leygardagur 14. januar 1961síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI
JAVNADUR
Viðurskiftini í Belgiu
TAÐ VÓRU TEIR KATÓLSKU HØGRUMENNINIR, ID BYRJAÐU STRÍÐIÐ
Andstødan móti belgisku stjórn-
ini. ið nú í longri tíð hevur staðið
við, er ein fylgja av ti Kongo-poli-
tikki, ið stjórn Eyskens forsætisráð-
harra hevur ført. Reiðiligt álvara
gjørdist av misnøgdini, tå hann i
belgiska tinginum setti fram uppskot
um eina spariætlan, ið serliga kom
at skerja sosialu forsorgina.
Hetta uppskot elvdi sterka mót-
stóðu frá fjøldini. Sjålvsagt var eitt
tiltak neyðugt, tí tann vinningur, ið
Belgia hevur havt av Kongo, var
stórur og dýrur missur fyri landið.
FYRSTA VARSKÓ FRÁ
KONSERVATIV-KATÓLSKARI SÍÐU
Men tað fyrsta varskóið móti ætl-
anini hjá stjórnini kom frá teirra
egnu. Tí teir fyrstu, sum í bløðum
settu ímóti stjórnini og ætlan henn-
ara, vóru teir konservativu katolikk-
arnir. Hetta man neyvan vera al-
manna kunnugt uttan fyri Belgiu, ti
teir flestu munnu halda, at mótstøð-
an kom frá mótstoðuflokkunum,
teimum sosialistisku.
At måtstødan kom frá teimum
konservativu, man helst vera av
teirri orsøk, at uppskotið eisini nam
við ymsar skattareglur, ið teir kon-
servativu ikki vildu hava broyttar,
serliga var tað ein skattakontrollur,
sum teir konservativu settu seg
ímóti, sum kom at verða nógv
strangari, enn hann hevði verið
áður.
So hørd vóru álopini frá teimum
konservativu, at sjálvur hin katólski
fíggjarmálaráðharrin tók soleiðis til:
>Nú mótmæla høgrumenninir ikki
bert móti teim nýggju skattalóg-
unum, men teir krevja eisini rætt til
at gera skattasvik. Slíkt kann stjórn-
in ikki lata sita á sær.“
HINIR KOMU SÍÐAN UPPÍ
Hetta var hin veruliga byrjanin til
måtstøduna. Tá tíðin so leið, og
mótstoðuflokkarnir komu til stødu-
takan, varð tað teimum greitt, at
ætlan stjórnarinnar ikki kundi for-
svarast av teimum. Síðan vóru tær
ymsu arbeiðaraorganisasjónirnar
varar við, at ætlanin kom at raka
arbeiðarin ov meint, og tær kundu tí
ikki samtykkja hana.
Nú er stødan jú tann, at stórar
kravgongur hava verið og verkfall
aftaná verkfall.
Fyrrverandi belgiski forsætisráð-
harrin van Acker, ið nú er 74 ára
gamal, hevur í tinginum hildið fram,
at stjórnin hevur gjørt eitt stórt mis-
tak við spariætlanini. Hann helt fyri,
at nú hevði stjórnin mist meira við
hesi gølu, enn hon kundi koma at
spara við uppskotinum.
Framtíðin fer nú at vísa, hvat úr-
slitið verður. Lagnan er belgiumonn
um ikki blíð í løtuni, og fyrstu dag-
arnir hjá belgiska konginum sum
giftur maður hava ikki verið nakar
dansur á rósum.
Føroyski Reyði krossur
ey
letur til ““
Tað man ikki vera ofta, at fólk
her á landi hugsar um, at Reyði
Krossur er til og altíð er takksamur
fyri peningagávur. Felagið er jú av
ti slagnum, at tad er til hjálpar, tå
knappliga er hjålp fyri neydini, sum
tíverri ofta hevur verið í okkara tíð.
Reyði Krossur hevur á hvørjum
ári ein merkisdag, hann var í no-
vember í fjør, og gav sølan í fjør
15.000 kr., sum verður hildið at
vera gott úrslit.
