fríggjadagur 26. apríl 2002síða 25
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 79 - 26. apríl 2002
Nr. 79 - 26. apríl 2002
49
VALGREINAR
Hava danir
milliardainntøku
av Føroyum?
Jenis av Rana
løgtingsmaður f.
Miðflokkin
Alt bendir á, at svarið til
yvirskriftina er ja.
Nei, hetta er ikki
pástandur tikin úr leys-
ari luft, heldur ikki
grundarleys orð frá mær
ella Miðflokkinum, men
bygt á orð hjá kendum
fyrrverandi
donskum
ráðharra og útrokning-
um hjá føroyskum em-
bætismonnum.
Føroyavinurin Uffe
Elleman Jensen
Tað
er
fyrrverandi
danski
uttanríkisráð-
harrin Uffe Elleman
Jensen, sum eigur orðini
um, at danir ikki goldu
tað, teir høvdu lovað, til
felags NATO útreiðsl-
urnar (3% av verjuút-
reiðslunum, sum Anker
Jørgensen, statsminist-
ari, hevði givið tilsøgn
um). Hetta var, sambært
Uffa Elleman Jensen, tí
at Danmark framman-
undan nýtti part av
lovaða peninginum til at
tryggja frið í Norður-
atlanshavi (støðirnar í
Føroyum) og í Arktis
(støðirnar í Grønlandi).
Føroyskar útrokningar
Útrokningar gjørdar yvir
tíðarskeiðið
1976-89
vísa, at Danmark spardi
87 mia. krónur hesi
árini- sammett við krav-
ið uppá 3%, meðan teir
saman tíðarskeið brúktu
58 mia. at tryggja friðin
í Norðuratlantshavi og
Arktis (blokkstuðulin til
Føroyar og Grønland).
Tvs. at danir, eftir øllum
at døma, hesi árini
høvdu ein nettovinning
uppá 29 mia. av Før-
oyum og Grønlandi.
Miðflokkurin hevur
biðið um eina frágreið-
ing
Aftur og aftur hesi 4
árini, enntá á fundi, sum
tingmenn høvdu við
Anders Fogh Rasmus-
sen, tá hann var og
vitjaði, havi eg vegna
Miðflokkin biðið um
eina uppgerð, sum antin
avváttar ella váttar tað,
eg skrivi omanfyri. Ein-
asta, eg higartil havi
fingið burturúr, hevur
verið ein firtnan løg-
mann og ein vreiðan
statsministara.
Mín niðurstøða er tí,
at orð Uffe Elleman
Jensens og útrokningar
embætismanna eru á
góðari leið, og hetta
stuðlar bert undir ynski
Miðfloksins um eina
fíggarliga uppgerð við
danir.
Niðurstøða Miðflok-
sins er eisini, at tað var
beinleiðis skeivt, fyri at
siga tað milt, av lands-
stýrinum
at
lækka
blokkstuðulin við 367
mió. í ár (eina mió. um
dagin). Sjálvandi skuldu
teir havt kravt eina
fíggarliga
uppgerð,
áðrenn hetta var gjørt.
Ger teirra var óforsvar-
lig og skeiv og týðir
uppá, at vit hava havt
menn at stýrt, sum als
ikki hava havt førleika
til at røkja síni størv.
Bjarni Djurholm
Landsstýrismaður
Fólkafloksins
Undirritaði vil virka fyri
tær og tínum, so tit náa
bestu umstøðum at skapa
eina trygga tilveru.
At røkka hesum máli,
skal vinnan hava góðar og
støðugar karmar í einum
samfelag, har eitt sterkt
heilsu- og almannaverk og
góðir útbúgvingarmøgu-
leikar eru náttúrligir partar
av gerandisdegnum.
Málið er sosialt trygt
samfelag, har tað er gott hjá
øllum at liva, og har tað
almenna verjur og tryggjar
frælsið hjá tí einstaka, so tú
undir persónligari ábyrgd
røkkur tinum lívsáhuga-
málum.
