Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. apríl 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 C M Y K 34 2 Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Seinasta fráboðanin frá val- stríðnum. Valstríðið avlýst. Øll valevnini hava tikið seg aftur. Eingin vil stilla upp. Men: Hvønn skalt tú tá skelda út? Hvønn skalt tú tá øsa teg upp um? Hvønn kanst tú tá venda tær til við tí, sum liggur tær upp á hjarta? Ja, hugsa tær til, um tað nú var rætt, at tað ikki var nakar, sum vildi stilla upp til løgtingið. Hvør skuldi so stýrt og leitt landið? Skuldu vit tá bara havt anarki ella lógloysi? Nei, demokrati — fólkaræði — er ikki ein serliga guddómlig skipan, men anarki er nú einaferð anarki. Og við anarki verður tað nú einaferð ein spurningur um, at hin sterkari kúgar hin veikara, og tað er eingin, sum kemur upp í leikin fyri at verja hin veikara. Húgvuna av fyri, at tað eru nøkur, sum vilja taka á seg arbeiðið við at seta upp politiskar skráir, stilla upp til valið og eru til reiðar til at lata seg velja. Húgvuna av fyri, at tað eru nøkur, sum eru til reiðar at taka ábyrgd- ina og harvið bera byrðuna. Ærast tann, sum ærast má. Ikki bara skulu tey verða ærað fyri tað, men tú skalt biðja fyri teimum. Tað er ein sjálvsøgd kristinskylda. Bið fyri teimum, fyri at vit "mega liva eitt stilt og friðar- ligt lív í øllum guðsótta og sóma"(1. Tim. 2,1-2). Kann ein ikki sleppa und- an at lúgva sum politikari? Soleiðis tykist sakin at verða sett upp í Sosialinum 9. 4.2002. At ein politikari kann koma til at lúgva, er so satt, sum tað er sagt, men tað kann ein keypmaður eisini. Og ein skúlalærari. Og ein prestur ... Ger ein tað, er tað bara eitt at gera, og er tað at viðganga tað og biðja um umbering. Men at siga, at ein ikki kann sleppa undan tí, er tað sama sum at siga, at ein og hvør heiðurlig menniskja eigur at halda seg burtur frá at verða politikari Tað eiga tey neyvan. Tvørturímóti. Kann ein prestur vera politikari? Tann spurningurin varð eisini tikin upp í Sosial- inum 9.4.2002. Tað kann væl vera, at hin einstaki presturin vil avmarka seg sjálvan so- leiðis, at hann ikki vil stilla upp til eitt val, og vil geva góðar orsøkir til, at aðrir prestar heldur ikki eiga at stilla upp, men merkir tað at vera prestur, at ein er frátikin síni borgaraliga rættindi? Neyvan. Eins sterkt sum ein gevur góðar orsøkir fyri, at ein ikki heldur, at ein prestur skal stilla upp til løgtings- valið, eins sterkt má ein væl verja hin givna rættin til at stilla upp. Síðan kunnu vit hugsa um, at tað besta kanska vildi verið at søkt um farloyvi frá øðrum arbeiði, um ein verður valdur. Men tað geldur væl ikki bara prestar. Sterkt — at tey vilja stilla upp — tey nógvu valevnini. Tonk, um eingin vildi. Jú, men tey lova ... Ja, sjálvandi lova tey. Men tað er nú eina- ferð munur á lyftum. Tað eru óverulig lyfti. Ja, men tá er tað nú einaferð hin einstaki veljarin, sum ger av, um hann vil atkvøða fyri einum, sum honum tykist geva óverulig lyfti. Tað eru treyt- aði lyfti. Og lat okkum bara skriva okkum aftan fyri oyrað, um tað nú var eitt treytað ella treytaleyst lyfti. Eingin kann nevniliga lasta ein fyri, at