fríggjadagur 26. apríl 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
C
M
Y
K
36
4
Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002
OLJA OG MENTAN
Rúnar Reistrup
Tá altjóða kolvetnisfyritøkur av
álvara byrjaðu at fáa áhuga fyri
føroysku undirgrundini, og alt
oftari byrjaðu at vísa andlit í
Føroyum, birtist ein vón millum
listarfólk og fyriskiparar av
mentunarligum tiltøkum, at nú
fór at gerast lættari at fáa
peningaligan stuðul til mennandi
arbeiðið.
Og síðan stórar altjóða
kolvetnisfyritøkur sum Amerada
Hess og BP og Statoil stovnaðu
dótturfeløg í Føroyum, hava tey
fingið umsóknir í stríðum
streymum úr øllum heraðshorn-
um, harímillum nógvar frá fólki
innan útinnandi listina í Føroy-
um.
Men nú góð fimm ár eru liðin,
síðan kolvetnisvinnan byrjaði at
seta fótin her á landi, mugu hesi
sanna, at har var nógv gass, men
lítið olja, í vónini um stuðul frá
kolvetnisfyritøkunum. Nógv
hava roynt at søkt, men bert heilt
fá hava fingið nakað burturúr.
Kolvetnisfyritøkurnar hava
nevniliga ikki víst stórvegis
áhuga fyri at sminka sína vanga-
mynd við at leggja pening í
føroyska mentunarlívið og halda
seg ikki hava lovað nakað.
Væntaðu betri umstøður
Kristian Blak er drívmegin í
Plátufelagnum Tutl, sum stendur
handan meginpartin av føroysku
fløguútgávunum og hvørt ár
skipar fyri tónleikastevnuni
Summartónar. Hann var ein
teirra, sum hevði góðar vónir um
framtíðina, tá kolvetnisfyritøk-
urnar byrjaðu at koma til landið
fyri nøkrum árum síðan.
- Eg hevði áður sæð, hvussu
kolvetnisfyritøkan BP aktivt
stuðlaði útinnandi listini í
Hetlandi og í Orkney oyggjun-
um, og hvussu stóran týdning
hesin stuðulin hevði fyri
møguleikarnar har. Tá kolvetnis-
fyritøkurnar komu til Føroya,
hugsaði eg, at nú fór tað at gerast
nógv lættari fyri okkum at
mennast, sigur Kristian Blak.
Í Orkey stuðlar kolvetnisfyri-
tøkan millum annað tað mesta av
einum stórum tónleikafestivali,
sum hevur havt sera stóran
týdning fyri tónleikalívið á
oyggjunum, og í Hetlandi hevur
tónleikalívið eisini fingið nógva
fíggjarliga hjálp, sum sæst væl
aftur, vísir Kristian á.
Ógvuliga avvísandi
Men fyrstu umsóknirnar um
stuðul, sum Tutl sendi kolvetnis-
fyritøkunum í Føroyum, bóru
Mentunarlívið saknar oljudropar
"Hvør verður ríkari tá Føroyar?" sungu Frændur á sinni spyrjandi um
útlitini til kolvetnisvinnu her á landi. Og nú kolvetnisvinnan er vorðin ein
partur av føroyska samfelagnum, er tíðin komin til at svara spurning-
inum. Millum tey, sum nú svara "ikki vit" eru kreftir innan útinnandi
listina, sum annars høvdu væntað onkran dropa burturav fatinum
- Vit hava tað listarliga tilfeingið, sum skal til fyri at gerast stórútflytarar av listarligum tilfari, men vit hava bara ongantíð
fingið fíggjarligu møguleikarnar til at satsa stórt, sigur Kristian Blak
einki við sær.
- Í 1997 søktu vit allar tær
kolvetnisfyritøkurnar, sum høvdu
biðið um leitiloyvi á føroyskum
øki, men tær svaraðu allar aftur,
at tær vildu ikki lata nakran
stuðul, fyrr enn tær vóru vísar í
at fáa leitiloyvi.
Eftir at leitiloyvini vórðu
givin, royndi Kristian Blak aftur
at søkja stuðul vegna Tutl og
Summartónar, men tá var svarið
aftur noktandi.
