fríggjadagur 26. apríl 2002síða 27
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 26. apríl 2002
53
Musikkstevnan
2002
Dýri Biðidagur 26. apríl
Kl. 15.00 Stuttar útikonsertir á hesum støðum í
býnum:
Við Háskúlan, við krossin Dalavegur/
Pedda við Steinsgøta og á Láarvegnum
Kl. 15.30 Skrúðgongur frá konsertstøðunum móti
miðbýnum
Kl. 16.00 Konsert á Tinghúsvøllinum. Jan Christian-
sen borgarstjóri setur stevnuna
Kl. 19.30 Almenn kvøldseta í Norðurlandahúsin-
um.Umframt horn- og harmoniorkestrini,
sum fara at framføra ymiskt til gaman og
álvara, luttaka eisini Havnar Ungdóms-
hornorkestur, Næmingaharmoniorkestrið
hjá Musikkskúlanum og Ælabogin.
Leygardagur 27. apríl
Kl. 15.00 Galla konsert í Norðurlandahúsinum.
Luttakarar verða:
Nes Sóknar Musikkfelag
Sørvágs Tónleikarafelag/ Vestmanna Hornorkestur
Fuglafjarðar Hornorkestur
Harmoniorkestrið GHM
Havnar Hornorkestur
Tvøroyrar Hornorkestur
Klaksvíkar Hornorkestur
og stórt felagsorkestur við luttakarum úr øllum
orkestrunum.
Atgongumerkir til konsertirnar í Norðurlandahúsin-
um, á 60 kr.fyri vaksin og 20 kr.fyri børn, eru at fáa í
húsinum.
Vælkomin til Musikkstevnuna 2002
Góðu føroyingar!
Heitt verður á tykkum um
at velja Sjálvstýrisflokkin.
Sjálvstýrisflokkurin
fegnast um seinastu
veljarakanningarnar, men
tað er valið 30. apríl, ið er
avgerandi. Tí eiga vit í
felag at taka lógvatak og
fylkjast um flokkin.
Eg fari framhaldandi at
leggja dent á ein politikk,
har Sjálvstýrisflokkurin
byggir brýr, mýkir
fastlæstar støður og
finnur hóvligar loysnir,
sum tæna føroyska
fólkinum
Við Sjálvstýriskvøðu
Eyðun Elttør
formaður
Setið kross
við lista
SLANGUVOGNAR
við t.d. 60 m 1" slangu
Væl hóskandi til havnir,
virkir, stovnar, skúlar og
aðrar bygningar.
· Brandslangur
· Eldsløkkjarar
· Brandteppir
Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
53
52
Nr. 79 - 26. apríl 2002
Hans Birgir Hansen
Mr. Big
Skal Havnin sleppa undan
politiska
nalvaskoðan,
skulu vit fáa skil á teimum
ruðuleikum, ið valda á øll-
um økjum í Havnini/Suður-
streymoy, ið avbygdar/bý-
arfólki skapar.
Tað vildi loyst allar trup-
ulleikar í Havnini/Suður-
streymoy, um vit fingu eitt
greiðari býti millum tað al-
menna/landi/kommunurnar
/privata við at skipa mið-
spjaðingar ætlanir.
Vit skulu skipa høvuðs-
miðfyrisitingar í Havn-
ini/Suðurstreymoy og skipa
partar av hesum undir ein-
ari lon úti á størri útjaðar-
oyggjum, ið er bygdar/økis-
menning. Vit skulu fremja
slíkt innan fyrisiting, fram-
leiðsluvirksemi, handil- og
vinnulív, flutnings- og tæn-
astuvinnu, skúlar, læru-
stovnar, ansing av børnum
og teimum eldru.
Vit skluu hava útbúgv-
na/útlærda fólki at flyta út
aftur til størri útjaðara-
oyggjarnar, ið er bygd-
ar/økismenning, og geva
øðrum bygdarfólki útbúgv-
ing/lærupláss.
