fríggjadagur 26. apríl 2002síða 21
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
40
41
8
Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002
VIÐTAL
Edvard Joensen
Sandavági: – Eg kom higar fyri
60 árum síðan. Tann fimta apríl
1942 vórðu vit settir í land í
Sørvági og gingu so um oynna.
Nú 60 ár eru liðin, helt eg, at tað
var passandi at koma aftur í
sama mánaði, sigur Ronald
Brierley úr Snaith í Englandi,
sum hevur vitjað í Føroyum á
hvørjum ári síðan krígslok.
Teir komu einir 300 mans til
Sørvágs við troppaskipinum
Lady of Man, sum ikki fekk lagt
at í Sørvági. So teir vórðu fluttir
við smærri bátum til lands,
minnist Ron.
Í Sørvági fingu teir at vita, at
teir skuldu ganga í skrúðgongu
tvørtur um oynna. Tað gjørdu teir
so, tí ein hermaður spyr ikki um
nakað. Hann tekur bara móti
ordrum, sigur Ron.
Men sjálvur hevur hann verið
heldur listinlærdur, tí hann fekk
sannført majorin um, at onkur
mátti vera í lastbilinum, sum
flutti alt viðførið, so tað ikki
varð stolið á vegnum.
Jú, tað eydnaðist, og Ron fekk
sín fyrsta biltúr í Vágum. Úr
Sørvági til Miðvágs í
lastbilinum.
– Í Miðvági stóð Sámal Ellef-
sen og tók í móti okkum og vísti
okkum á, hvar vit skuldu búgva,
greiðir Ron frá. Hann kom
sjálvur triðji at búgva hjá Albini
Vang, minnist hann.
Annar heimstaðurin
Men Miðvágur gjørdist ikki
nakað verðandi stað hjá øllum
hesum hermonnunum. Teir
skuldu flytast aftur.
Tosað varð um, at teir skuldu
út til Sørvágs, har barakkir vórðu
bygdar at hýsa teimum, sigur
Ron.
Men sjálvur hevði hann heldur
hug at fara til Sandavágs, tí
honum var farið at dáma so væl
»hesumegin«, sum hann tekur til.
Hvørt tað longu tá hevði sína
orsøk, sigur hann einki um
soleiðis. Men tað gjørdist
rættiliga skjótt greitt, at har var
nakað sum dróg í Sandavági.
–»Maria in the Schoolhouse«,
greiðir hann frá.
Og tað gekk eisini rímiliga
skjótt fyri seg hjá teimum
báðum, tí tann 24. juni 1943
giftist Ron við Mariu Joensen, í
Skúlanum, í Sandavági og flutti
inn í »The Schoolhouse« til
verforeldrini at búgva.
Vit sita í stovuni hjá sváginum
og svigarinnuni í Giljum í
Sandavági. Leivur er bróður
Mariu, og her plagar Ron at
búgva, tá hann er á sínum árligu
ferðum aftur í Sandavági.
Seinastu 25 árini hevur hann
ferðast einsamallur, tí Maria
doyði bara 55 ára gomul í 1977
av blóðkrabba, greiðir Ron frá.
Hon liggur grivin við síðuna av
foreldrum sínum í Sandavági, og
Ron vil sjálvur verða grivin har,
tá hansara tíð her er farin.
Tað er keðiligt veður í kvøld.
Tað regnar uttanfyri, og mjørkin
hongur oman í hálvt Hagagerði,
sum vit síggja hinumegin vágna.
Gróðrarvegur nú seinast í apríl.
–Sandavágur er vakrasta
staðið í Føroyum, ivast Ron
Brierley ikki í. Eg sigi tað ikki
bara tí, eg havi samband
hendanveg. Eg havi verið víða í
Føroyum og eri sannførdur um,
Eg vil leggjast í føroyska jørð
Ronald Brierley kom til Føroya sum bretskur hermaður í apríl 1942.
Sosialurin hitti hann í Sandavági 60 ár seinni. Ron, sum hann vanliga
verður nevndur, situr nú einkjumaður eftir føroyska konu, sum er jarðað
í Sandavági, har Ron sjálvur eisini vil jarðast, tá boð verða eftir honum
Maria Brierley doyði í 1977 og varð jarðað á gravstaðnum hjá foreldrunum í Sandavági. Maður henna, Ron, skal jarðast á sama staði, tá hann ikki er meira
Mynd: Edvard Joensen
Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002
9
at so er. Men eisini aðrastaðni er
vakurt, sigur hann og nevnir eitt
nú Gjógv og Viðareiði, sum
honum dámar væl.
