Sosialurinarkiv
Sosialurin 1960-11-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 1960síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI JAVNAÐUR BRØDRALAG OSIALURIN ; 73 NR. 48. "MÁNADAGIN I. NOVEMBER 1960 | 33. ÁRG. Hans Jacob Lindberg Ein av dyggastu álitismonnum innanfyri arbeidarafjøldina er ikki longur ímillum okkum. Hann er nú farin. Men minni um hansara dagsverk fyri seg og síni, kammirátar sínar, bygd sína og land verður at liva. | Hans Jacob Lindberg í Trongis- | vági andaðist fyri nøkrum døgum síðani 80 ára Hann var mær var fyri fjøldini. Ruddiligari og ærligari mann i ar- beiði, meining og hugsjón enn Hans Jacob Lindberg kundi tú ikki finna. Hann hevdi sína meining, vardi | hana og gjørdj tað honum ongan | mun, hvat ið stóða hansara kundi koma at kosta honum. Tað var lívið um at gera hjá hon- um at vera sannur og kunna standa |; til svars fyri samvitsku síni, Guði og monnum uttan at vera noyddur at. bljúgvast. Hans Jacob Lindberg var álitis- maður millum arbeiðsfelagir sínar. Hann var fyrsti formaður Frodbiar sóknar javnaðarfelags. Hann var ein millum teir 5 fyrstu, sum í einum kjallara uttan um ein kertustubba var vid at stovna hitt sterkasta po- litiska felag, sum hevur verið og er í Føroyum. Sosialisman, = arbeiðarahugsjónir- | nar um framburð og frígeran av ar- mådshøftum brann honum og hans- | ara kammirátum í barmi. Í honum var ikki svik. Eitt tað seinasta, ið Hans Jacob Lindberg, stríddist fyri,, var at fáa atkvødusedil sín greiddan at senda suður. 2 Hann var Gud-røkin maður. Guds moralur, hin kristna sidamerkingin var honum ikki á skræduni bara, men hevði súrgað allan hansara ka- rakter. Hjá honum var hitt kristna krav- ið um at vera ærligur og sannur so djúpt og órongiligt í lyndi grivid, at tað var fyrimyndandi at vera saman við honum. Eg kann ikki annað, nú eg siti og lati minni mítt ganga um gøtur Hans Jalobs, taka fram, hvus- su ruddiligur hann var í t. d. skatta- inntókuuppgávu, meðan hann sjálv- | av edilingunum, arbeidara- ein at hitta i gamalur. i Sjålvsuggi Johan Poulsen fólkatingsmaður takkar sambandsveljarunum fyri at- kvødurnar, sambandsflokkurin fekk og serliga fyri tær hann sjålvur fekk Hetta er sømiligt og rimiligt. Men harra fólkatingsmaður er tað ikki nakað margháttligt at siga, at javnaðarflokkurin tó hevur ikki meira enn staðið seg til valið, um vit, sum tygum halda vera at rætt- meta folkatingsveljaratalid, ið flokk- urin fekk, við hansara veljaratal til seinasta løgtingsval og í sama anda- drátti halda vera beint at meta velj- aratalið til fólkatingsvalið hjá sam- bandsflokkinum hinum flokku- num við veljaratalið hjá somu flokk um til fólkatingsvalið 1957. Er tað so tungt at ásanna valsig- ur javnaðarflokksins til fólkatings- valið 1960? ur sat í sóknarstýrinum. Hann var farin at byggja sær eini hús og arbeiddi uppá tey sjálvur. Sum skattainntøku uppgav hann hvønn tíma faldadan við fakmanna- timanslønini, »Egid arbeidi er spardur pening- ur, peningur, sum eg hevdi noydst at goldið, um annar maður skuldi gjørt húsasmíðarbeiði fyri meg, helt hann. Soleiðis var karakterurin á hesum sanna aðalsmanni millum arbeiðs- menn. Hetta sálarliga reinføri, henda 6- rongiliga ærligheit, hetta at liva við kenslu av, at Guds eyga altíð var yvir einum, var ein eginleiki, ið eyð- kendi ikki bara mín farna stríðsfel- aga Hans Jacob Lindberg, men eis- ini hansara kammirátar og næstu samstarvsmenn, javnlíkar og javn- aldrar. At kenna hesar menn, at starvast saman við teimum og vera undir teirra ávirkan var kanska hitt ríkas- ta mær hevur lutast. Eg minnist Hans Jacob og teir av hansara = samstarvsmonnum, eydnaðist at koma at kenna, men sum nú eru farnir við, eg minnist teir við tøkk og djåpastu virðing. Teir verða at standa fyri mær og mínum sum hin vakrasta fyrimynd, teirra lyndi og heilstoypti karakterur Hans Jacob Lindberg var timbur- meistari. Hevði stóran part av ævi síni arbeitt á sleipistøduni á Tvor- oyri. Hann var hegnismadur vid lit. Hann var ein av teimum fyrstu, ið var valdur í sóknarstýri á Tvør- oyri sum javnaðarmaður. Var sum sagt ein stovnarin av Fr. s. javnadarfelagi og tey fyrstu árini sum felagsins formaður. Kammirátar hansara hava góð minni at goyma um hann. Við slíkum gævum køppum sum Hans Jacob Lindberg á odda eigur Føroya arbeidarfjøld langa framtíð og góða. Friður veri yvir minni hansara. Tveroyri, tann 16. nov. 1960. P, M. Dam. Og bara mær vid lit Er tað so tungt at ásanna tað veruliga úrslitið, ið var hetta: 1957 1960 Javnaðarfl. 