Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. apríl 2002síða 26

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 79 - 26. apríl 2002 Nr. 79 - 26. apríl 2002 51 VALGREINAR Útbúgvingar í Føroyum Heðin Zachariassen valevni Fólkafloksins Alt frælsi er avgerandi um vit eiga politikarar, sum síggja álvaran í, hvussu stóran týdning tað hevur at stýra við ábyrd og skinsemi, fíggjarliga og umsitingarliga; okkara landi og fólki til frama og framburð. Sjálvstýriskósin er sett og er við Fólkaflokkinum tann fíggjarliga besta og ábyrdarfulla kósin, sum nakar flokkur hevur víst í verki og sum Fólkaflokk- urin vil halda fast við. Fólkaflokkurin er besta trygdin fyri m.a. einum vælstýrdum og tryggum • Fiskivinnupolitikki • Vinnupolitikki • Eldrapolitikki • Heilsupolitikki • Íbúðarpolitikki • Umhvørvispolitikki • Samferðslupolitikki So góði veljari, góðu Norðstreymoyingar, ynskir tú einar tryggar Føroyar, so er rætta av- gerðin, at tín krossur verður settur við lista A Fólkaflokkin. Seti ein sterkan Fólkaflokk á ting. Gott val! Sylverius Jacobsen Valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Eysturoy Hjá Javnaðarflokkinum er útbúgving av fólki eitt hjartamál. Fólkaskúlin, sum er grundin undir allari út- búgving, er síðani kreppuna ikki priori- teraður nóg høgt. Tað vísir kreppan í føroyska fólkaskúlanum í dag. Tað er ikki nokk at gera eina nýggja fólkaskúla- lóg og so lata standa til. Tá er hon til onga nyttu. Fyri at gera fólka- skúlan til fólksins skúla, krevst meira enn ein lóg. Har krevjast umstøður, so skúlin kann virka eftir hesi lóg. Játtan at gjalda hesa lóg skulu fylgja við. Tað eru landsins myndugleikar, sum hava hægstu ábyrgd av fólka- skúlanum. Javnaðar- flokkurin fer at taka hesa ábyrgd á seg, og seta fólkaskúlan á dags- skránna. Ikki bara í orð- um, men eisini í verki. Miðnámsúrbúgvingar nar skulu mennast, so øll, sum hava hug og hegni skulu kunna taka eina miðnámsútbúgving. Men Javnaðarflokk- urin, sum er flokkur verkamanna og lønmót- takaranna, prioriterar handverkaraútbúgvingar nar høgt. Vit hava brúk fyri øllum hondum her heima hjá okkum, tí skulu okkara ungu, sum hava hug til handans arbeiði, eisini hava góða útbúgving. Vit mugu ikki forsøma hesi í okkara ungu, tí vit hava brúk fyri teimum, og hava tey hug eftir lokna læru at fara út um landsoddarnar at royna seg, skulu tey ikki standa aftanfyri onnur ung í okkara granna- londum. Somuleiðis prioriterar Javnaðarflokkinum út- búgving av fólki innan fiskivinnuna. Fólkunum á flakavirkunum skal standa í boði eina útbúgving í teirra yrki, sum mennir tey í teirra arbeiði. Sjómansútbúgvingar- nar, heilsurøktaraút- búgvingarnar, pedagok- útbúgvingin, sjúkra- systirútbúgvingin, lær- araútbúgvingin og aðrar útbúgvingar, sum gera land okkara til eitt fram- komið land, fer Javn- aðarflokkurin at priori- tera, um flokkurin kem- ur í samgongu eftir valið 30 apríl 2002. Dánial Petur Hansen Valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy At Føroyar er tað besta landið í heiminum at vaksa upp og liva í, eru flestu før- oyingar uttan iva meira ella minni samdir um - í øllum førum um vit veruliga seta okkum niður og hugsa okkum um! Flest øll eru vit tó helst eisini samd um, at nógv kundi og burdið verið annnarleiðis og betri, men semjan um hvat kundi og burdið verið annarleiðis og betri er ivaleyst nakað minni. Og semjan um hvat og hvussu nógv átti at verið betri, er væl tá alt kemur til alt ikki serliga stór - hetta fær neyvan verið annar- leiðis, og skal væl heldur neyvan verða tað! Tá ið nú val stendur fyri framman, leggja allir flokk- ar og flest øll valevnir fram sína hugsan um hvat átti at verið betri. Tað er væl eisini eitt av