leygardagur 23. desember 1961síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
Nr. 51 — blaðsíða 4
SOSIALURIN
Jólagávan ...
(Framhald frá 1. síðu)
mong harrans ár verið livandi kykt
at fingið har, tað hava fjandans
togararnir gjørt. — Men tað kundi
heldur eingin latið smádreingir farið
so langt út, nú dagurin er so stuttur,
hóast ljóst er í veðrinum og ikki av
tí kaldasta. Ey, nei, nei, jassar mín-
Ir.«
Síðan høvdu dreingirnir lurtað
eftir = útvarpinum, og veðurspáin
hevði hildið við hinum gamla. Og
nú stóða teir har búnir til útróðrar,
løgdu inn í båtin tvey snøri og nakr-
ar frystar sildir, sum teir høvdu
fingið í gjár frå íshússtjóranum. Teir
høvdu sagt við hann, at teir ætlaðu
at lata mammuna steikja tær, vita
um tær vóru etandi enn, aftaná at
hava ligið har síðan í summar.
Tá teir høvdu lagt inn, loystu teir
bátin, lyntu og tóku skorðurnar
undan og fingu teir hann lagaliga á
glið, tí at eitt sindur bratt var oman
í fjøruna og teir vóru vanir við at
draga, vitstu at seta knøini inn und-
ir og halda eftir. so at hann ikki
skuldi fara á strok og ikki falla á
liðina. Tá teir høvdu fingið bátin
oman í sjóvarmálan, løgdu teir lunn-
arnar nidan frå, flotaðu og løgdu út
árar. Tá teir vóru komnir út úr vík-
ini. hildu teir uteftir, leyst við høvd-
an har úti á syðru síðu á fjørðinum.
Dreingirnir itu Torkil og Bjarni.
Torkil var trettan ár og Bjarni
ellivu. Tórstein, faðir teirra, hevði
verið formaður á motorbåtinum
Treysta, ið hevði verið útgjørdur
haðani úr bygdini. Hann var tiltikin,
bæði fyri sjómannsskap og fiski-
eydnu, hevði mangan brattan farið
um vetrarnar, men ongantíð verið
fyri óhappi. Men so eina ferðina í
bardagaárunum, var Tórsstein farin
til útróðrar ein góðveðursdag í juni
mánaða og spurdist ikki aftur.
Veðrið var hitt sama, men bátar,
sum høvdu verið um somu leiðir.
høvdu hoyrt nógv skot, og ein teirra |
fann línustamp. ið merktur var
Treysti. Stampurin var gataður av
glødandi — kúlusplindrum.
kavbåtur hevdi beint fyri monnunum
við spreingikúlum og sekt Treysta
at botni.
„ Tað var blikalogn, men kortini
kendu dreingirnir sum ískaldan
gjóstur um seg, har sum teir róðu út
eftir fjórðinum inni í skugga fjall-
sins. Til vinstru handar var Høvdin
- sum ein svartur heysur á einum
risastórum dýri, sum lá
labbarnar, men longur yviri á fjørð-
inum kastaði mánin eins og glitrandi
sand niður á sjógvin, Láítli Bjarni
leit yvir móti Høvdanum. = Haðani
hoyrdist trøllsligt dun. Tað var eins
og dýrið murradi i svøvni, og lítli
Bjarni krýkti seg í herðunum.
>Rógv ikki so hart,« segði Torkil
ráðuliga við bróður sín. >Tú moðir
teg út. Eg haldi, tað gongur væl, og
vit hava góða tíð. Fiskurin tekur
neyvan fyrr enn í lýsingini, kenni eg |
hann rætt.« Torkil spýtti yvir á
sjógv millum tenninar og legði so
aftrat: >Somikið skuldi ein vitad!«
Bjarni segði einki, og teir róðu
tigandi eina lotu. So segði Torkil
hovliga, men við týðuligum fjáltri á
málinum:
»Hvat man mamma fara at siga?«
»Vituliga verður hon hjartkipt,
men tað verður hvussu tað kann.
»Ja—ja, so er hetta roynt,« segði
Torkil ráðuliga og streyk sær um
nøsina við vattabakinum, sum
menninir vóru vanir at gera, tá teir
stóðu vinnuleysir undir bryggjuhús-
unum og talaðu um tíðirnar og
Týskur |
fram á |
sjey til fjårtan favnar uppi á ti
| grunna nest åtjan, her nordan
vinnuloysið. »Meg droymdi, skal eg
siga tær, beint áðrenn eg vaknaði, at
eg glímdist við eina gentu. Tað átti
at verið fyri veiðu, vildi eg hildið,
og tann sum nú kundi komið aftur
at landi við sjófestum báti, gamlil«
Bjarni rykti andan til sín og stakk
úr stað á bekkinum, men hann tagdi |
sum áður.
