hósdagur 25. apríl 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 78 - 25. apríl 2002
Nr. 78 - 25. apríl 2002
27
Fyrimyndin hjá
øllum nýggjari
sportdekkum,
Goodyear Eagle F1, er
komið á marknaðin í
nýggjari útgávu
DEKK
Eirikur Lindenskov
Goodyear kom á markn-
aðin við tí fyrsta Eagle F1
dekkinum í 1996. Hetta
dekkið varð kent fyri tað
serliga
mynstrið,
sum
gjørdist fyrimyndin hjá
øðrum dekkframleiðarum –
og sum fyrimynd serliga
fyri sportdekkini.
Nú er Goodyear komið
við næsta ættarliðnum í F1
røðini.
Tað eru ikki øll, sum
geva sær far um dekkini, ið
sita undir bilinum. Nógv
síggja tey bara sum okkurt
svart og runt, sum bara skal
vera har. Men tey hava altso
størri týdning enn so – og
tað er rættuliga umráðandi
fyri koyritrygdina, at dekk-
ini eru so góð sum gjørligt.
Men framleiðararnir av
nýggja
dekkinum
hava
eisini eina aðra filosofi, og
teir hava gjørt dekkið m. a.
við tí fyri eyga, at dekkið
eisini »skal síggja gott út«,
og tað var tí, at dekkið tók
kappingarneytarnir á bóli í
1996.
Roynt dekkið á
Jyllandsringinum
Sosialurin
var
við
á
Jyllandsringinum í Silke-
borg í Danmark, tá Good-
year dekkumboð í øllum
ríkinum sluppu at royna
nýggja dekkið – við fullum
útblástri á kendu roynd-
arbreytini hjá FDM.
Umframt at koyra við
nógvari ferð, fingu vit
eisini høvi at royna, hvussu
gott vegtak, dekkið hevur,
tá vit við nógvari ferð
skuldu stýra millum forð-
ingar.
Í fystu syftu hevur tú hug
at halda á bremsuni, men so
hvørt, sum álitið á vegtakið
veksur, torir tú at lata
speedara og róðrið klára
paragraffirnar. Bara við at
snara róðrinum, tá tú skalt
– og stóla fult og heilt upp á
dekkini, so fært tú roynt
vegtakið fult og heilt til
ytsta mark.
Nú er at siga, at talan ikki
var um nakra testkoyring,
men hetta var ein einvís
framsýning hjá Goodyear,
og tí ber ikki til at bera
dekkið saman við nøkrum
øðrum dekki, men kortini
fekst ein góð fatan av,
hvussu ómetaligan týdning
eitt gott vegtak hevur –
hvussu góð friktiónin er.
Góða umtalu í
bilbløðum
Men í bilbløðum ber til at
lesa um umfatandi test-
koyringinar, sum nógvir
biljournalistar vóru til í
Fraklandi fyrr í ár. Har fekk
dekkið sera góða umrøðu. Í
Bilmagasinet skrivaði Kurt
Ellegaard, at nýggja F1
dekkið var betrað m. a. á
hesum økjum:
• Styttri bremsutíð á vátum
veg
• Betri vegtak á regnvátum
veg í slalomkoyring
• Betri stýrieginleikar á
turrum asfalti
Størri kontaktflatu
Fulla navnið hjá nýggja
dekkinum er Eagle F1 GS-
D3. Tað líkist nógv tí fyrra
dekkinum, F1 GS-D2 í
fyrstu syftu, men kortini
eru broytingar í mynstrin-
um.
V-mynstrið er vorðið
longri og smalari og byrjar í
miðjuni. Hetta hevur víst
seg at geva serliga góðar
eginleikar á vátum veg.
Dekkið hevur eisini størri
kontaktflatu undir øllum
koyriumstøðum enn fyrra
dekkið vegna uppbygging-
ina, sum verður nevnd
OneTred-tøkni, og serliga
fína mynstrið er samstundis
vorðið viðvirkandi til, at
óljóðstøðið
er
minkað.
