fríggjadagur 26. apríl 2002síða 20
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
C
M
Y
K
38
6
Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002
INTERVIEW
Eyðun Klakstein
- Hvat heldur tú um norskan
fótbólt?
Hvat enn tú so gert, spyr ikki
Morten Olsen um norskan
fótbólt.
Danski landsliðsvenjarin í
fótbólti hevur eina fullkomiliga
øðrvísi hugsan um fótbólts-
spælið, enn norðmenn hava.
Tann norski sparka-bóltin-60
metrar-hvørjaferð spælistílurin
hóskar ikki til danska venjaran,
og tað hevur hann gjørt vart við
meira enn einaferð.
Á eini ráðstevnu í Noregi í
fjør segði Morten Olsen
avgjørdur, at um øll spældu
fótbólt sum norska landsliðið, so
vildi hann heldur spæla golf enn
at vera fótbóltsvenjari. Tey orðini
tóku norðmenn illa upp.
Norski journalisturin, sum
hendan dagin er sloppin upp í
part saman við tveimum donsk-
um journalistum og tygara
útsenda til eitt serligt prát við
Morten Olsen í húsunum hjá
danska fótbóltssambandinum í
Brøndby, fiskar kanska eftir
einum øðrvísi svari hesaferð.
Men tað fær hann ikki.
- Um fótbóltur bara skal
spælast á tann hátt, sum hann er
mest effektivur, so verður lítið
undirhald. Drillo (tiltikin
fyrrverandi norskur
landsliðsvenjari) hevur rætt í
nógvum av tí, sum hann sigur
um fótbóltsspælið, men hann
hugsar í øllum førum ikki um
áskoðararnar, svarar Morten
Olsen.
- Og tað sum eg segði um, at
eg vildi heldur spælt golf enn
verið fótbóltsvenjari, um øll
spældu sum Noreg, tað standi eg
við, leggur hann afturat.
Brasiliumenn í
norðurlondum
Hetta er í døgunum áðrenn ein
av størstu ítróttarkappingunum
sum finnast — HM í fótbólti —
verður hildin í Japan og
Suðurkorea. Kappingin byrjar
fyrsta dagin í juni, og Morten
Olsen, sum er nógv upp á fartin
og vanliga bara hittir journalistar
á veg til ella frá landsdystum,
hevur hendan dagin sett ein
góðan tíma av til eitt prát um
fótbólt.
- Danir skulu leggja seg eftir
at spæla tað slagið av fótbólti,
sum teimum best dámar. Tað er
sera týdningarmikið. Vit verða
kallaðir brasilumenninir í
norðurlondum, og tað er ein stór
viðurkenning. Vit skulu spæla
tekniskan álopsfótbólt, og kunnu
vit gera tað, samstundis sum vit
- Tað er stór ábyrgd at vera
landsliðsvenjari
Dreymafótbólturin er ikki norskur, smáar fótbóltstjóðir sum Føroyar eru
á veg út úr fína selskapinum, og stór ábyrgd fylgir við arbeiðnum sum
danskur landsliðsvenjari. Vit hava hitt Morten Olsen, sum í hesum
døgum fyrireikar seg til størstu ítróttarhendingina í heiminum
- Tað er trupult hjá eini lítlari tjóð sum Danmark at sleppa við til endaspælini í EM og HM, men kunnu
vit klára tað, samstundis sum vit spæla góðan fótbólt, so kunnu vit ikki ynskja okkum meira
Mynd: Eyðun Klakstein
Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002
7
fáa góð úrslit, so hava vit fingið
tað besta burturúr, sum vit kunnu
ynskja okkum, sigur Morten
Olsen.
- Tað eru sjálvandi dystir, har
eisini vit skulu spæla kyniskt,
men gjøgnumgangandi skal tann
positivi fótbólturin merkja
danska landsliðið. Vit skulu
heldur geva áskoðarunum nøkur
góð upplivilsi við tí vanda, at vit
kunnu tapa við hvørt, heldur enn
at spæla verjukendan og
destruktivan fótbólt fyri at vinna
hvørjaferð.
- Vit eru eitt lítið land, men tá
tað ræður um fótbólt, hava vit
onga orsøk til at smæðast og
spæla verjukent fyri tað. Tað er
langt frá altíð tann besta loysnin,
sigur danski landsliðsvenjarin.
Morten Olsen hevur, síðani
hann tók við sum danskur
landsliðsvenjari, fingið danska
landsliðið at spæla álopskent.
Hann torir at hava nógvar
álopssinnaðar spælarar á
vøllinum í senn, og hóast
framfýsni spælistílurin kann geva
baksláttur, hevur Danmark fingið
sera góð úrslit seinastu tvey
árini.
