fríggjadagur 26. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 79 - 26. apríl 2002
Nr. 79 - 26. apríl 2002
17
SAMFERÐSLA
Vilmund Jacobsen
Gamal siður er, at politisku
flokkarnir skipa fyri polit-
iskum fundum í ávísum
bygdum kring landið undan
hvørjum vali, og hetta er
eisini siður í Nólsoy. Men
fleiri nólsoyingar, sum vóru
á einum slíkum veljara-
fundi í Nólsoy sunnudagin,
fóru vónsviknir heim aftur
til húsa.
– Tosað varð um alt mill-
um himmal og jørð, men
ikki eitt einasta eitt valevni
nevndi umstøðurnar hjá
okkum, nú verkfall er, og
eingin
sigling
er
um
Nólsoyarfjørð.
Nólsoyingar, sum hava
vent sær til Sosialin, siga,
at hvønn morgun og hvørt
kvøld ferðast einir 30-40
nólsoyingar um fjørðin til
arbeiðis og í skúla.
– Nú verkfall er, og lík-
indini at ferðast ímillum
við smábátum ikki eru nak-
að serlig, er støðan ótol-
andi.
Víst verður á, at fleiri,
sum arbeiða í Havn, eru
mammur, sum eiga børn í
Nólsoy, og tær vita ikki, tá
ið tær fara til Havnar um
morgunin, um tær sleppa
útaftur til børnini um
kvøldið.
– Tað verður so nógv tos-
að um bygda- og økismenn-
ing. Tí er tað ófatiligt, at
ikki eitt einasta valevni á
einum tílíkum politiskum
fundi, tekur samferðsluna
uppá tungu, men heldur
velja at møsna um KT-tøkni
og onnur háfloygd viður-
skifti, sum er tað reina
vrøvl fyri okkum undir
slíkum umstøðum.
Nólsoyingar vísa á, at
fleiri ferðir seinastu árini
hevur samferðslan ligið
lamin orsakað av verkfalli,
og hetta er hvørja ferð eitt
harmarslag í sjálvt lívs-
grundarlagið hjá fólki, sum
búgva á útoyggj.
– Samferðslan er okkara
lívsæðr til meginøkið, og
tað er ófatiligt, at politikar-
ar og valevni annars ikki
skulu taka hesar umstøður
uppá tungu við eitt slíkt
høvi, har tey biðja um okk-
ara stuðul at verða vald at
stýra landinum.
Nólsoyingar stúra fyri, at
verkføllini seinastu árini,
sum ferð eftir ferð hava lagt
samferðsluna lamna, fara at
føra til, at fleiri og fleiri
fara at umhugsa at flyta inn
á meginøkið at búgva.
– Er hesin tankin fyrst
farin at nala í fólkinum, er
vandi fyri, at hann mennist
og gerst veruleiki, soleiðis
sum umstøðurnar eru hjá
okkum, sum búgva her úti,
siga vónsviknir nólsoying-
ar.
Á Uppboðssøluni í
Klaksvík hava teir
veitt eina eyka tæn-
astu fyri útflytarar,
nú verkfall er. – Hetta
hevur verið við til at
hildið prísunum
uppi, sigur Kristian
Fríðrik Olsen, leiðari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað er rætt, sum sagt hevur
verið av útróðrarmonnum í
Klaksvík, at fiskaprísirnir á
Uppboðssøluni har norðuri
einstakar dagar hava verið
væl lægri enn á Uppboðs-
søluni á Toftum. Orsøkin
er, at eingin fiskur verður
fluttur um Leirvíksfjørð, nú
verkfall er, og tí eru færri
keyparar til fiskin enn van-
ligt.
Í so máta er Klaksvíkin
við ongum farmaflutningi
meira avbyrgd enn megin-
økið annars.
Kristian Fríðrik Olsen,
leiðari, sigur, at tað hevur
gingið rímiliga væl at hild-
ið prísunum uppi og á sama
støði sum á Toftum, men
einstakar dagar hevur mun-
urin á toskinum verið upp í
einar 3 krónur fyri kilo.
– Eg vil siga, at prísirnir
hava verið á góðari leið –
undantikið nakrar ávísar
dagar, og teir hava sum
heild verið væl betri enn
fyrr í vár. Ikki minst prísur-
in á toski.
Færri keyparar
Kristian Fríðrik vísir á, at
Kósin hevur havt nógvan
fisk í seinastuni, tí nógvur
fiskur er komin uppá land í
Klaksvík.
