Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 79 - 26. apríl 2002 Nr. 79 - 26. apríl 2002 13 – Kvinnur eru meiri samdar enn menn og ynskja loysnir fram um alt. Tvørtur um politisk mørk kunnu kvinnur kjakast og semjast um mál, í nógv størri mun enn menn. Hinvegin seta kvinnur høg krøv til sín sjálvs og tí eisini til aðrar kvinnur, kanska hægri enn menn seta sínámill- um, sigur Elin Tausen, valevni fyri Miðflokkin í Suður- streymoy, hvørs hjartamál eru børnini og familjuviðurskifti KVINNUVAL Turið Kjølbro Tann kristna lívsáskoðanin skal í øllum lutum eyðkenna samfelagið. Hes- um vil Elin Tausen á Argj- um stríðast fyri og hetta er fremsta orsøkin til, at hon bjóðar seg fram á løgtings- valinum. Hon er eitt lutfals- liga nýtt blað í føroyskum politikki. Til seinasta bý- ráðsval í Havn, stillaði hon upp fyri fyrstu ferð fyri Miðflokkin. Síðani hevur hon verið virkin í flokkin- um og er í løtuni kassa- meistari í felagnum Ung fyri Miðflokkin. – Eg eri biðin um at stilla upp fyrr, men havi hildið meg verið ov unga. Av tí, at eg stillaði upp til seinasta býráðsval, var tað natúrligt at stilla upp til løgtingsval- ið. Hesa ferð tók eg sjálv ta støðu at stilla upp, tí eg føli, at eg kann vera við til at geva Miðflokkinum nakað. Flokkurin hevur ikki nógv- ar kvinnur, sum bjóða seg fram, men hann hevur av- gjørt brúk fyri okkum. Eg havi áhugan og viljan, so hví ikki bjóða meg fram. Men var Miðflokkurin ikki, hevði eg ikki stillað upp, tí eg føli ikki, at míni sjónar- mið kunnu sameinast við nakran annan flokk. So nógv brenni eg ikki fyri politikki. Tað eru hugsjón- irnar í Miðflokkinum, eg brenni fyri. Sjálv at koma fram, hevur einki at siga, greiðir Elin Tausen frá. Í heiminum í Hvalba, har hon búði til hon var 17 ára gomul, varð nógv tosað um politikk, ikki minst tær ferðirnar mamman stillaði upp fyri Kristiliga Fólka- flokkin og seinni Miðflokk- in. – Hóast heimið ikki hev- ur verið nógv merkt av politikki, hevur nógv verið tosað til tíðir um ymisk við- urskifti, serliga um, hvussu kristiligu virðini skulu koma til sjóndar í samfel- agnum, sigur Elin. At geva vallyfti er hon varin við, tí hví lova nakað, sum ein kanska ikki megn- ar at halda, sum hon sigur. – Mítt fremsta mál er at verja dýrabærastu rávør- una, vit eiga, nevniliga børnini hjá okkum. Fiskur og olja eru als ikki eins týdningarmikil. Tað eru børnini, sum skulu føra okkara land víðari og tí er umráðandi at leggja góð virði niður í tey. Har eigur skúlaverkið eina stóra upp- gávu, tí við góðari útbúgv- ing menna okkara eftir- komarar landið víðari. – Familjan eigur at hava góð kor at virka undir, so- leiðis at børnini fáa ein tryggan uppvøkstur. Hevur familjan trong kor, foreldur stríðast og strevast, hava onga tíð saman við børnun- um, koma trupulleikar. At geva familjum góð kor, brenni eg mest fyri, sigur Elin. Nógvar vilja heim Elin er sannførd um, at var møguleikin til staðar, vórðu nógvar kvinnur heima hjá sínum børnum, meðan tey KVINNUVAL Kvinnur hava lættari við at semjast – Eg havi áhugan og viljan, so hví ikki bjóða meg fram í politikki. Men var Miðflokkurin ikki, hevði eg ikki stillað upp, tí eg føli ikki, at míni sjónarmið kunnu sameinast við nakran annan flokk, sigur Elin Tausen Mynd: Jens Kristian Vang eru smá. – Hóast nógv siga, at kvinnur ikki vilja vera heima, eri eg sannførd um, at nógvar kvinnur heldur enn fegnar vilja vera heima hjá sínum børnum og manni, og kanska arbeiða hálva tíð úti. Hvør einstøk familja eigur at hava valið, um annaðhvørt mamman ella pápin skulu vera heima hjá børnunum. Tað sama eigur at vera galdandi undir barnsburðarfarloyvinum. – Kvinnur eru als ikki so veikar, sum tær verða gjørdar til. Vilja tær vera á arbeiðsmarknaðinum, forð- ar eingin teimum. Nógv halda, at um tær hava valið ímillum heimið og arbeiðs- marknaðin, verða tær tvingaðar at vera heima, men tað er als ikki so. Vit hava sama rætt og møgu- leikar til alt sum menn. Eru vit ónøgdar við ymisk við- urskifti, kunnu vit á jøvn- um føti við menn skriva