Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 26. apríl 2002 15 Eyðbjørg Hentze í Havn hevur onga- staðni at búgva. Hon hevur í meir enn eina viku livað uttan nakað heim saman við 18 ára gamla soninum. – Eg havi kært mína neyð hjá øllum avvarðandi myndugleikum, men eingin hjálp er at fáa, sigur hon BÚSTAÐARNEYÐ Stefan í Skorini Bústaðarneyðin í Havnini er stór. Fólk hava ilt við at finna bústað, tí nógv onnur eru um boðið, og onkuntíð koma fólk illa fyri vegna bústaðartrot. Hetta hevur Eyðbjørg Hentzte í Havn veruliga kent sviðan av. Fyri einari viku síðani skuldi Eyðbjørg flyta úr íbúðini, har hon hevði búð í tvey ár. Eigarin av íbúðini vildi hava tey út hiðani beinanvegin, tí annar leig- ari skuldi inn at búgva. Hóast hon hevur verið hjá øllum avvarðandi myn- dugleikum, havt lýsingar í bløðunum og annars roynt av øllum alvi at fáa eina íbúð tilvega við at ringja runt í Havnini, hevur tað ikki eydnast henni. Hon og sonurin eru nú at kalla heimleys. Orsøkin er, at ongar íbúðir fáast fyri sámiligan prís í miðstaðarøkinum. – Eg havi tosað við bý- ráðið í Havn um trupulleik- an, men har var eingin hjálp at fáa. Síðani havi eg tosað við Almannastovuna, men av tí at eg eigi nakað av peningi, so kann Almanna- stovan ikki veita mær ein bústað, sigur ein vónsvikin kvinna. Hon hevur eisini vent sær til fleiri politikarar, sum nú undan valinum dyrgja óført eftir atkvøðum við at lova bæði eitt og annað, men eingin teirra hevði møgu- leika at loysa henda ítøki- liga trupulleikan. Heldur eingin politikari hevði nakra haldgóða loysn, og nú stendur hon á gøtuni saman við soni hennara. Hon hevur einki at missa, og tí fer Eyðbjørg nú til fjølmiðlarar at kæra sína neyð. Í trongstøðu Inntil fyri tveimum árum síðani arbeiddi Eyðbjørg sum dagrøktarmamma í egnum húsum. Vegna hjúnaskilnað flutti hon úr húsunum og niður í íbúðina í kjallaranum. Tá bar ikki til at vera dagrøktarmamma longur, og síðani tá hevur hon einki arbeiði havt. Áðrenn tað arbeiddi hon sum hjálparfólk í Mjørka- dali. – Eg vil fegin út á ar- beiðsmarknaðin at arbeiða, men tað er torført at finna eitt arbeiði, tá eg ikki havi nakran fastan bústað, og eg tori ikki at søkja uttan bú- stað. Nú hon einki heim hevur, liggja ognir og lutir hennara spjaddir runt í Havnini. Nakað liggur í posum hjá grannanum, meðan inn- búgvið stendur á loftinum á Tórshavnar Skipasmiðju. – Nú gangi eg við matin- um í ryggsekkinum. Hetta kann samfelagið ikki bjóða einum fólki, tí eingin eigur at koma í eina slíka støðu, sigur Eyðbjørg, eftir at hon rættiliga er komin í trong- støðu. Hon og sonurin hildu til á Sjómansheiminum í Havn í nakrar dagar, men hetta er eingin haldgóð loysn í longdini, og tað var alt ov kostnaðarmikið at gista har í fleiri dagar. Nú er hon givin við at lýsa í bløðunum, tí einki kom burturúr, men hon roynir framvegis at ringja til ymisk fólk, ið hava íbúð- ir til leigu. Eingin hjálp at heinta hjá tí almenna Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, sigur, at kommunan og býráðið einki kunnu gera fyri at hjálpa, tá fólk koma í slíka trongstøðu. – Vit