leygardagur 25. februar 1961síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
25. februar 1961
LANDSTÍÐINDI -
USS
SOSIALURIN
frá landsstýri
og løgtingi
LANDSSTÝRIÐ MÆLIR TINGINUM TIL AT FARA UPPi TEY SJEY
MARKNADAR LONDINI
Løgmadur legdi fram tilmæli lands-
styrisins at fara uppí tey 7 marknaðar-
londini.
Við tað, at serlig avtala er fingin við
Italiu viðvíkjandi sølu av salt- og klipp-
fiski til tað, er eingin vandi fyri at fara
uppí »tey 7«.
Okkara handil er um 44,5 pst til »tey
7« og i år einans 15,5 pst. til »tey 6«.
Vit prenta her ålitid, id løgmadur
legdi fram:
Uppskot til samtyktar.
Løgtingid samtykkir, at Føroyar fara
upp i handilssamgonguna: Hitt europe-
iska frihandilssamtakid (EFTA).
Viðmerkingar: Í løgtingsmåli nr. 21/
1959: Marknaðarætlan, samtykti løgting-
id at seta nidur nevnd, 6 valdir av løg-
tinginum og 4 valdir av landsstyrinum,
til saman vid landsstyrinum at vidgera
spurningin, um Føroyar skulu fara upp
í eina av handilssamgongunum i Euro-
pa, felagsmarknaðurin hjá teimum 6
londunum CÆE.E.: Belgia, Frakland,
Holland. Italia, Luxembourg og Vestur-
tyskland, frihandilsøkid hjá teimum 7
londunum E.F.TA.: Eysturríki, Dan-
mark. Noreg, Portugal, Svøriki, Schweiz
og Stóra-Bretland, ella um Føroyar
skulu standa uttan fyri hesar samgongur.
Landsstyrid hevur samrådst vid nevnd
ina og við ríkisstýrið.
Eftir viðlagda yvirliti yvir útflutning-
in tey 3 seinastu árini framgongur, at
meðan útflutningurin til EFTA-londini
(Danmark undantikið) og til CEE-lond-
ini 1958 og 1959 er nakað hin sami,
nøkur få procent størri til tey fyrru lond
ini. so er útflutningurin í 1960 væl stórri
til nevndu EFTA-lond enn til CEE-
londini. åvikavist 42,9 pst. og 15,2 pst.;
hertil er tó at siga. at ísfiskaútflutning-
urin til Bretlands tekur meira enn heivt-
ina ella 27.3 pst. av útflutninginum til
fríhandilslondini.
Stóra handilsáhugamál Feroya er, sum
tað hevur verið. sela av fiski. higartil
mest klippfiskur. Stórur partur og sein-
astu árini størsti parturin av hesi fram-
leiðslu er farin til Italia, ið sum nevnt
er eitt av CEE-londunum. Hesi fremja
verjutollskipanir galdandi bæði mótvegis
EFTA-londunum og teimum, ið standa
uttan fyri samgongurnar. Salt- og klipp-
fiskur fellur inn undir hesa skipan, har-
eftir upp til 13 pst. tollur kann leggjast
á. tað vil tí vera hættisligt fyri salt- og
klippfiskasøluna, um ikki undantak verð
ur gjørt. soleiðis at henda vera ikki kem
ur at nívast av hægri tolli enn tí. ið er,
nevniliga 3 pst.
Samráðingar hava verið við ríkisstýr-
:ð um at fáa nevndu undantaksstødu og
er úrslitið. at Italiamenn fyribils til 1.
januar 1962 hava fingid hini samgongu-
londini at góðtaka ta serstødu viðvíkj-
andi keypi teirra av salt- og klippfiski
frå londum uttan fyri samgonguna, at
Italia kann keypa upp í 50.000 tons frå
hesum londum uttan tollverjugjald ella
hægri toll enn tann. ið liggur á fiskinum
i dag. Um henda serstøda kann halda.
skuldi eingin vandi verið fyri enn eina
tíð framvegis at selt eins nógvan salt-
og klippfisk til Italia, sum gjørt áður f
Føroyum, síðani hin nevnda fiskarúgvan
uppá 50.000 t er tað, sum Italiumenn
vanliga hava innflutt.
Viðvíkjandi salt- og klippfiskasøluni
til Italia er tað sostatt ikki åtrodkandi,
sum er. at gerast limur í teimum 6, um
vit annars vildu og kundu gjørst limur.
Nakað tyngri liggur tað fyri viðvíkj-
andi frystum fiski. serliga frystum fiska-
fløkum. Her kunnu CEE-londini fyri
Nr. 8
Utsøla
Vit gera limum okkara kunnugt,
ødrum leggja ein verjutoll uppå inntil | at vit hava útselu i. mars.
HAVNAR KEYPSSAMTØKA
15—18 pst. Spurningurin um eisini her
at fáa eina serstødu fyri okkara fløkum
er reistur, men einki endaligt úrslit er
fingið. Tað er tí óvist, hvussu her verð-
ur, serliga tí at summi av londunum t. d.
Týskaland er stórur framleiðari av fiska-
fløkum.
Spania og Grikkaland eru eisini gaml-
ir marknadar fyri salt- og klippfisk. Tad
eru tekin til, at hesi bædi londini hugsa
um at fara upp i tey seks. Somu trupul-
leikar, sum eru umtaladir vidvikjandi
salt- og klippfiskasøluni til Italia, verda
so at gera seg galdandi hjå Grikkum og
Spaniumonnum, um ikki hesi lond verða
at fáa somu undantaksstødu viðvíkjandi
innflutningi av salt- og klippfiski sum
Italia.