– Hetta hevur ført til, at
áhugin fyri útróðrarfiskin-
um hevur verið minni, og
tað hevur eisini ávirkað
fiskaprísin á gólvinum, har
útróðrarfiskurin
verður
seldur.
Spurdur, hvørjir keypar-
arnir í Norðoyggjum eru,
sigur Kristian Fríðrik, at
tað í fyrsta lagi er Kósin,
Sammut,
Pure
Water,
Norðfra í Hvannasundi og
Norðurfisk í Árnafirði.
– Vit hava eisini útflytar-
ar, sum keypa fisk her
norðuri og senda hann fesk-
an og ísaðan av landinum,
men hesir eru meira skerd-
ir, nú eingin flutningur er
millum oyggjarnar.
Á uppboðssøluni í Klaks-
vík hava teir í seinastuni
veitt eina eyka tænastu fyri
útflytarar, og hetta hevur
verið gjørt fyri at halda
prísunum uppi.
– Vit hava koyrt fisk, sum
útflytarar úr øðrum økjum í
landinum hava keypt, í
bingjur, sum síðan eru
sendar av landinum. Hetta
hava vit ikki stundir at gera
vanliga, men hava veitt
hesa tænastu, nú minni
fiskur er farin um uppboðs-
søluna og nakað minni hev-
ur verið at gjørt á Upp-
boðssøluni enn vanligt.
Kristian Fríðrik sigur, at
tað serliga er fiskurin hjá
trolbátunum og hýsan hjá
línu- og útróðrarbátunum,
sum er farin av landinum
seinastu tíðina.
– Toskurin hevur sum
sagt havt væl betri prís í
seinastuni enn fyrr í vár,
meðan trupult hevur verið
at fingið hampiligan prís
fyri smáu hýsuna. Teir, sum
keypa fisk til útflutnings,
hava lyft prísin á smáu hýs-
uni uppeftir, sigur hann.
Eingin fiskur stendur
eftir
Leiðarin á uppboðssøluni í
Klaksvík vísir á, at tað er
ikki, fyrr enn trot er á fiski,
at tú sært, hvør veruligi
fiskaprísurin er.
– Og trot hevur ikki verið
á fiski í longri tíð,sigur
hann.
Kristian Fríðrik sigur, at
Uppboðssølan í Klaksvík
eisini hevur verið rakt av
troti á íløtum, kørum og
kassum, og hetta hevur ikki
gjørt tað lættari.
– Sum heild, kunnu vit
siga, at tað hevur gingið
hampiligt at selja fiskin
fyri líkinda prís, síðan
verkfallið byrjaði, og higar-
til hevur eingin fiskur stað-
ið eftir, sigur Kristian Fríð-
rik Olsen.
Fáa uppí 3 kr. minni fyri toskin í Klaksvík
Onkran dagin hava skip og bátar fingið uppí 3 krónur minni fyri kilo av toski á Uppboðssøluni í Klaksvík enn á Toftum
Eingin tók ferðasambandið uppá tungu
– Samferðslan er okkara lívsæðr til meginøkið, og tað er
ófatiligt, at politikarar og valevni annars ikki skulu taka hesar
umstøður uppá tungu, siga vónsviknir nólsoyingar
Síðani 1966 hevur
eingin flokkur verið
størstur í størsta val-
døminum meiri enn
tvær ferðir upp í slag,
og persónliga at-
kvøðutalið hjá Høgna
Hoydal fyri fýra árum
síðani var tað hægsta,
sum nakar nakrantíð
hevur fingið á einum
løgtingsvali
Í hesi vikuni hevur Jóannes
Hansen, samfelagsfrøðing-
ur, skrivað um val og valtøl
í valdømunum. Vága val-
dømi og Suðuroyar val-
dømi verða umrødd í
blaðnum týsdagin, sum er
valdagurin
SUÐURSTREYMOY
Ein stórur triðingur av fólk-
inum býr í høvuðsstaðar-
økinum. Tí sigur tað seg
sjálvt, at fyri samlaða úr-
slitið av valinum hevur tað
alstóran týdning, hvussu
valið hilnast í Suðurstreym-
oyar valdømi.