fáa slíkar áheitanir at kalla hvønn dag, men vit kunnu bara bera tey tungu boð, at her er tíverri eingin hjálp at heinta, sigur Jan Christiansen. Býráðið hev- ur nakrar heilt fáar íbúðir til leigu, men hesar eru fyri langari tíð síðani upptiknar. Hann heitir í hesum sam- bandi á landsins lóggevandi myndugleika um at smíða lógirnar soleiðis, at hesin trupulleikin verður loystur. Tað skal gerast við at broyta MVG-lóggávuna, skattalógina og lógina um rentustuðul. Í dag er tað so- leiðis, um ein privatur fer undir íbúðabygging, fær hann MVG av lønini til arbeiðsfólk afturgoldið. Hetta skal eisini vera gald- andi, tá almennir grunnar fara undir slíka bygging. Harumframt fær eigur skattalógin at verða broytt, so at ein almennur ella privatur grunnur ikki skal rinda skatt av yvirskotin- um, sum tað hevur av at byggja og leiga íbúðir út. At enda skulu slíkar bygg- ingar eisini fáa rentustuðul. Um hesi tiltøk verða sett í verk, hevði tað elvt til, at fleiri leiguíbúðir høvdu verið bygdar. Hann vísir á, at ein grunnur, sum Húsaláns- grunnurin og kommunan hava latið hálvaaðru milli- ón hvør í, hevur í hyggju at byggja 60 leiguíbúðir á Berjabrekku. Trupulleikin er tó, at tað verður ringt at fáa eina slíka verkætlan at bera seg við verandi lóg- gávu. Borgarstjórin er nú spent- ur at síggja, um nýggja tingmanningin fer at gera nakað ítøkiligt við trupul- leikan, tí øll valevni hava lovað at gera nakað við støðuna. Trupulleikin er stórur, ásanna øll, men enn er einki munagott gjørt við støðuna. Bústaðarneyð: Ongastaðni at búgva Eyðbjørg Hentze stendur nú á gøtuni. Hon hevur ongastaðni at búgva, hóast hon hevur leitað og heitt á myndugleikarnar um at hjálpa sær. Bústaðartrupulleikin í Havnini er nú so stórur, at myndugleikarnir mugu gera nakað ítøkiligt at bøta um trupulleikan Mynd: Álvur Haraldsen Jan Christiansen, borgarstjóri, vónar, at nýggja tingið fer at loysa bústaðartrupulleikan í høvuðsstaðnum. Hann sigur, at fólk javnan seta seg í samband við kommununa at kæra sína neyð, men har er eingin hjálp at fáa 15 14 Nr. 79 - 26. apríl 2002 VERKFALL Áki Bertholdsen – Hetta er nakað, sum Fíggjarmálastýrið má taka á seg, sigur Ellintur Abra- hamsen, formaður í Skip- ara- og Navigatørfelagnum. – Tað er Skipara- og Navigtørfelagið, sum er í verkfallið, so abyrgdin má vera teirra, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. – Vit skulu gera púrasta greitt, at eingin sáttmáli er galdandi fyri limir okkara. Men vil arbeiðsgevarin kortini brúka arbeiðsmeg- ina, er tað løntakarin sum ásetir samsýning sína, sigur Skipara- og Navigatørfe- lagið. – Hetta er ein løgfrøðilig grundregla, sum bæði er staðfest í lógfrøðiligum lesnaði og fleiri dómum, leggur felagið afturat. Ellintur Abrahamsen sigur, at tey fara sjálvsagt ikki at slaka í hesum krav- inum, tí menninir eru bundnir at skipinum á sama hátt, sum frammanundan. Hann sigur, at tað var beinanvegin lýst við, at menninir vóru tøkir til sjúkraflutning, men at teir ikki vóru tøkir at hava tilkallivakt ta tíðina av samdøgrinum, tá ið skipini annars skuldu sigla eftir vanligari