Limaskapur í CEE vildi borið tað við
sær Føroyum viðvíkjandi, at lond sum
Tyskland, Frakland og Italia, sum hava
hópin av fiskiførum, komu at hava ó-
skerdan veiðurætt tætt við klettarnar i
Føroyum. Fiskimarkid, sum hevur leik-
að so nógv á í Føroyum at fáa loyst,
soleiðis at størst møguligt ski av okkara
grunnum varð fyri okkum sjálvar, vildi
av hesum verðið av ongum.
Umframt henda virkisrætt á sjónum
vildi møguligur limaskapur borið við
sær, at CEE-londunum
fingu virkis- og búrætt i Føroyum á
íbúgvarnir i
jøvnum føti vid Føroyingar sjálvar. Í
hesum kundi verid bædi gott og ilt,
men kanska meira nervandi enn fremj-
andi fyri livsinteressur okkara.
Men uttan mun til, um Føroyingar
koma at hava fyrimunir ella ikki við
hesum limaskapi, er tað vist meira enn
ivingarsamt, um ein partur av ríkinum
lógliga sæð yvirhevur kundi gjørst lim-
ur, tá ið ikki alt ríkið var limur. og tað
er eisini ógvuliga jvingarsamt, um CEE-
londini vildu loyvt Føroyum at gjørst
limur hjá teimum undir tilikum umstød-
um.
Viðvíkjandi
Heiðis, at
EFTA liggur landið so-
Føroyingar ta løtu, ið teir
vilja, kunna gerast limir hjá teimum: tað
er bara at síga til yvir fyri danska ríkis-
ráðnum. sum tá sigur hinum londunum
frá ynski okkara um at gerast limur.
Meðan limir av teimum 6, sum nevnt.
gevur óskerdan virkis- og búrætt hvor
hjá øðrum. herundir fiskiskapsrætt, ligg-
ur landið soleiðis hjá íeimum 7, at
hvort landið hevur einarætt at veiða
innan fyri sítt egna fiskimark, altso inn
um okkara fiskimark kunna so t. d.
Bretar og aðrir koma.
Málið hjá EFTA-londunum er at fáa
burtur tollforðingar á ymsum verum, so
at handilin við hesum verum innan fyri
samgonguna kann verða liberaliseraður.
Tollforðingarnar er minka
niður í einki í einum tíðarskeiði uppá
10 ár, við 1/10 um árið.
ætlanin at
Meðan Bretland hevur tikið ta ser-
stóðu við sølu av ísaðum fiski, at verju-
tollurin uppá 10 pst. sum liggur á øllum
útlendskum fiski, sum seldur verður í
Onglandi, skal halda fram og ikki verða
avtikin, kemur fiskaflakið inn undir á-
setingina um avtøku so vid og við av
verjutdllinum. Hesin tollur er longu
minkaður niður í 8 pst. og stendur nú
fyri 1. juni 1961 at fara Í pst. niður
aftrat hjá limalondunum.
Føroyar eru uttan fyri tey 7. tí ræður
enn her 10 pst. tollurin á fiskafløkum.
Gerast Føroyar limur, fæst við tað sama
tann toll-lætti. sum hini limalondini
hava fingið, t. v. s. viðvíkjandi fløkum
kunnu vit tá selja tey til Bretlands og
einans gjalda 8 pst. í tolli, og sum tíðin
FÆRØSK MARGARINE
| Vita No |
FÆRØSKT PRODUKT
VITAMINISERET
FINT PRODUKT
GROT OG SKERVUR
Øl, ið vilje keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til
kommunukantórið.
Grót eg skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
manni fyri kommununa.
SETEPLIR
|
y
telf. 1090
telf. 1093
| Føroya Kríggstrygging .
Feroya Brunatrygging..
|
{
På
tlf. 5043
gongur, verdur tollurin at minka nidur i
einki.
Vit standa ætlandi fyri stórari fram-
leiðslu av fløkum, og tá marknadurin
fyri fløkum í Bretlandi sigst at vera
batnandi, hvat prísi viðvíkir, kann sela
av flaki har uttan tollbyrður koma at
verða av allarstørsta týdningi fyri fiska-
søluna.
At liggja uttan fyri bæði tey 6 og 7
| Føroyingar eiga at tryggja
Bilstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs-
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
eru á goymslu
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
FJROYAR
Førova Si ing ...telf. 1090
Føroya Vanlukkutrygging telf, 1721
5
tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o. a.
í landsins egnu trygging
| NORDOYA SPARIKASSI
stovnadur 1919 tif. 5043
Sparikassin er opin kl. 10—12 og 14—16, leygardag 10—121%.
Lán verða givin móti ved i jørd og bygningum.
Renta av innskoti er 3% % p. a. og av innskoti
uppá uppsegn 4 % p. a.
heldur landsstýrið vera hina verstu stød-
una hjá Føroyum. Hon gevur ongar fyri-
munir, men einans kjansin at koma við,
tá ið nevndu samgongur ikki hava betri
handilsmøguleikar enn at taka veru hið-
ani.
Landsstýrið heldur tí — alt samanum-
tikið — vera rætti vegurin at gerast lim-
ur av teimum 7.