Undir krígnum og fram
til og við valinum í 1954
var fólkaflokkurin størstur í
valdøminum. Síðani tá hev-
ur tað verið eitt sindur upp
og niður hjá Fólkaflokkin-
um og øllum hinum stóru
flokkunum. Fyri undirtøk-
una hjá Fólkaflokkinum var
tað ein smeitur fyri undir-
tøkuna, at Kjartan Mohr,
sáli, stillaði upp og varð
umdømisvaldur í 1954. Á
valinum í 1958 bjóðaði
Kjartan Mohr seg fram í
nýstovnaða
Framburðs-
flokkinum, og hann átti
sessin so leingi, sum hann
var á livið. Í 1980 vann Juul
Jacobsen í Nólsoy eyka-
valda sessin. Turbolensurin
og skifti frá Kristiliga
Fólkaflokkinum og til Mið-
flokkin hevði broytingar í
manningini við sær. Tordur
Niclasen varð valdur i Suð-
urstreymi, inntil hann í
1990 flutti í Eysturoyar val-
dømi. Síðani 1994 hevur
Jenis av Rana verið eyka-
valdur í Suðurstreymi og
politiski leiðarin í Mið-
flokkinum.
Suðurstreymoyar
val-
dømi átti inntil 1978 fýra
umdømisvaldar tingmenn.
Síðani hevur valdømið átt
átta umdømisvaldar. Og
stóra fólkatalið hevur havt
við sær, at valdømið altíð
hevur havt eykavaldar ting-
menn.
Ólíkur øðrum londum
Tey seinastu árini hava
javnaðarflokkarnir nógva
staðni
mist
takið
á
høvuðsstøðunum – bæði í
valunum til lóggávutingini
og á kommunuvalunum. Í
europeisku ídnaðarsamfel-
øgunum var tað annars van-
ligt, at sosialdemokratisku
flokkarnir vóru størstir í
høvuðsstaðnum, og at teir
eisini áttu borgarstjórarnar.
Føroyski Javnaðarflokkurin
hevur ongantíð havt takið á
høvuðsstaðnum.
Síðani
kríggið hevur hann bara
eina ferð verið størstur í
Suðurstreymi (tá rokna vit
við, at atkvøðurnar hjá
Zacharias Wang í 1974
vóru tjóðveldisatkvøður).
Javnaðarflokkurin
var
størstur í Suðurstreymi í
1990. Tað var ta ferðina, at
formaður floksins síðani
1970, Atli P. Dam, flutti úr
Suðuroyar valdømi og til
høvuðsstaðin og fekk bestu
persónligu
undirtøkuna,
sum nakar hevði fingið inn-
til tá.
Á valinum í 1994 misti
Javnaðarflokkurin
meiri
enn helmingin av atkvøð-
unum, sum hann hevði
havt, og Atli P. Dam misti
tingsessin. Marita Petersen,
sáli, sum tá var floksfor-
maður og løgmaður fekk
einasta javnaðarsessin.
Síðsta dømið um, at
Javnaðarflokkurin ikki hev-
ur tað so gott í høvuðs-
staðnum, var á fólkatings-
valinum í november. Tá øll
valstøðini vóru tald uttan
høvuðsstaðurin, lá Javnað-
arflokkurin til at fáa annan
mannin, men tá úrslitið úr
Havnini varð lagt afturat
hinum, hevði Tjóðveldis-
flokkurin lyft seg upp um
Javnaðarflokkin.
Jacob Lindenskov hevur
verið drúgvastur sum javn-
aðartingmaður í Suður-
streymi. Frá tí at hann sum
blaðungur kom á ting í
1958, sat hann inntil í 1990.
Undantakið var valskeiðið
1966–1970, tá Martin Joen-
sen púra óvæntað tók sess-
in.
Á valinum fyri fýra árum
síðani lyfti Javnaðarflokk-
urin í høvuðsstaðnum seg
nakað uppaftur eftir kata-
strofuvalið í 1994, men
hann var framvegis undir
miðaltalinum fyri alt land-
ið. Um hann hevði havt
megnað miðal undirtøkuna
í hinum valdøminum, so
hevði hann verið størsti
flokkur. Tí er tað neyvan ov
nógv sagt, at Javnaðar-
flokkurin hevur ein trupul-
leika í høvuðsstaðnum.
Kristian Magnussen, sum
í 1994 varð valdur fyri
Verkamannafylkingina, fór
undan valinum í 1998 upp í
Javnaðarflokkin, og hann
var valdur sjálvur annar.
Hitt umboðið eigur Katrin
Dahl Jacobsen.
Seinnu gullárini hjá
Fólkaflokkinum
Undir krígnum og fram
inntil kreppuárini fyrst í
fimmti árunum vóru nógv
kend nøvn á fólkaflokslist-
anum – Jóannes Patursson,
Thorstein Peteresen og
Richard Long.
Í 1954 varð Richard
Long
óvæntað
valdur.
