hósdagur 25. apríl 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 • hósdagur • 25. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Sunnudagin klokkan
15 verður forvitnis-
ligur dystur millum
meistararnar í Føroy-
um og Íslandi. ÍA av
Akranesi og B36 úr
Havn bresta saman í
hesum dystinum, og
ætlanin er, at hetta
verður eitt afturvend-
andi tiltak
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Ferðalagið úr Íslandi kemur
til Føroya fríggjadagin, og
sunnudagin møtast liðini í
Gundadali. Dysturin verður
nevndur Atlantic Cup, og
vinnandi liðið fær steyp
handað. Ætlanin er, at hetta
skal vera ein afturvendandi
dystur, sum verður á hvørj-
um ári.
Annað hvørt ár skal At-
lantic Cup spælast í Føroy-
um og annað hvørt ár í Ís-
landi. Lagt verður fyri í
Føroyum.
Fríggjadagin skal B36
spæla fjórðingsfinalu móti
HB í kappingini um Løg-
manssteypið. Ætlanin var
upprunaliga, at hálvfinalan
skuldi spælast sunnudagin,
men um B36 kemur víðari í
kappingini, so verður hálv-
finalan útsett.
Atlantic Airways og Ice-
landair stuðla tiltakinum
saman
við
grunninum
FITUR, sum hevur til enda-
máls at menna samstarvið
millum londini í Útnorði.
Ætlanin er at byggja hetta
tiltakið upp til nakað stórt,
so at áskoðarar og leikarar
fáa áhuga fyri hesum dyst-
inum. Komandi ár er møgu-
ligt at skipað verður fyri
vikuskiftistúri til Íslands í
sambandi við dystin, so at
talið av ferðandi til dystirn-
ar kann økjast.
Borgarstjóri tók stig
til vitjan
Tá borgarstjórin í Akranesi
var á vitjan í Føroyum í
sambandi við undirsjóvar-
tunnilin til Norðoyggjar,
tosaðu hann og formaðurin
í B36 saman um møguleik-
arnar at skipa fyri einum
dysti millum meistararnar í
báðum londunum.
Síðani komu FSF og
íslendska fótbóltssamband-
ið við í fyrireikingarnar, og
stuðul var samstundis fing-
in úr grunninum FITUR.
– Vit vildu hava sam-
bondini í báðum londunum
við í fyrireikingarnar, tí
næsta ár eru kanska nøkur
onnur lið, ið skulu kappast
um steypið. Tá kunnu sam-
bondini taka endan, so
kappingin ikki dettur niður-
fyri,
sigur
Kristjan
á
Neystabø.
Dysturin verður leiktur á
ovara vølli í Gundadali.
Spurningurin var, um dyst-
urin ikki skuldi leikast á
Tórsvølli, men partarnir
vóru samdir um, at tað
kanska er nakað tíðliga at
fara á Tórsvøll, og hýrurin
kring vøllin er betri í
Gundadali. Lassin Isaksen
fer at døma dystin, og
Tummas Pauli Olsen og
Jens Albert Simonsen eru
hjálpardómarar.
Akranes
ÍA er eitt tað mest sigurs-
vanda felagið í Íslandi. Í
nítiárunum vann felagið
fimm meistaraheiti á rað
frá 1992 til 1996. Síðani
vann felagið aftur meistara-
heitið í fjør. Tað var seytj-
anda ferðin, at liðið vann
meistaraheitið. Liðið hevur
altíð spælt við í bestu deild-
ini í Íslandi.
Liðið er bara mannað við
íslendskum leikarum, og
hetta er óvanligt í Íslandi,
har fleiri lið hava útlendsk-
ar leikarar í hópinum. 27
ára gamli Gunnlaugur Jóns-
son varð í fjør kosin ársins
leikari í Íslandi. Grétar
Steinsson hjá ÍA varð kosin
besti ungi leikarin í Íslandi
í fjør.
Royndasti leikarin er
málverjin Ólafur Þórðar-
son, sum hevur spælt 368
dystir á besta liðnum hjá
ÍA. Hann spældi sín fyrsta
dyst í 1982, og hann hevur
spælt 70 landsdystir fyri
Ísland. Hann hevur sjey
ferðir verið meistari, og
seks ferðir hevur hann
vunnið steypakappingina.