Eg dugi ikki at síggja,
hvat vit skulu hava lands-
/kommunalpolitikarar uttan
fyri Havnina sitandi uppi á
løgtingi, ið ikki fáa skapt
bygdar/økismenning.
Tað kann sparast fleiri mió.
kr. hvørt ár innan sam-
ferðslukervi við atliti til
ferðamanna, farma, fiska-
flutning morgun, seinna-
part, kvøld hvørja viku.
Tað kann ikki vera rætt-
víst at lands-/kommunal-
politikarar hava dupult hús-
arhald og borgarlig størv í
Havnini og úti í heimstaðar
kommunum.
Tað er ikki rættvíst av ar-
beiðsgevarum/arbeiðstak-
arum í Tórshavnar kom-
munu at fáa sær arbeiðs-
megi uttan fyri Havnina og
uttanlands.
Tað er tá tøk arbeiðsmegi
er í Tórshavnar kommunu,
ið ikki fær nakað arbeiðstil-
boð tá avbygdar/býarfólki
fær
framíhjárættindir
í
Havnini.
Havnin/Suðurstreymoy
skal ikki vera barnagenta
hjá heimstaðar kommunum
ein finst at.
Finnur Egholm
Valevni Sjálvstýrisfloksins
í Eysturoy
Søla av daggomlum fiski
má aldri fáa verri prís enn
søla av eldri fiski. Til døm-
is skip, sum landa 8 til 15
dagar gamlan fisk, fáa sum
regul betri prís enn tey, sum
landa daggamlan fisk.
Her er nakað ravruskandi
galið. Tað sær út til, at teir
keypa gamlan fisk dýran
fyri at keypa daggamlan
fisk bíliga. Hasin gamli
fiskurin verður ofta keyptur
privat. Reiðari og flaka-
virkisstjóri tosa saman um,
hvussu nógv fiskurin skal
kosta pr. kilo, og fær reiðar-
in ikki tann prísin, hann vil
hava fyri fiskin, umhugsar
hann beinanvegin at landa
uttanlanda, um hetta letur
seg gera.
Tí var tað kanska ikki av
leið at latið skipini sloppið
at landa uttanlanda, um tað
skal til fyri at halda prísin
uppi her í Føroyum.
Sjómenn mugu fáa so
nógv fyri fiskin, sum tilber,
tí sjólívið er eitt hart ar-
beiði.
Í londunum rundan um
okkum fáa sjómenn betri
sømdir, enn tey á landi.
Hetta skulu vit halda fast
við, vit sum eru sjómenn.
Fiskimannafelagið má eis-
ini ansa væl eftir hesum.
Verður nakað gjørt við
skattalættan hjá okkum,
fara vit í verkfall beinan-
vegin. Tað eru nógv fólk í
Føroyum, sum hava sjó-
menn í familjuni, so eg
rokni ikki við, at tað verður
misunt teimum. Tí biði eg
tykkum velja ein flokk,
sum ikki mótarbeiðir okk-
um. Veljið Sjálvstýrisflokk-
in.
Vit eiga at
merkja fiskin
Á flakavirkinum átti at ver-
ið merkt fyri hvønn veiðu-
háttin sær, fyri at fáa so
rættvísan pris sum til ber.
Fiskur,
sum
verður
veiddur við snellu, línu,
troli ella gørnum eigu ikki
at verða blandaður saman,
tá hann kemur á virkið.
Heldur ikki gamal og
nýggjur fiskur, tí snellu-
fiskurin er nógv tann besti
fiskurin, verður rætt borið
at.
Daggamal snellufiskur
átti at verið merktur fyri
seg til at selja. Til dømis
við einari Vágasnellu á
pakkanum. Daggamal línu-
fiskur átti at verið merktur
fyri seg til at selja. Til døm-
is eitt bílæt av einari línu á
pakkanum. Daggamal trol-
fiskur átti at verið merktur
fyri seg til at selja. Til
dømis bílæt av einum troli
á pakkanum. Og somuleðis
við hinum fiskasløgunum,
t.d. frystur fiskur, garna-
fiskur o.s.fr..