ferðaætlan – Tað at Fíggjarmála- stýrið ikki vil gjalda skip- ara og stýrimonnum løn fyri sjúkraflutning, sum undantak varð gjørt fyri, harmast vit í FSN um, men at halda fólki til arbeiðis, uttan at rinda teimum løn, tað er ov mikið, og tí hava skiparar og stýrimenn fingið boð um at fara av skipinum. – Men vil Fíggjarmála- stýrið vil rinda skipara og stýrimonnum løn fyri sjúkraflutningin, so eru teir klárir at fara aftur til ar- beiðis, sigur Ellintur Abra- hamsen. VERKFALL Áki Bertholdsen Í verkfallinum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, sum rakar øll tey almennu skipini, hevur nógv verið tosað um løn og lønarkrøv. Niðanfyri ger felagið upp, hvørji krøvini eru, og. Samstundis verður gjørt upp, hvussu stór lønin er í dag, so at ein og hvør kann samanbera tølini.Við hes- um vil Skipara- og Naviga- tørfelagið vísa aftur tí, sum Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, hevur ført fram um, at felagið í summum førum hevur kravt yvir 70% í lønarhækking. Krøv til lønina hjá skiparanum: Frá 01.03.2002 skal skip- arin verða løntur í lønar- flokki 34.1. Haraftrat skal hann hava eina viðbót, ið er munurin millum 30.000 krónur og lønarflokk 34.1, sum er 28.528,08 krónur, ella 1.471,92 krónur. Frá 01.03.2003 skal skip- arin vera løntur í lønar- flokki 35.1 sum er 31.712,68 krónur um mánaðin.. Í løtuni er byrjunarløn hjá skiparanum á Tjaldrinum 22.378,52 krónur og enda- lønin er 23.769,98 krónur. Lønin hjá skiparanum á Brimli er 8,4% hægri og hjá honum er byrjunarløn 24.258,32 krónur og endalønin, 25.766,66 krón- ur. Krøv til lønina hjá yvirstýrimonnum Tann 01.03.2002 skal yvirstýrimaður vera løntur í lønarflokkki 31.1, sum er 24.661,96 krónur. Haraftrat skal hann hava eina viðbót, ið er munurin millum tær 24.661,96 krónurnar og lønarflokk 32.2, sum er 26.903,39 krónur. Frá 01.03.2003 skal hann vera løntur í lønarflokki 33.1, sum gevur 28.184,76 um mánaðin. Í løtuni er byrjunarlønin hjá yvirstýrimanninum á Tjaldrinum 20.589,49 krónur og endalønin er 21.980,96 krónur. Á Brimli er lønin 8,4% hægri og byrjunarlønin hjá yvirstýrimanninum á Brimli er 22.319,01 krónur og endalønin átta ár seinni, er 23.827,36 krónur Krøv lønina hjá 1. stýrimonnum Frá 01.03.2002: skal 1. stýrimaður vera løntur í lønarflokki 29.1, sum gevur 24.361,39 krónur í løn. Haraftrat skal hann hava eina viðbót, ið er munurin millum tær 24.361,39 krón- urnar og lønarflokk 32.1, sum er 25.981,52 krónur, ella 1620,13 krónur í við- bót. Frá 01.03.2003 skal hann vera løntur í lønarflokki 32.2, sum gevur 27.575,98 krónur um mánaðin. Byrjunarlønin hjá 1. stýrimanni á Tjaldrinum er 19.993,15 krónur og endalønin er 21.583,39 krónur. Umborð á Brimli er lønin 8,4% hægri og byrjunar- lønin hjá 1. stýrimanni á Brimli er 21.672,57 krónur og endalønin 8 ár seinni er 23.396,39 krónur. Semingsuppskotið Fyri heilt at kunna gera samanberingina lidna, verður her sett upp, hvussu semingsuppskotið ljóðaði, sum Fíggjarmálastýrið goðtók, men Skipara- og Navigatørfelagið vrakaði. Skiparar og stýrimenn verða eftir starvsaldri flokkaðir sambært lønar- talvuni