eitt treytað lyfti ikki kann verða sett í verk, tí at tað er ikki vist, at ein fekk "magt, som man havde agt". Eitt er at lova, at ein vil virka fyri eini givnari søk, tað lyfti kann ein og skal ein sjálvandi halda. Nakað annað er, at tað er ikki altíð møguligt at fáa meiriluta fyri einari givnari søk. Men tað er ein ikki vorðin ótrúverd- igur av. Og nakað heilt annað er, at ein við at lurta eftir góðu orsøkunum hjá øðrum politikarum skiftir hugburð í eini givnari søk. Tað er legitimt. Tað skal ein bara opið og óræddur viðganga. "Eg havi lurtað eftir góðum orsøkum." "Eg havi latið meg sannføra." Húgvuna av fyri tí. Óverulig lyfti kunnu gera ein ótrúverdigan, og ein verður ótrúverdigur, um ein gevur treytaleys lyfti og ikki heldur tey. So er tað eisini sagt. Valið er eisini fyri tey, sum ikki hava alnót, og tað kunnu eisini veljast politik- arar, sum ikki hava sína egnu heimasíðu. Lat okkum ikki gloyma tað. "Høgt er harraboð. Men hægri er Guðs boð." Soleiðis stóð tað á eini heimasíðu her til valið, og tað orðið er vert at skriva sær aftan fyri oyrað, goyma í hjartanum og halda hvør annan fast uppá. Og at enda: Set kross tín týsdagin. Tað hevur tú sjálvur, sam- felagið og valevnini uppiborið. Gott val! Føroyar — politikarafrítt øki? NEI TØKK!! Peter O. K. Olofson skrivar JAVNSTØÐA Í 1982 kannaði ameri- kanski samfelagsgransk- arin Wilma Rule fram- gongdina hjá kvinnum í politikki í 23 demokratiskt stýrdum londum og sá, at tað við ávísari valskipan bar til hjá kvinnum at vinna sær javnstøðu so toluliga skjótt, meðan aðrar skipanir høvdu so stórar forðingar innbygdar, at einki vanligt stríð kundi hjálpa kvinnum á mál har. Høvið at kanna eftir, hvussu viðurskiftini vóru í Føroyum á hesum øki, beyðst undirritaðu fyri skjótt 14 árum síðani. Smyril var afturkomin av Nordisk Forum í Oslo við 200 kvinnum, sum við tann spentar ál fóru í teir politisku skógvarnar. Tað vóru bæði løgtingsval og kommunuval seinni hetta sama heystið, og kvinnur stillaðu upp bæði á flokks- listum og á kvinnulistum. Úrslitið var, at kvinnu- liga umboðanin trífaldaðist á tingi og meiri enn tví- faldaðist í bý- og bygda- ráðum. Ein stórur sigur sum bygdi á nógv stríð, men kortini: hví bara frá trimum og fimm prosent- um til ávíkavist 9 og 11, tá ið prosentparturin sambært kynsbýtinum kundi verið umleið 50? Hetta fyribrigdið var viðgjørt í Kvinnutíðindum í 1989 og vísti tað seg, at bæði serføroyskar og heldur enn ikki globalar forðingar gjørdu seg galdandi. Hetta eru sostatt ikki nýggj tíðindi, hóast tey enn eru óforloyst og tískil viðkomandi. Fyrra forðingin, tann globala, lá 1) hjá politisku flokkunum, ið ikki í nóg stóran mun megnaðu at fáa sínar egnu kvinnur á listarnar, 2)hjá kvinnum, sum ikki hættaðu sær undir upp- gávuna og 3)hjá veljarunum, sum ikki høvdu hug, álit ella dirvi til broytingarnar, sum stóðu í boði. Av teimum uppstillaðu vóru 15 % kvinnur, ið fingu 10 % av atkvøðun- um og 9 % av tingsessun- um. Onnur forðingin, tann serføroyska, snúði seg ikki bara um 4)at annað kynið var fyri vanligum biologiskum vanbýti, tí her var 5)øll samfelagsskipanin uppií: bústaðarmynstur, religión, gomul mentan og lógarverkið. Hyggja vit eftir valdøm- unum, so eru 2 kanska 3 sløg. 6)Norðuroyggjar og Suður- streym hava flestu fólkini í hvør sínum býi, meðan restin býr í smá- bygdum við avmarkað- um atkvøðutali — og har høvdu allir flokkar kvinnur á listunum. 