- Tað er trupult hjá eini lítlari
tjóð sum Danmark at sleppa við
til endaspælini í EM og HM,
men kunnu vit klára tað,
samstundis sum vit spæla góðan
fótbólt, so kunnu vit ikki ynskja
okkum meira.
Smátjóðirnar enda
uttanfyri
Smáu fótbóltstjóðirnar sum
Føroyar, Luxembourg, Liechten-
stein, San Marino, Andorra og
aðrar verða ofta mettar at verða
til fortreð hjá teimum stóru
fótbóltslondunum, sum heldur
vilja spæla avgerandi dystir ímóti
øðrum stórum londum.
Men hóast hetta hava bæði
europeiska og altjóða fótbólts-
sambondini latið smáu fótbólts-
tjóðirnar luttikið í EM og HM
undankappingunum á jøvnum
føti við tey stóru londini.
Men hetta fer at broytast.
Tað roknar í øllum førum
Morten Olsen við.
- Eg haldi persónliga, at tey
smáu londini skulu verða við í
altjóða fótbóltskappingum, tí tær
eru við til at gera fótbóltsspælið
spennandi og sjarmerandi. Men
eg vænti eina broyting í luttøkuni
hjá teimum. Í løtuni luttaka tey
saman við teimum stóru londun-
um í bólkaspælinum, men hetta
gevur so nógvar dystir, at tað ber
ikki til í longdini. Tí rokni eg
við, at smá fótbóltslond sum
Føroyar fara at spæla í eini
undankapping fyri at sleppa við
til veruliga undankappingarnar,
sigur Morten Olsen.
- Teir spælararnir, sum spæla í
teimum stóru landskappingunum
í Europa, í Champions League
og á landsliðnum klára heilt
einfalt ikki so nógvar dystir, sum
tað eru á skánni í løtuni, og tað
rokni eg við fer at hava við sær,
at smáu londini mugu taka til
takkar við eini undankapping til
EM og HM undankappingarnar,
og so koma summi av smáu
londunum at sita uttanfyri.
Óneyðugir dystir ímóti
Føroyum
Morten Olsen heldur, at tann
handilsligi parturin av fótbólts-
spælinum fer at vinna á tí
romantiska idealinum um, at
lond sum Føroyar kunnu taka lut
í undankappingunum á jøvnum
føti við lond sum Týskland,
Italia, England og Spania.
- Tá troyttir spælarar oman á
allar hinar dystirnar fyri feløg
síni skulu spæla 10 undandystir
til EM og HM kappingarnar, so
verður tað ov nógv av tí góða, og
tá tykjast dystir ímóti londum
sum Føroyum óneyðugir.
- So kann onkur siga, hví
sendir Týskland so ikki bara
nakrar aðrar spælarar enn teir
vanligu til Føroyar at spæla
landsdyst, men tað ber ikki til, tí
so lætt er tað ikki at vinna á
londum sum Føroyum, sigur
Morten Olsen.
- Verður eitt býti gjørt millum
tey stóru londini og tey smáu
londini í europeiskum fótbólti,
so missir fótbóltsspælið nakað av
sínari sjarmu, og tað haldi eg
ikki er gott. Men eg dugi bara at
síggja, at endin verður, at smáu
londini missa sjálvsagdu luttøk-
una í EM og HM undankapping-
unum.
Verður hetta veruleiki, kann
tað merkja stórt afturstig fyri
føroyskan fótbólt, um føroyska
landsliðið ikki kann spæla seg
víðari frá undankappingini
millum tey smáu londini og
harvið sleppa at spæla ímóti
teimum størru og ríkari lond-
unum. Næstu tvey árini verður
hetta tó ikki veruleiki, tí Føroyar
skal millum annað royna seg
ímóti Týsklandi og Skotlandi í
undankappingini til EM
kappingina.
HM fyri framman
Størsta uppgávan hjá Morten
Olsen sum landsliðsvenjari er
fyri framman, tá danska
landsliðnum verður eitt av
londunum í HM endaspælinum í
fótbólti. Danmark hevur ikki
verið við í HM endaspælinum
síðani 1986, tá Morten Olsen
sjálvur var liðskipari fyri danska
landsliðið.
Í 1986 spældi Danmark
framúr væl í Mexico, áðrenn
Spania sendi teir úr kappingini í
1/8 finaluni, og størsta vónbrotið
hjá Morten Olsen var eisini, at
Danmark ikki kom longur í hesi
kappingini, eftir at teir høvdu
spælt sannan sjampanjufótbólti í
eitt nú dystinum ímóti Uruguay,
sum teir vunnu 6-1.
