Sosialurinarkiv
Sosialurin 1962-04-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 1962síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 20 Studentaskúlin Upptøkuroynd til 1. realflokk verður fríggjadagin 1. og leygardain 2. juni. Næmingarnir skulu móta báðar dagarnar kl. 8 í skúlabarakkini í Jónas Brøncksgøtu og hava skriviambod við. Tey, ið ætla sær at taka lut í hesi roynd, verða biðin um at senda skúlanum innmelding saman við dópsseðli so skjótt sum til ber og í seinasta lagi 25. mai. Tey, id ynskja at verda upptikin i 1. stundentaflokk, mugu boða frá innan 30. juni og senda skúlanum váttaða avskrift av próvtókuúrsliti. Boðað verður frá sum skjótast, hvør upptikin er. Bygdadreingir, sum ynskja at búgva á kostdeildini, kunnu senda umsókn um hetta saman við innmeldingini. CHR. HARALDSEN fáast hjá Maria Poulsen 2000 — 2001 HALDIÐ SOSIALIN FÆRØSK MARGARINE Vita No I VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Hedin Bru: LEIKUM FAGURT … 7 at henni. Hann fekk eisini at vita, hvør hon var, at hon seym- aði fyri fólk, búði einsamøll og átti hesi Ausini, »Tygum hava kanska verið í brúdleypi?< hættar hon sær at spyrja. Nei, hann hevði verið til skrúðgongu. — Tað hevur ivaleyst verið nakað ódligt. »Var genta tygara vid?« noyðir hon seg at spyrja og hyggur niður. Nei, hann hevði onga gentu. Tá lætnaði fyri bringuni. Hon reisir seg upp og gongur nakrar ferðir runt í stovuni. Tey brúnu eyguni elta, hanga í henni, hvussu hon vendir sær. Hon sær tað, kennir tað á sær, hevur bestan hugin at krógva seg, leypa út í regnið og gráta. Men hon mannar seg upp, setur seg aftur við borðið og starir aftur ímóti. Tá slær klokkan try, og hann fer á fótur. »Nei, eg eri óður at sita og halda fólki uppi,« biður farvæl og takkar fyri seg. Hann rættir henni hondina. Hon heldur eitt sindur longri enn neyðugt er, hyggur bert upp á hann, fær ikki orðið upp. Hann stendur eisini tigandi og hyggur, sigur heldur einki. Regn- ið glymur á takið, og vindurin tekur í húsini. »Fara tygum mú?< spyr hon målveik, »tad er so illsligt úti og miðjan nátt. Hví verða tygum ikki heldur her?« Tað sortn- aði fyri eygunum, og knøinj viknadu, men hon roynir at herða seg í huga. Og tað eydnast, hon fær orðini søgd. Harn stødgar á, trýstir fastari á hondina. Jú, hann er fegin við at verða, takkar fyri beinasemið og setur seg aftur. Tað fyrsta nosið er av. Elsba fellur tungt aftur í stólin og tivar. Tøgn eina løtu. Kafiíkannan kókar gloymd á ovninum. Regnið glymur á, og klokkan á bróstinum hongur og tægar fjórða tíma surdur. »Tygum eru sunnaneftir,« heldur Elsba. >Ég havi kunningar ILL —— SOSTALURIN 28. april 1962 GROT OG SKERVUR Øl, vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til AGE, : Grót eg skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta gråt ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA | TRYGGINGARSAMBANDIÐ Føroya Kríggstrygging. telf. 1090 Føroya Sjóvátrygging ... teif. 1090 Føroya Brunatrygging.. telf. 1098 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721 Vit trygsja Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Froðbiar sóknar Javnaðarfelag heldur aðalfund hin 1. mai kl. 6 á kveldi. — Til umrødu: 1. Framløga av grannskoðaðum roknskapi. 2. Val av stjórn, tiltaksmonnum og grannskoðarum. 3. Ymist. STJÓRNIN Í samband við aðalfundin verður borðhald á Hotel Tvør- oyri. Listar til tekningar liggja frammi hjá Erik Johansen og Sofus Joen“-::, Sevmyri, í tubbakshandlinum hjá Óla Nolsøe og hjá Jóannis Hentze, Trongisvági. Kostnaðurin, 6 kr., verður goldin við tekningina. STJÓRNIN 8 har um leiðir frá ferðum, eg havi verid.« Tekur eina mynda- bók av borðinum og setur seg undir liðina á honum. »Fg eigi myndir hadani.« Tey blaða og finna felags kunningar. Mangan nógv fólk uppí á smáum myndum — ilt at síggja. Tað má hyggjast nær. Hon kennir hitan av honum, kennir kimnarnar bera saman. Hann tekur um hana og lyftir hana upp á fangið. Tá letur hon eyguni aftur, og tað er fyri henni mest sum tey, ið deyð eru frá henni, eru aftur her í stovuni, eru við henni í tí, sum hendir — luttakandi, livsøkin. — Kaffikannan kókar tóm, klokkan tægar tímarnar. Tey sita. Heit orð fara ímillum. Togn. Djúpur friður og hvíld. Hon tekur hondina á honum og hyggur at henni — reyð, lubbut, við stuttum fingrum. Í gripinum er eitt húðaleyst stað, sum sveitkar brunavatn. >Tú hevur skurslað teg. Lat meg binda um.« Nei, hetta var ikki skurls. Hann hevði borið flaggið í skrúð- gonguni, hevdi fingið bløðru, og nú var hon farin av. Tað var eingin rættulig stong undir flagginum, høvdu bert neglt tað upp á eina brotna ár. Kantarnir høvdu notið so fast í gripið. »Skal tú í skúla í morgin?« spyr hon. Jú, hann skuldi. »So er best at fara til songar. Eg skal eisini seyma, tá ið dagurin kemur aftur. ) ) 9)