Teimum, sum eru veik og
ikki megna at vinna sær til
lívsins uppihald, skal verða
tryggjað eina góða tilveru.
Viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark eiga
at skipast soleiðis,
• at Føroya Løgting kann
gera av, at øll málsøki,
undantikið tey, sum eru
karmar um ríkiseindina,
kunnu yvirtakast sum
sermál við teirri fylgju, at
Løgtingið gjaldar fyri tær
útreið-slur, ið fylgja við
teimum,
• - tekur Føroya Fólk
avgerð um, at Føroyar
skulu vera sjálv-støð-
ugar, koma málsøkini,
sum eftir eru, undir
føroyskt málsræði.
Ein lagalig og varlig skip-
an, har eingi óráð verða
tikin.
www.djurholm.fo
Heðin Mortensen
Løgtingsmaður
Nú má fáast sjón fyri søgn.
Hvør stuðlar alternativari
íbúðarbygging?
Tað er stórur tørvur á
leiguíbúðum. Fyri ein part
til tey yngru, serliga einlig
foreldur og lesandi. Fyri
ein part til fólk við ser-
ligum tørvi vegna brek ella
annað. Fyri ein part til
tilkomin og eldri, sum ikki
hava ráð og umstøður at
røkja eini stór sethús
longur.
Seinastu tingsetu var lítið
at hoyra um slíka íbúðar-
bygging, og enn minni varð
gjørt.
Tað einasta konkreta
vóru tvey lógaruppskot,
sum eg vegna sambands-
flokkin legði fyri tingið.
Annað uppskotið var um
rentustuðul. Tað var at seta
leiguíbúðir, sum sjálvs-
ognarstovnar útvega, javnt
við sethúsaeigarar og geva
teimum rentustuðul.
Hitt var um mvg-frítøku.
Tað var at geva nevndu
stovnum somu mvg-frítøku
av arbeiðsløn, sum sethús-
ini fáa.
Fyrimyndirnar vóru tær
konkretu og lidnu ætlanir-
nar hjá Húsalánsgrunn-
inum
og
Tórshavnar
Kommunu um at byggja
bíligar
leiguíbúðir
á
Berjabrekku og eldraíbúðir
til dement við Vallalíð.
Niðanfyri eru atkvøðu-
greiðslurnar í tingmálunum
58 og 59 farna tingárið.
Nú fæst sjón fyri søgn,
hvør vil loysa íbúðarmálið!
Kortini á borðið!
MVG løgtingsmál nr. 58
8 Fólkaflokkurin
¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯
1 Rúna Sivertsen ...............
15 Ja
2 Jógvan við Keldu .............
17 Ja
3 Óli Breckmann ................
