fríggjadagur 26. apríl 2002síða 22
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
C
M
Y
K
42
10
Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002
Babba vaskar upp, babba
vaskar klædir, babba vaskar
gólv, babba ger mat, babba
seymar gardinir.... Hesum
kunnu svensk børn breggja
sær meira av enn onnur børn í
heiminum, tí sambært altjóða
kanningum eru teir svensku
páparnir verðinsmeistarar í at
taka eina hond í har heima.
Herfyri var ein sending í
svenska sjónvarpinum, sum
segði, at vesturheimurin
gongur ímóti einum barns-
burðarligum falitti. Tað
merkir, at hvør kvinna í
vesturheiminum føðir ov fá
børn. Í framtíðini førir tað so
við sær, at tað verða færri og
færri ung fólk til at arbeiða og
halda okkara samfelagsstøði á
sama stigi sum nú, sam-
stundis, sum tað verða fleiri
gomul, sum skulu hava
pensiónir. Í Danmark tosar
man longu um, at samfelagið
neyvan um 15-20 ár fer at
hava ráð til at gjalda pensiónir
til øll gomul. Tískil hevur
Svøríki valt at føra ein sera
progressivan familjupolitik.
Man roynir at gera tað lættari
hjá ungum fólki at fáa sær
eina útbúgving og karrieru
samstundis, sum tey hava smá
børn.
Jøvn arbeiðsbyrða í heim-
inum millum mann og konu,
er eisini ein spurningur á
hesum økinum. Tí ein av
høvuðsorsøkunum til, at
kvinnur føða ov fá børn er, at
samstundis, sum samfelagið
hevur brúk fyri, at konufólkini
eru úti á arbeiðsmarknaðinum,
so vísa kanningar í Danmark,
at ein mamma, sum fer út at
arbeiða fulla tíð, framvegis
tekur sær av meginpartinum
av húsarhaldinum. Tískil eru
tað fleiri og fleiri ungar
kvinnur, sum velja ikki at fáa
børn í dag.
Ein av orsøkunum til, at
svenskir pápar eru verðins-
meistarir í aktivt at taka lut í
røkt av børnum og heimi, er
ein avbera fleksibul og góð
barsilsskipan, sum eisini
umfatar pápar. Skipanin, sum
eitur foreldrapening, gongur í
stuttum út uppá, at tá eitt barn
verður føtt, so fáa mamman
og pápin rætt til seks mánaðar
farloyvi hvør við 85% av
teirra vanligu løn. Og hetta
rindar staturin. Tað eru so eitt
hav av møguleikum, har
foreldrini kunnu velja at nýta
hendan pening, alt eftir
økonomisku støðuni hjá
familjuni. Um tú fært
foreldrapening sjey dagar um
vikuna, so røkkur tað til eitt
ár, men tú kanst eisini fáa
foreldrapening fyri bert fimm,
fýra ella tríggjar dagar, og so
verður barsilstíðin longri.
Maðurin kann eisini velja at
geva konu síni fimm av
teimum seks mánaðunum, um
hann er tann, sum tjenar mest,
men hann skal sjálvur taka
minst ein mánaða (30 dagar)
farloyvi. Hesar 30 dagarnar
kann hann so aftur deila upp,
sum honum lystir. Hann kann
arbeiða sjey tímar um dagin í
staðin fyri átta, ella hann kann
arbeiða fýra dagar um vikuna
ístaðin fyri fimm og so
framvegis.
Í hesum døgum fáa 385.000
svenskir pápar eitt bræv inn
um hurðina, sum sigur
teimum, hvussu nógvan
foreldrapening, teir hava til
góðar at halda farloyvi fyri
saman við børnum sínum.
Hetta verður gjørt fyri at elva
fleiri pápum til at taka farloyvi
saman við børnunum, tí at
hóast sviar eru verðinsmeist-
arar, so kundi tað framvegis
verið fleiri afturat, sum gera
nýtslu av hesu frálíku skipan.
