Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 79 - 26. apríl 2002 Nr. 79 - 26. apríl 2002 7 Fjarskiftiseftirlitið mælir í sínari árs- frágreiðing til, at sendinetið, sum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya nýta, verður boðin út at umsita FJARSKIFTI Heri á Rógvi Sendinetini hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya vera umsitin av Føroya Tele sum nú. Men hetta verður kanska broytt í framtíðini. Í teirra ársfrágreiðing stendur at lesa, at sendi- netið hjá hesum báðum stovnum verður boðið út. Soljóðandi stendur skrivað: – Sendinetini hjá ÚF og SVF verða í løtuni rikin av Føroya Tele, ið fær umleið 5. mio. kr fyri hesa uppgávuna til rakstur og íløgur. Fjar- skiftiseftirlitið metir at uppgávan at reka sendi- netini er av slíkum slag, ið eigur at verða boðin alment so onnur áhugaði kunnu fáa møguleika at gera seg galdandi. Í verandi støðu kann skipanin síggjast sum eitt slag av stuðli til Føroya Tele. Uppgávan at reka netini gevur ein stóran strategiskan fyri- mun av tí at tey fólkini, ið verða goldin av játt- anina eisini kunna brúk- ast til aðrar uppgávur. Landsstýrismanninum verður tilmælt at taka stig til at onnur feløg fáa høvi at bjóða uppá at reka uppgávuna heilt ella partvíst, skrivar altso Fjarskiftiseftirlitið í teirra árfrágreiðing. Fjarskiftiseftirlitið hevur ikki sjálvt heimild til at seta hetta í verk. Hendan leiklutin hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum. Sendinetið skal bjóðast út Sendinetið hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya skal útbjóðast, um tað stendur til Fjarskiftiseftirlitinum. Mynd: Jens Kristian Vang Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum. Mynd: Heri á Rógvi Føroya Tele hevur seinnu árini vunnið nógvar pengar burturúr nýggjum virðisøkjum, og tað verður framhaldandi hesin vegurin, ið fer at tryggja Føroya Tele størri marknaðarpart og størri yvirskot FJARSKIFTI Heri á Rógvi Í blaðnum í gjár stóð at lesa um part av einum fyrilestri, ið Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele, helt á KT- messuni, ið var 19. og 20. apríl. Í sínum fyrilestri víst Andras Róin eisini á nøkur tøl, ið vístu støðuna á fjarskiftismarknaðinum og serliga leiklutin hjá Føroya Tele. Meira GSM Myndin yvir marknaðar- økini hjá Føroya Tele sá einaferð soleiðis út, at so gott sum alt av virksem- inum og inntøkunum hjá fyritøkuni vóru frá fastnet – innanlands einans. 1990 var 82% av nettosøluni og býtinum fastnet. Hetta hevur broytt seg til 56% í 2000 og roknað verður við, at tað verður 27% í 2005. Útfrá hesum duga vit at síggja, at útviklingurin hevur verið heilt øgiligur. Eitt av teimum stóru hittun- um hjá Føroya Tele seinastu árini er fartelefon og serliga GSM. Vit frættu í sambandi við roknskapin hjá teimum, at inntøkurnar frá GSM bara í 2001 vóru um 70 milliónir kr., og hetta er ein av fremstu orsøkunum til, at Føroya Tele gevur eitt risayvirskot. Sum dømi kunnu vit nevna, at í mars mánaði 2002 vóru 27.594 GSM-felagar, og hetta er væl hægri enn talið av fastnet kundum. Í fjør fór talið av GSM kundum nevniliga uppum talið av fastnet kundum. Væntandi er, at hendan gongdin heldur fram, soleiðis at GSM parturin verður nógv størri enn. Gongdin er stutt sagt tann, at nýggj virðisøki skapa meirvirði hjá Føroya Tele, eins og væntandi eisini hjá øðrum fyritøkum. Í sínum