viðmerkingar í bløðunum. At menninir eru skjótari at gera vart við seg, er nakað annað. – Eg havi ongantíð følt, at menn ráða yvir mær, heldur hinvegin føli eg, at eg havi líka nógv at siga í samfelagnum sum menn. Mangan velji eg einki at siga, men tað er tí, at kvinn- ur, ikki minst eg sjálv, eru so sjálvkritiskar. Nú eg eri virkin í einum politiskum flokki, má eg eisini hugsa um, um flokkurin stendur inni fyri tí, eg sigi. Tað er ikki ein forðing, sum eg havi fingið frá flokkinum, men ein forðing, eg seti mær sjálvari. Hinvegin eri eg við at vinna yvir hesi mørkini. Meiri eg skrivi, betur tori eg. Hvussu tað verður, tá ið eg fái onkran ímóti mær, veit eg ikki. Tað havi eg ikki roynt enn, sigur Elin Tausen. Kvinnupolitisk viðurskifti Um tað eru ávís kvinnu- politisk viðurskifti, hon fer at arbeiða fyri, kemur hon inn á ting, svarar Elin. – Familjan er fyri mær mamma, pápi og børn. So- leiðis er hon ætlað frá Skaparans hond. At hetta í dag sýnist nakað ævintýr- kent, nú ikki allar familjur eru soleiðis, ger tað ikki minni týdningarmikið at ar- beiða til frama fyri fam- iljuna. Samfelagið eigur at verða so háttað, at familjan hevur góð kor. Í dag eru foreldur, longu tá ið barnið er nýføtt, noydd at skriva tað upp til stovnspláss, um tað skal hava nakran møgu- leika fyri at sleppa á stovn. Og eingin trygd er fyri, at tú kanst varðveita arbeiðið, eftir at tú hevur føtt eitt barn, tí hvat um tú ikki fært tað inn á stovn. Hetta eru sera ótrygg kor hjá familj- um. Samfelagið hevur brúk fyri arbeiðsmegini og má tí gera góðar karmar fyri ar- beiðsmegina, eisini barna- familjum. Um barnsburðar- farloyvið verður longt og ansingartrygd verður lógar- ásett, eru vit komin væl áleiðis. Elin Tausen er greið yvir, at allar familjur ikki hava ráð til, at annað foreldrið er leingi heima hjá børnunum. – Men tað ber kortini til at skipa seg soleiðis, at ann- að foreldrið er heima eina tíð ella arbeiðir í niðursetta tíð í eina tíð. Í øllum førum eigur valmøguleikin at vera. Og eg trúgvi ikki, at um valmøguleikin stendur mammum opin, at tær kenna seg trýstar av ar- beiðsmarknaðinum. Kvinn- ur eru so ymiskar. Nógvar ynskja eina karrieru, men tað eru sanniliga eisini nógvar, sum ynskja at vera heima hjá børnum sínum tey fyrstu árini, kanska til børnini fara í skúla. Tað eigur ikki at vera eitt mál í sjálvum sær at eggja fleiri kvinnur at fara uppí politikk, heldur Elin Tausen. – Sjálvsagt hevði tað ver- ið gott, um fleiri kvinnur fóru upp í politikk. Taka vit Miðflokkin, so eri eg sann- førd um, at kvinnur úr okk- ara flokki høvdu verið trúgvari yvir fyri sjónar- miðum floksins, heldur enn kvinnupolitiskum sjónar- miðum. Komi eg á tingi, umboði eg Miðflokkin og ikki kvinnurnar í Føroyum. Útihýsir tað hvørt ann- að? – Kanska ikki, men í einum ávísum máli veit eg, at vit standa nakað einsa- møll, og tað er í spurning- inum, um tað skal vera frí fosturtøka ella ikki. Nógvar kvinnur í nógvum flokkum eru fyri fríari fosturtøku, men har er svarið hjá okk- um, at vit verja lív frá git- ing til deyða. Hvørja støðu hevur tú til javnstøðulógina? – Sjálv havi eg einki ímóti javnstøðulógini og havi einki funnið í henni, sum stríðir ímóti sjónar- miðunum, sum flokkurin stendur fyri. At lógin tryggjar, at mismunur ikki skal fara fram í samfelagn- um, er bara gott. Men mín sannføring er, at kvinnur og menn frá Skaparans hond hava sama virði og tí javn- støðu. Kvinnan skal vera sínum egna manni undir- givin, ikki nøkrum øðrum manni undirgivin. Maðurin skal elska kvinnuna sum sjálvan seg, so tað vigar upp ímóti hvør øðrum. – At so fáar kvinnur gera seg galdandi í politikki, er ivaleyst tí, at vit kvinnur eru so sjálvkritiskar. Allar kvinnur hava meiningar um alt í samfelagnum, men í mun til menn eru vit varn- ari at siga, hvat vit halda um nógv alment. Sjálv eri eg komin yvir hesa forðing- ina at tora og eg føli meg til reiðar at fara upp í politikk fult og heilt. Hesar vikurnar í valstríðnum føli eg, at eg eri vorðin meiri búgvin, men enn dugi eg