fríggjadagur 26. apríl 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 79 - 26. apríl 2002
Nr. 79 - 26. apríl 2002
21
Karl Johansen er for-
maður í valstýrinum í
Klaksvík. Uppgávan
hjá valstýrinum er at
syrgja fyri, at alt
gongur rætt fyri seg í
valhølunum sjálvan
valdagin, og longu nú
eru fyrireikingarnar
væl í gongd
LØGTINGSVAL
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Hetta er næstu
ferð, at Karl Johansen situr
sum formaður í valstýrin-
um í Klaksvík, meðan løg-
tingsval er. Harafturat hava
tvey býráðsval og tvey
fólkatingsval verið í hans-
ara formanstíð, so hetta er
ikki nakað ókent fyri hann.
Ein valnevnd er fyri allar
Norðoyggjar, og undir hesi
valnevnd eru so ymisk stýri
fyri hvørt valhøli. Í hesum
stýri sita 5 fólk, og teirra
uppgáva er at skipa fyri, at
alt fer rætt fram í valhølin-
um sjálvan valdagin.
Nógvar fyrireikingar
Karl Johansen greiðir frá,
at nógvar fyrireikingar eru
upp undir eitt val. 14 dagar
áðrenn sjálvt valið fer val-
stýrið í gongd við allar fyri-
reikingarnar, og eina viku
áðrenn valdagin byrja tey at
koyra brævatkvøður út til
øll tey, sum á einhvønn hátt
ikki sjálvi klára at møta upp
á valstaðnum.
Hesi fólk siga sjálvi frá,
og so verða brævatkvøð-
urnar koyrdar út til teirra av
valstýrinum.
Karl greiðir frá, at talan
her sum oftast er um sjúk
ella gomul fólk, sum ikki
eru gongufør.
Kvøldið áðrenn sjálvt
valið hittist alt valstýrið, og
brævatkvøðurnar
verða
gjøgnumgingnar. Tey fólk-
ini, ið hava atkvøtt gjøgn-
um brævatkvøðu, verða
somuleiðis koyrd av vallist-
anum fyri Norðoyggjar.
Hetta verður gjørt, soleiðis
at tey sjálvan valdagin ikki
kunnu koma inn í valhølini
og atkvøða enn eina ferð.
Langur dagur
Sjálvan valdagin hittast tey
aftur í valhølinum klokkan
09.00 á morgni. Tá hava tey
ein tíma til at gjøgnum-
ganga alt hølið fyri at
kanna, um alt nú er, sum
tað eigur at vera, og klokk-
an 10.00 lata tey dyrnar
upp.
Fyri framman stendur nú
ein langur og til tíðir stræv-
in dagur, har tey allatíðina
eru stødd inni í valhølinum
fyri at syrgja fyri, at alt
gongur rætt fyri seg.
Afturat sær hava tey oft-
ani nøkur hjálparfólk, sum
hjálpa til á ymsan hátt.
Umleið klokkan 20.00
skuldu allir veljararnir helst
havt avgreitt sína atkvøðu,
og valstýrið kann nú lata
dyrnar aftur.
Nú byrjar tann langa og
drúgva uppteljingin av øll-
um atkvøðunum, men sum
oftast gongur hetta eisini
bæði skjótt og væl.
Tá val var seinast, var
uppteljingin liðug longu
klokkan 22.00, og valstýrið
kundi sleppa til hús eftir ein
langan dag.
Ein langur dagur
Komandi týsdag
skulu allir
klaksvíkingar inn í
KÍ-høllina at
atkvøða um, hvør
skal sita við
landsins stýri
Frisørstovan Salong
Afrodite merkir ikki
so nógv til valfepurin,
sum herjar í býnum
hesar dagarnar
LØGTINGSVAL
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Joan Baldvins-
dóttir, sum eigur og rekur
Salong Afrodite, heldur
ikki, at valfepurin merkist
so nógv í arbeiðsdegnum
hjá henni.
– Kundin kemur inn her
fyri at slappa av, og ikki
fyri at tosa um politikk,
sigur Joan.
Onkuntíð hevur hon tó
sett onkrum onkran spurn-
ingin viðvíkjandi komandi
løgtingsvalinum,
men
áhugin er ikki so stórur fyri
at koma inn á tað politiska
tosið.
– Viðhvørt hava kund-
arnir tó onkra viðmerking
til ymiskt, sum verður sagt
í útvarpinum, men meir
enn tað merkja vit ikki,
greiðir Joan frá.
Joan sigur annars, at tey
ungu sum heild als ongan
áhuga hava fyri løgtings-
valinum. Tey virka meir
líkaglað.
Joan heldur eisini, at
mannfólkini vísa seg at
hava størri áhuga fyri tí
politiska
orðaskiftinum,
sum er í hesum døgum. Teir
mannligu kundarnir kunnu
onkuntíð tosa eitt sindur
aftur og fram um onkur
politisk evni, meðan kvinn-
urnar heldur vilja tosa um
okkurt annað.