Thorstein Petersen varð
ikki valdur á serlista, og
Richard Long vann sessin
frammanfyri Óla Jákup
Jensen, sum var uppstillað-
ur sum nummar eitt og har-
við fekk hjálp frá listaat-
kvøðunum. Men tað rakk
ikki hjá honum.
Tiltikið er tað, tá Sigfried
Skaale í 1962 vann um-
dømisvalda
sessin
hjá
Fólkaflokkinum. Hann var
uppstillaður sum nummar
trý og fekk fleiri atkvøður
enn Knút Wang og Petur
Christiansen fingu saman
við listaatkvøðunum. Á tí
valinum
var
Sigfried
Skaale einasti umdømis-
valdi
tingmaðurin
hjá
fólkaflokkinum, sum í alt
fekk seks tingmenn.
Knút Wang var blaðstjóri
á Dagblaðnum, hann var
tingmaður í fleiri skeið,
men í 1974 fall hann fyri
Óla Breckmann, sum síðani
hevur umboðað valdømið
og sum hevur havt ábyrgd-
ina av Dagblaðnum. Í 1978
flutti Jógvan Sundstein úr
Eysturoy og í Suðurstreym,
og m. a. stóra kappingin
millum Óla og Jógvan
hevði við sær, at atkvøðu-
talið øktist støðugt frá 1974
og fram til 1988, tá
flokkurin fyri fyrstu ferð
síðani 1945 fekk tríggjar
umdømisvaldar tingmenn í
valdøminum.
Á valinum fyri fýra árum
síðani fingu Fólkaflokkurin
og
Javnaðarflokkurin
í
Suðurstreymi nett sama at-
kvøðutal – 2.072. Ta ferð-
ina fingu báðir tveir um-
dømisvaldar tingmenn. Um
tað fer at standa á jøvnum
hesa ferð, so er tað ikki
ómøguligt, at tað verður
neyðugt við lutakasti um
áttanda
umdømisvalda
tingmannin.
Upp og niður hjá
sambandinum
Søguliga hevur Sambands-
flokkurin ikki havt gott tak
á Suðurstreymoyar val-
dømi. Eyðkennið fyri úr-
slitini hjá honum hevur
verið, at hann hevur verið
óstøðugur. Trygvi Samuel-
sen var høvuðsumboðið hjá
flokkinum í valdøminum
frá krígsárunum. Á valin-
um í 1974 fall hann. Tá
varð Pauli Ellefsen einasta
løgtingsumboðið hjá sam-
bandinum í Suðurstreymi.
Hann gjørdist beinanvegin
formaður, og teir fingu tak-
ið á høvuðsstaðnum. Sam-
bandsflokkurin var størstur
inntil valið í 1984. Eftir
løgmansskeiðið hjá Paula
Ellefsen datt Sambands-
flokkurin í Suðurstreymi
niður á fjórða plássið, og
síðani varð hann ikki størst-
ur aftur fyrrenn í 1994.
Á kreppuvalinum í 1994
fekk Sambandsflokkurin
trý umboð. Tað var fyrsta
og higartil einasta ferðin, at
flokkurin hevur átt so
dygga umboðan í Suður-
streymi. Bjørn á Heygum
og Finnbogi Arge vóru
ódrúgvir, meðan Lisbeth L.
Petersen endaði sum floks-
formaður.
Fyri fýra árum síðani
fekk Sambandsflokkurin
bara ein umdømisvaldan í
Suðurstreymi. Kappingin
um plássið aftanfyri Lis-
beth L. Petersen var ikki
stór. Heðin Mortensen var
eykavaldur við 201 atkvøð-
um, og landsstýrismaðurin
Eilif Samuelsen fekk 102
atkvøður á triðja plássin-
um. Hann er ikki á listanum
hesa ferð, men fleiri val-
evni, sum hava staðið seg
væl
á
býráðsvalunum,
bjóða seg fram.
Høgni størstur
Á valinum í 1998 varð
Høvuðsstaðurin fjakkar heilt nógv
Kvinnur í politikki: Ingrid Sondum, Jona Hendriksen og Karin Kjølbro. Jona Hendriksen er fyrsta kvinna, sum hevur havt fast sæti
á tingi. Hon kom inn fyri Jákup Lindenskov valskeiðið 1974-78, tá hann var landsstýrismaður. Í 1978 varð hon vald á ting fyri
Javnaðarflokkin og Karin Kjølbro fyri Tjóðveldisflokkin. Ingrid Sondum hevði fleiri ferðir sæti á tingi sum varafólk umboðandi
Tjóðveldisflokkin
C
M
Y
K
17
16