- Í Føroyum eru kolvetnisfyri-
tøkurnar ógvuliga avvísandi. Vit
hava søkt ofta, men vit hava
einki játtandi svar fingið enn, og
vit hava hvørki fingið nakran
fyrispurning um okkara virksemi
ella nakra ábending um, hvat
kolvetnisfyritøkurnar hava hug at
stuðla. Vit fáa bert eitt stutt og
greitt noktandi svar, sigur
Kristian Blak, sum eftirhondini
hevur mist trúnna uppá, at
kolvetnisvinnan fer at fáa nakran
stórvegis týdning fyri útinnandi
listina í Føroyum.
Eingin áhugi fyri
Listastevnuni
Oddvá Nattestad er verkætlanar-
leiðari fyri størsta og dýrasta
árliga listarliga tiltakinum í
landinum, Listastevnu Føroya,
sum varð fyriskipað á fyrsta
sinni í fjør. Hon hevði væntað, at
kolvetnisfyritøkurnar fóru at vísa
áhuga fyri at stuðla tiltakinum,
men sannar nú, at so var ikki.
- Vit hava upplivað, at onkur
av føroysku fyritøkunum sjálv
hevur sett seg í samband við
okkum og biðið um at gerast
sponsorur fyri Listastevnuna í ár,
og vit vónaðu, at onkur av
útlendsku kolvetnisfyritøkunum
fór at gera tað sama, men so var
ikki. Tað undrar meg eitt sindur,
sigur Oddvá Nattestad.
Í fjør settu fyrireikararnir av
Listastevnu Føroya seg beinleiðis
í samband við eina av kolvetnis-
fyritøkunum, og í ár vóru
fyrireikararnir á fundi við sam-
takið fyri fyritøkur innan
føroysku kolvetnisvinnuna,
FOIB, við tí fyri eyga at fáa
stuðul til stevnuna. Í báðum
førum var áhugin líti og eingin,
sigur Oddvá Nattestad.
- Vit góðtaka sjálvsagt eitt nei,
men eg skilji ikki, at kolvetnis-
fyritøkurnar ikki vilja brúka
hendan møguleikan til at gerast
sjónligar. Eg síggi nógvar
fyrimunir fyri fyritøkurnar í at
stuðla einum slíkum tiltakið.
Men tað vísir seg, at føroyska
vinnan sum heild hevur ilt við at
skilja, hvat virði hon kann fáa
burturúr samstarvi við listina. Vit
høvdu tó vónað, at útlendsku
kolvetnisfyritøkurnar vóru
øðrvísi í so máta, men tað sær
ikki soleiðis út, heldur Oddvá
Nattestad.
Ikki lovað nakað
Kolvetnisfyritøkurnar, ið hava
sæti í Føroyum, viðganga uttan
at blunka, at tær ikki hava latið
nevnivert av stuðli til føroyska
list, síðan tær fóru undir
virksemið sítt her á landi.
Hjarnar Djurhuus er stjóri fyri
BP og Shell bólkin, sum hevur
leitiloyvi á føroyska landgrunn-
inum. Hann metir ikki, at
kolvetnisfyritøkurnar hava givið
nøkur lyftir um at stuðla før-
oyskari list og mentan í serligan
mun.
- Vit fáa umsóknir um stuðul
nærum dagliga, og tær verða
allar viðgjørdar og svaraðar.
Men vit lata vanliga ikki stuðul
til onnur endamál enn førleika-
menning, sigur Hjarnar Djur-
huus.
Í treytunum, sum landsstýrið
setti kolvetnisfyritøkunum fyri at
fáa leitiloyvir, lá millum annað,
at kolvetnisfyritøkurnar hvør sær
skuldu binda seg til at lata eina
ávísa milliónaupphædd til
førleikamenning í føroyska
samfelagnum komandi árini.
- Vit hava oyramerkt pening til
at lata til førleikamenning.