Akranes er annars ein
lítil býur beint norðanfyri
Reykjavík
við
5700
íbúgvum.
Akranes á vitjan
Argja Róðrarfelag
hevur havt aðalfund,
og nýggj nevnd er
vald. Johannis
Johannesen er for-
maður, og felagið ar-
beiðir við at skifta
bátarnar
KAPPRÓÐUR
Stefan í Skorini
Á aðalfundinum varð nýggj
nevnd
vald.
Johannis
Johannesen er formaður,
Rúni Johannesen er næst-
formaður, Johnny Mikkel-
sen er skrivari, Fróði Olsen
er kassameistari og Hans
Eivind Olsen er nevndar-
limur.
Felagið sigur í tíðinda-
skrivi, at tað arbeiðir við at
skifta bátarnar út. Í fjør
fekk felagið nýtt 5-manna-
far, sum kallast Blikur. Til
kappingarárið í ár hevur
felagið fingið nýtt 8-
mannafar, sum er Argjabát-
urin,
og
6-mannafarið
Lómur verður skift út kom-
andi ár, tá nýggjur bátut
skal byggjast. Tað er Sámal
Hansen, ið smíðar nýggju
bátarnar.
Bátarnir eru mannaðir til
kappingina í ár, og tær eru
so at siga tær somu sum í
fjør. Felagið dylur ikki fyri,
at vónirnar at fáa góð úrslit
komandi kappingarár eru
góðar.
Til at betra um umstøð-
urnar og venjingarstøðuna
hjá rógvarunum hevur fel-
agið útvegað fýra nýggjar
rógvimaskinur, so at rógv-
ararnir kunnu venja meira
støðugt.
Til at útvega pening til
virksemi í felagnum skipar
Argja
Róðrarfelag
fyri
neytamykjukapping
11.
mai. Róðrarneystið á Argj-
um, sum tekur 200 fólk,
verður eisini leigað út til
veitslur, brúdleyp, dans og
annað.
Felagið hevur í ár 20 ár á
baki, og hevur felagið í hes-
um tíðarskeiðnum vunnið
fleiri enn hundrað steyp til
ognar.
Argja Róðrarfelag havt aðalfund
Sunnudagin bresta
meistararnir úr Íslandi og
Føroyum saman í fyrsta
dystinum í Atlantic Cup. B36
vann meistaraheitið í fjør og
skal tí møta meistaraliðnum
úr Íslandi
Mynd: Álvur Haraldsen
Argja Róðrarfelag og Argjabáturin, fremst á myndini, hevur
aftur í ár ætlanir um at vera við í oddinum
21
20
Nr. 78 - 25. apríl 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Taka nú
undir við
evruni
Alt fleiri og fleiri bretar
taka nú undir við, at
felags evropeiska gjald-
oyrað, evran, eisini verð-
ur sett í gildi í Bretlandi.
Ein meiningakanning í
blaðnum Financial Tim-
es vísir, at 43 prosent av
teimum spurdu høvdu
tikið undir við evruni,
var fólkaatkvøða nú. 51
prosent siga, at tey
høvdu atkvøtt ímóti.
Hóast meiriluti fram-
vegis er ímóti evruni í
Bretlandi, vísir kanning-
in, at meirilutin minkar.
Fyri einum lítlum ári
síðani vísti ein tilsvar-
andi kanning, at munurin
millum ja og nei var 27
prosent stig. Nú er hann
bara átta.
Av teimum 15 ES-
londunum eru tað bara
Bretland, Danmark og
Svøríki, sum ikki hava
sett
evruna
í
gildi.
Stjórnin í London hevur
boðað frá, at hon fer at
leggja málið út til fólka-
atkvøðu, tá ávísar bú-
skaparligar
fyritreytir
eru loknar.
Størri
stuðul
Danska stjórnin ætlar
sær at økja stuðulin til
londini í Eysturevropa.
