hósdagur 25. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 78 - 25. apríl 2002
Nr. 78 - 25. apríl 2002
19
Henry Andreasen
er farin
Týsdagin misti Klaksvíkin ein
av sínum góðum monnum.
Henry Andreasen, sum í mong
ár hevur verið virkin
trúboðari, andaðist týsdagin
16. apríl, 79 ára gamal
MINNINGARORÐ
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Mong munnu minnast
Henry sum talara á missiónsmøtum.
Hetta dugdi hann so væl, at talur hans-
ara enn sita fastar í minninum hjá fleiri
fólkum. Henry hevur leitt mong fólk til
Jesus, og hetta lá honum eisini nógv á
hjarta.
Henry var ein játtandi kristin og
bíbliukønur sum fáur, og hevði hann
gjøgnum æviskeið sítt trúboðaravirk-
semi í ymsum londum.
Tó var hann mest í Føroyum, har
hann tey síðstu mongu árini starvaðist
sum skrivari hjá KFUM og K í
Klaksvík.
Henry var giftur Honnu Viderø.
Hanna kom upprunaliga av Sandi, men
kom til Klaksvíkar í læru sum sjúkra-
systur. Tað var eisini tá, at tey bæði
hittust.
Hanna og Henry
gjørdu eitt megnar ar-
beiði fyri tey ungu í
KFUM og K. Henry
sjálvur tók stóran lut í
ungdómsarbeiðinum,
og saman við Heina
Lassen
setti
hann
eisini KFUM- skót-
arnir í Klaksvík á
stovn.
Miðskeiðis í fimti
árunum vóru tey bæði
sett í starv sum trúboð-
arar í Fuglafirði, eftir
at tey høvdu verið í
Danmark eina tíð. Tey
vórðu verandi í Fugla-
firði í seks ár, til tey
aftur komu til Klaks-
víkar sum trúboðarar.
Stutt eftir hetta gjør-
dist Henry ferðatrú-
boðari
hjá
Heima-
missiónini.
Seinnni
arbeiddi
Henry eitt skifti á sjó-
mansheiminum í Føroyingahavnini í
Grønlandi, og eisini virkaði hann í Ís-
landi og Onglandi fyri Sjómansmissi-
ónina. Henry var altíð sera hjálpsamur
móti fiskimonnum, og mong vinar-
bond vóru tá knýtt fyri lívið.
Eisini starvaðist Henry eitt skifti sum
læraravikarur á Viðareiði, á Sandi og
eisini í Klaksvík.
Hann var ein ágrýtin og samvitsku-
fullur lærari, sum passaði sítt arbeiði til
lítar.
Sum 66 ára gamal fekk Henry brád-
liga eina heilabløðing, sum hevði við
sær, at onnur síðan lammaðist. Meðan
hann í hesum sambandi lá á sjúkrahús-
inum, plagdu heilir flokkar at vitja
hann. Hann segði teimum so frá yms-
um, tí tað dugdi hann so óføra væl.
Mong munnu eisini minnast Henry
sum ein raskan grindamann, og mang-
ar myndir av honum hava staðið í útl-
endskum bløðum og tíðarritum. Góður
kvøðari var hann eisini, og sera snøgg-
ur í hondum.
Klaksvíkin hevur mist ein av sínum
góðu monnum, og vit ynskja við hesum
at lýsa frið yvir minnið um Henry
Johan Andreas Andreasen.
C
M
Y
K
19
18
Pop.fo er ein fesk s
p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin
Fylg vi
F
ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100