Vágafólk
Tit vágafólk skylda Sjálv-
stýrisflokkinum við Sámal
Petur í Grund á odda eina
tøkk fyri, at undisjóartunnil
verður gjørdur. Tí heiti eg á
tykkum um at velja Sjálv-
stýrisflokkin
sum
eina
tøkk.
Sjálvstýrisflokkurin fer
eisini at arbeiða fyri tey
brekaðu, bæði tey, ið hava
sálarlig og likamslig brek.
Og fyri tey gomlu, so tey
kunnu fáa so góð kor sum
til ber, at tey kunnu liva eitt
lív á besta hátt her á landi
ella uttanlanda.
Eg skilji ikki, at sam-
bandsmenn siga, at vit eiga
Føroyar. Er tað so, so mugu
tit vísa okkum skeyti uppá
hetta. Eg haldi ikki, vit
skulu halda uppá Danmark
meira. Danmark er fyrsta
land í verðini, sum vígir
samkynt. Hetta er ímóti
Bíbliuni. Tá misti eg alt fyri
Danmark. Hetta mugu sam-
bandsveljarar
duga
at
skilja, og tí velja Sjálv-
stýrisflokkin.
Sjálvstýrisflokkurin
byggir á kristna siðalæru og
verjir trúarfrælsi, politiskt
frælsi,
mentunnar-
og
vinnufrælsi og er ímóti
mannamuni og allari happ-
ing.
Á hesum grundarlagi
hevur Sjálvstýrisflokkurin
sett sær fyri at tryggja lívs-
grundarlag og sjálvssøgd
rættindi hins einstaka borg-
ara. At fremja ein rættvísan
sosialan politikk eftir før-
oyskum fortreytum og at
menna føroyskan siðaarv,
mál og mentan.
VALGREINAR
Hanna Jensen
valevni Fólkafloksins
í Eysturoy
Andstøðuflokkarnir rópa
øgiligt um at varðveita
ríkisfelagsskapin. Og út
til føroyingar tosa skift-
andi danskir statsminist-
arar, um hvussu nógv teir
virða hendan felagsskap.
Men hin beiski veruleik-
in er ein annar.
Alf Ross, professari í
statsrætti, skrivar 16. juni
í 1947 í útkastinum til
tulkingina av § 1 í
Heimastýrislógini: »Når
Færøerne er en del af
Danmark, må der tales
om rigsenheden, ikke
rigsfællesskabet. Der be-
står fællesskab mellem
de ligestillede dele, men
enhed mellem delen og
helheden.« Slíkar við-
merkingar verða skrivað-
ar til tulking av lógum,
sum verða gjørdar.
Hetta verður kallað im-
perialistiska tulkingin, og
síðani 1992 er tað aftur
og aftur staðfest at dan-
ska stjórnin, heldur seg
fult og heilt til hesa tulk-
ing. Føroyingar hava kent
tað á egnum kroppi, og
tað hevur víst seg, hvørja
ferð Landsstýrið hevur
roynt at samráðast um full-
veldistilgongdina. Aftur-
vendandi orðini hava ver-
ið: »Danmark er en en-
hedsstat«
Serliga
greitt
kom
hugsan donsku myndug-
leikanna fram, í svari
Frank Jensens, løgmála-
ráðharra til Peter Skaa-
rup hin 14. mars 2001:
»Med
hensyn
til
muligheden for at over-
drage ejendomsretten til
den færøske undergrund
kan jeg henvise til, at
dette spørgsmål er be-
handlet i Justitsministeri-
ets notat af 28. feb. i år
om forholdet mellem
grundloven og aftalen
om Færøernes landsstyre
om råstoffer i under-
grunden. (...). Det frem-
går bl.a. af notatet, at det
har været tilkendegivet
som en almindelig opfat-
telse, at grundloven ville
være til hinder for, at den
danske regering indgik
aftale med hjemmestyret
om overdragelse af ejen-
domsretten over råstoffer
i undergrunden til be-
folkningen i en bestemt
del af riget. Det fremgår
videre af notatet, at det
færøske
hjemmestyre
med råstofaftalen alene
har fået overdraget den
lovgivende og admini-
strerende kompetence.«
Danir halda fast uppá,
at teir hava yvirvalds-
rættin, fullveldi í Føroy-
um, og tí siga teir seg eis-
ini hava ognarrætin til
undirgrundina og alt,
sum í henni finst. Vit
sleppa bert at lóggeva á
økinum og at umsita tað,
men hava sambært teim-
um ikki yvirvalds- og
ognarrættin.