Sjálvt um Føroya peningur ikki
munar stórvegis, tá áleikar í stóra
útheiminum, so ger alt mun. Felagið
hevur avgjørt at lata 3.000 krónur
til tey hungurstøddu í Kongo, nú
viðurskiftini eru so vånalig har. Tað
eru fleiri lond, ið hava latið til sama
endamál. Í Danmark hevur verið
stór innsavnan, og teir hava latið í
hópatali av neydsynjarvørum við
0
Dibelius
Týski kirkjuhøvdingin
biskuppur, ið ofta hevur
havdur á máli fyri sterku stóðu sína
sum eysturtýskur kirkjuleiðari, hev-
Dibelius,
verið
ur nú latið tey tíðindi frætta, at
hann fer at leggja starvið frå sær í
næstum. Hann er 80 ára gamal og
sera væl kendur fyri dirvi sitt í talu
og skrift móti kommunistastýrinum.
ongo
flogfari til Kongo, mest medisin og
matvørur. Innsavnanin har gav stiva
miljón krónur. Noreg hevur latið
nógvan fisk, og Svøriki hevur eisini
latið til Kongo. mest medisin.
Norsk prinsessa
borgaliga gift
Fremsta kvinna Noregs, Astrid
prinsessa, næstelsta dóttur Ólavs,
Noregis kong, varð hósdagin vígd í
Asker kirkjuni til Johen Martin
Ferner, id er forrætningsmadur.
Hetta brúdleypið hevur leingi
verið umtalað í Noregi, og fleiri eru
tey. ið ikki hava dámt hesa giftu, ti
brúðgómurin er fráskildur maður.
Hetta hevur eisini elvt stríð innan
prestastattin, tí fleiri eru prestarnir,
ið bart út hava noktað at vígt parið
av hesi orsøk.
Astrid prinsessa skal tó framvegis
vera „fremsta kvinna Noregs«, hóast
misnøgdina, ið komin er til sjóndar,
ikki minst í bløðunum í heyst.
Brúðarvígsluna helt Arne Fjeldbu,
biskuppur, og varð hon send út í
útvarpinum. Fjarsýnið var tó ikki
við, tí kongur hevði nokta.
| »Elsa« fór á land
og sakk
Á veg til marknað månamorgunin
rendi Toftaskipið »Elsa« á eitt sker
norðanvert á Skotlandi, nærhendis
Wick, og kom at standa so føst, at
skip, sum komu til hjálpar. ikki
fingu hana út aftur. Mikudagin øtl-
aði hann veðrið eitt sindur, og brotn
aði skipið tá av um helvt og sakk.
»Elsa« hevði um 800 kassar av ís-
fiski, ið seljast skuldu í Bretlandi.
Hon varð bygd í 1892 í Týsklandi
og kom til Føroya í 1934. Mathias
Jacobsen å Toftum åtti hana øll år-
ini. Í 1945 varð hon umbygd og
varð vorðin eitt snotuligt far.
Tryggingarpeningurin var 200.000
krónur.
Klakksvík í dag
SKÚLASTJÓRI. — Skúlaneynd og sókn
arstýri hava nú stilla inn til tey leysu
skúlastjóra- og varaskúlastjórastørvini.
Til skúlastjórastarvið er Alex Sólstein,
lærari, nr. 1 og Meinhard Johannesen
lærar:, nr. 2. — Til varaskúlastjórastarv-
Johannesen nr. Í
ið er Meinhard og
Alex Sólstein nr. 2.
Í sóknarstýrinum hevur ein minnilut.
tikið serstødu og sett Meinhard Johanne-
nr. í til skúlastjóra og Alex
1 til varaskúlastjóra.
+
SÓKNARSTÝRIÐ hevur skipað seg av
nýggjum. Sámal Petersen, løgtingsmadur,
til
lærari,
sen sum
Sólstein nr.
formann, meðan
ið
javnadarl;stanum, gjørdist
Hans A.
varð afturvaldur
Jógvan Joensen, er valdur .å
næstformadur
i stadin fyri Jacobsen, bóka-
haldara.
EIN SKÁLKAGERÐ?