Sjálvt hevur Joan tikið
støðu til, hvønn flokk hon
skal velja. Men enn veit
hon ikki, hvør persónur
sleppur avstað við júst
hennara atkvøðu.
Klaksvíkin er sum so
nógv onnur pláss í
Føroyum merkt av
politikki hesar dag-
arnar. Á arbeiðspláss-
um verður tosað um
politikk í kaffipaus-
unum, og á gongu-
breytini verða mein-
ingar um øll tey ymsu
valevnini havd á lofti.
Sosialurin hevur
verið ein túr í býnum
og máta valfepurin á
staðnum
FÓLK Á GØTUNI
Ragnhild Ellingsgaard
Jórun Mørkøre, bakari
– Her merkja vit í øllum
førum nógv til valfepurin.
Men tað er mest inni á
sjálvum bakarínum, ikki í
handlinum.
Arbeiðsfólkini her um-
boða bæði Sambandsflokk-
in, Tjóðveldisflokkin og
Fólkaflokkin, og vit ganga
øll og mala um beinini hjá
hvør øðrum við ymsum
meiningum. Hetta skapar
sjálvandi stórar og harðar
diskutiónir, men tó eru vit
ongantíð farin til hendurs
enn, sigur hon skemtandi.
– Men sum heild haldi
eg, at stórur áhugi er fyri
valinum í ár. Sjálv havi eg
ikki tikið endaliga støðu til,
hvønn eg skal velja. Men
tað fer so ikki at hava nakað
við loysing at gera.
Óli Biskopstø, starvast hjá
F.K.
– Valfepurin
merkist
onkrastaðni, kanska serliga
á arbeiðsplássunum. Á
mínum
arbeiðsplássi
verður øgiliga nógv tosað
um øll møgulig evni, men
tað eru mest tey tilkomnu,
sum siga nakað.
Tey ungu tosa ikki so
nógv, men hava hóast tað
ein áhuga fyri politikkun-
um.
– Sjálvur havi eg avgjørt,
hvør fer avstað við mínari
atkvøðu. Men tað ætli eg
mær ikki út við her.
Gudny
Benjaminsdóttir,
skrivstovukvinna
– Eg merki ein stóran
valfepur her á arbeiðspláss-
inum. Vit eru øll sera ymisk
og hava øll okkara meining,
so nógv verður kjakast
aftur og fram í pausunum.
Eisini í býnum merkir
man nógv til valfepurin,
fólk hava nógv størri áhuga
í løgtingsvalinum nú enn
seinast.
– Sjálv havi eg fyri lang-
ari tíð avgjørt, hvør fær
mína atkvøðu, og hesu av-
gerð haldi eg fast við.
Óla Hans Bisopstø, lærari
– Á arbeiðsplássinum
verður alla tíðina tosa um
politikk, og serliga verður
tosað um allar teir ymsu
flokkarnar. Tað eru mest
mannfólki, sum tosa harð-
ast, kvinnurnar eru meiri
friðarligar.
– Løgtingsvalið í ár er
øgilliga spennandi, og eg
havi fyri langari tíð síðani
avgjørt, hvønn eg fari at
velja.
Valfepur í Klaksvík
Gudny Benjaminsdóttir
Jórun Mørkøre
Óla Hans Biskopstø
Óli Biskopstø
Salong Afrodite:
Kundin vil slappa av
– ikki tosa um politikk
– Kundin kemur inn í Salong Afrodite fyri at slappa av heldur
enn at tosa um politikk, heldur Joan Baldvinsson, sum eigur
og rekur frisørstovuna
Tann komandi
mánaðan fer Brandur
Enni á eina konsert-
ferð í Føroyum
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Brandur hevur ikki ligið á
latu síðuni, eftir at hann gav
út fløguna »Waiting in the
Moonligt«. Í løtuni fyri-
reikar hann saman við øðr-
um eina stóra konsertferð,
sum byrjar í komandi mán-
aða.
Nógvar effektir
Brandur kemur sjálvandi
sjálvur at luttaka á hesum
konsertum, men saman við
honum á pallinum verða
eisini dansigentir og kór-
sangarar.
Dansigenturnar eru tær
somu, sum eisini vóru við
til konsertina í Norður-
landahúsinum og á sjón-
bandalagnum, sum varð
framleitt í sambandi við
fløguútgávuna.
Men kórsangararnir eru
hesu ferð nýggir. Talan er
um ungar sangarar, sum eru
valdir út til bert hesar
konsertirnar.
Harafturat verður stórur
dentur lagdur á framførsl-
una á pallinum, og hetta
verður eisini gjørt við eini
rúgvu av effektum av yms-
um slag.
Frá fyrireikarunum frætta
við, at talan bæði er um
ljós-, ljóð- og roykeffektir,
og eisini verður tær sokall-
aðu íseffektirnar tiknar í
nýtslu.
Nógv verður eisini lagt í
sjálva pallsetanina, so talan
er um eina konsert, har tú
bæði fært nakað til eygu og
oyru.