Nú var so illa vorðið, at trygging-
arpeningurin, sum móðir hevdi fing-
ið, var uppi; mesti parturin var far-
in fyri skuld uppá húsini. Fiskaar-
beiði hevði einki verið nú í seinast-
uni. Mamman skyldaði í keypfelag-
num og helt, at hon alls ikki kundi
biðja um meira har. Hon hevði tal-
að við dreingirnar um hetta nú í
fyrradagin, sagt við teir, at hon einki
gott kundi gera teimum til jóla, teir
skuldu ikki vænta sær nakran ser-
stakan høgtidsmat. Men hon vænt-
aði tað av teimum, at teir tóku tað
sum tað nú var. Eftir nýár mundu
bátarnir fara at rógva út — og nýtt
bráðfrystihús verða tikid i brúk, og
tå fekst nógv og væl lønad arbeiði,
… Nú var Torlaksmessuaftan og so
hevði Bjarni funnið uppá, at teir
skuldu stokka út í Hovdadjúpið. Í
summar høvdu teir vidhvørt selt fyri
einar tjúgu krónur, og móðir teirra
hevði rósað teimum fyri dugnan.
Men Torkil segði, at tað var hvort
sitt, Jóansoka og Torlaksmessa.
Hetta var bara vitloysi og barna-
skapur av Bjarna, eingin fiskur í
Djúpinum og alt veður kundi koma í
á teir. Men Bjarni hevði hildið seg |
til tað, sum gamli Jákup hevði so ;
ofta sagt teimum frá um vetrarfiski- ;
skap í Høvdadypi — og veðrið, — ;
tað kundi eisini halda sær um vetur- 4
in. Hugsa sær, at koma aftur at ;
landi við nøkrum hundrað pundum |
av havtoski! Og endin varð so tann, |
at Torkil eisini fekk hug at royna |
tað. við tað, at útvarpið og gamli |
Jákup søgdu tað sama um veðrið. |
Tað lýsti. tá dreingirnir hildu seg |
vera komnar út i Høvdadjup. Teir |
løgdu árarnar inn og tóku til snør- |
ini. Teir høvdu ongatíð kastað har |
áður, og Torkil segði:
»Tad er best, at eg skamti dýpið |
fyrst. Tað eigur at vera tretivu
fjøriti favna dýni í sjálvum |
Djúpinum. men ikki meira enn frá |
av Bláfelli. Gamli Jákup segði mær
frå tí einaferð í heyst.«
Hann loysti av súluni, tók eina
sild og skar sær agn, tók so ongulin, |
sum hann hevði blankað væl kvøld-
ið fyri, og egndi. Síðan kastaði hann
og lat ræsa at botni. Hann stóð har
TORSHAVN tlf. 1350
ÉÉ[[[[[[ AAA AA AA Af [Af ff [ff [ [ [ff [f[ [ff [[[[ [ [ff [ff [[————=——o——u—
mitt i båtinum og lat snørid renna
igjøgnum krepta hondina, langur og
klæntrasligur. Hann var ljósleittur
og hevði góðsligt yvirbrá. Bjarni sat
á toftubekki. Hann var lágur og
samanrikin, dimmari í hári og hør-
und enn bróðurin, men reinholdað-
ur eins og hann. Hann var brúna-
tyngri og álvarsamari í andliti og í
eygnabránum var dulkend glóð, men
úr eygum Torkils skein ivrigt ótol.
So við eitt helt snørid uppat at
renna.
»Fjøriti favnar,« segði
»Mitt í sjálvari kulluni.«
heimtaði og fór sidan at fíla.
Bjarni legði seg út á stokkin og
stardi niður í sjógvin, eins og hann
vildi fáa sær eyga á fiskin har niðri
í dýpinum. Tórkil fílaði og heimtaði
til skiftis uttan at verða varður við
nakað livandi og brátt kom vón-
loysisbrá í andlitið á honum. Hann
helt fyri:
»Eydvitad
kykt.«
»Vit royna at førka okkum nordur
í hellingina. Gamli Kolbein segði,
at har kundi bragda, um hann íkki
kendist niðri í sjålvum djåpinum.«
Og Bjarni legði seg afturá og setti
fótur í bekk.