fyri tænastumenn soleiðis: Skipari skal lønast í 34. lønarflokki og skal fáa 28.528,08 krónur um mán- aðin. Yvirstýrimaður skal løn- ast í 30. lønarflokki, um- framt starvsaldur. Í fyrstuni skuldu teir fáa 24.241,18 krónur um mánaðin, men síðani 25.107,52 krónur um mánaðin, tá ið starvsaldurin hækkar og síðani aftur upp í 25.981,52 krónur, tá ið starvsaldurin hækkar enn meiri. Eftir semingsuppskotin- um, skuldi 1. stýrimaður verða løntur í 27. lønar- flokki umframt starvsaldur. Í fyrstuni hevði tað givið honum 21.853,56 krónur um mánaðin. Sum starvs- aldurin hækkar, skuldi hann fáa ávikavist 22.635,13 krónur, 23.379,99 krónur, og at enda, 24.241,18 krónur um mánaðin. Hava ikki kravt 70% í lønarhækking Vit skulu sjálvir áseta lønina Lønarkravið er verri enn so helvtin av tí, sum Karsten Hansen hevur roknað seg fram til, sigur Skipara og Navigatørfelagið SJÚKRAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen Ósemjan um løn hevur ført við sær, at nú er eisini allur sjúkraflutn- ingur lagdur lamin í verkfallinum hjá Skip- ara- og Navigatørfelag- num Nú hevur verkfallið hjá Skipara- og Na- vigatørfelagnum eisini rakt sjúkraflutningin. Tá ið verkfallið varð lýst hósdagin, varð sam- stundis boðað frá, at sjúkraflutningurin um Vestmannasund og um Skopunarfjørð, vórðu undantiknir. Seinni var hetta víðka, so at sjúkraflutning við øllum strandfaraskip- unum var undantikin og sostatt hava skiparar- og stýrimenn verið umborð á skipunum alla tíðina, til reiðar at sigla sjúk- lingar og læknar. Men Ósemja ímillum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatør- felagið um løninahjá manningini, hevur ført við sær, at Skipara- og navigatørfelagið hevur biðið skiparar og stýri- menn fara til húsar. Skipara- og Naviga- tørfelagið krevur, at skiparar og stýrimenn skulu fáa vanliga løn fyri at vera til taks at sigla ið sjúklingum. Harafturat skulu teir fáa vanligt gjald fyri tilkalling fyri tíðina, sum er uttanfyri vanligu ferðaætlanina hjá skip- unum, og tað gjaldið er 17 krónur um tíman vanligar dagar og 34 krónur sunnu- og halgi- dagar. Hinvegin vil Fíggjar- málastýrið bara betala teimum gjaldið fyri til- kallingina. Tað endaði við, at Skipara- og Navigatør- felagið bað Fíggjar- málastýrið vátta, at menninir skuldu fáa vanliga løn fyri at vera til reiðar at sigla við sjúklingum. Og tá ið hendan vátt- anin ikki var komin á miðdegi mikudagin, fóru allir skiparar og stýrimenn av skipunum og sostatt helt eisini allur sjúkraflutningur uppat. Skipara- og Naviga- tørfelagið geva hvørjum øðrum skyldina fyri hetta. ( sí aðrar greinar í blaðnum) Sjúklingar tiknir til gísla í verkfallinum – At Fíggjarmálastýrið ikki vil gjalda skipara og stýrimonnum løn fyri sjúkraflutning, harmast vit í FSN um, men at halda fólki til arbeiðis, uttan at rinda teimum løn, tað er ov mikið, og tí hava skiparar og stýrimenn fingið boð um at fara av skipinum, sigur Skipara og Navigatørfelagið C M Y K 14 Tað sum er neyðugt - og ikki alt tað sum kann verða gott at hava Thomas Arabo www.djurholm.fo Bjarni Djurholm Trygd Trivnaður Sjálvbjargni