Konsertirnar byrja klokk-
an 21.00 á kvøldi, og enda
einaferð áðrenn midnátt.
Skipað verður konsertum
á hesum støðum:
17. mai á Kambsdali
20. mai á Tvøroyri
24. mai í Tórshavn
Brandur uttanlands
Samstundis, sum Brandur
saman við hansara fólkum,
arbeiðir við fyrireikingum
til konsertferðina, so hava
tey ta síðstu tíðina eisini
gjørt nakað av arbeiði utt-
anlands.
– Serliga í Íslandi hava
vit merkt ein stóran áhuga
fyri Brandi, sigur Steintór
Ramsussen, samskipari.
Talan er eisini um, at
Brandur møguliga skal
hava onkra framførslu í
Reykjavík á sjálvum tjóðar-
degnum hjá Íslandi tann 17.
juli.
– Okkara fyrsta mál er at
røkja heimamarknaðin í
Føroyum, og síðani at
royna at sláa ígjøgnum í Ís-
landi. Eftir hetta eru ætlan-
irnar so at kunna fara enn
longur, greiðir Steintór frá.
Men hóast Ísland er fyrsta
málið, so er arbeiðið í øðr-
um londum longu byrjað.
– Millum annað hava vit
verið í Danmark nakrar
ferðir, har vit royna at fáa
Brand eitt sindur fram, men
slíkt arbeiði tekur langa tíð,
sigur Steintór Rasmussen.
Hann greiðir eisini frá, at í
løtuni verða fleiri nýggir
sangir skrivaðir, sum síðan
skulu útgevast á eini nýggj-
ari fløgu, sum serliga vend-
ir sær til tann útlendska
marknaðin.
– »Waiting in the Moon-
light« er framleidd serliga
til tann føroyska og tann
íslendska marknaðin, og tí
er tann næsta fløgan eitt sig
víðari á leiðini. Fyri at
kunna røkka tí útlendska
marknaðinum mugu vit
eisini hava eina meir al-
tjóða fløgu við í skjáttuni,
greiðir Steintór frá.
Men sum vit skilja, so
hevur Steintór saman við
øðrum longu havt samband
við donsk plátufeløg og
onnur,
sum
hava
víst
Brandi áhuga. So møguliga
fer okkurt spennandi at
spyrjast eisini burtur úr
hesum.
Nýtt sjónband
Í løtuni verður síðsta hond
løgd á sjónbandalagið, sum
varð framleitt í samband
við fløguútgávuna.
Hetta sjónbandalag verð-
ur nú framleitt eisini til
tann útlendska marknaðin,
soleiðis at Brandur ikki
bert hevur fløguna at bjóða
fram.
Harafturat eru fyrireik-
ingar eisini farnar í gongd
við framleiðingina av ein-
um nýggjum sjónbandi.
Hetta sjónband inniheld-
ur upptøkur av Brandi
gjøgnum langa tíð, og skal
skipast sum eitt slag av
dokumentarfilmi um hend-
an unga og evnaríka drong-
in av Tvøroyri.
Nýggja sjónbandi verður
framleitt sum eitt slag av
sjónvarpssending, men ætl-
anin er, at tað eisini skal
fáast til keyps einaferð í
summar.
Brandur á konsertferð í Føroyum
Hóast nakrar vikur
longu eru farnar,
síðan Brandur gav
út fløguna
»Waiting in the
Moonlight«, so
gongur sølan enn
sum heitt breyð
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Frá 3’arinum í Havn
frætta vit, at stórur eftir-
spurningur hevur verið
eftir fløguni hjá Brandi,
og longu nú hava teir
selt yvir 1.000 eintøk av
»Waiting in the Moon-
light«.
Hóast hetta er væl
megnað, so er hetta er
ikki eindømi í føroyskari
tónleikasøgu. Aðrar før-
oyskar tónleikaútgávur
hava fyrr selt eins nógv,
men tó er tað ikki ofta,
at slíkur eftirspurningur
er eftir eini ávísari fløgu
í so langa tíð.
Tó er 3’arin ikki tann
einasti, ið kann bjóða
kundum sínum eitt ein-
tak av »Waiting in the
Moonlight«.
Fløgan verður eisini
seld aðrastaðni, og sum
vit skilja, eru longu nú
tilsamans seld eini 1.800
eintøk av fløguni ymsa-
staðni í landinum.
Fløgan inniheldur 14
sangir, harav 6 eru skriv-
aðir á føroyskum, og
hinir 8 á enskum máli.
Fløgan gongur
sum heitt breyð
– »mWaiting in the Moon-
light« er framleidd serliga til
tann føroyska og tann
íslendska marknaðin, og tí er
tann næsta fløgan eitt sig
víðari á leiðini. Fyri at
kunna røkka tí útlendska
marknaðinum mugu vit
eisini hava eina meir altjóða
fløgu við í skjáttuni, sigur
Steintór
C
M
Y
K
21
20