fríggjadagur 26. apríl 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 79 - 26. apríl 2002
Nr. 79 - 26. apríl 2002
11
Trý valevni í Suður-
streymoy, sum hava
fingið politikk inn við
móðurmjólkini,
minnast aftur á at
vera barn hjá polit-
ikarum. Tey hava tað
felags, umframt sjálv
at vera valevni, at
fedrarnir allir sótu á
Løgtingi, í landsstýri
og á Fólkatingi
MINNIR
Edvard Joensen
Tórshavn: Hóast lønin var
lítil, og orðaskiftið mangan
bæði beiskt og persónligt,
valdu nøkur fólk at gerast
politikarar burturav. Tað var
mest av idealismu, halda
trý
politikarabørn
frá
fimmti- og sekstiárunum,
sum Sosialurin hitti í Havn
mikudagin.
Tey hava tað felags, Hild-
ur Patursson, Bergur Dam
og Elin Lindenskov, at øll
trý eru uppstillað til løg-
tingsvalið komandi. Men
meira enn so. Tey hava øll
átt og eiga pápar, sum hava
sitið á Løgtingi, í lands-
stýrinum og á Fólkatingi.
Ávikavist Erlend Paturs-
son, Petur Mohr Dam og
Jákup Lindenskov.
– Eg minnist væl, hvussu
fast tað tók at hoyra orða-
skiftið, tá tingmenn løgdu
pápa mín undir líkt og ólíkt.
Eg helt tað vera so ónæris-
ligt, og tað neit at sálini,
sigur Hildur Patursson,
sum fær viðhald frá Bergi
Dam, meðan Elin Linden-
skov, sum er eitt sindur
yngri enn hini bæði, ikki
minnist slíkar løtur.
– Kann vera, at tey tíggju
árini hava siviliserað før-
oyskar politikarar so mikið,
at tað ikki kom fyri, heldur
hon.
Nógv fólk
Tey bæði, Hildur og Berg-
ur, minnast nógv fólk
heima við hús. Nógv varð
tosað og dúgliga kjakast,
men ongantíð vita tey seg
hava hoyrt nakað persónligt
briksl heima, siga tey.
Elin har aftur í móti
minnist best til, at alt gekk
fyri seg í telefon, tá pápin
var
vorðin
landsstýris-
maður.
– Telefonin ringdi alla
tíðina, og vit báðar systr-
arnar vórðu settar at taka
hana. Eitt slag av telefon-
damum hjá pápa.
Einaferð, yngra systirin
tók telefonina, man hon
hava hildið, at nú var nóg
so ófriðaligt, tí hon svaraði,
at tað var jólatræið á Vagl-
inum.
– Tað var einastu ferð, eg
minnist pápa ordiliga illan,
sigur Elin. Vit fingu at vita
hart og týðuliga, at soleiðis
fór ein ikki við fólki.
Hildur greiðir frá, at
heima hjá teimum komu
floksfelagar Erlends, eins
og sera nógv annað fólk,
millum annað tí, at prent-
smiðjan hjá Fjúrtanda var í
sama húsi. So har var
rættiliga lívligt.
– Vøgguvísan var tann
gamla prentmaskinan, sum
slóg síni tungu sløg undir
høvdalagnum.
Eisini heima hjá Peturi
Mohr Dam á Tvøroyri kom
rættiliga nógv fólk, minnist
Bergur.
Sagt varð um elstu systr-
ina, greiðir hann frá, at tað
fyrsta, hon skuldi duga at
siga, var setningurin: »Dam
inni?«, sum var tað, øll hesi
fólkini, sum komu á gátt í
ymsum ørindum, spurdu, tá
latið varð upp.
Sosialur stovnur
Politikarin var beinleiðis
ein sosialur stovnur í teirri
tíðini, minnast tey aftur á.
Fólk komu í øllum møgu-
ligum ørindum, sum polit-
ikarin so royndi at hjálpa
teimum við.
Elin Lindenskov veit at
siga, at tað hevur hildið sær
rættiliga langt upp í tíðina,
tí sjálvt í hennara tíð sum
formaður í Sosialu Nevnd
Tórshavnar Býráðs, hevur
hon upplivað, at fólk líka-
sum hava væntað, at hon
skal hjálpa teimum, eins og
gjørt varð, tá pápin var
ungur politikari í sekstiár-
unum.