So ríkisfelagsskapur er
tað ikki. Felagsskap tosar
man um, tá partarnir eru
á jøvnum føti, tvs. at
hvørgin er yvir hinum.
Sum sæst í omanfyri
nevndu viðmerkingum,
so tosa danir um ríkis-
eind og ikki ríkisfelags-
skap, og tað er sera
greitt, sambært teimum,
hvør er yvir hvørjum.
Gevist tí at tosa um
hendan ríkisfelagsskap,
sum bert finst í huga-
heimi
sambandsflokk-
anna!
www.hannajensen.subnet.dk
Mytan um
Ríkisfelagsskapin
Keyp og søla av fiski
2. partur – Havnin og politiska nalvaskoðanin!
Reimund Langgaard
valevni Sambandsfloksins
í Eysturoy
Yvirskotið fer frá 697 niður
í 45 mió. kr. í bestu tíð.
Skuldi Landskassin ikki
verða við til at stabilisera
búskapargongdina? Tað eru
helst fleiri við mær, sum
undrast á fíggjarliga poli-
tikkin hjá sitandi sam-
gongu.
Búskaparfrøðingar,
ið
hava tikið undir við førda
politikkinum, eru alt hetta
valskeiðið endurgivnir fyri
at siga, at tað er skilagott at
leggja til síðis í góðum tíð-
um, so vit eru før fyri at
standa ímóti, um vit skuldu
uppliva
eitt
afturstig.
Landskassin kann á henda
hátt partvís útjavna tey
sveiggj, ið altíð eru, og ser-
liga í einum so viðbreknum
búskapi, sum tí føroyska.
Vit hoyrdu týsdagin, at
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum hevði kunnað um
úrslitið hjá landskassanum
í 2001. Úrslitið var heilar
697 mió. kr.. Smb. fjølmið-
lunum hevði landsstýris-
maðurin tó brúkt minst líka
nógva orku uppá at aftur-
vísa, at landskassin í 2002
fær eitt munandi hall.
Upprunaliga yvirskotið
uppá 121 mió. kr. á fíggjar-
lógini fyri 2002 er nú kom-
ið niður á einans 45 mió. Tá
so 144 mió. kr. eru goldnar
í avdrátti, eru uml. 100
mió. kr. minni í landskassa-
num enn við ársbyrjan.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at skattainntøkurnar eru
størri enn metingarnar í
fíggjarlógini, og tí fór úr-
slitið helst at gerast nógv
betri enn tær 45 mió. kr.
Landsstýrismaðurin gloym-
ir sjálvandi, at eykajáttanir-
nar, sum vórðu samtykta
seinastu dagarnar tingið var
saman, helst ikki verða tær
seinastu í hesum árinum -
einki er tó galið í tí, at nýta
tey argument, sum tala eins
egnu søk.
Eftir sita vit vanligu
borgarar við einum ringum
smakki í munninum. Um
Landskassin ikki megnar at
leggja pening tilsíðis í
bestu tíðum, gongur ikki
long tíð áðrenn tað al-
menna fer at siga fólki upp,
um vit fáa eitt búskaparligt
afturstig.
Trygg búskapargongd?
C
M
Y
K
52