Nú er tað, sum um eg hoyri
onkur ekko ímillum fjøllini
har uppi, sum siga, at svenskir
pápar bara eru undir tufluni.
Men til tað er bara at siga, at
onkusvegna hevur tann aktiva
rollan, sum tann svenski pápin
spælir í heiminum og
barnauppalingini borið frukt.
Tað merkist nevniliga týðiliga,
hvussu opið og frítt forholdið
er millum pápar og børn,
soleiðis at pápin fyri tað mesta
er akkurát líka so góður, sæð
við barnsins eygum, til at
loysa onkran trupulleika, sum
mamman er tað.
So eftir summarferiuna eri
tað helst eg, sum komi troytt
heim eftir langan dag á
arbeiðinum, fari inn í køkin og
gevi manni mínum ein klams í
rumpuna og ein koss á
kjálkan, áðrenn eg seti meg í
stovuna við beinunum uppi á
borðinum við avísini og rópi:
“Hvat skulu vit hava til
døgurða í dag,
elskaði..............?”
Fleiri upplýsingar um svensku
skipanina fáast á:
www.forsakringskassan.se
Babba er heimagangandi
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Chanette á Lofti, Svøríki, chanettelofti@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Oddfríður Marni Rasmussen
skrivar
Tað er ein sera ótrygg tilvera at
vera yrkislistafólk í Føroyum.
Ongar greiðar skattareglar eru
fyri hendan samfelagsbólkin,
onki greitt inntøkugrundarlag tí,
at vit noyðast at tillaga okkum
ein marknaðarbúskap, ein
marknaðarbúskap, sum er til
orsakað av einari ávísari
sølunøgd. Tí eru nógv av
yrkislistafólkunum í stórum
vanda fyri at standa í stórari
skuld, tá ið arbeiðið er liðugt og
úrslitið kemur á marknaðin.
Í staðin fyri at hirða yrkislista-
fólkini í Føroyum út á ein
marknað, sum ikki beinleiðis er
egnaður hesum bólki, áttu tey at
verðið stuðlað í sínum arbeiði.
Hetta kann gerast við, at greiðar
skattareglar verða gjørdar. Ein
listamálari, sum í eitt ár arbeiðir
fram ímóti eini framsýning, og
sum síðani fer uttanlands at selja
sínar málningar, skal gjalda 50%
til gallaríið, 25% í skatt av sínum
50%’um og eini 10% í tilfari.
Eftir hevur hann eini 15%. Um
hesin listamálari er v-talsskrá-
settur, kann hann avskriva tilfar
o.a. í skatti. Men ein listamálari
arbeiðir við einari framsýning í
eitt ár, og um hann hetta árið,
meðan hann arbeiðir fram ímóti
einum úrsliti, ikki vinnur sær
pengar, minst 20.000 kr., so
verður hann strikaður sum v-
talsskrásettur. Listamálarin setur
so nógv í gongd, men hann er
tann, sum hevur minst pengar
eftir tá ið avtornar.
Eitt annað dømi er ein, sum
gevur út eina nótabók við
føroyskum løgum. Bert eini 7%
av føroyingum duga at lesa nótar.
Hvussu kann hesin vinna 20.000
kr. árliga við at selja bókina?
Ofta eru listafólk í teirri støðu,
at tey ikki hava nakra inntøku,
og hetta er serliga í tíðini tá ið
tey skapa listaverkið. Aðrastaðni
(hetta irriterandi orðið) hava tey
eitt, sum kallast inntøkuloysi í
staðin fyri arbeiðsloysi. Ein
listamaður verður ongantíð
arbeiðsleysur, men hann er
inntøkuleysur í skapanarprosess-
ini.
Ein listamálari skal ikki bara
gjalda húsaleigu og alt annað,
sum fólk vanliga gjalda fyri.
Hann skal eisini leiga sær eitt
atelier fyri einar 3000 til 4000 kr.
um mánaðin aftrat øllum hesum.
Og inntøkan er ikki stór framm-
anundan.