7)Eysturoy og Suðuroy, ið eru eitt sindur størri og 8)Norðstreymoy, Vágar og Sandoy, ið eru nakað minni høvdu kortini so mikið í felag, at upp- stillingarmynstrið var tað sama. Fólk búgva spjadd í fleiri bygdum, sum eru á leið líka stórar. Eyðsæð mátti hvør bygdin hava sín mann fyrst, skuldu flokkarnir fáa atkvøður - og talið av valevnum rakk bert í einstøkum førum til eisini at umfata kvinnur. Føroyar eitt valdømi. Sambært Wilmu Rule hava kvinnur ein kjans í val- skipanum, har hvør flokkur fær fleiri fólk vald í hvørjum valdømi. Tey sum kenna føroysku vallógina vita at so verða bara fáar kvinnur valdar her. Og hugsa vit um glas- takið, tey 36 prosentini sum sambært kynsgransk- arum skulu til fyri at kvinnulig umboðan av álvara kann muna, so er eisini tað eitt argument fyri hugskotinum at gera Føroyar til eitt valdømi. Onnur amboð. Kvinnuflokkur ella kyns- kvoteringar av ymsum slag kundu verið onnur amboð í stríðnum fyri javnstøðu í politikki, men beint nú er í so máta lítið annað at gera uttan 9)í teimum størru valdøm- unum at velja kvinnu og 10) í teimum smærru antin at velja ta kvinnuna sum vónandi er á listanum heldur enn sambygdar- mannin - ella kvinnuna á øðrum lista heldur enn mann á sínum egna. At hetta seinna júst er so trupult, sum Wilma Rule í sínari tíð vísti á, fyri ikki at siga júst er so vónleyst ella tápuligt sum strategi her hjá okkum, tað mátti skjótt verið greitt fyri teimum flestu. Stríðið fyri javnstøðu, menning, frælsi og friði er samstundis stríð ímóti eyðræning, dálking, harðskapi og kríggi. Greinin hjá Bergtóru er av heimasíðuni hjá Javnstøðu- nevndini www.javnratt.fo Valdspyramidan í Føroyskum Politikki - Forðingar og Amboð - Sambært Wilmu Rule, amerikanskum valgranskara, hava kvinnur kjans í valskipanum, har hvør flokkur fær fleiri fólk vald í hvørjum valdømi, sigur Bergtóra Hanusardóttir, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn UTGÁVA Tólv av okkara fremstu myndlistafólkum hava gjørt hvør sína mynd til teir tólv mánaðirnar í árinum, og stutt frágreið- ing er á føroyskum, ensk- um og donskum um mynd- listafólkini. Listafólkini eru Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Astri Luihn, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Sigrun G. Niclasen, Amariel Norðoy, Aase Bømler Olsen, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni og Kári Svens- son. Føroysk myndlist er ein góður “ambassadørur” fyri Føroyar, og er Lista- kalendarin frálíkur at nýta sum gávu, bæði hjá ein- staklingum og stovnum. Fyrta útgávan, Lista- kalendarin 2002, var væl umtókt og er nú útseld. Listakalendarin er mátin hjá listafólki at sýna fram og breiða vitan um føroyska myndlist. Lista- fólkini vóna, at hesin kalendarin fær somu góðu móttøku, sum tann undanfarini. Hann er til keyps í sølubúðunum fyri 148 kr. Listakalendarin 2003 Føroyski Listakalendarin fyri 2003 er komin í bókabúðirnar Bergtóra Hanusardóttir Sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2002 3 SANGFERÐ Jan Müller Tað er Dýri biðidagur í dag, fríggjadagin 26. apríl. Sambært bókini Dagar og nøvn í ál- manakkanum, sum Stiðin gav út í 1994, og sum Axel Tórgarð skrivaði, so er Dýri biðidagur fjórði fríggjadagur eftir páskir. Hann hevur ongan beinleiðis bíbliskan ella kirkjuligan uppruna. Hann var ásettur við kongligari fyriskipan 27. mars 1686 og skuldi koma í staðin fyri eitt ótal av biðidøgum, sum eingin fekk skil á. Dagurin var strangliga hildin, og gamalt var, at frá vestri (kl. 6) Dýrabiðidagsaftan til vestur Dýra biðidag mátti ikki rúka í nøkrum húsi. Tey gomlu fastaðu eisini hetta samdøgrið. Í Suðuroy verður dagurin róptur heilig- fríggjadagur, sigur Axel Tórgarð, sum leggur afturat, at Dýra biðidag 30. apríl í 1858 — tað vil siga valdagin fyri 144 árum síðani — legðist stórkavi, róptur Dýribiðidagskavin. Og so sleppa vit Axeli Tórgarð og frálíku bókini hjá honum um Dagar og nøvn í árinum. Endi og byrjan Hesa tíðina á árinum endar tað mesta av tí, sum hevur verið uppi á vetrinum, og tað, sum hoyrir sumrinum til, tekur við. Í útvarp- inum hava vit uppundir tey seinastu vikuskiftini hoyrt kunngerðir um, at nú verður framsýning av hesum og hasum, sum er avrikað í vetur. Várkon- firmatiónirnar hava verið, og innandura tiltøk hjá kirkjum og samkomum broytast, nú góða árstíðin — í hvussu so er tann ljósa — mugu vit vóna so spakuliga fer at vitja okkum. Fótbóltsárið er byrjað, í gjár vórðu nógvir kappróðrabátar flotaðir, og so verður samfelagið og lívið til síðst í august merkt av, at nú er summar. Tá verður aftur farið undir tað fantastiska nógva innandura arbeiðið og ítrivið, sum er kring oyggjarnar. Soleiðis rullar eitt árið fyri og annað eftir. Toftafólk á sangferð Næstsíðsta sunnudag var veðrið gott. Í sambandi við eina samrøðu, sum vit skuldu gera við Símun i Túni um, tá hann hitti forsetan í Venezuela, Hugo Chavez, sum tað hevur verið at hoyrt so nógv um síðstu vikurnar, vóru vit í Hebron á Argjum. Har var nógv lív í, og vit nýttu høvið at taka nakrar myndir og at spyrja okkum fyri, hvat tað var, sum gekk fyri seg. Vit fingu at vita, at tað vóru toftafólk, sum vóru á vitjan og nú fyrireikaðu seg til sangfram- førslur. Brøðrasamkoman í Hebron hevði bjóðað sangarum úr brøðrasamkomuni í Nebo á Toftum at vitja, og so høvdu tey á Toftum gjørt av, at tey skuldu øll, sum ganga í samkomuni, fara við suður á Argir. Tey vóru næstan eitt hundrað fólk í ferðalagnum, og tey høvdu fýra kór og sangbólkar. Tey minstu børnini spældu uttanfyri, tá vit tóku myndirnar, so tey komu ikki uppá. Annita og Oddmar Tausen læra børn, sum eru undir skúlaaldur at syngja. Í barnakórinum vóru stór skúla- børn. Oddmar Tausen og Anna á Torkilsheygi skipaðu fyri. Í hesum kórinum vóru onkur av teimum, sum eru við á fløguni, ið kallast Vit eru glað. Henda barna— og ungdómsfløgan við andaligum sangum varð givin út í august í fjør, fingu vit at vita. Kórið er ikki farið í summarfrí enn. Saman við fleiri øðrum barnakórum úr fleiri samkomum og missiónshúsum kring landið venja tey og fyrireika seg til eina vitjan úr Noreg. Eitt kent barna- kór kemur henda vegin um