1979 3707 1731 Sambandstl. 2322 2388 + 66 Fólkafl. 2589 2155 + 434 Luttøkan var 20 pst. meiri við hetta fólkatingsvalið enn seinasta. Stóðu flokkarnir við frá fólka- tingsvalinum 1957 til 1960. Skuldi teirra veljaratal verið okt við: Javnaðarfl. 1979 + 20 % = 2371 Sambands. 2322 + 20 % = 2786 Fólkafl. 2589 + 20 % 3106 Tiki allar umstødur við hevur uni í valinum hesa ferð í mun til fólkatingsvalið í 1957 stilla vinning- ur seg soleiðis: Javnfi. 3707 — 2371 v. 1336 Samfl. . 2786 + 2386 = t. 402 Fólkafi. 3106 — 2155 = t. 951 Tiknd allar umstødur við hevur javnaðarfl = veruliga vunnið 1336 atkvødur sambandsflokkurin veruli- ga tapt 402 atkvødur og fólkaflokk- urin veruliga tapt 951 atkvødur, Heldur enn ikki barnsligur sær ti- líkur uggi, sum fólkatingsmaður Jó- han Poulsen ber fram til sálarbót at javnadarflokkurin gott og væl hev ur hildið støðuna, meðan stødan hjá sambandsflokkinum er stórt sæð nærmast tann sama samanborið bæði við fólkatingsvalið 1957 og log tingsvalið 1958.« Skuldi sammetingin ikki verið líka fyri allar harra fólkatingsmaður? Hann er tann rætti maðurin Hákun Djurhuus lovar í grein í »DagblaOnum« at hann skal ansa eftir at fåa figgjarvidurskiftini aftur å føtur. Ju, hann er tann rætti = maðurin. Hann sum so fyrimyndarliga gjørdi sáttmálan um portugalstrolararnar fyri 3,8 mill. men sum kom at kosta úti undir teimum 7 milj. og sum hava kosta landskassanum út ímóti 2 mill. uppá hvonn ella 6 millión- um í reinari útarming — og høvdu teir so verið í lagi! Nei H. D. ver vísur í, at foroy- ingar aldri aftaná slíkt »bragd« vilja líta tær í hendi at »umsita« og varð veita. Hvat nú? Valstríðið er ay hesaferð og úr- slitið er almannakunnugt. Tað var ein stórur sigur fyri landsstýrissam- gonguna, serliga fyri javnaðarflokk- in. At tað kennist stimbrandi og | tryggari hjá landsstýrinum at sita komandi tvey árini á tamb, til løg- tingsval eigur at vera, so er tá at leggja sær í geyma, at ikki er at sita hendur í hupp, tí verður ikki hildið framá midvist, sum higartil, | so Brúðleyp. Leygardagin giftust í Hav nar kirkju Ady Wilhelmsen úr Havn og Helgi Hovgaard, Hovi. Í gjár vóru vigd í Nólsoyar kir- kju Aimi Knudsen, Runavík og | Otto F. Hansen Nólsoy. Munn- og kleyvsjúkan hevur tikið seg upp í Onglandi og Skotlandi. Higartil eru fleiri túsund djór drip- in fyri at avmarkað sjúkuna. Djóralæknin i Føroyum hevur lat ið tey boð gingið, at so lítið sum verður flutt til Føroya úr Onglandi. Hann sigur at seydarhøvd, epli o. t. má als ikki flytast inn. Gamli = Andrass. Newfoundlands- veiðan vá 202 tons. Føroyskt Saltsøla er sum kunnugt farin undir at gera tunnur. Felagid fer nú undir at gera stórhús á Gula- kletti, tað verður ein bygningur í 5 hæddum. 20X40 metrar. Felagið kemur so at kunna virka 50.000 tunnur og hava 20.000 á goymslu. fsfiskasølan í Onglandi: Hamranes 1139 ks. fyri 3735 stp. »Ola Horn« 781 kitt fyri 3800 stp. »Grunningur« 873 ks. fyri 4179 stp. Lizzie 633 ks. fyri 2343 stp. »Westvard Ho« 595 ks. fyri 2152 stp. »Aldubåran« 379 ks. fyri 1269 stp. »Fiskanes« 1414 kitt fyri 63 stp. »Elsa« 745 kitt fyri 3242 stp. og »Keldan 335 ks. fyri 991 stp.. Nýggjar bøkur. Føroyar sum rættar- samfelag 1535—1655 (Fróðskapar- rit) eftir Louis Zachariasen. Gamli maðurin og Havid, týðing eftir E. Hemmingway av Jacob Ol- sen, lærara. — Lambamæið, barna- bók eftir Sigurð Joensen, framman- undan hevur hann aðrar barnabøk- ur. — Vatnið og ljósið. yrkingar- savn eftir Karstin Hoydal. verður fjøldin aftanfjøldin aftan- fyri samgonguna ikki at standa við. Álitisváttanin til landsstýrið eig- ur at eggja til meira enn áður at leggja til brots fyri útbygging. Hon er åtrodkandi, tí so leingi Føroyar ikki kunnu geva fólkinum nóg mik- ið av arbeiði, so leingi er neyðugt at útbyggja. Tann politikkurin má hal da uppat, at verða nøgdur við at hópin av tí bestu arbeiðsmegini leit- ar til konkurerandi fiskitjóðir tað verður okkum í lonodini til tap. Og so kostar tað eisini, víst so, men landsstýrið hevur víst seg at duga at skipa: fyri, hóast so nógv ílegging, sum ongatid áður fer fram til skipabyggingina. Tað er ikki satt, at javnaðarflokk- urin ikki av allari megi roynir at virka fyri tí yngra og arbeiðsfúsu = fjøldini — so væl sum fyri teim gomlu og illa fyrikomnu. At flokkurin virkar fyri heildini er ein veruleiki. Tað vitna húsaláns- málið, skipabyggingarmálið, vega- mál o. o.