høvuðsendamálunum í ein- um valstríðið. Soleiðis hevur Sjálv- stýrisflokkurin sent ein faldara út í hvørt hús í Føroyum, sum greiðir frá valská floksins til løg- tingsvalið hesaferð. Ríkisfelagsskapurin Alt bendir á, at tað sum er avgerandi fyri veljaran, tá hann skal seta sín kross til løgtingsvalið er, um at- kvøðan fer til ein flokk, sum vil virka innan fyri ríkisfelagsskapin ella uttan fyri ríkisfelagsskapin. At hetta er vorðin ein so týðandi spurningur fyri Føroya fólk, at alt annað má koma í aðru røð, er eftir okkara tykki heilt burtur við og sera óheppið. Hóast tað er at lýsa støðuna einfaldari enn hon er, kann ein siga, at løg- tingsvalið hesaferð soleiðis sær út til at snúgva seg um "formin heldur enn inni- haldið". Formaður Tjóðveldis- floksins, Høgni Hoydal, roynir at villeiða føroyingar við sínum myndatalum. Til hetta kann sigast, at tað sum nú verður roynt, er gera sjálva rammuna av myndini til tað alt av- gerandi. Sjálvsagt hevur ramman stóran týdning fyri hvussu myndin tekur seg út, men um innihaldið á myndini ikki er í lagi, so hjálpir lítið at skilda uppá rammuna. Fyri Sjálvstýrisflokkin hevur innihaldið á myndini størri týdning enn ramman. Til eitt av løgtingsvalun- um í 80’unum varð tá ver- andi formaður Tjóðveldis- floksins spurdur um hvat Tjóðveldisflokkurin fór at gera, um flokkurin kom út í Tinganes, og svaraði hesin: - tá fara vit at hugsa! Undirritaði er bangin fyri at støðan hjá Tjóðveldis- flokkinum ikki er stórt øðrvísi í dag. Svarið uppá hvat flokkurin hevði ætlað sær at gjørt, um hann hevði fingið loysingina hevði væl verið tað sama: - tá fara vit at hugsa! Sjálvstýrisflokkurin ein heimastýrisflokkur Sjálvstýrisflokkurin er ein av teimum gomlu heima- stýrisflokkunum, og hevur havt sum eitt av sínum aðalmálum, at arbeitt verð- ur fram ímóti, at okkara oyggjar gerast meira og meira sjálvbjargnar, so hvørt haldgott grundarlag er fyri hesum - stig fyri stig. Ein politikkur, ið bæði Javnaðarflokkurin við sínum sjálvstýrislógarupp- skotið, Fólkaflokkurin við sínum samveldisuppskotið, og eisini Sambandsflokk- urin við sínum nýskipan- aruppskotið hava tikið til sín. Hesir flokkar ganga upp í navnið á uppskot- inum, meðan innihaldið hevur størri týdning fyri Sjálvstýrisflokkin. Undirritaði er eisini ein at teimum, ið hvørki hevur verið nøgdur við mátan fullveldissamráðingarnar hava verið førdar við danir uppá, ella við tí ferð ætlanin varð at gjøgnum- føra fullveldi uppá. Onkur hevur ført fram, at teir tveir landsstýrismenn- irnir flokkurin fekk fyri sínar tveir tinglimir hetta landsstýrisskeiðið, vórðu dýrt keyptir, og er ivaleyst nakað um tað. Fyrrverandi Danskur forsætismálaráðharri er mangan endurgivin fyri at siga, at "man har et standpunkt til man tager et nyt". Fleiri taka eitt tílíkt úttalilsi sum tekin uppá eina veika støðu, men hetta, at hava evni til at flyta seg, evni til at taka eina aðru støðu, er ikki ein veikleiki, men ein styrki. Fyrrverandi formaður í tingbólkinum hjá sam- bandsflokkinum, skal soleiðis einaferð hava sagt, at tað kann gott verða, at Føroyar einaferð skal loysa frá Danmark, men so skal tað verða við Sambands- flokkinum. Eisini tað "nýggja stjørnuskotið" hjá Sam- bandsflokkinum í Norð- oyggjum, vísir dúgliga á hvussu og hvussu skjótt vit kunnu sleppa av við blokkstuðulin úr Danmark, og eitt av valevnum sam- bandsfloksins í Norðoyggj- um skrivar 8. apríl í ár soleiðis í dimmu: ein hóvligur sjálvstýrispoli- tikkur, ella sum tað eisini verður nevnt - stig fyri stig á sjálvstýrisleið - er rætti vegurin at ganga. So hvør veit, kanska hevur Sambandsflokkurin eina langsigtaða interna loysingarstrategi. Samstundis ávarar fyrr- verandi tingformaður sam- bandsfloksins í