór at vera eitt gott til-
tak, soleiðis at børnini fyrri
kundu fáa roynt, hvussu tað
er at rógva kapp, og nú hev-
ur aðalfundurin samtykt, at
tað skal farast undir hetta.
Hetta sigur Hannis Joen-
sen, formaður í Róðrarsam-
bandinum.
Ítøkiliga ætlanin hjá RSF
er, at feløgini, sum skipa
fyri FM stevnunum, skulu
bjóða børnunum til kapp-
róður á sama hátt, sum tey
plaga at bjóða old boys og
old girls.
– Vit ætla ikki at skipa
fyri FM kapping, har tað
verður lagt upp til, at mann-
ingarnar skulu ferðast kring
landið fyri at vinna stig. Í
staðin verður talan um
kappingar, sum verða leys-
ar hvør av aðrari. Luttakar-
arnir, sum standa seg væl,
skulu fáa heiðursmerkir so-
leiðis, sum tey vaksnu fáa
tað, og so er tann kappingin
av. Um luttakararnir vilja
vera við í næstu kappingini,
so er tað upp til teirra. Tey
missa einki, um tey ikki
taka lut, sigur Hannis Joen-
sen.
Sakna bátarnar
Í dag er flaggdagur. Tá
plaga tey í fleiri feløgum at
flota bátarnar. Tá vit spyrja
Hannis Joensen, um hann
roknar við, at talan fer at
verða um stórar kappingar
millum tey yngstu í ár, so er
hann eitt sindur ivasamur:
– Tey seinnu árini eru
nógvir nýggir kappróðrar-
bátar smíðaðir. Ikki minst
5–mannafør. Tí áttu nógvir
bátar at verið tøkir, sum tey
meiri tilkomnu, ið kappast
um FM, ikki hava brúk fyri.
Men soleiðis er veruleikin
ikki. Nógvir bátar eru farn-
ir av landinum til feløg og
áhugabólkar, sum ikki hava
rindað nakað serligt fyri
teir. Orsøkin hevur verið, at
feløgini ikki hava dugað at
sæð, at tey aftur fóru at fáa
brúk fyri bátunum. Tí kann
hetta gerast ein praktiskur
trupulleiki hjá nógvum,
sigur Hannis Joensen.
Hann vísir eisini á, at teir
í RSF mugu gera reglu-
gerðir og vegleiðingar fyri
sovornar kappingar, áðrenn
tað verður farið undir tær,
og hann sigur, at teir í
nevndini arbeiða við hes-
um:
– Sovornar kappingar
mugu fara fram undir eftir-
liti. Tað kann gott vera, at
tað verður neyðugt, at
onkur vaksin verður í bátin-
um undir venjing og kapp-
ing. Men hetta mugu vit fáa
upp á pláss sum skjótast.
Øll róðrarfólk eru áhugað í,
at trygdin verður so stór,
sum tað á nakran hátt ber
til, sigur formaðurin í
Róðrarsambandinum.
Eru manningar til so-
vornar kappingar?
– Í fleiri feløgum er tað. Í
øðrum feløgum hava tey
spurt seg fyri, um tað fer at
bera til at taka lut við
blandaðum
manningum,
tað vil siga bæði dreingjum
og gentum. Tað duga vit
ikki at síggja nakrar trupul-
leikar í, men vit arbeiða við
tí.
Stevnurnar
Fyrsta FM kappingin í
kappróðri í ár verður – sum
vanligt – á norðoyarstevnu.
Hon verður leygardagin 1.
juni. Næsti FM róðurin
verður
á
Skálafjarðar-
stevnu, sum verður í Runa-
vík 15. juni. So verður
kappast á Sundalagsstevn-
uni, sum verður í Hósvík
22. juni og á jóansøku, sum
verður í Vági 29. juni.
Vestanstevnan verður í
Miðvági 13. juli, og finalan
verður
ólavsøkuaftan
sunnudagin 28. juli.