13 Ja
4 Jógvan á Lakjuni .............
12 Ja
5 Jóanis Nielsen ..............
11 Ja
6 Eyðun Viderø .................
10 x
7 Ingi Olsen ...................
20 Ja
8 Finnbogi Arge ................
14 -
6 Sambandflokkurin
¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯
1 Flemming Mikkelsen ...........
26 Ja
2 Marjus Dam ...................
31 Ja
3 Alfred Olsen .................
29 Ja
4 Heðin Mortensen ..............
30 Ja
5 Lisbeth L. Petersen ..........
28 Ja
6 Edmund Joensen ...............
27 Ja
7 JAVNAÐARFLOKKURIN
¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯
1 Katrin Dahl Jakobsen .........
23 Nei
2 Jóannes Eidesgaard ...........
24 Nei
3 Henrik Old ...................
22 Ja
4 Dan R. Petersen ..............
21 Nei
5 Vilhelm Johannesen ...........
16 Nei
6 Kristian Magnussen ...........
18 Nei
7 Hans Pauli Strøm .............
19 -
2 SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN
¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯
1 Kári P. Højgaard .............
2 Nei
2 Helena Dam á Neystabø ........
3 Nei
8 TJÓÐVELDISFLOKKURIN
¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯
1 Signar á Brúnni ..............
32 Nei
2 Finnbogi Ísakson .............
1 Nei
3 Jógvan Durhuus ...............
4 Nei
4 Heini O. Heinesen ............
5 Nei
5 Hergeir Nielsen ..............
8 Nei
6 Páll á Reynatúgvu ............
9 Nei
7 Annita á Fríðriksmørk ........
7 Nei
8 Finnur Helmsdal ..............
6 Nei
1 MIÐFLOKKURIN
¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯
1 Jenis av Rana ................
25 Ja
¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯¯
32 Samanlagt ....................
14 1 15 0 2
Góði veljari, nú er stundin komin til handa
Edmund Joensen
løgtingsmaður
Sambandsfloksins
Í 1998 var yvirskotið hjá
landskassanum 470 mió.
krónur. Loysingarlandsstýr-
ið kom sostatt til búgvið
borð.
Síðani helt yvirskotið
fram í trý ár, men nú
landsstýrið eftir fýra árum
leggur frá sær, er aftur hall
á løgtingsfíggjarlógini.
Sí talvu!
Landsstýrið roynir at
billa fólki inn, at hetta
landsstýrið hevur skapt
yvirskotið í landskassan-
um, men talvan omanfyri
prógvar tað øvugta.
Vit hava størstu inniløgu-
ár, sum nakrantíð hava
verið í Føroya søgu. Tí má
tað roknast sum búskapar-
ligur ørðskapur við lít, at
løgtingsfíggjarlógin vísir
hall.
Rakstrarútreiðslurnar eru
hækkaðar við umleið einari
milliard krónum, og nú
landsstýrið leggur frá sær,
hava teir minkað ríkisveit-
ingina við umleið 400 mió.
krónum.
Ella við øðrum orðum
hevur loysingarlandsstýrið
sent eina samlaða rokning
til allar føroyingar uppá
1.400 mió. krónur um árið
framyvir.
Sleppur landsstýrið at
halda fram, so hava teir
eisini samtykt at halda fast
við sama politikkin. Í 2012
eigur tú alla rokningina. Tá
skal vera klárt at loysa.
Minnist
til
hetta
á
valdegnum.
VALGREINAR
Reiðrið
Eilif Brimheim
Valevni Sjálvstýris-
floksins í Suðurstreymoy
Einaferð var tað eitt
starapar, ið fegið vildi
seta búgv og reiðrast.
Reiðrið bleiv bygt av
hoyggi og strá og tí
tilfari, ið nú finst.
Nógv var at gera bara
at fáa alt hetta upp at
standa hjá staraparinum.
Parið nørdist og bøgan
varp fimm egg. Tað vísti
seg, at ein geykabøga
uttan úr heimi - allar-
helst flytifuglur - kom
og varp sítt egg í reiðrið.
Hetta meðan staraparið
var so upptikið við
reiðurtilfarið. Nú vóru
so seks egg.
Eggini klaktust og
seks ungar komu út.
Tann eini ungin var
nakað
matglaður
og
framligur - vit nevna
hann Iló - honum dámdi
best í høgru síðu av
reiðrinum, har mundi
vera nakað nógv av
æðudúni. Hann át nakað
nógv eins og geyka-
ungin. Fekk so búkilsku
og fekk ikki útviklað seg
rætt. Sum ítriv hevði
hann eisini útvegað sær
reiðurtilfar til hálsprýði,
og hóast tað hevði skap
av
veingjum,
kundi
hesin ikki flúgva.
So var tað ein annar
ungi - vit nevna hann
Sennaói - sum helt, at
maturin og tilfeingið
skuldi fordeilast so væl
og gloymdi heilt at eta.
Hann var eisini rættuliga
upptikin av at rætta uppá
hinar ungarnar. Sat í
vinstru síðu av reiðr-
inum og togaðist um
reiðratilfarið við ungan
høgrumegin.
Hann
mentist so ongantíð.
Tíðin gekk, og tann
eini ungin - vit nevna
hann Ingøh -kendi eina
slíka trongd at flúgva.
Hann hevði eisini lisið
um brøðurnar Wright,
men veingirnir vóru ikki
heilt
útviklaðir
enn.