dimmu viku seinnu soleiðis: "sama hvørji skinn við stig fyri stig litum summir seyma uppá seg nú upp undir løgtingsvalið". Um hetta skal skiljast sum ein ávaring frá fyrr- verandi tingformanni sam- bandsfloksins ímóti at velja Sambandsflokkin ella eitt av valevnum floksins er ringt at vita! Virðingin fyri hvørjum øðrum umráðandi Um Føroyar einaferð í Framtíðini ikki skulu verða ein partur av "tí formliga" ríkisfelagsskapinum við Danmark, er ikki óhugs- andi, men ein tílík broyting í Ríkisrættarligu støðu Føroya verður ikki gjørd við Sjálvstýrisflokkinum fyrr enn Føroya fólk hevur verið spurt á eini fólka- atkvøðu. Men, tað sum til eina og hvørja tíð umræður er, at talan er um eitt virðuligt forhold landanna millum, og at londini soleiðis hava tað neyðugu virðingina yvir fyri hvørjum øðrum. Munurin á Sambands- flokkinum og Sjálvstýris- flokkinum er annars, at meðan Sambandsflokkurin í síni konserativu libe- ralismu hevur stríðst fyri einum donskum Føroyum, so hevur Sjálvstýrisflokk urin í síni meira sosialu liberalismu stríst fyri einum føroyskum Føroy- um. Stóð tað upp til sam- bandsflokkin høvdu vit møguliga enn í dag ikki sloppið til próvtøku á skúl- unum á okkara egna máli, ikki kunnu hoyrt okkara móðurmál í kirkju, ikki kunnu flagga við merk- inum, osfr. Tað kann verða, at tílíkt ikki hevur so stóran týdn- ing fyri Sambandsflokkin, men fyri okkum í Sjálv- stýrisflokkinum er her talan um nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum vit halda hava alstóran týdning fyri samfelag og sjálvsvirðing okkara. Vit í Sjálvstýrisflokk- inum trúgva, at føroyingar megna tað teir vilja! Høvuðsmál komandi valskeið Í einum komandi valskeiði hevur Sjálvstýrisflokkurin soleiðis sett sær fyri m.a. at virka fyri hesum høvuðs- málum: Einum familjupolitikki, har dentur verður lagdur á vælfrælsi hjá tí einstaka - ungum sum eldri. Einum skattapolitikki, har miðalinntøkur ikki verða skattaðar sum háinn- tøkur. Einum vinnulívspoli- tikki, har dentur verður lagdur á at gera lóggávuna einfaldari og ábyrgdarbýti greiðari millum alment og privat. Einum virðiligum eldra- politikki, har havt verður í huga, at tey eldru eru annað enn pensiónir og røktar- heimspláss. Einum íbúðarpolitikki, har dentur verður lagdur á at betra um møguleikarnar hjá bæði ungum og eldri at seta búgv. Heldur enn at byggja sín politikk á hugsjónir, sum tíðin er farin frá, og sum er við til at spjaða, byggir Sjálvstýrisflokkurin á ein realpolitikk, sum er við til at byggja brýr og sameina. Tað hevur ongantíð verið meira brúk fyri Sjálv- stýrisflokkinum í føroysk- um politikki enn nú. Far tí á val 30. apríl og vel Sjálvstýrisflokkin ella eitt av valevnum floksins. Gott val! Valið er avgerðin um tína og mína framtíð Vit eru realpolitikkur Dánial Petur Hansen valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Ein progressivur skatta- stigi, sum tann vit nýta í norðurlondum, soleiðis eis- ini í Føroyum, byggir á, at skatturin á tí síðst forvunnu krónuni (marginalskattur- in) veksur hægri inntøkan verður. Inntøkurnar verða van- liga býttar upp í láinntøkur, miðalinntøkur og háinntøk- ur, og hækkar skatturin á tí síðst tjentu krónini í stig- um, sum verða mett at sam- svara hesum inntøkuupp- býti. Tvs. at marginalskatturin í grannalondum okkara hækkar vanliga ikki síðsta stigið fyrr enn talan er um eina háinntøku. Í Føroyum hækkar skatt- urin longu síðsta stigið (13%) eftir at ein inntøka er farin upp um 150.000 kr. Við tað, at ein inntøka ímillum 150.000 kr. - 250.000 kr. má metast at verða ein miðalinntøka í Føroyum í dag, er tað so- leiðis ein veruleiki, at miðalinntøkur verða skatt- aðar sum háinntøkur. Nógv eru tey sum soleið- is gjalda út við 