Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 79 - 26. apríl 2002 Nr. 79 - 26. apríl 2002 9 Studentaskúlanæmin gar eru fyri tað mesta tjóðveldisfólk. Hetta kann staðfestast eftir veljarafundin, sum næmingaráðið í studentaskúlanum skipaði fyri VELJARAKANNINGAR Stefan í Skorini Tjóðveldisflokkurin vann stórt, tá næmingarnir í Hoydølum skipaðu fyri valfundi í samkomuhøllini í Hoydølum týsdagin 23. apríl. Næmingarnir skip- aðu fyri veljarakanning áðrenn og aftaná fundin. Síðani vórðu úrslitini sam- anborin. Heili 42,4 prosent av næmingunum søgdu seg stuðla Tjóðveldisflokkin- um eftir veljarafundin. Kristina Háfoss, sum umboðaði Tjóðveldisflokk- in, megnaði enntá at økja um sína undirtøku undir fundinum. Áðrenn fundin fekk tjóðveldið 39,5 pro- sent, og hetta talið øktist við smáum trimum pro- sentum. Langt aftanfyri vóru fyrst Javnaðarflokkurin, síðani Sambandsflokkurin, Fólka- flokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Javnaðarflokkurin fekk eftir fundin 20,5 prosent. Hetta var góð fimm prosent eftir reyv, tí undan fund- inum søgdu 25,7 prosent seg stuðla Kristiani Magnussen og hansara flokki. Fólkaflokkurin, ið var umboðaður av Bjarna Djurholm, fekk undan fundinum 14,8 prosent. Aftaná fundin var stuðulin lopin uppá 17 prosent. Magni Laksafoss, sum var umboð fyri Sambands- flokkin, fekk bara 11,6 prosent eftir fundin. Áðrenn høvdu 15,7 prosent stuðlað flokkin. Miðflokkurin við Jón- finni Olsen tvífaldaði sína undirtøku frá 3,3 prosent til 6,7 prosent áðrenn og aftaná. Úrtøkan hjá Sjálvstýris- flokkinum var heldur solt- in. Bara 1,8 prosent søgdu seg stuðla elsta flokkinum í landinum. Áðrenn fundin fekk flokkurin 1 prosent. Viðmerkjast skal, at ikki allir næmingarnir, ið lut- tóku í kanningini, hava valrætt. 210 fólk vórðu spurd áðrenn fundin, og 224 vórðu spurd eftir fund- in. Tjóðveldið fremst í Hoydølum Kristina Háfoss fekk stóra undirtøku, tá hon var við á veljarafundi í Hoydølum RÚSEVNI Stefan í Skorini Í hesi vikuni fall enn ein dómur í stóra rúsevna- málinum. Ein 27 ára gamal maður fekk seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri keyp av ymiskum rúsandi evnum. Alt var tó til egið brúk. Maðurin er dømdur fyri at hava keypt 40 gramm av kokaini, góð 100 gramm av hassji og nøkur heilt fá gramm av amfetamini. Maðurin játtaði seg sekan í ákærunum, men hann hevur biðið um um- hugsunartíð, áðrenn hann ger av, um hann skýtur dómin inn fyri Landsrættin, ella um hann tekur við honum. Ákæruvaldið er nú farið undir at elta allar kundarnar hjá bakmonnunum í stóra rúsevnismálinum. Undir avhoyringum av løgregluni og í Føroya Rætti er tað komið fram, hvønn hesir ymsu menninir hava selt til. Hesir verða nú eisini drignir í rættin. Við at avgreiða hesi rætt- armálini savnar ákæru- valdið og løgreglan saman prógv ímóti tí einasta manninum, sum enn situr varðhaldsfongslaður í rús- evnismálinum – ein 35 ára gamal dani, ið hevur sitið avbyrgdur síðan 16. januar. Mánadagin verður aftur rættarfundur í rúsevnis- málinum. Tá verður ein 37 ára gamal maður ákærdur fyri keyp av rúsevnum til egið brúk. Ákæruvaldið savnar prógv Luttaka í heimsins størstu svimji- kapping SVIMJING Stefan í Skorini Havnar Svimjifelag hevur júst givið eitt blað út, sum nevnist Svimjiblaðið, og tað er sent í øll húsarhald í Føroyum. Her stendur m.a. at lesa, at fyrst í mai fara trý lið við svimjarum hjá HS at luttaka í eini stórari altjóða svimjikapping í Danmark. Hetta er fimta árið á rað, at henda kappingin verður hildin, og hon er nú heim- sins størsta. Teir tríggjar dagarnar kappingin er, skulu heili 798 heiðurs- merki handast. Svimjarar eru frá 10 ár- um og uppeftir, og teir kappast í átta aldursbólk um. Umleið 35 svimjarar fara úr Føroyum, og kappingin er frá 10. til 12. mai. Í blaðnum eru annars fleiri áhugaverdar greinar, sum varpa ljós á virksemi hjá svimjifelagnum í høv- uðsstaðnum. Hans Andreas Djurhuus, formaður í svimjifelagnum, sigur í blaðnum, at ungdóms- arbeiðið hjá felagnum er av alstórum týdningi fyri ungdómin, ið hevur sína dagligu gongd har. Tilfarið er fjølbroytt. Eldri svimjarar skriva um svimjing fyrr í tíðini og paraolympiskir vinnarar skriva um at seta sær mál. C M Y K 9 8 Tøkk Ein hjartans tøkk verður veitt tykkum øllum, sum á ymsan hátt hjálptu og fjálgaðu um okkum í stóru sorg okkara, tá ið høgt elskaða mamma, omma, systir og vermamma okkara Selma Seyer Hansen doyði og varð jarðað. Familjunnar vegna Anna-Elisabeth, Guðrun,Tina og Lillian