Aftur í kríggj
Samrøðu verður aftur vend inn á
krígstíðina, og hann fer at greiða
frá tí, honum var fyri, tá hann
varð sendur úr Føroyum aftur.
– Tað var móti ársenda í 1943,
at vit fingu boð um at fara aftur
til Englands. Maria kom við, og
vit búsettust í Oldham nærindis
Manchester.
Men tað var so skjótt, at eg
varð sendur víðari. Eg skuldi inn
á europeiska meginlandið. Til
Hollands og Týsklands.
– Nei tað var ikki sjálvan D-
dagin. Hetta var seinni. Vit
skuldi inn á meginlandið at
byggja uppaftur. Brýr, sum
sundurskotnar vóru, og vegir,
sum skuldu gerast aftur.
Tað hendi seg meira enn so, at
týskararnir bumbaðu aftur tað,
vit høvdu sett í stand. So var ikki
annað at gera, enn at byrja av
nýggjum.
Vit lógu fyrstu tíðina í
Hollandi og fóru síðan til
Týsklands. Til Schwarzwald,
greiðir Ron frá.
Í Hollandi varð hann særdur
einaferð. Hann fekk ein kúlu í
annan fótin, sigur hann og lyftir
beinið. Líkasum fyri at vísa, at
tað gjørdi ikki tann stóra skaðan.
Hann var sjúkrameldaður nakrar
dagar, og so var tað í lagi aftur.
Boð eftir vinunum
– Eg var í grundini sera heppin,
sigur hann og steðgar á. Eitt
sindur hugsunarsamur, tykir
mær. Og so koma søgurnar. Ikki
færri enn tvær ferðir fylgdist
hann við monnum, sum ikki
bóru boð í bý, meðan honum
sjálvum einki petti hendi.
– Eitt kvøldið, meðan vit vóru
í Hollandi, var eg farin í býin
saman við einum øðrum
hermanni. Á veg heimaftur, mátti
eg inn í ein krók at pissa, greiðir
Ron frá. Eg bað vinmannin bíða,
men hann helt, at hann gekk
bara, so kundi eg fáa hann aftur í
myrkrinum, tá eg var liðugur.
Soleiðis varð, og vinmaðurin
helt fram, greiðir Ron frá. Men
tá eg var liðugur við síni ørindi
har inni í myrkrinum, fann eg
ikki vinmannin aftur.
Ron fór til hús, men har var
eingin maður. Hann bíðaði við at
siga nakað, tí tað kundi vera, at
vinurin var komin í hóslag við
onkran, og ikki hevði hug at
koma aftur fyrr enn móti morgni.
Men tá hann heldur ikki var
komin heim morgunin eftir,
gjørdist ikki annað enn at boða
frá.
So varð leitað. Leingi og væl,
men uttan úrslit. Maðurin var
horvin og sást bara ikki aftur.
– Vit fluttu so og komu til eina
aðra bygd ikki so langt haðani,
greiðir Ron frá.
Ein dag, einar tríggjar
mánaðar seinni, meðan vit
arbeiddu við einumhvørjum
útiarbeiði, kemur presturin úr
fyrru bygdini, vit vóru í, á
súkklu til okkara.
Hann visti tá at siga okkum, at
vinmaðurin, sum horvin var, var
funnin aftur í eini byrging.
Skorin á háls.
– Eg haldi, at tað hava verið
Quislingar, sum gjørdu tað, sigur
Ron. Og hevði eg ikki verið farin
burturfrá, hevði eg helst eisini
verðið dripin.
Eina aðra ferð var hann saman
við einum walisiskum vinmanni
farin ein túr í býin, tá eitt týskt
flogfar kom skjótandi gjøgnum
gøtuna, teir gingu í.
Teir tveittu seg flatar lið um
lið á vegin. Ron heldur tveir
fingrar saman og leggur á
borðkantin fyri at vísa, hvussu
teir lógu.
– Tá flogfarið var farið
framvið, reisti eg meg aftur,
meðan vinmaðurin við síðuna av
varð liggjandi. Deyður av
skotunum.