60% í skatti av tí síðst forvunnu krón- uni, hóast tey bert hava tað, sum má metast at verða ein miðalinntøka. Markið má hækkast og marginalskatturin lækkast Markið fyri nær skatturin verður hækkaður tey sein- astu prosentini (í dag 13%) má tískil hækkast. Málsetningurin má ver- ða, at hetta loftið verður sett, har mett verður at há- inntøkurnar byrjað. Í dag kann ein neyvan tosa um eina háinntøka fyrr enn tal- an er um eina inntøku omanfyri 250.000 kr. - 300.000 kr. Yvirhøvur tað, at hava ein marginalskatt uppá 60% er alt ov høgt, og er við til at taka arbeiðshugin frá fólki. Áhugin fyri at gera ein eykainnsats er ikki nóg mikið til staðar, og endar hetta ofta bert við at leggja eitt enn størri trýst á lønarlagi. Ein annar málsetningur má tí verða at lækka margi- nalskattin av tí síðst for- vunnu krónuni, soleiðis at hesin ongantíð fer upp um tey 50%. Sjálvstýrisflokkurin vil tey komandi fýra árini virka fyri, at omanfyri standandi málsetningar ver- ða náddir. Far tí á val 30. apríl og vel Sjálvstýrisflokkin, ella eitt av valevnum floksins. Gott val! VALGREINAR Pól Hentze Valevni Miðfloksins Tað er ongin grund til at trúgvandi her á landi standa so spjadd politiskt, sum tey gera í dag. Tvørturímóti eru nógvar grundir til at vit stóðu sam- an. Til dømis trúgva vit iva- leyst øll líkamikið hvørja samkomu vit hoyra til, upp á ein Guð, um hevur áhuga í hvørjar avgerðir vit taka politiskt, um vit nú stuðla giftarmáli ella premiera tað sokallaða pappírleysa »for- holdið«. Ella tak alheimsstøðuna. Vilja vit stuðla Ísrael við tí grundgeving, at Bíblina sigur tað? Ella vilja vit verða við til at verja tað ófødda barnið, tí at lívið er ein heiløg Guðgivin gáva? Ein hvør politisk idéologi skuldi ongantíð verið eitt mál í sjálvum sær. Gongur tú blint inn fyri t.d. sosial- ismu stuðlar tú tonkum um at skapa eina góða tilveru á jørðini uttan Guð, nøvn sum Marx og Lenin máttu sagt nóg mikið! Stuðlar tú ultra høgra, so kenna vit hvat, ið hendi tá ið Hitler kom fram á polit- iska pallin í Týsklandi. Úr- slitið var sorgarleikur uttan líka í heimssøguni. Eg rokni við, at nevndu persónar eru fyrimyndir hjá okkara politisku flokkum, sum bjóða seg fram nú á døgum í Føroyum. Onkur heldur kanska, at tað er heldur nasadjarvt, at kalla ein flokk kristiligan, men tað gongur klárt fram av stevnuskránni hjá Mið- flokkinum, at aðalmálið hjá flokkinum er, at grunda Føroyar á Guðs orð, og at byggja okkara lítla land á kristin meginsjónarmið, við kærleika til fólkið sum drívmegi í tí politiska ar- beiðnum. Guð signi Føroyar! Trúgvandi í Føroyum, standið saman! Jórun Høgnesen valevni Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum Sambandsflokkurin hevur í valstríðnum ført fram, at vit hava størri møguleikar og frælsi í ríkisfelagsskapi- num enn sum sjálvstøðugt ríki. Sum dømi verða ofta nevndir teir møguleikar, vit hava fyri víðari útbúgving í Danmark. Alt gott um tað at ein hópur av føroyingum hava nomið sær víðari les- nað í Danmark, men rákið tey seinnu árini hevur ver- ið, at ungdómurin í størri mun er farin til onnur lond at fáa sær víðari útbúgving. Hetta haldi eg eisini vera eina sunnari gongd, soleiðis at tey eftir lokna útbúgving kunnu koma aftur við íblás- tri ymsastaðni frá. Nevnd verða eisini onnur øki, har vit hava fyrimun í danska samfelagnum, eitt nú innan heilsu- og al- mannaøkið. Til hetta er at siga, at munurin millum tær avtalur sum eru millum Norðurlond, og so tey rætt- indi vit hava í Danmark á nevndu økjum, er ikki so stórur. Á øðrum økjum er tað beinleiðis ein vansi og av- marking, at vit eru í ríkis- felagsskapi við Danmark. Ríkisfelagsskapurin ein vansi Ríkisfelagsskapurin førir eisini við sær, at vit ikki