Tollaksmessudag sóu Skopuningar ein
flaka koma rekand. inn av havi. Posa
hevði hann til flagg og 2 menn vóru á
honum Skopuningar mannaðu bát og
fóru út til hansara, tá sóu teir, at menn-
skki annað »dukkur« á
enn
Inir Voru
mannsstødd klæddar í oljuklæði
At
sigast vera ein løgin
Slikt
monnum, ið altid eru til reiðar at leggja
senda slíkan reka út á hav má
og forkastiligur
forkoma
»stuttleiki«. kann
OSIALURIN
BRØDRALAG
NR. 2.
LEYGARDAGIN
14, JANUAR 1961
34. ÅRG. |
fsfiskasølur: Varðin 1539 stp. fyri 458
ks., Elin 1631 stp. fyri 524 ks., Byrgið
1514 stp. fyri 474 ks., Pilot 1742 stp.
fyri 597 ks, Brandur Sigmundarson
10.370 stp. fyri 2812 kitt, Vesturvón
4.788 stp. fyri 1020 kitt, Ólavur Hvít:
4.921 stp. fyri 1067 kitt og Jákup B.
4,722 stp. fyri 1016 kitt.
Arbeiðið byrjað aftur. Í síðsta blaði
søgdu vit frá, at arbeiðssteðgur var í
Føroya mek. Grótídnaði. Arbeiðssteðg-
urin var stuttur — bert nakrar fáar dag-
ar. Maðurin, stríðið stóð um, kom aftur
í arbeiði, og allir menninir fingu løn
fyri teir dagarnar, arbeiðssteðgur.n vardi
Hemaraveiða. T:1 Bacalao hava hesir
bátar avreitt hemarar: Hoyvíkingur 82,
Kúrberg 103 og Hoyvík 60 hemarar.
Gullberg er farin undir Ísland aí
royna.
Skip burturgingið. Týska 427 tons
stóra = skipið »Miinsterland« er burtur-
gingið í Skagerak. 8 manns og I kvinna
vóru við tí. Neyðarkall vórðu útsend og
fleiri skip hava leitað. Einasta, sum er
funnið, ed ein tómur bjargingarbátur og
nøkur rekasprek.
Í svenska tinginum hava fýra av teim
politisku flokkunum nú reist málið um
at broyta ferðslureglurnar soleiðis, at
skift verður frá vinstru til høgrukoyring,
eins og er í so at siga øllum londum.
at vinstrukoyringin
skaðatilburðin.
Teir vilja vera við,
hevur elvt mangan
Tjaldrid fór ikki til Danmarkar fyrr
enn eftir midnátt. Tað hevur m. a. verið
á Skálafirði og fermt fisk til útfluttnings
Kristian Djurhuus, landsstýrismaður
fór niður við Tjaldrinum
Bretlandi í
11.200
Ólavur Halgi seld. í
2500 kitt
royndina
gjár
umleið fyri stp. Hann
byrjaði undir Ísland., men
har bar einki til, og rýmdi hann haðani
til Grønlands, har hann fiskaði hesi
2500 kittini i sjey dagar
Løgtingsnevndir
Í sosialu neyndina eru valdir: Jacob
lívið á fyri at bjarga neydstøddum. Tað Lindenskov, Dion Nolseæe, Hemming
er tó ein uggi, at tað kann sigast fyri Jespersen. Johan Poulsen og Knút Vang
vist, at hesir »neydstaddu« ikki vóru Í lógarneyndina J. Fr. Øregaard,
klæddir i klæði, ið nytt verða á okkara | Såmuel Petersen, Tr. Samuelsen, Sigurð
leiðum. | Joensen og Poul Fetersen
* . Í *
SJÓNLEIKARHUSIÐ
Havnar Sjónleikarfelag førir fram
8 e 5
dramatisk skjal i 4 pørtum eftir Finn Bø
i kvøld kl. 8 ogi annadkvøld kl. 6.
Atgongumerki a 5 kr. fåast i Sjónleikarhúsinum kl. 12—1 (telf. 1131) og
kl. 7—8. Sunnudagin tó bert kl. 5—6
Program a 50 oyr. við inngongdina.