- Mín tíð var ikki komin. Eg
fekk eina kúlu í fótin øll krígs-
árini, tað var alt. Og nú siti eg
her í Sandavági, 82 ára gamal,
og havi tað fínt, sigur Ron
Brierley.
Aftur í Englandi
Ron kom aftur til Englands eftir
krígslok, har hann gjørdist
vaktarmaður í eini krígsfanga-
legu. Teir vóru 20 bretar, sum
ansaðu 300 týskum krígsfangum.
Hann letur væl at týskarunum,
sum vóru í legunum. Hampafólk,
sum høvdu eina øgiliga disiplin.
Ein týskur korporalur var
hjálparmaður á skrivstouni hjá
Ron, sum minnist aftur á
einaferð, hann kom út av síni
egnu skrivstovu og gekk
gjøgnum rúmið, har týskarin sat.
Hesin reisir seg beinanveg upp
fyri yvirmanninum, sum kom
framvið.
Ron fór at fáa sær døgurða, og
tá hann kom aftur umleið
hálvanannan tíma seinni, stóð
týskarin framvegis í sama stað.
– Eg spurdi hann, um hann
hevði staðið har alla tíðina. Jú,
tað hevði hann. Hví hann hevði
gjørt tað, vildi eg vita. Tað var tí,
at hann hevði ikki fingið ordrar
frá mær um at seta seg, tá eg var
farin, greiðir Ron frá.
Øðrvísi var við amerikanar-
unum. Har sat ein hermaður við
beinunum uppi á borðinum, tá
sjálvur generalurin kom framvið.
Hesin varð sitandi og segði bara
»Hello«, og so var tað yvirstaðið,
sigur Ron og ristir við
høvdinum.
Prestur
Beint eftir kríggið fluttu tey aftur
til Sandavágs, har tey búðu til
1948, tá Ron gjørdist prestur í
ensku Metodistkirkjuni.
– Eg fekk eitt kall, sum eg
fylgdi. Eg havi ongantíð angrað,
at eg gjørdi tað, og skuldi eg
livað umaftur, hevði eg viljað
verið prestur aftur, sigur Ron
sannførdur á málinum. Hann
hevur verið prestur í Yorkshire og
í Hull.
– Mær dámar væl at koma í
samband við fólk, og tað gjørdi
eg eisini sum prestur. Bæði í
løttum og tungum løtum.
– Tú verður ikki prestur fyri
pengar, sigur hann og leggur
dent á, at tað eru heilt onnur
virði, sum hann hevur sett høgt í
sínum arbeiði.
Ron Brierley arbeiddi sum
prestur í Englandi, til hann var
73 ára gamal.
Familjan
Ron býr í dag í lítla býnum
Snaith nakað innan fyri Hull.
Tríggjar døtur fingu hann og
Maria, og tær búgva allar í
grannalagnum, sum hann tekur
til. Tað eru bara einir tveir tímar
at koyra til hennara, sum longst
er burtur. Tvær búgva øðrumegin
og ein hinumegin, meðan eg
liggi soleiðis í miðjuni, greiðir
hann frá og teknar niður á
borðið, hvussu staðfestingin er.
Maria doyði av blóðkrabba í
1977 og varð grivin í Sandavági.
Aksel Tórgarð, prestur, hevði
jarðarferðina, greiðir Ron frá.
– Tá eg sjálvur doyggi, skal eg
eisini jarðast í sama gravstaði
saman við Mariu og verfor-
eldrunum, sigur hann. David
Johannesen, prestur í Vágum,
hevur fingið at vita, hvussu tað
skal gerast. Eg havi avgreitt alt
hatta har, greiðir hann frá.
– Doyggi eg, meðan eg eri
staddur í Føroyum, verður tað
ein vanlig jarðarferð. Men eri eg
staddur í Englandi, tá tað hendir,
skal eg brennast, og øskan flytast
til Sandavágs.
Her havi eg havt góðar løtur,
og her vil eg verða lagdur at
hvíla seinastu ferð, sigur bretski
hermaðurin og presturin, sum
hevur valt sær Sandavág sum sín
annan heimstað.
– Eg havi verið væl vardur. Tveir vinmenn doyðu undir liðini á mær. Hugsa tær, um eg vendi hinvegin, tá eg varð særdur, og kúlan kom í høvdið heldur
enn í fótin, sigur 82 ára gamli Ronald Brierley
Mynd: Edvard Joensen