Um tað skal verða livandi hjá
yrkilslistafólkum í Føroyum,
mugu komandi politiakarar
landsins taka listaálitið í álvara,
og gera sum tað verður mælt til í
álitinum: Mong yrkislistafólk
hava skattligar trupulleikar, og
eigur tí at verða settur ein
arbeiðsbólkur við umboðum fyri
skattavaldið, Mentamálastýrið og
LISA við tí eindamáli at greina
hesar trupulleikar og koma við
uppskoti til møguligar
lógarbroytingar.
Eg vil mæla politikarunum til,
at hyggja at tí danska álitinum
”Kunstnernes beskatning” frá
2001. Har standa reglarnir so
greiðir sum gjørligt, og hetta
álitið kann vera við til, at byggja
upp eina føroyska skatta- og
inntøkulóg fyri listafólk, sum
hóskar til tann skroypiliga
marknaðin vit liva í, í staðin fyri
at noyða okkum at gerast
marknaðarføroyingar.
Eg síggi, at nakrir flokkar og
nakrir uppstillaðir einstaklingar
eru farnir at taka list positivt upp
á tungu. Hetta er bara at fegnast
um, og vil eg við hesum mæla
øllum listafólkum í Føroyum til,
at seta krossin við tey, sum vilja
stuðla og harvið menna føroyskt
listalív.
Fyri at koma við einum
góðum dømi, so eru tríggjar
innstillingar til norðurlendskar
virðislønir í ár. Tann fyrsta var
Tóroddur Poulsen og yrkinga-
savnið ”Blóðroyndir.” Tann
næsta var Jóanes Nielsen og
”Eitur nakað land week-end,”
sum fekk norðurlendsku
dramatikaravirðislønina, og tann
triðja er Sunleif Rasmussen og
fyrsta føroyska symfoniin,
”Oceanic Days.” Vinnarin av hesi
virðisløn verður kunngjørdur í
mai. Vit er nógv, sum fegnast um
hetta, men tað tey flestu ikki vita
er, at allir hesir listamenninir,
sum eru innstillaðir, skrivaðu
verk síni, meðan teir fingu trý
ára legat frá Statens Kunstfond.
Við øðrum orðum: Danir hava
goldið løn og harvið friðin at
arbeiða, meðan føroyingar reypa
sær av sínum landsmonnum.
Hesir eru stórir umboðsmenn
fyri Føroya land. Tit sum stilla
upp, hugsið um hetta!!!
Marknaðarføroyingar
Nr. 79 - 26. apríl 2002
43
Mánadagur 29. apríl
Cliffhanger – på
afgrundens rand
Sylvester Stallone spælir leiklutin sum tann fyrrver-
andi mountain-rangarin, Gabe Walker, sum knappliga
verður kastaður út í eitt av teimum mest krevjandi æv-
intýrunum nakrantíð. Ein bólkur av ránsmonnum hev-
ur mist nakrar milliónir í fjøllunum, og teir noyða
Gabe at hjálpa til at finna pengarnar.