- Tá vóru vit sanniliga teir
norðurlendsku brasilumenninir,
og tað var spell, at vit høvdu ein
vánaligan dag ímóti Spania, tí
liðið var so væl fyri, at vit kundu
verið blivnir heimsmeistarar ta
ferðina, heldur Morten Olsen.
Nú verður tað uppgávan hjá
honum sum venjari at fáa
Danmark langt í HM kappingini,
har teir eru komnir í bólk saman
við Fraklandi, Uruguay og
Senegal.
- Eg hevði helst viljað verið
sloppin undan Fraklandi, tí teir
hava eitt framúr lið, men tá tað
er sagt, so haldi eg, at vit hava
ein møguleika at sleppa víðari
frá hesum bólki, sigur Morten
Olsen.
- Men so ræður tað um, at
spælararnir eru væl fyri, at liðið
fæst rigga, og at vit sleppa undan
skaðum millum
stuðulsspælararnar. Tað rakar
hart, tá fleiri stuðulsspælarar eru
burtur í senn, soleiðis sum tað
var, tá vit taptu 3-0 ímóti Írlandi
herfyri. Vit hava ikki so nógvar
profilar sum Frakland at velja
ímillum.
- Sleppa vit víðari frá
bólkinum, so kunnu vit koma
langt, sigur Morten Olsen
sannførdur.
Ábyrgd og trýst
Morten Olsen var í nógv ár
yrkisspælari í útlandinum, og
hann var álitismaður á danska
landsliðnum øll áttatiárini.
Síðani hann gavst at spæla, hevur
hann starvast sum venjari. Hann
hevur verið venjari hjá eitt nú
Brøndby og Ajax Amsterdam,
men hetta er fyrstu ferð, at hann
stendur á odda fyri einum
landsliði.
- Tað er stórur munur á at
venja eitt landslið og eitt
europeiskt felag. Ein stórur
fyrimunur við at verða landslið-
venjari í Danmark er, at tú hevur
bara danskar spælarar at hugsa
um. Skalt tú vera venjari í einum
europeiskum felagi í dag, skal tú
helst verða eitt flogvit til mál, tí
tað eru spælarar úr so ymiskum
londum, sum spæla í teimum
flestu feløgunum, sigur Morten
Olsen.
- Tað er ein stór og strævin
uppgáva at vera venjari í einum
europeiskum felag. Spælararnir
eru so ymiskir, og so setir tú ein
spælara av liðnum, so hevur tú
umboðsmannin hjá honum í
horninum dagin eftir. Tað er
trupult.
Tað hevur kanska eisini verið
viðvirkandi til, at Morten Olsen
hevur longt sín sáttmála við
DBU, so at hann heldur fram
sum landsliðsvenjari í Danmark
næstu tvey árini.
- Tað er ein stór ábyrgd at vera
landsliðsvenjari, tí fótbóltur
hevur so nógv at siga fyri danir,
og hóast nógv dugnalig fólk
arbeiða uttan um spælararnar, so
eri tað eg, sum havi endaliga
ábyrgdina av avrikunum og
úrslitunum, og tí ábyrgdini ætli
eg mær ikki at renna undan.
- Tað liggur allatíðina eitt trýst
á spælarunum og venjaranum,
men tað er nakað, sum hoyrir við
til fótbóltsspælið. Stóra trýstið,
sum er á fótbóltsspælarar, merkir
eisini, at nógvir evnaríkir
spælarar koma ongan veg, tí teir
klára ikki trýstið. Hevði eg ikki
kunnað livað við trýstinum, so
hevði eg heldur ikki tikið hetta
arbeiðið á meg, sigur Morten
Olsen.
- Verður eitt býti gjørt millum tey stóru londini og tey smáu londini í
europeiskum fótbólti, so missir fótbóltsspælið nakað av sínari sjarmu, og tað
haldi eg ikki er gott. Men eg dugi bara at síggja, at endin verður, at smáu
londini missa sjálvsagdu luttøkuna í EM og HM undankappingunum
Mynd: Eyðun Klakstein
- Tað er ein stór ábyrgd at vera landsliðsvenjari, tí fótbóltur hevur so nógv at
siga fyri danir, og hóast nógv dugnalig fólk arbeiða uttan um spælararnar,
so eri tað eg, sum havi endaliga ábyrgdina av avrikunum og úrslitunum, og
tí ábyrgdini ætli eg mær ikki at renna undan
Mynd: Eyðun Klakstein