ikki nóg væl at selja meg sjálva og eg komi neyvan til tað, at eg fari at biðja fólk um at velja meg. Eg vil heldur, at fólk skulu velja meg, tí tey standa fyri somu virðum sum eg. Eg fari aldi at taka eina avgerð, sum stríðir ímóti teim kristnu virðun- um, sum eg byggi mítt lív á. Geri eg tað, svíki eg alt, sum eg standi á. Ikki tí, at eg haldi, at nógvar politisk- ar avgerðir stríða ímóti teim kristnu virðunum. Men eg eri sannførd um, at Miðflokkurin er neyðugur í føroyskum politikki, – vit eru tann verjandi røddin og halda kristna skansan. Tað eru kristnir politikarar í øllum flokkum, teir eru ikki verri kristin enn vit, men í mun til aðrar flokkar, byggir Miðflokkurin alt sítt grun- darlag á kristin sjónarmið. Var eg virkin í einum øðrum politiskum flokki, hevði eg ikki kunnað tosað so frítt um kristin virði og út frá Bíbliuni. Nei til kynskvotering Elin Tausen gongur ikki inn fyri kynskvotering á tingi. – Tað eigur at vera upp til hvønn einstakan flokk, hvussu nógvar kvinnur skulu vera í uppskoti sum valevni. At áseta eitt ávíst prosenttal fyri at fáa fleiri kvinnur inn á ting, haldi eg ikki er skilagott. Tað er at niðurgera kvinnuna. Ein gongd leið, heldur hon, er, at kvinnur úr øllum flokkum skipa fyri fundum, har tær greiða frá politiskum arbeiði. – Á tann hátt fáa kvinnur innlit í, hvussu tað er at vera í politikki og aftra seg tí ikki at fara uppí. Um tað hevur týdning fyri samfelagið, at so fáar kvinnur mynda og ávirka samfelagið, sigur Elin Tausen. – Kvinnur taka sær ofta av teim bleytu virðunum og hava umsorgan fyri øðrum. Tað haltar at raðfesta hesi virðini í samfelagnum. Men í valskráunum hjá øll- um flokkum havi eg sæð, at hesi øki verða raðfest. Sjálv haldi eg ikki, at tað er negativt, at kvinnur leggja doyin á hesi virði, soleiðis eru kvinnur bara. Vit kunnu stríðast tað vit vilja fyri at broyta uppá hetta, men tað nyttar ikki. – Tá ið eg byrjaði í poli- tikki, hugsaði eg ikki um, at tað er munur á kvinnum og monnum. Ikki fyrr enn eg fyri fyrstu ferð fór á ein politiskan fund fyri kvinn- ur, gjørdist eg greið yvir, at tað er ein munur á kynun- um. Kvinnur eru meiri samdar enn menn, hava lættari við at semjast, vit ynskja loysnir og gera tí neyðsemjur. Tvørtur um politisk mørk kunnu kvinn- ur kjakast og semjast um mál, í nógv størri mun enn menn. Verða fleiri kvinnur valdar inn á ting, rokni eg við, at tað verður lættari at finna semjur yvir floks- mark. Vit kvinnur halda ikki fast við okkara sjónar- mið bara fyri at halda fast. Hinvegin seta kvinnur høg krøv til sín sjálvs og tí eisini til aðrar kvinnur, kanska hægri enn menn seta sínámillum. Sagt verð- ur, at kvinnur leggja dent á tey bleytu virðini og menn á tey hørðu virðini. Í okkara flokki eru nógvir bleytir menn, tí har hava bleytu virðini mest at siga og tað eru tey sum halda okkum saman. Tað eru tey sjúku, gomlu, veiku og børnini, vit fyrst og fremst vilja ar- beiða fyri. Hetta er í sam- svari við tey kristnu virðini, sum vit seta í hásæti. Sjálv- stýrismál og vinnan koma í aðru røð, sigur Elin Tausen, sum hevur hug at leggja afturat, at hon hevur fingið góðan stuðul á politiskum fundum frá kvinnum úr øðrum flokkum. – Tað er ógvuliga styrkj- andi og uppbyggjandi at fáa stuðul frá øðrum kvinnum, tá ið eg eri so nýggj og óroynd í politikki, sigur Elin Tausen at enda í við- tali. Elin Norðberg Wenningsted Tausen, 28 ár, uppvaksin í Hvalba, búsitandi á Argj- um. Gift og tvey børn, sum eru 8 og 5 ár. Starvast sum handils- og skrivstovu- kvinna í VVS-Horninum, sum foreldur hennara eiga. Umframt er hon virkin í Evangeliihúsinum við sunnudagsskúla- arbeiði og øðrum. – Tað er sera strævið at vera virkin í politikki, serliga tá ein er mamma við smáum børnum. Tá er tað sera týdningarmikið, at maðurin eisini er áhugaður í valstríðnum, og stuðlar við at taka sær av børnum og heimi. Annars hevði tað als ikki borið til fyri meg at vera uppstillað og føra eitt virkið valstríð, sigur Elin Tausen Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12