Men ikki kundi hann
bíða, flaksaði dúgliga
við
veingjunum,
so
fjaðrarokið stóð frá.
Setti av, men hvat, hann
bara datt og kom ongan-
tíð fyri seg.
Tann eini ungin -
nevndu Sinej - var eitt
sindur spakur, visti ikki
rættuliga
hvat
hann
vildi. Av og á át hann.
Hann helt seg mest til
miðjuna av reiðrinum,
visti
ikki
rættuliga,
hvønn veg hann skuldi
venda.
Geykaungin - nevndur
Htebsil - skavaði kanska
nakað nógv til sín og
nálgaðist uppi í hjá
foreldrunum.
Hann
fleyg so ein dag frá
reiðrinum, hugdi ikki
afturum seg, men vit
vita tó, at hann finnur
bara eitt nýtt reiður
næsta ár at verpa sítt egg
í.
Nú mundi eg gloymt
tann eina ungan. Hann
vaks, menti seg, og tá
tíðin var búgvin, segði
hann
foreldrunum
farvæl og tøkk fyri og
setti kós móti tí nýggju
verð.
Jú, starin er so vorðin!
William av Vollanum
Valevni Fólkafloksins í
Norðstreymoy
Sum smábørn høvdu vit eitt
heim at búgva í, vit fingu
mat á borðið og klæði at
ganga í. Vit lærdu at akta
foreldur okkara, og tey
lærdu okkum, hvat var rætt
og skeivt. Vit byrja at ganga
í skúla og læra at lesa,
skriva og rokna. Onkuntíð
fingu vit eina krónu frá
foreldrunum
at
keypa
okkum okkurt góðgæti fyri.
Áðrenn kríggið vóru
Føroyar eitt amt í Danmark.
Danir stýrdu meir ella
minni beinleiðis á lóg-
gávuvaldinum hjá Løgting-
inum og í fyrisitingini hjá
Landsstýrinum.
Danir
goldu eisini kostnaðin av at
reka hetta lítla samfelagið
mitt úti í Atlantshavinum,
kanska
í
minni
mun
samanborðið við onnur
donsk amt.
Sum árini gingu, komu
eisini fakini danskt, landa-
læra og søga inn í læru-
greinarnar. Tá vit skuldu
hava nýggj klæði, nýggjar
leikur o.t, sluppu vit at
velja sjálvi, hvat tað skuldi
verða, men tað vóru for-
eldrini sum goldu. Sjónar-
ringurin verður størri og vit
skilja betri, hvussu sam-
felagið virkar.
Í 1948 verður Heima-
stýrislógin sett í gildi.
Føroyingar fáa fríðari ræsur
á lóggávuvaldinum og í
fyrisitingini. Sum árini
ganga verða fleiri og fleiri
málsøki yvirtikin, danir
gjalda tó beinleiðis fyri tey
ymisku
málsøkini
tey
fyrstu árini. Seinni fáa vit
so
heildarveitingina
(blokkstuðulin), har Føroy-
ingar sjálvir sleppa at ráða
yvir hvussu peningurin til
tey ymisku málsøkini verð-
ur deildur.
Skjótt gongur tíðin og
áðrenn vit varnast er skúla-
tíðin liðug. Vit finna okk-
um eitt arbeiði og byrja at
vinna
okkum
pening.
Peningin ráða vit sjálvi
yvir, og vit taka tað sum
eina sjálvfylgju, at vit sjálvi
gjalda fyri privata nýtslu.
Vit leggja pening til síðis
við tankanum um at fáa
føtur undir egið borð. Enn
búgva vit heima hjá for-
eldrunum, men sum árini
eru gingin, er tann pen-
ingaliga útreiðslan av at
hava
okkum
búgvandi
heima minkað munandi.
Aftaná eina djúpa kreppu
í 90´unum, hevur tað, tey
seinastu fýra árini, gingið
gott peningaliga í Føroyum.