Jú, heldur Bergur, at
Petur Mohr Dam, eisini
meðan hann var løgmaður,
í stóran mun virkaði sum
sosialráðgevi hjá nógvum
fólki.
Hann veit um dømi, har
fólk hava heitt á Dam um at
hjálpa sær við heilt ítøkilig-
um smálutum so sum at fáa
skógvar upp á føturnar.
Og tey fingu svar, minn-
ist Bergur. Dam plagdi at
sita úti í Tinganesi og svara
brøvum persónliga. Bæði
áðrenn
arbeiðstíð
um
morgunin eins og seint út á
kvøldið.
Hjartað var stórt hjá
nógvum, veit Hildur Pat-
ursson at siga. Hon minnist
aftur á serliga ein tingmann
av bygd, sum plagdi at
koma til teirra. Maðurin var
fiskimaður og misti bein-
leiðis inntøku av at vera
tingmaður. Hevði nokk at
síggja til heima, men kom
kortini altíð við onkrum til
børnini hjá Erlendi, tá hann
regluliga vitjaði har, meðan
hann var í Havn í ting-
ørindum.
Happað
Fólk vóru viðhvørt bein-
leiðis órein, minnast tey
bæði Hildur og Bergur. Um
tað var av fávitsku ella við
vilja, er ikki til at siga, men
børnini hjá politikarunum
vórðu ofta beinleiðis happ-
að, tí pápin var tann, hann
var.
Hildur minnist, at úti í
Hornabø, har tey búðu, var
tað so galið, at tað vóru
børn, sum beinleiðis fingu
forboð at spæla á stykk-
inum hjá Erlendi. Tað
kundi vera farligt.
Bergur minnist aftur á, at
í skúlagarðinum var ikki
altíð líka stuttligt at vera
fluttur av Tvøroyri til
Havnar og vera sonur løg-
mans.
– Eg hevði nógvar bar-
dagar, áðrenn eg fekk sett
meg í respekt. Men tað,
sum verri var, var at tað
vóru summir lærarar, sum
vóru minst líka ringir sum
børnini.
Elin
hinvegin
kennir
einki til nakað sovorðið,
hóast onkur viðmerking er
fallin soleiðis av og á.
Vónirnar
Tey eru eitt sindur ójøvn á
máli um, hvørjar vónir
vórðu settar til teirra og
teirra politisku framtíð.
Tað er líkasum, at Bergur
er tann, sum hevur hoyrt
mest um, at hann skal vera
politikari, tí hann var
drongur. Tær báðar, Hildur
og Elin, vita líkasum ikki
av slíkum, hóast okkurt
hevur verið nevnt.
Bergur veit eina søgu at
siga frá, einaferð hann var
inni í einum húsi í Havn,
har spurt varð, um hann
skuldi vera næsti løgmað-
urin. Hann hevur tá verið
eini tíggju ára gamal ella
so, og svaraði rættiliga
knapt aftur, at tað verður so
ikki næstu ferð.
Tað var so mikið hvast,
sigur hann, at konan í
húsinum, sum fór at læa at
hesum, heilt ofta hevur
mint hann á tað aftur síðan.
Framtíðin
Øll eiga tey børn í ymsum
aldri, sum kortini eru po-
litiskt tilvitað, siga tey. Men
eingin teirra heldur, at
børnini skulu ávirkast til at
taka nakra politiska avgerð.
– Tað er ikki óhugsandi,
at tey fara at venda sama
veg sum foreldrini, men
ikki vist kortini, heldur
Hildur Patursson.
Bæði Bergur og Elin siga
hinvegin, at teirra børn
tykjast hava somu politisku
sannføring, sum tey sjálv
hava.
Hóast eingin teirra hevur
verið valdur á Løgting -
Hildur hevur tó í fleiri um-
førum sitið sum varalimur -
ætla tey ikki at gevast í
politikki
soleiðis.
Elin
Lindenskov er býráðlimurí
Havn, men hevur ongantíð
stillað upp til løgtingsval
áður.
Tey viðganga, at tað er
við ávísum spenningi, at
bíðað verður eftir upptelj-
ingini. Tí tað ger nú ikki tað
sama, um atkvøðutalið er
høgt ella lágt, siga tey.
Lítil løn og beiskt stríð
Elin Lindenskov, Bergur Dam og Hildur Patursson eru øll fødd inn í politikk og ætla at føra fedranna arv víðari
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
11
10