Luftin verður lættari trýst
út úr mynstrinum enn í
fyrra dekkinum. Um sam-
trýsta luftin ikki nátúrliga
sleppur burt, verður meira
óljóð.
Vunnið 368 Formel 1
kappingar
Tað er ikki av ongum, at
Goodyear hevur valt at
kalla nýggja dekkið F1.
Goodyear hevur vunnið
flest Formel 1 kappingar í
søguni, 368 í tali í tey 34
árini, Goodyear hevur lut-
tikið, eins og 25 HM heiti
og 26 konstruktørmeist-
araheiti. Og nýggja dekkið
hevur ikki heilt einki við
Formel dekkini at gera: Tað
líkist í uppbygging og
evnavali teimum konstruk-
tiónum, sum Goodyear
nýtir í Racing-deildini –
ella
við
royndum
frá
Formel 1 bananum. Júst
hvør tann blandingurin er,
upplýsir Goodyear ikki
fjølmiðlum og tíðansheldur
kappingarneytum.
Tað eru kortini ikki bara
fólk við fínum sportbilum,
sum leggja dent á at hava
røttu og smartastu dekkini.
Sambært hagtølum var
sølan av dekkum í F1
bólkinum 7,45 milliónir
dekk í 1997 í Evropa. – árið
eftir, at F1 kom á markn-
aðin. Næsta ár verður
væntað, at sølan fer at
liggja um 18 millónir dekk
í sama dekkbólki. Altso
samlaða sølan av øllum
dekkmerkjunum,
vísa
marknaðarkanningar, sum
Goodyear hevur latið gjørt.
Jyllandsringurin var kamur
um framsýningina hjá
Goodyear, tá nýggja dekkið
var víst fram
ÚT AT KOYRA
Nýtt ættarlið frá Goodyear
FAKTA UM
GOODYEAR
Fyritøkuna »The Good-
year Tire and Rubber
Company«
stovnaðu
brøðurnir
Frank
og
Charles
Seiberling
í
1898.
Hetta var júst um tað
mundið,
tá
bilarnir
gjørdust vanlig sjon á
amerikonsku vegunum –
og teir satsaðu upp á
henda
nýggja
og
vaksandi marknaðin. Tað
var tann 29. august í
1898, at verksmiðjan
formliga varð sett á
stovn, og varð hon nevnd
eftir pionerinum innan
g u m m i f r a m l e i ð s l u ,
Charles Goodyear. Fram-
leiðslan fór í gongd tann
21. november sama ár.
Hetta hendi 38 ár eftir
deyða Charles Goodyear,
ið uppfann vulkaniser-
ingina, og alt lívið var
hann sera hugtikin av
øllum, ið hevði við
gummi at gera. Goodyear
fyritøkan fekk fastatøkur
í Danmark longu í 1925,
og var hetta í sambandi
við, at Goodyear lat dekk
til amerikonsku Ford og
GM verksmiðjurnar, sum
fram til sekstiárini høvdu
deildir í Danmark, har
bilar vórðu settir saman.
Goodyear
dekkini
komu tíðliga til Føroya,
og var tað Vilhelm Niel-
sen, sum umboðaði tey
saman við GM-bilunum.
Í dag er Super Dekk um-
boð fyri Goodyear í Før-
oyum.
Goodyear í meira
enn 100 ár
Á Jyllandsringinum bar til at royna dekkini til ytstu mørk, tá koyrt varð við nógvari ferð millum forðingarnar
Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super Dekk, kannar nýggju F1
dekkini frá Goodyear, sum vórðu roynd á Jyllandsringinum í
marsmánaði. Hann hevur fingið fyrstu sendingina heim
C
M
Y
K
27
26
Kvinnuval
valevni í Suðursteymi
nnika Olsen
við
Fólkaflokkin
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ 2002
Fæst kring
alt landið frá
ríggjadegnum
9. apríl