fyrilestri segði Andras Róin, at teir støðugt arbeiða framímóti at betra seg og vinna meira á øðrum virðisøkjum enn tey, har teir sum nú gera seg galdandi. Eitt nú vinna teir rætti- liga nógvar pengar burturúr SMS. Tað vísir seg, at sjálvur minuttaksturin bert ein lutfalsliga lítil partur av inntøkunum í sambandi við GSM-økið. Knappar 20 milliónir sms vórðu send í fjør, og hetta hevur skap eitt munandi fyri Føroya Tele. Eisini Internet fyllir ein part av inntøkunum hjá Føroya Tele. ì 2000 var hetta 9%, og støðugt hava fleiri kundar lagt seg afturat sum Internet kundar. Føroya Tele hevur mist ein stóran part av sínum kundum við føstum Inter- net sambandi til aðrar veitarar. Ein partur, ið Føroya Tele enn ikki vinnur so ovur- honds stórar mongdir á, er Roaming. Hetta er í sam- bandi við GSM, har nýtarar úr øðrum londum hava teirra GSM-telefon við í onnur lond og nýta hana her. Eins og føroyingar nýta teirra GSM-telefon í øðrum londum. Andras Róin vísti á, at hjá eitt nú Telefonica í Spania koma helvtin av inntøkunum frá framm- anundan GSM-telefonum. Arbeitt verður framímóti at fáa fleiri virðisøki til Føroya Tele, og tað næsta verður væntandi fylgis- sveinasjónvarp. Føroya Tele: Nýggju virðisøkini skapa vinningin Stjórin fyri Føroya Tele, Andras Róin. Mynd: Jens Kristian Vang GSM er tað slagið av haldi, ið flestir føroyingar eru farnir at nýta, og tað er eisini á hesum økinum, at Føroya Tele vinnur hópin av peningi Hendan myndin vísr, hvørji virðisøki Føroya Tele metir fara at gera seg galdandi í framtíðini í mun til farin ár Vit mugu hava ríkis- rættarliga spurningin avgreiddan nú, so vit kunnu koma víðari, sigur Rasmus Nicla- sen, valevni Javn- aðarfloksins í Vágum LØGTINGSVAL Edvard Joensen Sørvági: Nú er tíð upp á at loysa ríkisrættarliga spurn- ingin, so vit kunnu koma víðari við politiska arbeið- inum, sigur javnaðar- valevnið í Sørvági, sum heldur, at vit bara tvaða í spurninginum um fullveldi ella samband. – Tað loysir ongan trupulleika at velja Sam- bands- ella Tjóðveldis- flokkin, sigur Rasmus Niclasen, tí teir báðir flokkarnir skapa bara størri polariseringar. Teir liggja og føra skotgravakríggj hvør móti øðrum og halda hvønn annan í skáki, með- an alt Føroya fólk stendur og bíðar eftir, at annar politikkur verður rikin. Tann politikkin hevur Javnaðarflokkurin eitt rættiliga gott boð uppá, vísir Rasmus Niclasen á. Javnaðarflokkurin hevur upskot um sjálvstýrislóg, sum gevur okkum allan tann avgerðarrætt, vit vilja hava, tá vit vilja hava hann. Tosað verður nógv um búskaparligt eins og politiskt frælsi. Tað er eingin ivi um, heldur Rasmus Niclasen, at øll vilja hava frælsi. Men ymiskar eru meiningarnar um, hvussu vit best fáa búskaparligt frælsi, sigur hann. Hann vísir á, at serliga ríkisveitingarnar spjaða í hesum kjakinum. Hann heldur, at vit eiga at frysta ríkisveitingarnar niður, so niðurskurðurin samsvarar búskaparvøkstri og infla- tión. Ábyrgd Rasmus Niclasen sigur, at hann skilir ikki grundgev- ingarnar hjá Tjóðveldis- flokkinum, tá hesin tosar um ábyrgd og ábyrgdar- fullan politikk. Eru tað aðrir flokkar, sum tosa um at gera nakað, verða teir skírdir ábyrgd- arleysir og at vilja tøma landskassan, meðan øll tey villu projektini, Tjóðveld- isflokkurin kemur við, verða søgd at vera ábyrgd- arfull. Javnaðarflokkurin hevur lagt fram eina vældoku- menteraða