Weather
23.30 World Business Report (r)
23.45 Asia Today
5.00 Garfield og venner
5.25 Børnehjørnet
7.00 TV-Shop
8.00 Hvide Løgne
8.25 Ricki Lake
9.15 Ricki Lake
10.10 Horton-sagaen
11.00 Horton-sagaen
11.50 Melrose Place
12.45 Time of Your Life
13.45 Popular
14.35 Med på moden
15.05 Pæn pige – sej sild
15.35 Ricki Lake
16.30 Simpsons
17.00 Alle elsker Raymond
17.30 Vild med dig
18.00 Sjov og Spas
18.30 The Ellen Show
19.00 Fear Factor
20.00 Mandagsbio: Cliffhanger -
på afgrundens rand
22.05 Bag Facaden
23.10 Seinfeld
23.40 Simpsons
0.10 Ti tommelfingre
0.40 Walker Texas Ranger
1.35 Ricki Lake
2.30 Træneren
3.00 Træneren
3.30 Ti tommelfingre
3.55 Sunset Beach
4.40 Godnat
7.00 Tíðindi
7.05 Morgunlestur - Martin
Restorff Jacobsen, prestur,
lesur
7.15 Barnaløtan - Jonna og Kári
leggja til rættis
7.30 Tíðindi
7.35 Morgunrásin - Bjarni Mohr
og Dia Midjord leggja til
rættis
8.00 Tíðindi
8.03 Morgunrásin
8.50 Valagn - Reportasja frá
valstríðum upp undir
løgtingsvalið. Kári Durhuus
og Gunnar Skúvadal leggja
til rættis
9.00 Tíðindi
9.03 Sunnudagsløtan (e) - Jonna
og Kári leggja til rættis
9.35 Dagsins tónar
9.50 Morgunlestur (e) - Martin
Restorff Jacobsen, prestur,
lesur
10.00 Tíðindi
10.03 Fimleikaløtan 3
10.10 Tit skriva, vit spæla - Øssur
Egholm leggur til rættis
11.00 Tíðindi
11.03 Undir døgurða
12.00 Veðurtíðindi
12.02 Middagstónleikur
12.15 Skráin og lýsingar
12.20 Tíðindini
12.40 Døgurðatónar
13.00 Tónatímin
14.00 Tónleikur
15.00 Tíðindi
15.03 Nýtt og gott gamalt -
Magnus Johannesen velur
løgini
16.00 Tíðindi
16.03 15 tær bestu (e) - Heðin
Arge stílar fyri
17.00 Tíðindi
17.05 Valagn (e) - Reportasja frá
valstríðum upp undir
løgtingsvalið. Kári Durhuus
og Gunnar Skúvadal leggja
til rættis
17.15 Hvat nú? - Elis Poulsen
skipar fyri
18.00 Barnaløtan (e) - Jonna og
Kári leggja til rættis
18.25 Skráin og lýsingar
18.30 Tíðindini
19.00 Stýrivolt - Mentanarlig
brúkarasending. Birgir Kruse
leggur til rættis
19.30 Rák - Tónleikasending hjá
Kim Hansen
20.00 Løg mær dámar - 4. og
seinasta sending hjá Magnus
Wilhelm Dam Jacobsen
20.30 Gestir hjá feigum - Stuttsøga
eftir Hanus Kamban. Egi
Dam lesur
21.00 Tíðindi
21.05 Dagsetur - Øssur Egholm
leggur til rættis
22.00 Estudio 2000 -
Tónleikasending hjá Kára
Annand Berg
23.00 Tíðindi
9.45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju
Hansen
10.00 Jógvan á Lakjuni (e) -
endursending frá
leygardegnum - Prát og
tónleikur - Sonne Smith
hevur Jógvan á Lakjuni í
útvarpsstovuni
11.00 Fólk á rásini (e) -
Endursending frá
leygardegnum - Vagnur
Michelsen prátar við Atla
Klein Olsen úr Vestmanna
(seinni partur)
12.00 Tíðindi og kunngerðir
12.15 Tónleikur
13.00 Leysaløtan - Vit spæla
tónleik og tosa um politik
»non stop« til kl 18.00 - Vit
fáa vitjan av umboðum fyri
m.a - Tjóðveldisflokkin,
Fólkaflokkin og
Sambandsflokkin - Eisini er
møguleiki fyri at ringja inn
við spurningum og
viðmerkingum
18.00 Tíðindi og kunngerðir
18.15 Tónleikur
19.00 Orð á Leiðini (EvR) (e) -
Endursending frá
hósdegnum - Jeremias
profetur: (3.12) - Zacharias
Zachariassen leggur til rættis
19.40 Tónleikur
21.00 Tíðindi og kunngerðir
21.15 Orðið (e) - Endursending frá
í morgun - Bíbliulestur v/
Anju Hansen
21.30 Halleluja - Andalig
tónleikasending v/ Heina
Lützen og Jógvan Poulsen
22.30 Tónleikur
0.00 Endursending frá kl. 12.00 í
dag non stop til kl. 06.00
13.00 Byrjan - Dagsskráin verður
lisin
13.05 Bankabók Trúarinnar - eftir
C. H. Spurgeon
14.30 »Jesus og eg« barnasending
v/ Stellu Zachariassen (e)