Upprunaliga var ætlanin
at lata londunum 800
mió. krónur í ár og næsta
ár, men nú er avgjørt at
hækka stuðulin 1,1 mia.
krónur, so hann verður
1,9 mia. krónur um árið
hesi bæði árini. Enda-
málið við tí økta stuðlin-
um er at skunda undir
verkætlanir, sum ætlandi
skulu verða lidnar, áðr-
enn tey flestu eystur-
evropeisku londini koma
upp í ES frá 2004.
Vánaligt
úrslit
Stóra svensk-sveitsiska
fyritøkan ABB hevði
114 mió. dollarar í halli
tríggjar teir fyrstu mán-
aðarnar í ár. Samanbor-
ið við sama tíðarskeið í
fjør er úrslitið í ár vána-
ligt, tí fyrsta ársfjórðing
í 2001 hevði ABB 138
mió. dollarar í avlopi.
Samstundis vísa tølini
fyri fyrsta ársfjórðing í
ár, at bíleggingarnar
hjá ABB eru 19 prosent
minni verdar enn í
sama tíðarskeiði í 2001.
Hóast tað er vánaligt,
so er úrslitið betri, at
marknaðurin
hevði
væntað.
Úr Norðurlondum:
Einki
siglingar-
loyvi
Norska løgreglan hevur
avdúkað, at ein trolari í
Sunnmøre fiskaði í fýra
ár uttan neyðugt sigl-
ingarloyvi. Hetta var í
tíðarskeiðinum frá au-
gust í 1996 til august í
2000. Málið er tað álv-
arssamasta av sínum
slagi higartil, og løg-
reglan
hevur
ákært
bæði reiðaríið og skip-
aran.
Løgreglan
hevur
kravt, at reiðaríið skal
fáa í hvussu er 100.000
krónur í bót, og at skip
arin missir pappírini.
Løgreglan sigur, at tá
hon kannaði trolaran,
sum eitur Hopen, kom
hon fram á 33 ymisk
brek umborð - men
einki siglingarloyvi.
Light skal
burtur
ES hevur gjørt av, at
orðini "light" og "mild"
skulu av sigarettpakk-
unum eftir tann 1.
oktober,
og
danska
stjórnin hevur boðað
frá, at hon ætlar at
fylgja boðunum longu
frá fyrsta degi.
Í
felagsskapinum
Kræftens Bekæmpelse
fegnast tey um avgerð-
ina hjá ES og stjórnini.
Sagt verður, at orðini
"light" og "mild" eru
villleiðandi, tí tað eru
líka nógv skaðilig evni
í hesum sigarettunum
sum í teimum, ið ikki
hava merkingina. Tí er
tað beinleiðis skeivt at
lýsa við teimum báðum
orðunum, sigur felags-
skapurin.
Tann nýggja reglan
ber í sær, at minni tjøra
skal vera í sigarettun-
um, og at eitt nýtt
hámark skal setast fyri
nikotininnihaldið.
Latin barna-
vernd
Norsku barnaverndar-
myndugleikarnir við-
gjørdu í fjør meiri enn
2600 mál um viður-
skiftini hjá børnum, og
í 538 málum endaði tað
við, at børn vórðu tikin
frá foreldrum. Tað eru
46 fleiri enn árið fyri.
Sambært
norskum
bløðum snúðu nógv av
málunum seg um børn,
hvørs foreldur vóru
rúsevnismisnýtarar ella
sálarliga sjúk.
Ísraelska stjórnin er
misnøgd við, at tann
serliga kanningar-
nevndin skal ikki
kanna ísraelsku
pástandirnar um, at
flóttafólkalegan Jenin
var miðstøð hjá
palestinskum yvir-
gangsmonnum
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Upprunaliga segði ísra-
elska stjórnin seg vera til
reiðar at góðtaka, at ST
sendi eina nevnd til pale-
stinsku flóttafólkaleguna
Jenin á Vestara Áarbakka at
kanna, hvat var hent har
undir ísraelsku herseting-
ini.
Samstundis
segði
stjórnin seg vera sinnaða at
samstarva við nevndina,
men gjáramorgunin boðaði
ísraelska útvarpið frá, at
stjórnin hevði tikið tilsøgn-
ina aftur.