Torkil dró upp, hugdi at agninum
og leit út á sjógv. So segði hann
hvattliga:
»Hetta man vera nógmikið. Djúp-
ið er ikki víðari enn ein lítil hylur.«
Bjarni legði inn og loysti snørid
upp. meðan Torkil kastaði. So leit
hann at bróður; sínum og segði fá-
mæltur:
Torkil.
Hann
fáa vit ikki livandi
NJ
VW
Je A
8/0
= =
>
3 stk. Cannon Zoom 8
mm optager a kr. 1095 —
11] sk Eumig C 3 m
8 mm optager a kr. 895—
| 4 stk. Eumig C 5 zoom
8 mm optager a kr. 1275.——
15 selvbærende perle-
skærme m fod
130/130 a kr. 142,50
8 do 100/100 a kr. 112.50
30 smalfilms perleskærm
ca. 45/60 a kr, 30.—
11 Cornet L elektron-
Blits a kr, 248.—
CALLES FOTO
INNLÁN
við 3 mánaða uppsøgn
BANKABÓK
KEKK-KONTO
23. desember 1961
»Vit skulu biðja Gud geva okkum
fisk, um vit kortini longu hava bið-
ið, bæði í gjårkvøldid og í morgun.«
| Torkil skeitti yvir at bróður; sín-
um, so segði hann lágmæltur:
Tað ger einki at ronya tað.“
yTað er einki at royna. Vit skulu
bara trúgva tí, at hann gevur okkum
fiskin. Eg ætli mær beint at biðja
hann — ikki innantanna, men so at
tað hoyrist.< Og lítli Bjarni tók
húgvuna av og bað: Góði Gud, —
gev okkum nú nógvan fisk í dag, so
at mamma okkara kann verða hjálp-
in. Tú ger hetta fyri okkum, um vit
kortini ofta hava verið ódælir og
vidhvørt eisini bannað, ja. pg
hóast vit hava sníkt okkum til sjós,
men tað máttu vit gera, sum tú
sjálvur veit.< Hann steðgaði á, iv-
andi, so legði hann aftrat: >Vit
skulu royna, — eg sigi, vit skulu
royna, at vera góðir dreingir ......
Amenn!<
So setti hann húgvuna aftur á
høvdid, egndi seg og kastaði, og
Torkil, sum eisini hevði tíkið av sær
húgvuna og hevdj sitid stillur, med-
an lítli Bjarni bað, setti nú húgvuna
aftur á høvdid, heimtaði og fílaði
av góðum huga. Hann kendi við tað
sama, bregaði við og fór at draga:
»Hål6, hålé!l« rópaði hann og
veipaði øgiliga meðan hann dró.
Bjarni knikkaði við høvdinum:
»Har sært tú, um tað gjørdi nak-
að at biðja hann!< Bjarni heimtaði
og spurdi so: >Er hann stórur —
heldur tú?<
»Ja g6din, — bæði vænur og
vakstraligur. Hann setur nógv á. —
SÆRTILBUD
i FOTOGAVER:
148 spoler Hi-Fi tone-
bånd 7/1800
540 meter a kr, 2950
800 sort/hvid 24/36
film 15 din a kr. 4.50
4 Agfa CP 35 projektor
300 W m blæser m/kuf-
fert og lampe a kr. 295.85
Den nye Eumig 8 mm
gengiver m/Zoomlinse
kan leveres fra lager kr. 648.—
med tone kr. 748.00
JULEGAVER FRA 98 ØRE HOS
Godthåbsvej 64,
København F.
Setið avlopspeningin í BANKAN
ar stendur hann fryggur, og har gevur hann rentu
4% pro anno
314% pro anno
2% pro anno
Ynskja tygum hægri rentu, kunnu tygum i bankanum keypa lånsbræv
við løgtings- ella rikiskassaåbyrgd við umleið 7 % rentu.
ÚTBANKAR:
Í Eysturoy: Runavík,
Fuglafirði,
Lorvík,
| Skála,
í Norðoyum Klakksvík,
tif. 7227 í Suðuroy:
tif. 64
tlf. 7 í
iv :
tlf. 7053 ede
tlf. 5274
Tvøroyri, tif, 32
Hvalba tlf. 39
Vági, tif. 130
Miðvági, tlf. 7
Sandavågi tif. 108
Sørvågi tlf. 88