Varmakeldustevnan
í
Fuglafirði telur ikki við í
ár. Hon verður leygardagin
6. juli, og tað verður iva-
leyst róð kapp.
Fuglfirðingar skutu upp á aðalfundinum hjá róðrarsambandinum, at FM-róður skal vera á Varmakeldustevnu í Fuglafirði á
hvørjum ári. Hetta uppskotið varð tó ikki samtykt. Enn hevur RSF ikki gjørt av, hvar sjeyndi FM-róðurin skal vera. Her verður
Havnarbáturin drigin upp á stevnuni í fjør
Semja um sjeyndu stevnuna
Nú fáa børnini høvi at luttaka í kappróðri
C
M
Y
K
22
Upprunaliga høvdu
designararnir góða
gamla Citroën 2CV í
huga, tá teir fóru
undir at tekna Ciroën
C3. Hóast teir ikki
líkjast so nógv, er í
báðum førum talan
um bilar ið skilja seg
út úr mongdini av
bilum á gøtuni
BILAR
Magnus Gunnarsson
Citroën C3 er ein bilur sum
verður lagdur til merkis í
gøtumyndini. Hann hevur
ótradionelt design og ongin
ivi er um at talan er um ein
Citroën. Bilurin er bygdur
yvir ein heilt nýggjan platt-
form, og er í stødd ímillum
Citroën Saxo og Xsara. C3
verður einans marknaðar-
førdur sum hatchback við 5
hurðum.
Gott útsýni
C3 er lættur at koma inn í
og man situr høgt, sum í
einum MPV, við góðum
útsýni. Instrumentini í in-
strumentborðinum minna
ikki sørt um teir gomlu
Citroën GS og CX. Alt inni
í bilinum er lætt at um-
gangast, eins og fleiri góðar
praktiskar loysnir eru at
finna, so sum skuffur undir
setrunum, dupult handska-
rúm og flúgvaraborð til tey
ferðani
á
baksetrinum.
Viðførisrúmið er 305 litrar,
sum má sigast at vera stórt í
hesum klassanum.
Orkusparandi diesel
Í fyrsta umfari verða fýra
motorstøddir at velja ímill-
um. Bensinmotorarnir eru
hesir: 1.1 litur við 61 hk,
1.4 litur við 75 hk og ein
1.6 litur við 109 hk. Diesel
motorurin er ein 1.4 litur
HDI við 70 hk, sum orkar
væl, larmar lítið og er sera
orkusparandi, við tað at
hann koyrir 23,8 km/l við
blandaðari koyring. Seinni
kemur ein HDi við 93 hk.
Servo til býkoyring
C3 er lættur at koyra.
Servostýringin er soleiðis,
at hon er løtt til býkoyring
og verður tyngri sum ferðin
økist. Koyrieginleikarnir
eru heilt í topp, sum í flestu
fronsku bilum. Eisini er
nógv av trygdarútgerð, sum
t.d. bremsuassistentur, ið
optimerar bremsutrýstið,
elektroniskur bremsukraft-
deilari, fýra airbag og
gardinairbag. Uttan iva
verður C3 ein væl umtóktur
bilur her hjá okkum.
Nr. 78 • hósdagur • 25. apríl 2002 • 76. árg.
Citroën C 3 1,6 16V bensin
Motorurin
1.6 litur 4 syl. bensin 110 hk
O-100 km/t
10.7 sek.
Oljunýtsla
15.4 km/l
Dekkstødd
165/70-14
Stødd og vekt
Longd
385,0 cm
Breidd
167,0 cm
Hædd
152,0 cm
Eginvekt
1025 kg
Viðførisrúm
305 litrar
Prísur
kr. 154.000,-
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Citroën C3
– designaður við 2CV sum fyrimynd
Citroën C3 er ein bilur sum skilir seg út millum bilar á gøtuni. Hann er designaður við Citroën 2CV sum fyrimynd
C3 verður einans marknaðarførdur sum hatchback við 5 hurðum
Instrumentini minna ikki sørt
um teir gomlu Citroën GS og
CX , men nú í nútímans stíli
23