Annars lata vit ikki stuðul sum
so. Men vit hava sjálvsagt eina
ávísa upphædd, sum vit kunnu
nýta til lýsingar og annað PR-
virksemi, og onkuntíð hevur
nakað av hesari upphædd verið
nýtt til at stuðla onkrum
mentanarligum tiltaki. Men vit
hava ikki nakran fastan politikk
um, hvat vit skulu stuðla og
hvussu ofta, og listin er ikki í
nakrari serstøðu í so máta, sigur
Hjarnar Djurhuus, sum tó leggur
dent á, at allar umsóknir verða
viðgjørdar og summar teirra
gingnar á møti. Millum annað lat
BP og Shell bólkurin stuðul til
eina konsertferð til Aberdeen hjá
kórinum Cantabile fyri tveimum
árum síðan.
- Men tað er ikki nógv, vit
stuðla, og tað er heldur ikki
okkara uppgáva sum so. Vit
skulu sum kolvetnisfyritøka
syrgja fyri at gera eitt dygdargott
arbeiði, og tað umráðandi í
hesum førinum er at finna olju.
Harvið kann føroyska samfelagið
fáa meira pening at ráða yvir, og
so er tað ein politisk avgerð í
hvønn mun hetta skal koma
listini og mentunarlívinum og
øllum øðrum til góðar. Vit fara
sum kolvetnisfyritøka ikki at seta
nakra ávísa upphædd av til at
stuðla list og mentan, sigur
Hjarnar Djurhuus.
Sær møguleikarnar
Rúni M. Hansen, stjóri fyri
Statoil bólkin, sær stóru
mongdina av umsóknum um
stuðul til nógv ymisk endamál,
sum fyritøkan fær so at siga
dagliga. Hann bjóðar umsókn-
unum vælkomnum, men leggur
dent á, at umsøkjararnir ikki eiga
hava ov stórar vónir.
- Statoil hevur í altjóða høpi
latið stuðul til nógv endamál
aðrastaðni, eisini av listarligum
slag, men her á deildini hjá
Statoil í Føroyum hava vit fyri
tað mesta stuðlað útbúgving og
gransking. Tað stuðlaðu vit
áðrenn vit fingu leitiloyvi, og tað
halda vit sjálvsagt fram við, nú
stuðul til førleikamenning er eitt
loyviskrav. Men allar aðrar
umsóknir verða eisini viðgjørdar
seriøst, og allar umsóknir eru
vælkomnar, sigur Rúni M.
Hansen.
Hóast Statoil ikki higartil kann
breggja sær av at hava spýtt
serliga nógvar pengar í føroyska
list og mentan, so er tað sambært
stjóranum ikki tí, at fyritøkan
ikki dugir at síggja virðið í
slíkum stuðli.
- Tað er absolut ikki nakað býtt
hugskot at stuðla listini. Eg
haldi, at tað vísir ein góðan
hugburð, um ein fyritøka stuðlar
listarfólki og listarligum átøkum,
og tí er heldur ikki óhugsandi, at
vit fara at stuðla onkrum slíkum
í framtíðini. Men hóast vit eru
ein partur av einari peninga-
sterkari fyritøku, so merkir tað
ikki, at vit hava óavmarkaðar
fíggjarkarmar, og tí eru mørk
fyri, havt vit kunnu stuðla. Men
eg dugi ikki at síggja, hví
skuffilsi skal vera størri yvir eitt
noktandi svar frá okkum enn frá
øllum møguligum øðrum
fyritøkum, sigur stjórin fyri
Statoil bólkin.
Fingið skeiva fatan
Ben Arabo, stjóri fyri Amerada
Hess í Føroyum, sigur, at felagið
fær nógvar umsóknir um stuðul
til øll hugsandi sløg av tiltøkum
og øðrum, og av tí sama verða
nógvar teirra ikki gingnar á møti.
Eins og hinar kolvetnisfyri-
tøkurnar, sum hava fingið loyvi
at leita eftir olju í føroysku
undirgrundini, hevur Amerada
Hess bundið seg til at lata
rættiliga stórar upphæddir í
stuðli til førleikamenning av
ymsum slag, og Ben Arabo
heldur, at av tí at kolvetnis-
fyritøkurnar soleiðis lata pening
til útbúgvingarlig og vinnu-
fremjandi tiltøk, kunnu fólk
kanska hava fingið ta skeivu
fatan, at kolvetnisfyritøkurnar
nýta nógvan pening til stuðul
sum heild.