Við nógvum fiski á land-
grunnunum, høgum fiska-
prísum, góðum afturgjalds-
treytum av skuldini til
danir, og betri handils-
sáttmála við ES, hava vit
fingið høvdið uppundan
vatnskorpini aftur. Ja, tað
hevur gingið so væl, at vit
seinastu árini hava havt eitt
landskassaavlop
uppá
nærum 600 mió. kr. árliga.
Fyri fyrstu ferð í søguni,
hevur eitt Landsstýri lækk-
að heildarveitingina frá
dønum. Veitingin minkar
við 356 mió í 2002, og er
samsvarandi við tey máls-
øki, sum eru yvirtikin. Eftir
nógva togan aftur og fram
við donsku stjórnina og
partvís eisini við føroysku
andstøðuna,
hevur
tað
eydnast Landsstýrinum at
leggja sjálvstýristilgongd-
ina í eina trygga legu.
Málið vit hava sett okkum
er 1. jan. 2012. Tá skulu vit
hava yvirtikið øll málsøki,
undantikið timum, ið knýta
seg beinleiðis at fullveld-
istøku, samstundis sum
heildarveitingin
minkar
tilsvarandi.
Eftir lokna útbúgving og
við hampuligari uppspar-
ing, eru vit klár til at fáa
okkum egið tak yvir høvd-
ið. Farið verður í bankan
fyri at fáa lán, og útrokn-
ingar verða gjørdar. Tað er
nú, tað umræður at hava
upparbeitt sær eitt so gott
grundarlag sum møguligt.
Er inntøkan nóg stór til at
vit klára at svara hvørjum
sítt?. Er uppsparingin nóg
stór til at standa ímóti við,
um nakað óvæntað skuldi
hent?. Jú, so sanniliga,
bankin játtar lánið og skriv-
að verður undir. Endiliga
fáa vit okkara egna, nú eru
tað vit sum leggja karm-
arnar, og vit sum taka av-
gerðirnar, og ikki minst vit
sum gjalda fyri útreiðsl-
urnar.
Tá komið er til 1. jan.
2012, eru tað Føroya fólk
sum skulu avgerða, um
Føroyar skulu skipast sum
eitt fullveldisríki. Verður
tað eitt Ja, so fylgja máls-
økini uttanríkismál, verju-
mál, ríkisborgararættur og
gjaldoyramál við í yvir-
tøkuni og sjálvsagt eisini
útreiðslurnar av hesum.
Hesi mál eru rættuliga stór
og tung mál at umsita og
tey kosta nógv. Tað er tí
sera umráðandi, at vit hesi
árini framm til 2012 fáa
arbeitt upp okkum eitt so
gott grundarlag sum møgu-
ligt, tá talan er um vinnuna,
tað peningaliga og í vitan-
ini á øllum málsøkjum.
Vit menniskju eru so
ymisk, tað eru nøkur, sum
búgva heima hjá foreldrum
sínum alt lívið, har eisini
foreldrini gjalda fyri meg-
inpartin av útreiðslunum.
Onnur velja at búgva
heima hjá foreldrunum, tað
kann verða í einum kamari
ella einari íbúð í kjallar-
anum, men gjalda sjálvi
fyri egna nýtslu og kanska
eitt sindur afturat.
Nøkur velja at flyta
heiman frá uttan at hava
nóg gott grundarlag fyri
einaferð at fáa egið tak yvir
høvdið.
Tey flestu hava eina tráan
eftir at fáa sítt egna, sjálvt
eftir at hava havt ein so
góðan uppvøkstur, at ikki
kann setast fingurin á
nakað sum helst.
Tað er hendan bólkin, eg
havi roynt at samanborðið
sjálvstýris tilgongdina hjá
Landsstýrinum við og er
tað eisini hesa tilgongdina,
sum Fólkaflokkurin fer til
val uppá.
Gott val
Fólkaflokkurin og sjálvstýri Føroya fólks
Landskassans úrslit áðrenn avdráttir
g
g
ggj
g
Landskassaúrslit u/avdráttir
-1000
-800
-600
-400
-200
0
200
400
600
800
1992 1993 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002
Ár
Mió. kr.
C
M
Y
K
49
48