kunnu fáa sjálvstøðuga um- boðan í eitt nú ST og Nato. Vit hava eisini í ríkiligt mát sæð, hvussu danska stjórn- in hevur spent bein fyri, at vit koma á tal við hesar felagsskapir. Í Føroyum gongur eisini sjón fyri søgn, at føroyskir myndug- leikar púrasta eru settir út av spælinum, tá hernaðar- útbyggingar eru farnar fram í landi okkara. Fyri umleið tveimum árum síð- ani kom undan kavi, at Skálafjørðurin var ætlaður sum krígshavn í krígsstøðu. Vit megna tað, vit vilja Nýggjar kanningar hava víst, at lønsemið í føroysku fiskivinnuni er betri enn í okkara næstu grannalond- um. Her er ein hugburðs- broyting farin fram, og fólk í fiskivinnuni hava brotið upp um armar, síðani stuðulin til vinnuna var av- tikin. Eins og í fiskivinnuni ber til at bróta upp um arm- ar á øðrum økjum og betur at fáa gagnnýtt landsins til- feingi. Í kreppuni í nítiár- unum var einki danskt trygdarnet undir okkum, heldur tvørturímóti, tí dan- ska stjórnin, Fíggjareftirlit- ið og Den Danske Bank hugsaðu meira um egin áhugamál enn at bjara før- oyska fólkinum úr krepp- uni. Høvdu vit ikki ein sterkan Tjóðveldisflokk í samgonguni, so høvdu fíggjarligu avdúkingarnar helst ongantíð verið kom- nar undan kavi, einki endurgjald var komið aftur til Føroyar, og eyðmýking- in av føroyingum hevði so- statt verið fullkomin. Føroyingar gera seg galdandi á nógvum økjum Støðan í dag er tann, at før- oyingar gera seg galdandi á nógvum økjum úti í heimi. Grannalond okkara eru far- in at hyggja henda vegin eftir okkara fiskidagaskip- an og nú í seinastuni eftir lønseminum í okkara fiski- vinnu. Føroyingar gera seg galdandi á altjóða støði í gransking innan heilsu og havumhvørvi. Føroyskur høvundur fekk nú um dag- arnar norðurlendska virðis- løn fyri leikritið Eitur nak- að land week-end, og føroy- skir miðnámsskúlar hava fleiri ferðir vunnið europe- iska kapping innan handil og ídnað, sokallaða Euro- pean Business Game. Í løtuni er Heidi Andreassen í uppskoti um heimsheiti í svimjing, so tað grør um gangandi fót. Stórur partur av Føroya fólki vil, at Føroyar skulu fáa fullan limaskap og lut- taka í olympisku leikunum á hædd við onnur lond. Kjak hevur í seinastuni tik- ið seg upp, um hetta letur seg gera, tí eitt krav fyri upptøku er, at limalondini skulu hava fult sjálvstýri. Eg haldi, at tað verður ringt at fáa onnur at viður- kenna Føroyar ájavnt við onnur lond, um føroyingar sjálvir ikki góðtaka, at Før- oyar skulu verða eitt sjálv- støðugt land. Henda viður- kenning má fyrst og fremst koma frá okkum sjálvum. Tí ræður um • At trúgva upp á fram- tíðina • At umsita okkara ognir, soleiðis at øll fáa gagn av ríkidøminum á sjógvi og landi • At hava áræði og treysti til at virka so, at øll skulu hava tað gott í okkara landi • At halda seg til full- veldiskósina Tað ræður stutt sagt um at velja Tjóð- veldisflokkin 30. apríl. www.tjodveldi.fo jorunh@post.olivant.fo Eingir meskar í danska trygdarnetinum Finnur Jensen Valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Aftanfyri hvørja gerð er ein ætlan – men hasa fullveldisætlana verði eg altso ikki klókur av. Hvat skal eg við einum full- veldi, sum eg hvørki ver- ði ríkari, sterkari ella frælsari av? At tað finn- ast fólk, sum orsakað av tjóðskaparligum undir- lutakenslum, tvinga seg til at loysa, tað harmist eg um. Men hví skal tað ganga út yvir okkum onnur, sum longu sprutta av frælsi? Mín kæri lesari…eg fari ikki at heita á teg um at velja ein ávísan flokk, tí tað dugir tú betri sjálv- ur at gera eftir bestu sannføring – men eitt kann eg gera, og tað er at ynsja tær eitt gott sam- bands val og eitt vánaligt fullveldisval! Nú nærkast… Skattalætti til miðalinntøkur – tað er familjupolitikkur C M Y K 51 50