- Men her er talan um tvey
ógvuliga ymisk øki. Tað eina er
stuðul til førleikamenning, sum
vit hava bundið okkum til, og
hitt er reklama. Tað er krav frá
myndugleikunum at vit seta eina
ávísa milliónaupphædd av til at
stuðla førleikamenning og har
hava vit greiðar reglur at ganga
eftir. Umsóknir, sum fella uttan
fyri hesar karmar, kunnu vit í
summum førum stuðla sum
reklamuátøk, men tað er
ógvuliga avmarkað, hvussu nógv
vit nýta til reklamu. Tað kundi tó
væl hent seg, at vit fóru at stuðla
onkrum innan føroyska list í
framtíðini, og vit hava fyrr verið
við til at stuðla onkrum á tí
økinum, sigur Ben Arabo, ið
leggur afturat, at eftir hansara
tykki eru list og mentunartiltøk
áhugaverd í PR-høpi.
Ikki serliga skyldu at stuðla
Stjórin fyri Amerada Hess í Før-
oyum metir ikki, at kolvetnis-
fyritøkur hava nakra serstaka
skyldu fram um aðrar føroyskar
fyritøkur at stuðla júst list og
mentan.
- Tað er okkara hugburður, at
ein og hvør fyritøka eigur at
sýna sosiala ábyrgd, og tí eiga vit
sjálvandi at stuðla í ávísan mun.
Men samstundis er tað okkara
skylda sum fremmand fyritøka at
fella nátúrliga inn í føroyska
vinnuumhvørvið og fylgja
góðum skikki. Eg dugi til dømis
at síggja fleiri vansar í einari
støðu, har Amerada Hess førdi
seg fram sum eitt dominerandi
felag við sponsoratum til bæði
eitt og annað. Eg trúgvi heldur
ikki, at nakar ynskir, at føroyska
mentunarlívið skal gerast
fíggjarliga bundið av stuðli frá
kolvetnisvinnuni, sigur Ben
Arabo.
Stórt vónbrot
Á Plátufelagnum Tutl ræðast tey
tó hvørki at gerast bundin at
stuðli ella fáa eina einstaka stóra
peningainnspræning.
- Vit hava tað listarliga til-
feingið, sum skal til fyri at gerast
stórútflytarar av listarligum
tilfari, men vit hava bara
ongantíð fingið fíggjarligu
møguleikarnar til at satsa stórt.
Tí er tað eitt stórt vónbrot, at
kolvetnisfyritøkurnar ikki brúka
hendan møguleikan at gera ein
mun og skapa sær goodwill, tí eg
veit, hvussu nógva positiva
ávirkan tær kunnu fáa á útinn-
andi listina í Føroyum. Við tað,
at kolvetnisfyritøkurnar eru so
peningasterkar, kunnu tær gera
nógv gott fyri føroysku listina
fyri lutfalsliga smáar stuðuls-
upphæddir, upphæddir, sum helst
hvørki gera frá ella til, verða tær
lætnar sum stuðul í størri
londum, sigur Kristian Blak.
Hann vil ikki tó ikki fara so
langt sum at lata vónbrotið
gerast til ónøgd. Sum royndur
fundraiser bæði í Føroyum og
uttanlands veit hann, at allar
fyritøkur hava sín fulla rætt til at
siga ja og nei til at veita stuðul,
alt eftir hvussu tað hóvar teim-
um, og at hetta eiga umsøkjarar
góðtaka.
- Tað kann jú eisini vera, at vit
ikki er nóg dugnalig til at selja
okkum sjálvi til kolvetnisfyri-
tøkurnar, og at vit í veruleik-
anum bara eiga at gera betur vart
við okkum, sigur Kristian Blak
Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002
5
Hendan mánaðin er greinarøð í Sosialinum við sam-
røðum við skapandi og útinnandi listafólk. Listafólk,
umboðandi allar listagreinir, greiða frá sínum listaliga
lívi og gera sær tankar um mentunarálitið, Mentan og
Menning, og hvussu tey kunnu hugsað sær ein føroy-
skan mentunarpolitikk.
Ben Arabo, Amerada Hess
Hjarnar Djurhuus, stjóri á BP og
Shell-bólkinum
Oddvá Nattestad, verkætlanarleiðari
Rúni M. Hansen, stjóri fyri Statoil-
bólkin
Kristian Blak, Tutl