15.00 Bønarlinjan frá hósdegnum
verður endursend
17.00 Bønartænastan byrjar. Tlf.
321377, tilber at senda fax
nr. 321379
17.55 Dagsins orð eftir Svenning
av Lofti
18.00 Bønartænastan - Biðji verður
fyri bønarevnunum
19.00 Brot & Bitar, ørvísi
tíðindasending
20.55 Bankabók Trúarinnar - eftir
C. H. Spurgeon
21.00 »Vón fyri tær« v/ Sólbjørg
Zachariassen
22.55 Dagsins orð eftir Svenning
av Lofti
23.00 Dagsskráin fyri týsdag verður
lisin
23.10 Blandaður tónleikur, Dagsins
Orð, o.a.
2.00 Møti (e)
3.00 Blandaður tónleikur, Dagsins
Orð, o.a.
6.00 Vit gevast
18.25 DV í kvøld
18.30 Fres - fimleikur í
Eysturskúlnaum e
19.00 Miðlingurin Malcolm 10
19.25 Orkidéir í Skandinavia -
svensk sending
20.00 Dagur og Vika
20.20 Brennidepilin - norsk
sending
20.50 Læknin hevur orðið
21.20 Bláa gongustjørnan 1:8 -
náttúrurøð frá BBC
22.10 New York Blues
22.55 Krígsfelagar 1:10 - nýggj
amerikonsk røð - Óhósk-
andi fyri børn
0.05 Liðugt
7.30 Nascar - Winston Cup
Series Talladega United
States
8.30 Cycling - World Cup
Amstel Gold Race
Netherlands
9.00 Equestrianism - Show
Jumping
10.00 Artistic Gymnastics -
European Championship
11.00 Weightlifting - European
Championship
13.00 Football - Kick In Action
Groups
13.30 Football - World Cup Road
to
15.00 Football - World Cup
Legends
16.00 Football - European Under-
17 Championship - Live
17.45 Football - Eurogoals
19.30 News - Eurosportnews
Flash
19.45 Football - The Match of the
Century
20.30 Football - Gillette Dream
Team
21.00 All Sports - Watts
21.30 Football - Eurogoals
23.15 News - Eurosportnews
Report
23.30 Football - The Match of the
Century
0.15 News - Eurosportnews
Report
0.00 TLZ: »Nomads of the Wind
– Distant Horizons«
1.00 TLZ: »The Human Body –
An Everyday Miracle«
2.00 TLZ: »The Art of
Breathing«
2.30 TLZ: »Food: Whose Choice
Is It«
3.00 TLZ: »A Hard Act to
Follow«
3.25 TLZ: »Pause«
3.30 TLZ: »A New Sun is born -
The Coup«
3.55 TLZ: »Pause«
4.00 TLZ: »Back to the Floor…
again – Working Holiday«
4.40 TLZ: »Megamaths – Tables
– Nine Times Table«
5.00 TLZ: »Greek Language and
People – Meeting People«
5.30 Follow Through
6.00 The Story Makers
6.15 Step Inside
6.25 The Further Adventures of
Superted: »Bubbles,
Bubbles Everywhere«
6.45 Playdays
7.05 Blue Peter
7.30 Ready Steady Cook
8.15 House Invaders
8.45 Bargain Hunt
9.15 The Making of The Trials of
Life
10.15 The Weakest Link
11.00 Teen English Zone
11.30 Great Writers of the 20th
Century: »Raymond
Chandler«
12.30 Bergerac: »My Friend Charlie
13.30 Ready Steady Cook
14.15 The Story Makers
14.30 Step Inside
14.40 The Further Adventures of
Superted: »Bubbles, Bubbles
Everywhere«
15.00 Playdays
15.20 Blue Peter
15.45 Mrs Bradley Mysteries
16.45 Anything to Declare?
17.15 Animal Hospital
17.45 The Weakest Link
18.30 What Not to Wear
19.00 Eastenders
19.30 The Brittas Empire: »A Walk
on the Wild Side«
20.00 In a Land of Plenty
21.00 Coupling: »Size Matters«