Stutt eftir segði ST-
aðalskrivarin, Kofi Annan,
at hann hevði gjørt av at
útseta Miðeystur-ferðina
hjá nevndini.
Sambært ST-talsmonnum
tók aðalskrivarin avgerð-
ina, eftir at ísraelski ST-
sendiharrin,
Yehuda
Lancry,
hevði
boðað
honum frá, at Ísrael er ikki
heilt nøgt við nevndina, og
at ísraelska stjórnin heldur
tað vera rætt at manna
nevndina við fleiri hern-
aðar- og yvirgangsserfrøð-
ingum. Samstundis hevði
Lancry gjørt greitt, at
ísraelska stjórnin eisini vil
hava nevndina at kanna
yvirgangsvirksemið, sum
hevði miðstøð í Jenin, og
sum sambært sendiharr-
anum var orsøkin til, at
ísraelski herurin fór inn í
leguna.
Talsmenn hjá Kofi Ann-
an søgdu í gjár, at aðal-
skrivarin hevði valt at bíða
við at senda kanningar-
nevndina til Miðeysturs,
men at nevndin væntandi
fer avstað leygardagin.
Hinvegin gjørdu ST-tals-
menninir greitt, at aðal-
skrivarin hevur ongar ætl-
anir um at manna nevndina
øðrvísi, enn hann hevur
gjørt, men at hann kanska
fer at lata nevndina fáa
fleiri serfrøðingar við sær.
Í
sjálvari
kanningar-
nevndini eru fyrrverandi
finski
forsetin
Martti
Ahtisaari,
fyrrverandi
flóttafólkahákommiserurin
hjá ST, japanarin Sadako
Ogata,
og
fyrrverandi
aðalskrivarin
í
Altjóða
Reyða Krossi, sveitsarin
Cornelio Sammaruga.
Geiðslavirkin evni
eru runnin úr kjarn-
orkuendurvinningarv
erkinum Sellafield og
niður í grundvatnið
undir verkinum.
UMHVØRVI
Árni Joensen
Bretska blaðið The Guard-
ian skrivaði í gjár, at nakrir
50 ára gamlir tangar á
kjarnorkuendurvinningarve
rkinum Sellafield eru farnir
at leka. Fleiri túsund tons
av geiðslavirknum evnum
eru í tangunum, og mynd-
ugleikarnir hava sett eina
skjóttarbeiðandi nevnd at
kanna lekan og møguligar
avleiðingar. Nevndin skal
eisini kanna, hvat skal
gerast fyri at forða fyri, at
tey geiðslavirknu evnini,
sum eru runnin úr tang-
unum, koma í samband við
drekkivatnið.
Seinastu árini hevur fleiri
ferðir verið nevnt, at vandi
kundi vera fyri leka á
Sellaf ield-verkinum.
Myndugleikarnir hava nýtt
meiri enn eina milliard
krónur til at byggja nýggjar
tangar, men arbeiðið hevur
tikið longri tíð enn ætlað.
The Guardian skrivar, at
eftirlitsmenn hjá bretsku
kjarnorkumyndugleikunum
varnaðust lekan í november
í fjør. Royndir at bora niður
í jørðina nærhendis verk-
inum vístu, at geiðslavirkin
evni vóru í jørðini.
Sambært blaðnum var
talan um evnið technetium
99. Norska stjórnin hevur
fleiri ferðir mótmælt, at
hetta evnið rennur frá
verkinum út í Írska Havið
og haðani við streyminum
inn í norskan sjógv.
Bretsku kjarnorkumynd-
ugleikarnir siga í einari
fyribilsfrágreiðing, at sum
er nýtist almenninginum
ikki at stúra, men at kann-
ingarnar halda fram. M. a.
er ætlanin at kanna, hvussu
nógv technetium 99 er likið
úr teimum gomlu tang-
unum, um onnur geiðsla-
virkin evni eru runnin úr
tangunum, og um tangarnir
framvegis leka.
Geislavirkin leki í Sellafield
Ísrael vil ikki samstarva
við ST-kanningarnevnd
Hendan loftmyndin av Jenin prógvar orðini hjá ST-
senmdimanninum Terja Rød Larsen um, at Jenin líkist mest
einum jarðskjálvtaøki
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
20