miðjan mai. Tað er barnakórið í Nebo, sum hevur bjóðað hesum ferðalagnum at koma henda vegin. Tey eru umleið hálvt annað hundrað í talið. Tey skulu hava konsert í Vágum og í ítróttarhøllini í Runavík saman við føroysku kórunum, og so skulu tey sjálvi hava eina konsert í Vesturkirkjuni. Norska ferða- lagið skal búgva hjá privatfólk- um á Toftum. Ein ungdómsbólkur av Toftum var eisini í Hebron. Tey høvdu nógvan og góðan tónleik afturvið sanginum (tað høvdu hinir bólk- arnir og kórini eisini). Síðsti bólkurin var ein, sum var samansettur av eitt sindur tilkomnum kvinnum. Tær søgdu seg ikki hava sungið saman so leingi í hesum bólkinum, men áður søgdu tær seg hava sungið í øðrum samanhangum. Tá møtið í Hebron byrjaði, var salurin stúgvandi fullur. Døgurðin var á Hafnia Toftafólkini vórðu saman við øllum hinum, sum vóru í Hebron, bjóðað til nátturða í kjallaranum í rættuliga rúmliga salinum. Har var borðreitt við øllum góðum, sum tey, ið ganga í Hebron á Argjum høvdu havt við heimanífrá. Toftafólkini hildu seg hava havt ein góðan dag. Tey vóru farin av Toftum klokkan eitt. Eingin døgurði varð etin, áðrenn tey fóru. Tá tey fyrireikaðu seg til Argja ferðina, kom onkur við tí hug- skotinum, at tey skuldu øll fara á Hotel Hafnia at eta døgurða. Tey bíløgdu høllina, sum er yvir av matstovuni, og matarskráin var tann sama, sum hon var í matar- høllini — fleskasteik við øllum góðum afturvið og so onkrum góðum omaná. Til børnini var serligt borð við pitsa, pylsum og høsnarungum. Tað var prýtt við ballónum, so stemningurin var næstan sum í einum brúdleypi. Klokkan hálvgum tíggju á kvøldi vóru gestirnir av Toftum aftur við hús, og tey frøddust um ein góðan dag. Lítla Vármyndin Í 1976 gav Magnus Dam Jacob- sen út yrkingarsavnið Vaknaður vársins songur. Talan er um yrkingar, sum pápi hansara, Jens Dam Jacobsen, hevur yrkt. Tann fyrsta er vorðin rættuliga kend. Hon eitur Lítil vármynd. Knút Háberg hevur gjørt yndisliga lagið, sum Ingálvur av Reyni ofta hoyrist syngja í útvarpinum. Eisini í ár fløvar tað at hoyra Ingálv av Reyni syngja Vaknaður vársins songur. Á hestbaki genta og drongur hvørva um lyng- brúnan hól. Feta á fjalli, eygleið- andi varðar, syngjandi sprund, meðan silvitnisskærar vágirnar kyssast av sól. So mugu vit vóna, at valdag- urin 30. apríl ikki verður, sum Axel Tórgarð veit at siga, at hesin dagurin royndist í 1858, tá tað legðist stórkavi. Toftafólk á sangferð í høvuðsstaðnum Fýra bólkar og kór úr brøðrasamkomuni á Toftum vitjaðu næstsíðsta sunnudag samkomuna í Hebron á Argjum Kvinnubólkur: Annie Højgaard, Gurðun Tausen, Elinbjørg Petersen, Eydna Thorkildshøj, Elin á Torkilsheyggi, Anna á Torkilsheyggi, Annika Olsen og Sólrun Lómstein Ungdómsbólkur: Elisabeth Hansen, Tamara í Túni, Erla á Torkilsheyggi, Óla Kristian á Torkilsheyggi, Rakul Mortensen, Hervør á Torkilsheyggi, Jóan Magnus Olsen og frammanfyri Jóhan á Lakjuni og Kári á Torkilsheyggi Barnakórið, sum nú fyrireikar seg til vitjanina hjá norska barnakórinum Gra'Vox, sum mitt í komandi mánað skal hava konsertir í Vágum, í Runavík og í Vesturkirkjuni Salurin í Hebron á Argjum var stúgvandi fullur, tá kór og bólkar av Toftum vitjaðu