21.30 Parkinson
22.30 Animal Police
23.00 The Cops
0.00 BBC News – followed by
Weather
0.30 Correspondent (r)
1.00 BBC News – followed by
Weather
1.30 The Car's The Star (r)
2.00 BBC News – followed by
Weather
2.30 Dateline London (r)
3.00 BBC News – followed by
Weather
3.30 Asia Today (r)
3.45 Reporters (r)
4.00 BBC News – followed by
Weather
4.30 HARDtalk
5.00 BBC News – followed by
Weather
5.30 World Business Report
6.00 BBC News – followed by
Weather
6.30 World Business Report
7.00 BBC News – followed by
Weather
7.30 World Business Report
7.45 Sport Today
8.00 BBC News – followed by
Weather
8.30 Euro Brief
9.00 BBC News – followed by
Weather
9.30 HARDtalk (r)
10.00 BBC News – followed by
Weather
10.30 Correspondent (r)
11.00 BBC News – followed by
Weather
11.30 Asia Today
11.45 World Business Report
12.00 BBC News – followed by
Weather
12.30 HARDtalk (r)
13.00 BBC News – followed by
Weather
13.30 World Business Report
13.45 Sport Today
14.00 BBC News – followed by
Weather
14.30 Clarkson's Car Years: »Who
killed the British Car
Industry?« 4:6 (r)
15.00 BBC News – followed by
Weather
15.30 Asia Today
16.00 BBC News
16.30 HARDtalk (r)
17.00 BBC News – followed by
Weather
17.15 World Business Report
17.30 Click Online (r)
18.00 BBC News – followed by
Weather
18.30 World Business Report
18.45 Sport Today
19.00 BBC News – followed by
Weather
19.30 HARDtalk (r)
20.00 BBC News – followed by
Weather
20.30 Holiday
21.00 BBC News – followed by
Weather
21.30 World Business Report
22.00 BBC News – followed by
Weather
22.30 Earth Report: »The Long
Road to Recovery«
23.00 BBC News – followed by
Stýrivolt
Bjørn Nørgaard
Í seinnu samrøðuni við danska listamannin Bjørn Nør-
gaard (f. 1947) verður nomið við fyrstu listarligu av-
rikini í 1964 og sonevndar happenings, listarlig tiltøk
við samfelagsligum bráddi í 1969 og 1970. Bjørn Nør-
gaard, sum í listini javnan vendur aftur til bíbilsk og
átrúnaðarlig evni, greiðir frá um andan í 60'unum, tá
Bob Dylan og Vietnamkríggið vóru tveir týðandi tætt-
ir, ið løgdu karmin um kjakið og listina. Ein av ar-
beiðsháttum Nørgaards frá hesari tíðini, er at nýta al-
ment kend myndaevni, tøma tey fyri týdning og geva
teimum nýtt innihald. Birgir Kruse leggur sendingina
Stýrivolt til rættis.
Bláa gongustjørnan 1:8
– Náttúrurøð frá BBC
Ein bláhvalur er 30 metrar langur, hevur tungu, sum
vigar sum ein fílur og sveiv so breiða, sum eitt fót-
bóltsmál. Hann er ikki bara heimsins størsta dýr, men
tað størsta dýrið, sum hevur livað á jørðini. Men enn
vita vit ikki, hvar hann leggur hvølparnar. Bláhvalurin
er ein sjálvsøgd ímynd av tí stóra bláa havinum, sum
tekur so nógv pláss á gongustjørnu okkara, men sum
framvegis, fyri ein stóran part, er ókent og duldarfult.
Mánakvøldið kl. 20.00
Mánakvøldið kl. 21.20
Bjørn Nørgaard og konan Lena Adler Petersen slakta
eitt ross uttanfyri Lousiana í 1970
Mánakvøldið kl. 19.00