valskrá, har ítøkiliga mál um betran á almannaøkinum eru sett á. Tey fara at kosta 340 milliónir krónur netto í fýra ár. Tað skíra tjóðveldisfólk ábyrgdarleyst, samstundis, sum tey sjálv vilja skerja við 400 milliónum kom- andi valskeið. Verða tey so hildin upp fyri hesum, er standard- svarið, sum tey ivaleyst hava fingið innlært, at tey trúgva upp á føroyska verkamannin og fram- leiðslu. – Sum um tey hava eina- rætt upp á tað, sigur Ras- mus Niclasen og vísir á, at tað ger Javnaðarflokkurin eisini, samstundis sum hann eisini hevur virðing fyri teimum. Samgonguflokkarnir gjara við, at teir hava loyst ymisk mál í valskeiðnum, og so nevna teir eitt nú nýggjan Smyril, undirsjóv- artunnil undir Leirvíksfirði og miðnámsskúla í Suður- oy. – Tað er alt gott og væl. Men hasar íløgurnar kosta eina hálva milliard ella so, og teir hava onga fígging sett av til alt hatta. Tað skal eitt komandi landsstýri stríðast fyri at fíggja. Umframt er blokkurin skorin við einari millión um dagin komandi ár, sum ikki ger tað lættari at fíggja valagnið hjá hesi sam- gonguni, vísir Rasmus Niclasen á. Trivnaður í Vágum Tað verður nógv tosað um, hvønn týdning undirsjóvar- tunnilin fer at hava fyri Vágar, tá hann verður tikin í nýtslu. Rasmus Niclasen vísir á, at verður ikki farið skila- gott til verka, kann hann eisini fáa negativar fylgjur fyri oynna. Tí tað verður eisini koyrandi úr Vágum til ymsik tiltøk, sum hildin verða aðrastaðani. Tað eiga at verða skaptir møguleikar hjá fólki at búleikast í oynni eisini uttan fyri arbeiðstíð. Tað verður ofta hugsað um, at vinnulívið skal hava so góðar møguleikar sum gjørligt, og rætt er tað. Men Rasmus Niclasen heldur, at ofta verður í ov stóran mun fokusserað upp á arbeiðs- pláss heldur enn trivnaðin hjá fólki. Tað er ein sannroynd, at nógv fólk, sum er, ferðast av oynni til arbeiðis. Og hjá teimum merkir tað als einki, um tey eisini í fram- tíðini hava ein tíma til arbeiðis, um bara møgu- leikarnir eru til at brúka frítíðina heima. Hann heldur, at tað hevði verið ein skilagóð íløga at sett økisráðgevar, sum kunnu skapa møguleikar og seta í gongd tiltøk, sum kunnu koma bæði børnum, ungum og tilkomnum til góðar í skúla- og frítíðini. Somuleiðis eiga komm- unurnar at arbeiða fyri so góðum bústaðarmøguleik- um sum gjørligt, so fólk setast niður á bygdunum. Tað fer eisini at hjálpa upp á trýstið, sum verður á eitt nú Havnina, vísir hann á. Tey ungu fara enn sum áður at flyta av oynni, og eisini av landinum, til útbúgvingar. Men endmálið hjá myndugleikunum má vera, at tey minnast aftur á, hvussu gott tað var at vera í Vágum, soleiðis at tey fáa hug at koma aftur við eini loknari útbúgving, sigur Rasmus Niclasen, valevni Javnaðarfloksins í Vágum. Polarisering loysir ongan trupulleika Rasmus Niclasen heldur, at polariseringin, sum stendst av at hava sterkan Sambands- og Tjóðveldisflokk, bara leggur samfelagið lamið. Javnaðarflokkurin vil reka ítøkiliga politikk, sum fær okkum upp aftur úr skotgravunum, sigur hann Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6 Bil á valstaðið Veljarir, sum hava brúk fyri at verða koyrd á valstaðið, kunna ringja tlf. 310448 valdagin Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Marjus Dam Marjus Dam Vága Valdømi Tryggja v Tryggja vælfer lferðina, ina, útbyggja flogv tbyggja flogvøllin llin og skattal og skattalætta tta